fríggjadagur 16. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti
14
Filmshøvundurin
Matthew Michael
Carnahan hevur
skrivað leikrit til
tveir krígsfilmar í
ár. Báðir hava
samband við
amerikanskan
uttanríkispolitikk,
Irak-kríggið og
stríðið ímóti yvir-
gangi. Carnahan
er ikki einsamallur
í hesum. Fleiri
enn tíggju aðrir
Hollywood-filmar
koma á biograf-
skíggjarnar kring
knøttin
Meðan valsstríðið yviri í USA
alsamt teku dik á seg koma fleiri
enn tíggju filmar út, ið hava við
kríggj og trygdarpolitisku støðuna
eftir 11. septembur. Allir filmarnir
eru úrslit av størri filmsframleiðsl
um úr Hollywood. Hesir verða
uttan iva við til at halda gongd í
kjakinum um stríðið ímóti yvir
gangi og krígnum yviri í Irak. Tí
tað er júst slík eldfim evnir, hesir
filmar røra við.
»Lions for Lambs«
ein anti-krígsfilmur
»Eg sat í Chicago og skifti millum
sjónvarpsrásir. So kom eg á
hesa frásøgnina (úr Irak) har eitt
Humveeakfar var viðvent, og
fýra ella fimm hermenn lótu lív.
Eg hugsaði við mær sjálvum,
hatta er ein ræðuligur máti
´at fara´ uppá. Síðan hugsaði
eg, her siti eg, tann fyrsti at
gremja meg um stjórnina, og
kortini siti eg her, ein partur
av trupulleikanum og leiti eftir
røttu sjónvarpsrásini, í staðin
fyri rættiligum søgum.« Soleiðis
segði Carnahan við McClatchy
Newspapers í septembur. At
skriva hetta leikritið, var hansara
máti at viðurkenna, at hann var
ein partur av trupulleikanum,
við tað, at hann ikki hevur gjørt
nokk fyri at viðurkenna tað, sum
hendir í veruleikanum. »Lions
for Lambs« hevur fyri stuttum (9.
nov.) havt frumsýning í USA og
gongur nú eisini í Havnar Bio.
»Lions for Lambs« er ein tvørligur
filmur. Hann er úr Hollywood,
men kortini leggur hann seg
tvørt fyri, tá ið tað kemur til at
fylgja tí vanliga filmsforminum.
Filmurin er ein antikrígsfilmur
úr enda í annan. Filmurin er
skrúvaður saman fyri at fáa
boðskapin fram: ungir og óroyndir
menn fara í kríggj – hetta
eru leyvurnar. Teir lata lív fyri
lombini, sum sita trygt handan
stóru skrivstovuborðini í Hvítu
Húsunum, Pentagon og so víðari.
Hetta er ikki ein actionfilmur,
men tað er »The Kingdom«, hin
filmurin hjá Carnahan í ár. Hesin
fylgir tveimum agentum, sum
verða sendir til Saudi Arabia at
kanna hvør, ið stendur aftanfyri
eina yvirgangsatsókn ímóti
armerikanarum. Hesin hevur
gingið eina tíð í Havnar Bio.
Ummælini av »The Kingdom«
hava verið ivasom og ójøvn á máli
danska blaðið Politiken lýsti
filmin sum »dupultmoralskan«.
Um ikki annað, so snýr
filmurin seg um eitt eldfimt og
viðkomandi mál, ið, saman við
øllum hinum filmssøgunum úr
Hollywood, munnu hava sína
ávirkan á kjakið yvir í USA.
Eitt natúrligt rák
Meðan frumsýningin til Indiana
Jones 4 – lætt undirhald heldst
fyri allar pengarnar – alsamt
nærkast, so eru umleið 10
aðrir álvarsligir filmar á veg.
Teir hava allir, á ymiskar háttir,
við trygdarpolitisku støðuna í
heiminum at gera. Hetta eru
álvarslig evnir, ið verða tikin upp.
Og ikki minst viðkoma hesar
søgur heiminum í dag. Meðan
aðrir álvarsligir krígsfilmar, ið
hava viðgjørt t.d. Vietnamkríggið
– Apocalypse Now, The Deer
Hunter, Coming Home, Platoon
– so komu allir hesir ár eftir, at
bardagarnir vóru steðgaðir. So er
ikki hesa ferð.
Í heystartíð plaga fleiri álvar
samir og Oscarstrembandi filmar
at koma út, hetta kemst av, at
summarið er tíðarskeiðið, tá ið
fleiri lættari og undirhaldandi
filmar koma út. Tí er hetta
eitt rák, sum í dagsins talgilta
fjølmiðlaheimi heilt natúrliga
hevur tikið seg upp.
Hesir koma úr Hollywood:
»In the Valley of Elah« við Paul
Haggis, ið leikstjórnaði »Crash«.
Leikarar: Tommy Lee Jones og
Susan Sarandon eru foreldur, hvørs
sonur hvørvur stutt eftir at hann er
heimafturkomin úr Irak.
»The Hunting Party« - spenn
ingsfilmur við Richard Gere og
Terrence Howard sum blaðmenn,
ið fara til Serbia at leita eftir ein
um krígsbrotsmanni. Hesin goymir
seg í fjøllunum nærhendis Monte
negro. Leystliga bygdur á veruligar
hendingar og hevur fleiri tilsipingar
til leitanin eftir Osama Bin Laden.
»The Kingdom« hevur havt frum
sýning í Havnar Bio. Við Jamie
Foxx, Jennifer Garner og Jason
Bateman. Leikritið er skrivað av
Matthew M. Carnahan.
»Grace Is Gone« - við einum
John Cusack. Hesin fer á ein
langan biltúr tvørtur um alt USA
við børnum sínum, eftir at kona
hansara er dripin í Irak.
»Rendition« við suðurafrikanska
leikstjóranum Gavin Hood (Tsotsi).
Her snýr tað seg um eina kvinnu,
Reese Witherspoon, hvørs egypt
isktføddi maður verður burtur
fluttur til eitt loyniligt fongsul.
Meryl Streep er eisini við í hesum
filminum.
»Lions for Lambs« við Tom
Cruise, Meryl Streep og Robert
Redford, sum eisini leikstjórnar.
Varð frumsýndur 9. nov. í USA og
hevur stutt síðan havt frumsýning í
Havnar Bio.
»Redacted« fleiri meta, at hesin
filmurin verður hin mest umstríddi
av øllum. Leikstjórin Brian De
Palma (The Untouchabls, Mission:
Impossible, Dressed to Kill) hevur
gjørt ein fiktiónsdokumentar.
Hann er grundaður á veruligar
hendingar, har ein ung irakisk
genta varð neyðtikin og morðið
á familju hennara. Filmurin fekk
nógva umtalu á filmsfestivalinum í
Venis og somuleiðis á festivalinum
í Toronto. (Tað er ikki kunngjørt
nær hesin filmurin fær ameri
kanska frumsýning.)
»Battle for Haditha« leikstjórin
Nick Broomfield (Biggie and
Tupac, Kurt & Courtney) sigur
frá einum amerikanskum álopið
á nakrar irakar, ið vóru undir
illgruna fyri at hava lagt eina
bumbu við vegjaðaran. (Tað er ikki
kunngjørt nær hesin filmurin hevur
amerikanska frumsýning.)
»Stop Loss« Ryan Phillippe
(úr »Crash«) er ein hermaður, ið
aftur er heima í Texas. Men hann
noktar fyri at fara avstað aftur.
Frumsýningin hjá hesum filmi er
útsett til fyrst í 2008.
»Imperial Life in the Emerald City«
hetta er bókin eftir virðislønta
Washington Postblaðmannin
Rajiv Chandrasekaran, sum í
hesum døgum verður gjørd til film
av Paul Greengrass (»The Bourne
Ultimatum«). Universal Pictures
gevur út. Væntaða frumsýningin er
sett til 2009.
Hollywood í hernað:
»Kingdom« & »Lions
for Lambs«
Filmar
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Her ein ungur Tom Cruise úr filminum »A Few Good Men«. Í »Lions for Lambs« er hann í leiklutinum sum ein
republikanskur senatorur, ið roynir at tosa eina blaðkvinnu (Meryl Streep) til rættis