Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 223 - 16. november 2007 Klokkan 10 fyrrapart­ in í morgin verður kunnandi fundur um útstykkingarætlanina hjá Nes kommunu á Høganesi. Fundurin verður á Sjómans­ heiminum í Runavík, og lagt verður fyri klokkan 10 SethúSabygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú fyrsta byggistig av útstykkingarætlanini hjá Nes kommunu á Høganesi er við at koma undir land, skipar kommunan fyri almennum fundi, har kunn­ að verður um ætlanina. Ætlanin var, at fundurin skuldi verða í matarhøllini á Føroya Fiskavirking á Toftum, men fundarstaðurin er fluttur og verður í staðin á Sjómansheiminum í Runa­ vík. Fyrsta byggistig í hesi ætlan fevnir um 29 sethús og fýra íbúðarblokkar. Meira kann lesast um ætlanini á heimasíðuni hjá Nes kommunu www.nes.fo Breið kunning Á almenna fundinum, sum byrjar fyrrapartin í morgin klokkan 10, verður verkætl­ anin løgd fram. Nes kommuna fer at greiða frá grundarlagnum undir ætl­ anini, arkitektar fara at tosa um verkætlanina og bygging, Munin fer at siga frá um lendið, vegir og annað, og umboð fyri fíggingarstovn fer at kunna um sølu og fíggingarmøguleikar. Eftir framløguna á Sjó­ mansheiminum verður høv­ ið at fara at hyggja eftir lend­ inum og grundøkjunum. Útstykkingarætlan á almennum fundi Eftir kunningarfundin á Sjómansheiminum verður høvið at fara niðan á økið at hyggja at byggilendinum Mynd: Vilmund Jacobsen Seinast í hesum mánaðinum letur Drós eisini nýggjan handil upp í Klaksvík handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir at Drós í summar skifti eigarar, er handilin nú eisini fluttur í nýggj høli í miðbýn­ um. Handilin húsast í dag í Niels Finsensgøtu 12, beint yvir av Náttarravnum. Ein av eigarunum, Jens Mortan Rasmussen, sigur, at nýggju hølini liggja væl fyri í miðbýnum, og hann væntar, at flestu, sum hava áhuga fyri teimum vørum, sum Drós selir, nú hava høvi at læra handilin ovar­ liga í gongugøtuni uppaftur betur at kenna. ­ Vit hava fingið uppaftur fleiri vørur, og vit royna so­ leiðis at nøkta ein uppaftur størri tørv hjá okkara við­ skiftafólkum, sigur Jens Mortan. Eisini í Klaksvík Seinast í hesum mánaðinum letur Drós eisini upp handil í Klaksvík við fleiri áhuga­ verdum og fortvitnisligum merkjum og vørum innan parfumu. ­ Umframt parfumu, fara vit eisini at selja undirklæði, taskur og annað, sum hand­ ilin í Havn selir, í nýggja handlinum í Klaksvík. Jens Mortan sigur, at handilin í Klaksvík verður uppi á loftinum í bygning­ inum, har Vøruhúsið heldur til í dag. ­ Black and White, sum hevur verið í Klaksvík í eina tíð, kemur at hava ein handil við eitt sindur bílig­ ari – og kortini spennandi – vøruúrvali. Her verða eis­ ini leikur og ymiskt til børn, umframt smúkkur og taskur til konufólk. Hann sigur, at Drós í Klaksvík húsast á umleið 50 fermetrum og Black and White á umleið 120 fer­ metrum. ­ Drós kemur at hava alt innan kropsrøkt, bæði til mannfólk og konufólk, sig­ ur Jens Mortan Rasmussen. Drós í gongu- gøtuni Drós húsast nú í Niels Finsensgøtu 12, sum er beint yvir av Náttarravnum. - Vit vilja í uppaftur størri mun nøkta tørvin hjá okkara viðskiftafólkum, sigur Jens Mortan Rasmussen Meiri skattur í Klaksvík Í fíggjarætlanini 2007 eru inntøkurnar mettar til 127 mió. kr., men tað tykist nú greitt, at skattainntøkurnar verða 10 mió. kr. størri ella 137 mió. kr., skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. Persónsskattauppgerðin fyri oktober er góðar 12 mió. kr., og er hetta góðar 2 mió. krónur meir enn sama tíðarskeið í fjør ella ein vøkstur uppá 23 %. Inntøkurnar higartil í ár eru 105 mió. kr., sum gevur 8,1 mió. kr. í meirinntøku ella ein vøkstur upp á 8,4 % í mun til sama tíðarskeið í 2006. Flyta møti í ítróttarhøll Havn: Árliga samfelagsstevnan í Ebenezer byrjaði mikukvøldið, og heldur í kvøld fram í ítróttarhøllini á Hálsi. Dagurin byrjaði annars við uppbyggingar­ møtum fyri løtu síðani og aftur kl. 15, meðan tað evangeliska møtið kl. 20 og tiltakið Opið hús kl. 22:30 verða í ítróttarhøllini. Stevnan heldur fram í morgin við einum møti kl. 15, har Óli á Grømma Jacobsen og Poul Færø tala, og aftur kl. 20 og 22:30 har Kristjan á Lakjuni talar og sangbólkurin Credo talar. Samfelagsstevnan endar sunnudagin tá morgunmøti verður kl. 10 í Ebenezer og barnamøti kl. 12 á sama staði. Kl. 16 og kl. 19 verða seinastu møtini í ítróttarhøllini, har Niels Pauli Nónstein og Jógvan Zachariasen tala. Upplýst verður, at bønarløta er hvønn morgun í Ebenezer. Hóast samfelagsstevnan verður hildin í Havn, forðar tað ikki fólki úr øllum landinum at koma til møtini. Í fjør vóru fleiri túsundtals fólk til hesi møtini.