fríggjadagur 16. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti 11
vegamóti
8?<@@C246?
=@IFLQ>8@E@
8ID>8I8I><
=I8EKJA<EJ<E
=CäM@EJ%FCJ<E
JAèILIJB88C<
IèE@I8JDLJJ<E
B8KI@EG<K<IJ<E
9A¥IKJ8DL<CJ<E
D<@E?8I;A<EJ<E
KäILIAä8EJJFE
@E>8GFLCJ<E;8D
JàDLE89J8CFEJ<E
BI@JK@8EE8N%GFLCJ<E
<JJ8P$J8MELDÝKIèE8F>GFC@K@BB
I@KJKAäIE1?<@E@àJBFI@E@F>GÝCC?FCDAF?8EE<J<E
at at skapa forstáilsi og tilfar um
okkara samtíð, heldur Páll.
- Vit skulu jú øll vera her, leggur
hann afturat.
Margfeldar meiningar
- Ofta hevur verið fokuserað upp
á tað negativa, men hetta kann
eisini vera ein mennandi prosess,
um vit læra at kjakast um hetta.
Tað var tað tó ikki við 266b,
staðfestir Heini, og sipar til, um
vit yvirhøvur lærdu at kjakast.
Heini og Páll undirstrika tó
báðir, at endamálið als ikki er at
reinsa føroyska kjakið fyri tað
heita blóðið, ið viðhvørt kann
koma í kók, tá kjakið hitnar. Men
aðalmálið er at hækkastøðið,
staðfesta teir.
Tá Páll og Heini settu seg
niður at stjórna bókini, skrivaðu
teir fyrst eina sokallaða
problemformulering til tey, teir
høvdu í huga at skriva um ymisk
evni. Teir løgdu seg eftir, at
fáa fjølbroytni fram og heittu
tí á bæði kvinnur og menn í
ymiskum aldri og úr ymiskum
samfelagsbólkum.
Ella sum Heini so andbráður
orðar tað: Frá tí mest harðkókaða
ateistinum til tað etableraða
fríkirkjufólkið!
- Vit royndu at heita á fólk,
sum vistu hava ein góðan
penn, og sum hava fingist við
evnið, staðfesta teir báðir ungu
ritstjórarnir. Teir siga, at hóast
talan er um kend andlit, so er
eingin beinleiðis etableraður
rithøvundar millum essayistarnir í
»Krossvegir«.
Páll og Heini greiða frá, at
talan er um skrivandi fólk við
ymiskum stíli. Summi hava
skrivað eitt slag av polemiskum
manifesti, onnur eru meira litterer
og hóvlig, meðan ískoytini hjá
øðrum meira kunnu bólkast sum
kronikkir.
Klassiskt kjak
Men er nakað broytt í Føroyum,
nú bókin kemur út í november
2007 í mun til somu tíð í fjør, tá
kjakið var upp á tað harðasta?
- Nei, tað haldi eg ikki, sigur
Heini, men minnir samtíðis á,
at evnið í bókini »Krossvegir«
er tíðarleyst, og kjakið um
viðurskiftini millum átrúnað
og stat er klassiskt, sum hann
málber seg.
Spurdir, um bókin kann metast
sum eitt ískoyti til løgtingsvalið,
sum stundar til, siga Páll og Heini
við ein munn, at tað er tað ikki.
- Løgtingsvalið kundi verið
útskrivað áðrenn bókin kom út,
sigur Páll, men leggur afturat,
at flokkar sum t.d. Tjóðveldi og
Miðflokkurin neyvan hava nakað
ímóti at taka slík evni upp.
- Hetta er ikki eitt valinn-
legg, men eitt ískoyti til sam-
felagskjakið, og til tað, sum
redaktiónirnar ikki hava orku til at
viðgera, sigur Heini.
HESI HAVA SKRIVAÐ:
Sjúrður Skaale
Rúni Rasmussen
Bjørt Samuelsen
Frants Jensen
Firouz Gaini
Símun Absalonsen
Kristianna Winther Poulsen
Meinhard Jensen
Katrin Petersen
Armgarð Arge
Tórður Jóansson
Inga Poulsen Dam
Flóvin S. Olsen
Páll Holm Johannesen
Heini í Skorini
Forlagið Sprotin gevur bókina út,
sum fæst til keyps fyri 260 krónur
Um Krossvegir
- Ein høvuðsmotivatión til bókina er, at vit sakna hetta slagið av bókum. Tað
eru mest siðsøguligar bøkur, sum koma út í Føroyum. Alt gott um bøkur um
skiparar, men hvussu nógvar debattbøkur koma út um Føroyar og okkara
samtíð? spyrja Heini í Skorini, v.m., og Páll Holm Johannsesen, h.m., í nýggju
bókini »Krossvegir«, sum Sprotin gevur út í næstu viku
– Tað er ein øgiligur mangul
upp á tilfar um samtíðina, og
tilfar sum viðger nútíðina. Og
tað er frustrerandi, staðfesta
ritstjórarnir
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen
”””
Tá ið kreppan leikaði harðast á fyrst í nítiárunum, vóru vit
“Nordatlantens bananrepublik”. Hesa ferð luktaði myndin ikki
sørt av “Nordatlantens talebanrepublik”
Bjørt Samuelsen - brot úr »Krossvegir«
Miðfloksins stevnuskrá er púra greið. Frælsi hins einstaka skal
skerjast. Trúarfrælsið skal skerjast. Talufrælsið skal skerjast.
Sum heild - vælkomin til Iran!
Sjúrður Skaale - brot úr »Krossvegir«
Bondini millum stat og kirkju, har tann evangeliskt-lutherska
fólkakirkjan hevur eina serstøðu, skulu varðveitast
Inga Poulsen Dam - brot úr »Krossvegir«