Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 223 - 16. november 2007 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Vil ikki skipanini væl Barsilsskipanin eigur ongan góðan, um tosast skal um politiska landslagið í Føroyum. Fyrr í ár kundu vit staðfesta, at landskassin seinnu árini hevur kravt milliónir ov nógv inn í barsilsgjaldi. Milliónir, ið ongan tíð eru komin føroyskum barnafamiljum til góðar, men sum ístaðin eru endaðar í stóra potti. Hetta var um sama mundi, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum barslaði við ætlanum sínum um at styrkja um skipanina, soleiðis at útgjaldið kundið bæði leingjast og økjast. Frá hinum pørtunum á arbeiðsmarknaðinum vóru boðini tó greið. Tey góvu landsstýris- manninum krakk við teirri grundgeving, at tey fyrst og fremst vildu hava, at skipanin verður umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Til dømis við at verða skipað sum grunnur eins og ALS. Um tað er av ótta fyri enn eina ferð at verða lagdur undir at krevja eykaskatt inn, skulu vit lata vera ósagt. Men tað tykist heilt burturvið, tá landsstýrismaðurin nú boðar frá, at hann fer at lækka inngjaldið í skipanina. Er tað so, at 10 milliónir koma “ov nógv” inn í skipanina komandi ár, so skuldi tað verið lag á manni at bøtt um hesa, heldur enn at skerja um virkismøguleikarnar hjá skipanini. Ein bati – sum landsstýrismaðurin hevur fulla heimild at fremja sjálvur – er at hækka hámark- ið fyri útgjaldinum. Hetta hámark er í dag væl lægri enn miðalinntøkan hjá pápunum er. Og er tí beinleiðis við til at fremja eitt skeivt kynjabýti. Snøgt sagt tí páparnir missa inntøku við at fáa pening úr Barsilsskipanini. Lóggávan gevur landsstýrismanninum heimild at prístalsviðgera hámarksútgjaldið, men hesa heimild hevur landsstýrismaðurin ongan tíð nýtt. Heldur ikki hóast stórt yvirskot hevur verið í skipanini seinnu árini. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tíðindaskriv Leygarkvøldið 24. nov. verður fjøllbroyttur tón­ leikur í Kulturhuset Islands­ brygge, sum liggur mið­ skeiðis í Keypmannahavn og beint við sjógvin, har føroyingar fara at framføra Vísur, Blues, Punk og Rock´n Roll. Kvøldið byrjar við eini konsert, har Hanus G. Johansen og Jógvan And­ rias Joensen fara at fram­ føra vísur. Aftaná fer Mr Blues Uni Reinert Debess við fólki á pallin. Okkurt óvænta er eisini á skránni. Aftaná miðnátt fara The Dreams at strála positivan punk og rokk til gestirnar, sum eisini uppliva Ketc­ hup­plátuvendarnar Hallur Johannesen og Kára Davidsen. Í ár eru 20 ár liðin síðan teir bágir vísusangarnir og vinmennirnir byrjaðu at framføra tónleik saman, Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen, sum bágir eru úr Klaksvík. Stigtakarin av FO INVASION, eins og í fjør, er hoyvíkingurin og útiset­ in Edmund S. Jacobsen, sum hevur áhugað í føroyskum tiltøkum í Keypmannahavn. Aftaná tvey á Skarvi sum fyri­ skipari, steðgaði hann samstarvið. Framyvir vil Edmund vera ein sokall­ aður freelance booker. Í dag skrivaði Edmund sátt­ mála við Kulturhuset Islandsbrygge um leigu og til tiltakið FO INVASION, sum er fyri øll. Danir gleðast um at samskipa eitt føroyskt tiltak, men kanska bert so leingi vit ikki loysa, sigur Edmund at enda við Sosialin. Meira um tiltakið á www.k­i­b.dk FO INVASION í Keymannahavn Hoyrdi í tíðindunum í kvøld, at ætlanin er at seta inngjaldið til barilsskip­ anina niður. Hetta, tí at útgjaldið er minni enn inngjaldið. Well, átti hetta ikki at verið ein gyltur møguleiki at longt barns­ burðarfarloyvið? Skilti, at um ikki gjaldið bleiv sett niður endaði yvirskotið í landskassanum. Harmiligt, at arbeitt ikki hevur verið við málinum fyrr enn nú avgerð verður tikin um at seta gjaldið niður. Ábendingar hava væl verið eina tíð um at so er. 24 vikurs barnsburðar­ farloyvið er minni enn flestu familjurnar halda vera nøktandi. Spell, at vit ikki hava eina barsilsskipan sum familjurnar trívast við. Tosaði herfyri við eina vinku, sum nýliga hevði átt. Hon vildi so sera fegin verið heima hjá pinkur­ barninum í eitt ár. Men tað var ikki hugsingur um, tá hon onga inntøku fór at hava aftan á fyrstu 24 vikurnar. Húsalán upp á 1,5 millión ella meir, settu krøv um tvær góðar inn­ tøkur. Hesin er veruleikin hjá nógvum smábarna­ familjum: Eitt brennandi ynski um at vera heima hjá barninum til tað er 1 ár, men vegna húsalán kann húskið ikki liva av eini inntøku. Onkur sigur, ja men so mugu fólk lata vera við at keypa so dýr hús, øllum nýtist ikki at búgva í Havn. Eg spyrji: Skal høvuðs­ staðurin bara vera fyri tey ríku. Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at eisini høvuðsstaðurin endur­ speglar samfelagið vit liva í. Barnafamiljurnar eru sera týdingarmklar í hesu mynd. Sagt verður, at fólk bara kunnu keypa komm­ unal hús og grundstykki, heldur enn frá privatum. Trupulleikin er bert, at eisini kommunalu prísirnir seta krøv um meir enn tvær miðalinntøkur. Meini so við, eini raðhús Undir Kongavarða kosta millum 2,5 og 2,9 milliónir. Vælvitandi, at trupulleik­ an við barsislsskipanini í veruleikanum snýr seg um ein knút ­ øðrumegin stýrið fyri barsilsskipanina og landsstýrismannin í vinnu­ málum og hinumegin for­ mansskap løgtingsins ­ so er talan um ein veldugan møguleika at tryggja korini hjá barnafamiljunum. Knútar eru jú til at loysa. Um peningur ikki er til eitt árs barnsburðarfarloyv­ ið við fullari løn, kundi skipanin í staðin latið svarandi til ALS í einar tríggjar – seks mánaðir afturat teim núverandi 24 vikunum við fullari løn. Ein gyltur møguleiki hjá verandi mansstýri, eg meini landsstýrið at bøta um støðuna. Mátti veri møguligt! Leingja barnsburðarfarloyvið? Ja takk! Tj´ðveldi bergtorajoensen@gmail.com BERgtóRA HøgNAdóttIR JoENSEN Val