Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 223 - 16. november 2007 Stutt Sagt Prestur send­ ast til USA Í Bretlandi hevur ein dóm­ stólur gjørt av, at muslim­ ski presturin Abu Hamsa al­Masri kann verða útvíst­ ur til USA, har hann kann koma fyri rættin fyri at hava stuðlað al­Qaeda og fyri at hava verið uppi í einari gíslatøku. Abu Ham­ za al­Masri, sum er 48 ára famal og einoygdur, hevur sitið í fongsli í Bretlandi síðani í februar í 2006, tá hann bleiv dømdur seks ára fongsul fyri at hava eggja til dráp og hatur. Amer­ ikanska ákæruvaldið vil hava prestin fyri rættin har, tí hann var við til at burt­ urflyta nakrar vesturlend­ skar ferðamenn í Yemen í 1999. Hann er eisini skuld­ settur fyri at hava skipað nakrar venjingarlegur fyri yvirgangsmenn í ameri­ kanska statinum Oregon. Chevez hóttir við hevnd Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, vil hava eina um­ bering frá Juan Carlos kon­ gi í Spania, sum bað forset­ an halda kjaft, tá teir báðir vóru á einum latínameri­ konskum leiðarafundi sein­ asta vikuskiftið. Á einum tíðindafundi í gjár segði Hugo Chavez, at fær hann ikki eina umbering frá span­ ska konginum, kann tað fáa avleiðingar fyri spanskar fyritøkur, sum virka í Vene­ suela. Í Spania eru fólk á einum máli um, at kongur skal ikki biðja Chavez um umbering, og eygleiðarar, sum vóru á ríkisleiðarafund­ inum seinasta vikuskiftið, siga, at spanski kongurin segði ikki annað enn tað, sum hinir leiðararnir kundu hugsað sær at sagt. Eiturkoppar­ nir koma Tey seinastu 150 árini hev­ ur Evropa fingið 87 sløg av eiturkoppum, sum ikki vóru her frammanundan. Tað sigur sveisiski lívfrøð­ ingurin Wolfgang Nent­ wig við sveisisku tíðinda­ stovuna ATS. Professarin í Bern sigur, at tey flestu eiturkoppasløgini eru komin úr Norðurafrika, og hann ivast ikki í, at upp­ aftur fleiri fara at koma, so hvørt sum tað gerst heitari í Evropa. Wolfgang Nentwig sigur, at eitrandi eiturkoppar kunnu eisini koma til Evropa, men at enn eru slíkir ikki funnir úti í náttúruni her. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Eg hevði ongantíð ætlað, at politikkur skuldi vera mítt lív, og nú er tíðin komin til at gevast (Rikke Hvilshøj) útlond Ein fimm metrar høg flóðalda skolaði í nátt inn yvir tríggjar býir í Bangladesh, men eingin veit, hvussu mong eru deyð Tann fimm metrar høga flóðaldan legði býirnar Patuakhali, Barguna og Jhalakathi undir í sjógvi. Embætismenn siga, at alt samskiftið við býirnar fór. Lokalir fjølmiðlar siga seg tó hava frætt, at í minsta lagi fleiri hundrað fólk hvurvu í flóðalduni. Myndugleikarnir í høv­ uðsstaðnum Dhaka við­ gingu fyrrapartin, at teir hava ikki yvirlit yvir, hvat veruliga er hent í teimum trimum býunum, har umleið 700.000 fólk búgva. Hin­ vegin vita teir við vissu, at í minsta lagi 242 fólk eru deyð aðrastaðni í landinum, eftir at tropiska ódnin Sidr kom inn at landi í gjár­ kvøldið, men myndugleik­ arnir siga, at tað er eingin ivi um, at talið á deyðum er størri enn so. Veðurtænastan heitti í gjár á fiskifør um at seta kós ímóti landi, men lokalar útvarpsstøðir at siga, at flei­ ri hundrað fiskifør náddu ikki at koma til lands undan ódnini. Ódnarveðrið hevur serliga gjørt um seg í landslutunum Mongla, Barisal og Khulna í útsynningspartinum av land­ inum. Vindferðin í hvirlu­ num kom upp í 67 metrar um sekundið, og fleiri tús­ und hús eru oyðiløgd. Myndugleikarnir høvdu ávarað fólkið í láglendinum um, at ein tropisk ódn var á veg ímóti landi, og sjálv­ boðin hjá Reyða Hálvmána hjálptu í gjár fleiri túsund fólkum burtur frá strondini. Men tað búgva umleið 10 milliónir fólk í láglendinum, og sambært fjølmiðlunum eru bara trygdarrúm til umleið eina hálva millión fólk har. Ein 29 ára gomul russisk kvinna hevur fingið fimmburðar á einum bretskum sjúkrahúsi Heima í Russlandi vildu læknarnir hava kvinuna at taka í hvussu er nøkur av fostrunum. Men kvinnan segði nei, og við hjálp frá góðum vinfólki og múgv­ andi russum eydnaðist tað henni at sleppa á eitt sjúkrahús í Bretlandi. Í gjár átti fekk kvinnan fimm døtur, sum vórðu tiknar við keisaraskurði. Genturnar vigaðu millum 811 og 963 gram, tá teir komu í verðina, men lækn­ arnir á John Radcliffe­ sjúkrahúsinum í Oxford siga, at genturnar hava tað gott. ­Alt gongur, sum tað skal. Genturnar eru í menning, og mamman er um at koma fyri seg, segði talskvinnan hjá sjúkrahúsinum við The Times. Tað er ikki so óvanligt, at kvinnur fáa fimmburðar, men sjáldan liva allir leingi, skrivar Reuters. Harafturat kann tað vera vandamikið fyri eina kvinnu at ganga við fimmburðum, men tann russiska kvinnan vildi ikki hava fosturtøku. Russiskir fimmburðar í Bretlandi Foreldrini við einari av teimum fimm gentunum (Mynd: AFP) Túsundtals fólk hava mist hús og heim í ódnarveðrinum í Bangladesh Fleiri hundrað fólk hvurvu í flóðalduni