Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 223 - 16. november 2007 Demokratia økisfund í Øravík Í kvøld klokkan 19 hevur Demokratia økisfund í Øravík. Skráin er henda : Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demo­ kratia hugleiðir um, hvussu vit fáa økta kvinnuumboðan í politikki. Ingeborg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, greiðir frá sínum royndum í politikki. Hon er fyrsta kvinnan vald á ting fyri Suðuroynna. Marjun Olsen, býráðslimur á Tvøroryi, og Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, greiða frá royndum teirra í lokalpolitikki. Fyri 10. ferð kemur blaðið hjá Sands Fornminnisfelag, Kvørnin út. Og eins og í undanfarnum útgávum er eisini hesaferð hópurin av áhugaverdum tilfari við. Sum vant er Ólavur Clementsen ein av høvund­ unum í blaðnum. Hesaferð um býlingin Norðuri á Bø á Sandi. Hetta er drúgv grein, ið fatar um 14 hús. Jens Marius Hentze trív­ ur í part av Skopunar søgu, meðan Palli Dalsgaard við­ gerð kornarbeiði ði Skála­ vík. Fróðarmaðurin Hanus A. Samuelsen hugleiðis um heimbygd sína, Húsa­ vík undir heitinum »Húsa­ vík – heima og í huga«, meðan Sjúrður Poulsen skrivar um fugl og fygling í Skúgvi. Blaðið er fylt við goml­ um og forvitnisligum myndum til hvørja grein. Blaðið er ógvuliga rúgvus­ mikið, heilar 80 síður, og tað kostar tí ikki meiri enn eina krónu fyri síðuna. Tað fæst í øllum vanligum blað­ sølum. Kvørnin melur enn - Tað er skakandi at síggja tíðindaflutn- ingin í sambandi við óhappið umborð á Norrönu í vikuni. Støðan var á ongan hátt so dramatisk, sum hon verður gjørd til, sigur norskur ferðamaður, ið var við skipinum hendan túrin NORRÖNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv hevur verið gjørt burt­ ur úr hendingini sunnu­ kvøldið, tá Norröna fekk partvísan motorsteðg á veg úr Bergen til Føroya. Ser­ liga summir av fjølmiðlun­ um hava fingið tað at ljóða, sum var skipið um at ganga burtur. Men hesari tulking eru langt frá øll samd í. Ser­ liga ikki tey av ferðafólkun­ um, ið Sosialurin hevur tosað við. Ein teirra, ið var við Norr­ önu hendan nógv umrødda túrin, er norðmaðurin Tor­ stein Hansen. Hann er kom­ in til Føroya saman við Arve Abelsen í sambandi við samfelagsstevnuna í Ebenezer, sum verður um vikuskiftið. ­ Eg var eitt sindur argur um, at fráferðin úr Bergen var nakað seinkað. Men burtursæð frá tí havi eg einki ilt at siga um hvørki ferðina ella handfaringina hjá maningini av støðuni, sigur Torstein Hansen við Sosialin. Hann er beinleiðis ovfarin av tí, hann hoyrir og sær í bløðum og loftmiðlum um hendan túrin hjá Norrönu, tí hann kennir als ikki støð­ urnar aftur, sum har verða lýstar. ­ Eg merkti á ongan hátt tann dramatikk, sum verður lýstur í fjølmiðlunum. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú siglir í 10­12 metra høgum aldum, so má skipið røra seg. Einasta, ið kanska kann setast eitt lítið spurnartekin við, er, um skiparin kundi havt kunnað ferðafólkini betur ta fyrstu løtuna. Men skal veljast ímillum at kunna fólk ella fáa tamar­ hald á støðuni, so hevði eg í hvussu er valt tað seinna, sigur Torstein Hansen. Fyrimyndarligt Eftir at skiparin hevði fingið tamarhald á støðuni og mot­ orarnir aftur koyrdu, heldur norðmaðurin, at kunningin var fult nøktandi. Hann er beinleiðis impon­ eraður av skipara og yvir­ monnum og leggur stóran dent á, at øll manningin var ótrúliga hjálpsom. ­ Eisini eftir, at vit vóru komin til Hetlands stóð manningin næstan á høvd­ inum fyri okkum. Vit vóru nakrir norðmenn við hend­ an túrin, og eingin okkara hevði pass við. Tá eg nevndi hetta í informatiónini syrgdu tey fyri, at vit kortini sluppu í land, og tað haldi eg var ógvuliga væl klárað, sigur Torstein Hansen. Hann vendi sær sjálvur til Sosialin at siga frá, hvussu hann upplivdi hend­ an túrin, júst tí hann metir, at alt er yvirdramatiserað. ­ Eftir míni metan eigur skiparin stórt rós uppiborið. Sjálvandi er lætt at verða bakklókur, og tað er uttan iva okkurt, ið kundi verið gjørt øðrvísi. Men í mínari verð er eingin ivi um, at bæði skipari og manning handlaðu fyrimyndarliga, og høvdu teir ikki handlað so skilagott, sum teir gjørdu, kundi støðan sakt­ ans gjørst álvarslig, sigur hin sera vælnøgdi ferðamað­ urin, Torstein Hansen. ­ Túrurin var so góður, sum 12 metrar høgar aldur loyva, slær hann fast. Stórt rós til skiparan Torstein Hansen skilir ikki umrøðuna, sum túrurin hjá Norrönu hevur fingið. Í hansara verð eigur skipari og manning stórt rós uppiborið fyri at handfara støðuna fyrimyndarliga Mynd: Jens Kristian Vang EIK á Tvøroyri umvælast Deildin hjá EIK á Tvøroyri verður í løtuni umvæld, soleiðis at deildin verður meiri kundavinarlig, og kundarnir koma at føla seg væl, tá teir koma inn á deildina til eitt heildarprát. Tað skrivar Suðurrás. Deildin fær eitt nýtt fundarhøli, avgreiðslan verður broytt, og ráðgevararnir fáa betri arbeiðsumstøður. Í sambandi við umbyggingina verður deildin stongd í morgin 16. november, og hon letur upp aftur mánadagin í broyttum sniði.