Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • 16. november 2007 Vikuskifti 9 Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Tað skuldi helst ikki verið afturgongdin... »Framgongdon førdi Toyota á tindin« Sosialurin Stuldur á Anfield Road? »Liverpool fann ikki málið« Sosialurin So er, so er! »Eru skipini ikki við bryggju, eru tey onkra aðrastaðni« Sosialurin skemt “Ríkisfelagsskapurin er ein urtagarður” sigur Kaj Leo. Hvør er so ókrútið, og hvørjir eru dreparasniglarnir? Kaj Leo hevur grønar fingrar! Sambandsflokkurin= Urtagarðsrøkt? Ella kanska: “Kolonihaveforeningen”? Ny Alliance verður tungan á vágskáluni, “Ny Balance”? Uttan Kára Post fær Gamla Sjálvstýrið uttan iva færri brævatkvøður! John Johannesen: “Frit Fællesskab” Høgni Hoydal: “Kvit Fællesskab” Tey sum fáa BRELL kunnu velja Róald Jákupson! Randi í Jógvanstovu: “Vit eru VEGAføringar, serstøk tjóð”! Leyst og fast um stórt og smátt Alt er relativt … Útvarpið visti at siga, at tey í Argentina hava funnið leivdirnar av einum nýggjum dinosauri – sum livdi fyri 88 milliónum árum síðani... Kelda: Útvarpið/Kringvarp Føroya “Vit tapa ein dyst á gangin”. Hesar reglur vóru skrivaðar áðrenn dystin í Kanugarði, sum Kiev upprunaliga æt. Býurin var stovnaður av víkingunum. So møguliga var føroyski víkinga-stoltleikin endurstovnaður í Kanugarði? Vónandi! 12. Maður hevði eina “tjald- missjón” til dystin ímóti Fraklandi. Men henda tjald-missjónin miseydnaðist. Missiónin var at hava eitt tjald við einum ávísum loyvi, sum fær kjálkabeinið og mussaskøðið betur í gongd! Men trupuleikan var, at Loyvisnevndin ikki hevur nakra “tjald-visjón” hvørki í 2007, ella fram til 2015. Loyvisnevndin vildi ikki spæla við 12. manni, og Dam-brikkarnir blivu skjótt fluttir, so 12. maður valdi at taka seg av brettinum. Teir mutaðu hart ímóti í 12. Manni, men Loyvisnevndin vildi nakað Anna(!). Regin Smiður sló í glasið, og Janus hevði Rein argumentir ímóti avgerðini hjá Onnu Dam, og hennara nevnd. Men har beyðst ikki bøtur. Og 12. Maður valdi ikki at fáa nakrar bøtur, so tjaldpelarnir og tjalddúkurin komu ongantíð upp at standa. So eingin “12. Timburmaður” var á hesum sinni. Og dysturin gjørdist hvørki ein bjór-dystur, tíansheldur ein stórdystur. Teir ferðatroyttu “Les Blues” høvdu kanska ikki flogið á 1. klassa teir 24 tímarnir teir vóru í luftini. Men á Tórsvølli vóru teir klassar omanfyri føroyska liðið, sum ongantíð “checkaði” inn til dystin. Við French Open- siffrunum 6-0 gjørdu teir bláu slætt borð. Teir vóru í luftini um veður- og flogvallaviðurskiftini í Føroyum, men teir vóru flúgvandi á Tórsvølli! Tað var syrgiligt hjá føroyingum at verða eygnavitni til. Tá tosa vit um tey 1980 (1/3 kapasittetur!) sum megnaðu at keypa eitt atgongumerki uppá “gamla” mátan. Og tey sum sótu heima, og ikki skiftu sjónvarpsrás, ella sløktu í góðari tíð! Men allarhelst var tað mest syrgiligt hjá franska høgraekstremistinum; Jean Marie Le Pen at síggja 11 hvítar leikarar blívu niðurspældir av littum, atletiskum bóltsnillingum, sum hava sín uppruna í gomlu fronsku hjálondunum. Teir tæna Fraklandi til stóra æru, bert harmiligt, at menn sum Le Pen ikki duga at virðismeta tað. Ein av hansara pástondum hevur m.a. verið, at “nógvir av leikarunum ikki duga franska tjóðsangin!”. Javel, men teir duga so nógv annað. Vit føroyingar hava eisini fólk, sum duga. Møguliga ikki altíð teir, sum eru á vøllinum, men fólk uttanfyri vøllin, sum eisini duga. Eg má nevna Havnar Hornorkestur. Teir spældu, sum altíð, báðar tjóðsangirnar til UG. Teir hava eisini vunnið í evropeiskum kappingum. Og tey í hornorkestrinum eru betur samanspæld, enn onkrir aðrir tyktust at verða hendan dagin. Horntónleikur er ikki tann besti og mergjaði upphitingar-tónleikurin til ítróttarfólk, men hann er góður at hava í hálvleikinum, og ikki minst til báðar tjóðsangirnar. Eg má draga tveir mans fram eisini. Undirlagið á Tórsvølli hevur onkuntíð verið líka ringt, sum lagið á føroysku áskoðarunum. Men nú eru teir hjá Tórsvølli komnir á lagið. Jens Ingolf Poulsen hevur framt eitt satt bragd at røkta, og drena vøllin. Her hálvan oktober var tað, sum at síggja eitt slætt, grønt gólvteppi. So góður er vøllurin blivin! Hin mannin eg má draga fram er; Bjørn Kunoy. Hann bjóðaði fronsku heimsstjørnunum at verða vælkomnir til lands á einum flottum fronskum máli. Hann presenteraði fronsku leikarnir hátíðarligt, og segði tølini á fronsku og føroyskum. Og í samband við útskiftingarnar, og tey mongu fronsku málini segði hann introduseringarnar, snøgt og hátíðarligt. So jú! Vit hava tíbetur fólk, sum kunnu gera tað gott til ein landsdyst. Og sum hava lært, og LÆRT! (HÁSI eygleiðarin) Hornorkestrið spældi væl, og Bjørn Kunoy og Jens Ingolf Poulsen vóru bestir! Tað var einaferð ein kend- ur sakførari, politikari og málkønur rithøvundur í Havn, sum einaferð í sjeytiárunum varð drigin í rættin fyri eina parkeringsbót. Orsøkin var, at hann hevði sett bilin frá sær, at eitt forboðsskelti stóð við áskrivtini ”Eingin par- keringí báðum síðum”. Vanligt var at fáa bót, tí tað var ikki loyvt at parkera ”í báðum síðum”. Men Sigurð Joensen mótmælti. Hann segði dómaranum, at hann hevði ikki parkerað í báðum síðum, men bert í aðrari síðuni – og harvið slapp hann undan at rinda bótina. Hendingin lærdi tey á býráðnum í Havn eitt sindur av mállæru, tey lærdu nú munin á ”báðu megin” og ”hvørgu megin”. Men tað hava tey eftir øllum at døma ikki lært í Klaksvík, har hendan myndin er tikin uttan fyri svimjihøllina. Sigast skal, at myndin er tikin 29. apríl í 2005, tá undirsjóvartunnilin læt upp. Kanska onkur sunnanífrá hevur havt mállæruna við til Klaksvíkar – um ikki, so býðst høvi nú... Klaksvíkingar á báðum síðum...