fríggjadagur 16. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 16. november 2007
15
Jarðarferðin hjá Jørgin
Johansen
verður
úr
Glyvra kirkju fríggja
dagin kl. 13.00. Tey, ið
vilja minnast Jørgin,
kunnu lata eina peninga
gávu til frama fyri ung
dómsarbeiði hjá NSÍ,
konta í Norðoya Spari
kassa.
Gunnvør Bech (fødd
Stenberg) úr Svinoy fer
til gravar úr Ullerup
kirkju í Hillerød frígggja
dagin kl. 10.30.
Erling Splidt úr Nes
Vági fer til gravar úr
Vágs kirkju fríggjadagin
klokkan 14. Tey, ið vilja
minnast Erling kunnu
lata Føroya felag móti
Krabbameini eina pen
ingagávu. Konta í pen
ingastovni.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Ì dag 16. november hava
Kristina og Arcibald Norð
berg verið gift í 50 ár, og
vilja vit ynskja teimum
hjartaliga tillukku á hesum
stóra degi.
Kristina er havnarfólk,
dóttir Ellu og Andrew W.
Sloan. Tað kann lesast um
foreldrini hjá Andrew í teig
inum Hendur ið Sleptu í
blaðnum í gjár.
Kristina er fødd 17. mai
1925. Hon fór sum ung
fyrst í real og síðan í preli
minerskúla. Aftaná fór hon
á húsarhaldsskúla. Tá fór
Kristina at arbeiða í Ull
vøruhúsinum hjá Sannu og
Hilbert Andreassen og var
hjá teimum í tvey ár.
Hennara lívsstarv kom at
vera í fiskivinnustovuni hjá
teirri tá nýggju landsumsit
ingini, sum vit fingu í 1948.
Kristina var við frá byrjan
av.
Eitt serligt upplivilsi hjá
henni var, tá ið hon og
Sofus Poulsen á umboðs
stovuni í Aberdeen skiftu
um arbeiði eitt hálvt ár í
1950.
Um hetta hevur Sofus
eina áhugaverda frásøgn,
har hann sigur um Krist
inu:
”Hon var sostatt fyrsta
kvinnan í uttanlandstænastu
landsins. Hon kendi fólk í
Aberdeen, so tað var vist
eisini ein gleði hjá henni at
vera har niðri og sjálvandi
vóru umstøðurnar heilt øðr
vísi enn heima. Tad var
nógv at gera á Umboðsstov
uni, tí vit høvdu nógvar
landingar í Bretlandi tá.
Tær vóru nógv fleiri enn
dagarnir í árinum. Radio
telefonsamrøðurnar
við
skipini vóru nógvar allar
tímar
av
samdøgrinum.
Umframt alt annað, sum
fylgir við, tá ið skip koma
niður at landa, spurdu teir
eisini altíð um, hvar best
var at landa. Vit máttu eisini
boða Ministry of Food frá
um skipini, hvussu nógvan
fisk tey høvdu og hvørji
fiskasløg.
Eg minnist at Kristina
kom niður aftur í brúdleyp
hjá Nessie og mær 10. sept.
1954, og tá var hon einasta
kvinna sum var í føroyskum
tjóðbúna.”
Um arbeiðið á Fiskivinnu
stovuni, sum tað var tá,
greiðir Sofus frá:
”Her vóru tað loyvir, sum
skipini skuldu fáa fyri at
sleppa niður at landa. Allir
vrakieftirlitsmenninir komu
á Fiskivnnustovuna at geva
sínar frágreiðingar. Fiski
vinnustovan var har løgmað
ur hevur nú sínar skrivstov
ur. Hugsi ikki, at tað vóru
stórt fleiri enn 20 sum starv
aðust í umsitingini í Tinga
nesi tá. Minnist yvirmenn
inar, Johan Djurhuus, stjóri,
Jens P. Ellendersen, Esbern
Zachariasen
og
Gunnar
Gunnarsson, allir fulltrúar.
Kristian Djurhuus bleiv
løgmaður tað árið.” Tað
var eisini Gunnar, sum var
leiðari á Fiskivinnustovuni
nærum alla tíðina, Kristina
var har.
Hon kom tískil at arbeiða
heilt fram til 1992, tá ið hon
fór frá fyri aldur. Hon hev
ur tó havt farloyvi part av
tíðini. Hetta sigur nakað
um tað trúfesti, sum er so
eyðkent fyri Kristinu. Hon
er ikki bert trúføst í sínum
arbeiði. Hon hevur fingið
ein hóp av vinum bæði inn
an og uttanlands, og teir
gloymir hon heldur ikki.
Blíð hevur hon eisini
altíð verið, og tey eru ikki
fá, sum hava verið á gátt hjá
teimum. Her er ikki minst
talan um útlendskir trúboð
arar sum eru komnir hendan
vegin á vitjan.
Kristina hevur fleiri gáv
ur. At yrkja dugir hon eisini
bæði til gaman og álvara.
Afturat hesum dugir hon
bæði at syngja og at spæla
klaver.
Fekk mann úr
fiskimannaheimi
Archibald kemur úr einum
rættiligum fiskimannaheimi
í Hvalba, føddur 12.sep
tember 1922. Tey vóru 11
systkin. Av teimum vóru 9
beiggjar, sum allir meira
ella minni hava verið á sjó
num. Foreldrini vóru Mikka
lina og tann kendi trolara
maðurin Niels Pauli, sum
enn tá hevur fingið trolara
uppkallaðan
eftir
seg.
Archibald fór eisini við
trolara sum ungur í 1938.
Hann var við Leivi Øssur
syni, Skálaberg og Næra
berg, har pápabeiggin Stein
tór var skipari.
Undir krígnum arbeiddi
Archibald í kolinum í
Hvalba. Hetta var rættiliga
strævið, men inntøkan var
hampilig, einar kr. 30 um
dagin.
Beint eftir kríggið var
Archibald við trolaranum
Drátti. Teir vóru niðri og
landaðu, og tað vóru nógvir
føroyingar,
sum
vildu
sleppa heim við til Føroyar.
Tað vísti seg, at ein av ferða
monnunum hevði tuberklar.
Seks hvalbingar vórðu smitt
aðir og Archibald var ein
teirra. Tá mátti hann liggja
heima í eitt ár. Hann fór tá
aftur við Drátti við Dánjal
Jákup á Breyt sum skipara.
Dráttur var seldur í 1952.
Tá fór Archibald sum flekj
ari við danskari skonnart til
Grønlands. Seinni fór hann
við týskum trolarum, sum
nógvir føroyskir fiskimenn
gjørdu tá í tíðini. Teir vóru
seks føroyingar við og fasta
lønin var kr. 50 um dagin.
Hetta var góð løn tá, tá ein
vanlig
dagløn
á
landi
kanska var 30 kr.
Nú var tað, at Archibald
fór við trolaranum Fiskanes
í 1955. Hetta var ein rimmar
kjansur at fáa. Tað var nógv
ur fiskur og øgliga strævið.
Men inntøkan var góð.
Arcibald fer at eldast og
er við at gerast gamal drong
ur. Tá er tað, at Kristina
kemur uppí leikin, og tey
giftast júst fyri 50 árum síð
ani.
Í fyrsta umfari helt Archi
bald á við at sigla við Fiska
nes. Tískil kom hann eisini
at vera við tann minniliga
túrin yviri á Kappanum, tá
ið Hans Hedtoft gekk burt
ur. Archibald minnist hend
an dagin sera væl. Tað var
av ringasta veðri og nógvur
ísur. Hann hevði deksvakt
kl. 12,30, tá ið Hans Pauli
gav boð um at koyra teir
stertar niður í lastina, sum
vóru á dekkinum. Tá hugs
aði Arcibald, um hetta ikki
kundi gera tað sama. So iva
leysur var hann um, at teir
fóru at ganga burtur.
Teir royndu kortini at
leita eftir teimum á Hans
Hedtoft, so frægt sum um
støðurnar loyvdu tí, men
einki var at gera. Seinni
fekk øll manningini ein
tendrara frá KGH sum
viðurkenning.
Tá nakað er fráliðið held
ur Kristina, at tað kann ikki
bera til fyri børnini, bæði at
hon arbeiddi úti, og at hann
var burtur stóran part av
árinum.
Tískil legst Archibald
uppá land. Tó sigldi hann
fyrst eitt ár við gamla
Smirli. Hann fekk tá ymisk
arbeiði á landi við smíðing,
millum annað hjá Hans
Hilmar Dam og saman við
Jens, beiggja sínum.
Tá
fekk
Archibald
arbeiði sum vaktarmaður í
SMS, og hetta arbeiðið
hevði hann, til hann legði
frá sær fyri aldur. Arbeitt
var 13 tímar um dagin aðru
hvørja viku. Hetta dámdi
Archibald sera væl, og hann
letur væl at Hans Mortensen
sum ein lagaligan stjóra.
Dygdar heim
Sigast kann, at Arcibald og
Kristina hava eitt gott heim.
Bæði eru sera ættarkær og
blíð. Archibald hevur verið
Kristinu eina framúr góður
maður og stuðul. At hava
pápa av bygd hevur eisini
verið spennandi hjá børnun
um, sum minnast manga
góða ferð til Hvalbiar at
hoyggja.
Tey hava verið virkin í
Ebenezer alla sína tíð. Krist
ina skipaði fyri kvinnufund
unum, og enn verður tikið
til skonsini hon bakaði, so
væl tey smakkaðu. Hon var
eisini við til at skipa vaski
liðini í Ebenezer, og her lá
parturin hjá Archibald ikki
eftir. Hann møtti trúliga
upp til tað mannfólkaar
beiði, sum var í hesum sam
bandi.
Tey fingu børnini Niels
Paula, Andrew, Ellu og
Mikkalinu. Ella, gift við
Poul Müller, eigur børnini
Gunn, Tórur og Sunniva,
og Mikkalina, gift við Hjør
leif Niclassen, eigur Onnu
Kristinu, Fíu Mariu og Siss
al Jóhonnu. Tey bæði eru
eisini blivin langomma og
–abbi.
Ynskt verður teimum enn
eina ferð hjartaliga tillukku
við hesum stóra degi, sum
verður hildin á Hotel Før
oyum í morgin.
ó.
Kristina og Archihald Norðberg
gullbrúðleyp
Kristina og Archibald
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
vístu okkum samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaða
mamma okkara, vermamma, omma og langomma
Estrid Joensen
Eiði
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Korndalsbýlinum,
sum vóru um mammu, tíðina hon var har.
Til tykkum á G4, sum vóru um mammu
seinastu dagar hennara.
Tøkk til Emil Olsen, prest, fyri troystarrík orð
í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravarar og til tykkum,
ið hjálpu til og fyriskipaðu ervið.
Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, bakstur,
blómur, kransar og peningagávur til Korndalsbýlið.
Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til
hennnara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Ella, Bjarni, Jónhild, John Eli, Ejlin, Ribjørg
og Ann-Britt
svigarbørn, ommubørn og langommubørn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum luttóku í stóru
sorg okkara, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Torkil Beder
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt vístu okkum
samkenslu og hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk til prestar, kirkjutænarar, gravara og sangarar.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur
til kirkjuna.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Inga, Páll, Tordis, Heini og Johan
Jesus segði: Eg livi og tit skulu liva. Johs. 14,19