fríggjadagur 16. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
“Lesturin var meiri at kalla
eitt ítriv” hesi árini sigur Peter
smáflennandi. Men umfatandi
arbeiðið við lánsbrøvum tendraði
ein neista, sum seinni gjørdist
ein logi. Heimafturkomin í 1995
gjørdist Peter deildarstjóri fyri
fíggjardeildina hjá Føroya Banka.
Í 2000 gjørdist Peter stjóri í
Kaupthing Bank, og hevur hann
ført bankan trygt og væl inn í 21.
øld.
Slapp væl undir
kreppuni
Peter las niðri meðan búskapar
kreppan var uppá tað ringasta í
Føroyum. Á Bikuben Børs høvdu
tey samskifti við onkur føroysk
viðskiftafólk. Men annars sigur
Peter, at persónliga merkti hann
ikki nógv til kreppuna. Hann
bleiv konfronteraður við henni,
tá hann var heima í jólafrí og
summarfrí. “Eg skal viðganga
– hóast tað kann tykjast løgið
at siga so – at tað nívir meg eitt
sindur, at eg ikki merkti kreppuna
meir á egnum kroppi. Tað hevði
givið mær ein førning, sum hevði
bjálvað meg betri til verri tíðir.”
Eitt forkunnugt sjónarmið, sum
blaðmaðurin ikki hevur hoyrt
fyrr. Peter er tó avgjørdir um, at
1992kreppan alt ov ofta verður
nýtt, sum ræðslukampagna og
undanførsla. Ofta eisini, sum ein
mental bremsa, at nú mugu vit í
Føroyum høgga bremsurnar í, og
ansa væl eftir o.s.fr.. Trupuleikin
í føroyska samfelagnum er ikki,
at tað gongur skjótt og væl
við búskapinum, men at vit
ikki greiða trupuleikarnar, sum
føroyska samfelagið dragist við.
Her nemur Petur við spurningin
um útlendska arbeiðsmegi, sum
sá út til at verða loystur til 1.
januar 2008, men nú knappliga
er alt blakað út í óvissuna
aftur. Mangulin uppá útlendska
arbeiðsmegi er skríggjandi
eftir Petersa tykki. Peter siterar
inngangsrøðuna hjá Jóhan Páll
Joensen á Vinnudegnum: “Hvat
er serstakt fyri Føroyar? Jú
vit drepa grind, vit hava seyð
gangandi í brattastu skorum, og
landsliðið tapir hvørja ferð. Og so
snakka vit, uttan at handla!”
Fyrimynd og
ræðumynd
Sum stjóri í Kaupthing Bank
hevur Peter sjálvsagt havt nógv
samstarv við íslendingar. Eitt
sum irreterar Peter er at hoyra
uppá ávísar føroyskar og danskar
røddir, sum endurtaka uppí
saman: “At nú fer at ganga galið
í Íslandi!”. Peter er avgjørdur:
“Hatta hava hasir svartsíggjarnir
sagt líka síðan ár 2000. 7 ár eru
farin, men higartil hevur tað
gingið væl. Peter hoyrir dagliga
nógv um íslendsku innrásina í
Føroyum og annars um íslendsku
útrásina frá fólki, sum hann
møtir. ”Tað løgna er, at tað
mangan eru somu fólkini sum
bæði hava Ísland sum fyrimynd
og ræðumynd. Tey halda at
íslendingar klára seg gott, at
tað er flott at teir kunnu gera
so nógvar íløgur, men at teir
annars ikki skulu vísa seg her.
Tað ljóðar sum ein andsøgn”.
Peter hevur ikki nakra meining
um Ísland, sum politiska fyrimynd
ella ræðumynd. Men tá tað
kemur til tað vinnuliga, og tá
tað kemur til altjóðageringina er
Ísland ein fyrimynd fyri Peter. Teir
hava fingið nógv ting í lag, sum
føroyingar bara ganga og snakka
um. Føroyskir politikarar seta
onnur í gongd, í visjónsbólkum,
uttan at gera nakað nevnivert
sjálvir. Peter ætlar tó, at
Kaupthing skal hava eina sterka
støðu, bæði globalt og lokalt. Á
Kaupthing ætla teir ikki at bíða
eftir 2015!
Slips:
Óteljandi mong
Lestrarstarv
Frá 1992 í í Bikuben Børs. Talan var
bæði um fulltíðar starv, og lestur.
Starvið fór við so nógvari tíð, at lesturin
gjørdist meir eitt ítriv at kalla. Áðrenn
tað forvann eg manga góða krónu á
Havsbrún í ferium.
Nr. 223 • 16. november 2007
Peter metir, at 1992-kreppan alt
ov ofta verður brúkt sum ræðslu-
kampagna og undanførsla
Mynd: Jens Kristian Vang