fríggjadagur 16. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti
10
Finst nakað týdningarmiklari
orðaskifti, enn kjakið um, hvørjar
meginreglur okkara politiska
skipan skal byggja á?
Við hesum spurninginum í huga
hava teir báðir ungu havnarmen
ninir, Páll Holm Johannesen og
Heini í Skorini, stjórnað nýggjari
bók, sum kemur út í næstu viku.
Spurningurin um, hvønn leiklut
átrúnaður skal hava í almenna
og politiska rúminum í Føroyum,
hevur seinastu árini rættiliga up
ptikið føroyingar.
Ikki minst tá eldur kom í tær
politisku Føroyar orsakað av
stríðnum um støðu teirra sam
kyndu í revsilógini. Í fleiri mánaðir
kjakaðust føroyingar við lív og sál
um fólkaræði og mannarættindi.
Um kristindóm, virðisgrundar
lag, glíðibreytir, tolsemi, víðskyg
ni, trongskygni og rættartrygd.
Sum heild um átrúnað í politis
kum høpi – og øvugt um politikk í
átrúnaðarligum høpi, greiða Heini
og Páll frá í fororðinum í bókini.
Inn í 21. øld
Í góðum vertskapi eitt vetrar
kvøld fyrr í ár á einum kamari á
Oyrasundskollegiinum í Keyp
mannahavn fóru Páll og Heini at
tosa um hesi viðurskifti. Teir vóru
báðir samdir um, at ein djúptøkin
bók um, hvagar føroyingar fara í
21. øld, vantaði.
Eftir at húsafasadurnar aftur
vóru vaknaðar á Oyrasundi, fóru
teir til verka og fingu aðrar skri
bentar frá ymiskum sjónarhornum
og sjónarmiðum at hugleiða um
átrúnað, politikk og samfelagsli
gar avleiðingar. Frá fjølmiðlum til
javnstøðu til kjakmentan til fólka
kirkjuna til fríkirkjur til gudloysi.
Alt ískoyti í tann mentanar
dystin, sum fer fram í Føroyum.
Heitið á bókini »Krossvegir« kom
frá einum vinmanni, og tvítýdnin
gurin kann bæði sipa til krossin
og vegamótini, har avgerðir skulu
takast, og fólk hittast.
Sprotin við Jonhardi Mikkelsen
var fúsur at geva út, og teir hava
fingið fríar teymar at ritstjórna
bókina.
Skúlarnir sakna
samtíðina
– Ein høvuðsmotivatión til bókina
er, at vit sakna hetta slagið av
bókum. Tað eru mest siðsøguligar
bøkur, sum koma út í Føroyum. Alt
gott um bøkur um skiparar, men
hvussu nógvar debattbøkur koma
út um Føroyar og okkara samtíð?
Vit vóna eisini, at bókin fer
at verða brúkt í undirvísingini
í skúlunum. Tað er ein øgiligur
mangul upp á tilfar um samtíðina,
og tilfar sum viðger nútíðina. Og
tað er frustrerandi, staðfestir Páll.
Heini og Páll, sum báðir lesa
stjórnmálafrøði, hava báðir roynt
seg sum tíðindamenn á m.a.
Sosialinum. Umframt at hava
skrivað journalistiskar greinir
um átrúnað, hava teir eisini
skrivað uppgávur um religión og
politiskar flokkar, sum kalla seg
kristiligar.
Uttanlands er vanligt, at so
skjótt okkurt fyribrigdi stingur seg
upp, til dømis muhammedkrep
pan ella 11. september, so koma
debattbøkur beinanvegin fram,
m.a. fyri at royna at skilja evnið
betur, greiðir Páll frá.
Kanska ber til at siga, at
§266b var okkara muhammed
kreppa.
Hendan bókin snýr seg ikki
um §266b, men um viðurskiftini
millum religión og politikk. Men
§266b var kanska startskotið,
sigur Heini.
Eingir fjølmiðlar komu í dýp
dina, hvat veruliga lá aftan fyri
§266b. Hetta er ein roynd at fáa
eina meira kvalifiseraða debatt,
heldur Heini.
Hann nevnir í sama viðbragdi,
at ofta er trupult hjá tíðindare
daktiónunum at fara aftur um eitt
slíkt mál, av tí at umstøðurnar
snøgt sagt ikki eru til tað.
Høvuðsynski við bókini er
umframt at skapa eitt betri kjak,
Krossvegir á
– Ætlanin við hesi verkætlanini
er at skilja tað mentanarstríðið,
sum fer fram í Føroyum, og
sum § 266b var eitt tekin um.
Tað snýr seg um at skilja ósemj
una um, hvønn leiklut átrúnað
ur skal hava í almenna og
politiska rúminum í Føroyum,
og henda bókin er so ein roynd
at skapa eitt betri og meiri
kvalifiserað kjak um hesa
ósemjuna.
Hetta siga Páll Holm Johanne
sen og Heini í Skorini, ið saman
við 13 øðrum hvøssum pennum
hava kagað niður í dýpið, har
dysturin um føroysku virðini fer
fram. Úrslitið er bókin
»Krossvegir«
Kjakbók
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo