Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 223 - 16. november 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Leygardagin 17. november fyllir Mariel Poulsen á Argj­ um 80 ár. Hóast Mariel nú í eitt mannaminni hevur hild­ ið til á Argjum, so er hann fyrst og fremst kollfirðingur. Hann traðkaði barnaskógv­ arnar í Kollafirði, nærri roknað á Signabø og hóast hann hevur búleikast kring landið, so er enn eyðkeynda kollfjarðamálið enn tað sum kemur av hansara varr­ um. Og serliga kemur tað til sjóndar, tá íð hann sigur frá eini góðari, einari, sum fær okkum at smílast og tær eru ikki so fáar hvis man er kollfirðingur av format og eisini góður frásøgumaður sum Mariel, Mariel er ikki so gamal í mínum lívi, egentiliga var hann farin um tey sjeyti, tá vit møttust fyrstu ferð og sakin er tann, at eg lærdi hann at kenna gjøgnum dóttrina Mariu. Eg var bliv­ in forliptur í henni, tað eru eg forrestin enn, og við henni fann eg eisini heim­ sins besta svigarpápa. Vit báðir Mariel og eg blivu væl beinanvegin og vit svinga líka væl enn. Mariel er ein ógvuliga virkin maður og hann hevur so nógvar tangentar at spæla á. Hann er ein knas­ andi dugnaligur handverkari og løturnar á verkstaðnum í kjallaranum er ein týðandi partur av hansara lívi, eisini í dag. Hann er eitt slag av Georg Gearløs, uppfinnari um ein háls, húsini á Argj­ um eru fylt við lutum og innrætningum, sum minna um ein sannan uppfinnara. Hansara sterkasta síða er kanska rustfría stálið og tað er ikki tann hjálpandi mekanisma, sum hann ikki kann finna uppá, far hann eina stong ella eina plátu av rustfríum millum hendurnar. Hjá Mariel er ikki langt frá at hugskotið føðist og til tað verður ment í verki til nakað sum dugir. Og handverkararoyndir­ nar hjá Mariel koma ikki frá ongum. Longu sum smá­ drongur royndi hann seg sum uppfinnari. Hann gjørdi sítt egna leikutoy. Seinni mentist handverkara genið tá íð hann kom í læru millum menn í smiðjuni Ídni í Klaksvík. Tá íð hann var avlærdur jarnsmiðjur fór hann niður læra meira og fór síðan út at sigla. Hann kom víða um í heiminum, og var stað­ kendur millum annað í Singapore fyrst í fimtiárun­ um. Seinni í fimtiárunum fór hann at starvast sum maskinmeistari á elverkin­ um við Strond í Klaksvík. Í 1963 flutti hann saman við konuni og børnunum til Vestmanna, har hann var verkmeistari hjá SEV í 13 ár. Síðan flutti hann til Argir og arbeiddi sum lærari á Tekniska Skúla í fleiri ár. Sum ungur møtti Mariel konuni Ragnu, sum var ætt­ að úr Fuglafirði. Hon var av Jøkladalfólkinum, ar­ beiddi heima fyrstu árini, og komin til Havnar starv­ aðist hon á Láargarði. Teim­ um eydnaðist at bjóða fimm børnum vælkomin í heim og geva teimum tryggan uppvøkstur. Deyðin hevur eisini vitjað familjuna og í 1993 vóru boð eftir Ragnu. Góð 10 ár seinni vóru boð eftir báðum synunum Tummasi og Páll. Mariel hevur evnini at góðtaka tað dagurin hevur at bjóða, eis­ ini deyðan, hann setist ikki hendur í favn ella fellir í fátt “Aftaná at eg møtti Mariu og lærdi teg at kenna, er tað sum at hava fingið ein nýggjan pápa, Mariel. Man blívur klókur av at kenna teg og man blívur eitt gott menniskja. Eg læri at gleð­ ast yvir tey smáu tingini, við at vera saman við tær. Tú trýr ikki hvussu stóran týdning tað hevur fyri meg, at vit hittast minst einaferð um vikuna til døgurða, ser­ liga sunnudagar, har tú situr saman tínum kæru, og eg eri við sum svigarsonur. Og gud skje lov, at tú ikki tekur teg so hátíðarliga, tað er júst tí tað er so deiligt og hugnaligt at vera saman við tær. Hjartaliga tillukku við degnum. Vinarliga Rasmus Dagurin 17. november. Anianus, deyður ár 453. Hann var abbati í kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann gjørdist biskupur. 18. november. Hesychius, deyður uml­ eið ár 300. Heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin Diocletianus ráddi. Hann varð tikin av døgum fyri trúar sakir. 19. november. Elisabet, deyð ár 1231. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabet gav seg burturav í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan henn­ ara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu. Navnið Elisa­ bet er hebráiskt og merkir Guð er full­ komin. Vit vóru júst komnir út í Norð­ sjógvin við kós ímóti Føroyum, tá eg fekk tey tungu boð, at vinur mín Jørgin ikki var ímillum okkum longur. Ringt var at skilja at Jørgin var farin, eg tosaði við hann í tele­ fon dagin fyri, tá var hann glaður og frískur sum altíð, so ikki vardi tað meg, at tað var seinastu ferð eg hoyrdi rødd hansara. Mær untist nógv góð ár saman við Jørgini, vit vóru til skips saman sum ungir, og síðani hava vit altíð verið saman av og á upp ígjøgnum árini. Tey seinastu árini hava vit ver­ ið nógv saman, millum annað hava vit bygt ein ídnaðarbygning, sum nú ikki bleiv liðugur. Jørgin var sonur Sanny og Jógvan Martin, og varð hann næstelstur av 5 systkjum. Pápan misti hann fyri nøkrum áðrum síðan. Familjan hevði alt at siga fyri Jørgin, serliga børnini var hann sera góður við. Mangan møtti man honum við bili sunnumorgnar, tá var altíð onkur av børnunum hjá systkjunum við. Jørgin var veiðumaður av lyndi og hevði eina sera góða sjónatúr. Hann var við ymiskum fiskiskipum og útróðrarbátum, og eitt skiftið gekk hann á navigatiónsskúla. Tað síðsta Jørgin var á sjónum var við Oknini, har hann var kokkur. Av sjúku mátti Jørgin gevast á sjónum. Men hann gavst ikki so. Hann arbeiddi alt fyrifallandi arbeiði, og har hann var, var hann álitismaður, sjálvt um ryggurin foraði honum nakað. Men ongantíð hoyrdi man Jørgin gremja seg, hann var altíð í góðum lag, eitt sindur skálkaligur, stillur, tvørur, og tolin sum fáur. Hann hevði góð evnir og eitt gott handalag. Hann dugdi væl at taka til, so tað var sera stuttligt at verða saman við honum. Jørgin var áhugaður í politikki og varð hann loysingarmaður burturav. Jørgin var sera áhugaður í fótbólti bæði her á landi og uttanlands. Serliga var hann áhugaður í hvussu NSÌ kláraði seg, og var hann heilt ótrúliga glaður tá NSÌ bleiv føroya­ meistari í ár. Vit verða nógv, ið fara at sakna Jørgin, nú hann ikki er ímillum okk­ um meira, men svárast verður hjá tykkum Sanny, Marjun, Oddbjørg, Ingun og Kristian við familjum. Hervið vil eg lýsa frið yvir minn­ ið um Jørgin Johansen. Allan Ein kollfirðingur fyllir áttati Minningarorð Jørgin Johansen f. 24.10.63 d. 10.11.07 Føðingar 24. okt fekk Silja eina lítlasystur, hon vigaði 3680 gr. og var 52 cm. Foreldrini eru Majbritt Joensen og Per Simensen, búsitandi í Stavanger. 14. oktober fingu Janus og Katrin hesa fittu lítlu systrina. Hon vigaði 3460gr og var 53cm long. Foreldrini eru Guðrið E. Johansen og Marner Nolsøe. Tey búgva í Grønlandi. 2. november fingu Elsebeth Poulsen og Hallur Gunnarsstein Hansen, Hvannasund, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3500 gr. 6. november fingu Simona Midjord og Hallgrím Hansen, Kollafjørður, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2650 gr. 8. november fingu Linda og Poul Nolsøe Sørensen, Norðra­ gøta, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3450 gr. 8. november fingu Tóra og Martin Frederiksberg, Skálabotn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 9. november fingu Debora Hjelm og Niels Nielsen, Sørvágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4250 gr. 9. november fingu Barbara D. Poulsen og Hallur Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3450 gr. 9. november fingu Eyðvør Reynagarð Joensen og Martin Dam Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3980 gr. 13. november fingu Ann­Mari og Jan E. Petersen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3200 gr. 14. november fingu Rebekka Thomassen og Bárður Mørkøre, Eiði, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3400 gr. 60 ár Leygardagin 17. november fyllir Katrin Skarðhamar í Havn 60 ár. Sunnudagin 18. novembur verður Osla Wøldike í Vági 60 ár. Dagurin verður hildin heima leygardagin 17. novembur frá kl 19. Tey sum vilja gleða hana, eru vælkomin. 70 ár Leygardagin 17. nov. verður Óli Abrahamsen, Fuglafjørður, 70 ár. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði kl. 15, har øll eru hjartaliga vælkomin. Sunnudagin 18. november verður Gorm Justinussen, Tórs­ havn, 70 ár. Dagurin verður hildin heima, undir Krákugjógv 2. Tey, ið hava hug at støkka inn á gólvið, eru vælkomin frá kl. 12.00. 75 ár Mánadagin 19. novembur fyllir Hjalmar Berthelsen, Innan Glyvur 75 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá Jarmund og Hallgunn leygardagin 17. novembur frá kl. 12 til 18. 80 ár 16. november verður Esmar Justinussen, Árnafjørður 80 ár. Dagurðin verður hildin yviri í neystinum frá kl. 19.00. Sunnudagin 18. november verður Salli Lognberg, Skopun, 80 ár. Hann verður burturstaddur. Brúdleyp Leygardagin 17, november giftast í Exeter í Onglandi, Robert Marshall, (sonur Dorit og Simon Marshall) og Lucy Fenn. adr: D&S Marshall, 14 Elizabeth Avenue, Exeter EX4 7EH, Ongland.