fríggjadagur 16. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti
Gunnar Hoydal Havsins hjarta
517 s.
Skaldsøga
Sprotin – sum kundi rættlisið
bókina betur
2007
Síðani Dalin fagra havi eg spent
bíðað eftir, hvat Gunnar Hoydal
nú fór at skriva. Mundi hann vera
liðugur við endurminningarnar
hjápápanum? Mundi hann ikki
sjálvur fara at skriva ta stóru
samfelagsskaldsøguna um seinnu
helvt av 20. øld, sum hann hevur
sóknast eftir? Og so kom Havsins
hjarta. Og sjálvandi, mamman og
familjan hjá henni vóru eftir. Ikki
bara mamman, eisini omma og
abbi hennara, altso langomma og
langabbi høvundin fáa sína søgu.
Hon kemur fyri inni millum hinar,
søgan um tey ungu presthjúnini
Marie og Jørgen Falk Rønne
heima á Sandi í 1880-90unum,
í fyrstuni so góð, men sum frá
líður koma stillar, men virknar
andsagnir millum tey fullar av
lagnu og søgu.
Tann søgan kundi fingið betur
sømdir, eins og søgan hjá mamm-
uni. Tað hevur ikki bara verið ein
dansur á rósum hjá henni, skilst
av reaktiónini hjá manninum, tá
ið hon einaferð hevur keypt sær
eitt plagg frá Gunnar Stockholm,
mótahandilsmanninum í Havn
í 1950unum og 60unum. Síðani
fara tey burtur í lond at búgva og
tilburðurin guvar burtur.
Síðan eru tað pápa- og
sonarsøgunar. Søgur um pápan
eru kendar úr Undir suður
stjørnum og Dalinum fagra.
Sonarsøgan tekur við, har ið
Undir suðurstjørnum slepti
honum á veg upp í eitt flogfar,
tá hann og systkini vórðu send
heim í ótíð. Lýsingin av kostskúla-
tíðini kemur eitt sindur inn undir
húðina, men so heldur ikki meira,
tí søgan loysist upp. Í frásøgnini
um studentaskúla- og lestrarárini
er tað ein fragd at hitta ta litríku
ommuna í Keypmannahavn aftur
og hoyra meira um hana – lesarar
kenna hana úr søgusavninum
Av longum leiðum. Men tey
fyrstu árini sum arkitektur og
familjumaður til frásøgumaðurin
verður álitið hjá "ráðnum" í
høvuðsstaðnum, ger síni tøk
og pínligu mistøk, kundu verið
áhugaverdur, fáa ikki rættiligt lív,
eru mest skráseting.
Rís og rós
Álvarsamasta vónbrot mítt er
kortini, at Havsins hjarta er meira
ein frágreiðing enn skaldsøga.
Í støðum er tað sum at lesa
frágreiðingarnar um 1980'árini,
bankamálið og skipamálini. Bókin
er snøgt sagt eftir mínum tykki ov
lítið fiktiv, persónarnir liva ikki.
Søgurnar eru samanvovnar nakað
á sama snildisliga hátt sum í
Undir suðurstjørnum. Í Havsins
hjarta býr spenningurin í søguni
um langommuna og langabban.
Framsetingin er í støðum frálíka
speisk og ímyndandi við humorist-
iskum broddi, sum er kend úr
øðrum, sum Gunnar Hoydal hevur
lagt úr hondum.
Fyrsti kapittul í Havsins hjarta
er fínur bæði til snið og innihald.
Næsti kapittul er eftir mínum
tykki sum at detta niður aftur á
langlegg.
Søga og veruleiki
Stutt er millum veruleika og
søgu, og kortini nevnir Havsins
hjarta ikki hvar hon fer fram og
hvør ið ger og sigur. Í staðin eru
langar umskrivingar, sum "landið,
sum vildi vera land" mótvegis
"landinum, sum helt seg eiga
landið, sum vildi vera land",
ið fyrst eru skemtiligar, men
sum frá líður kennast tilgjørdar.
Landanøvn, býarnøvn og tey
flestu fólkanøvnini eru tabu í
Havsins hjarta. Móti endanum
á bókini stingur staðanavnið
Frændasteinur seg upp sum ketta
úr høvdatrog. Fólkanøvn koma
næstan bara fyri í søguni hjá
Mariu og Jørgen Falk Rønne, og
tá kortini bara summi sum Sára
Malena, sum lesarin kennir fyri
at vera gandakelling, men bóndin
úr eysturbygdini, sum dugir so
væl at skera myndir í træ, er
ónevndur, hóast tað má vera
Tróndur á Trøð í Skálavík.
Tað liggur raðið fyri at týða fólk
og støð í Havsins hjarta. Knýta
upplýsandi viðmerkingar um
virkna byggimeistaran í "ráðnum";
politikaran, sum partamenninir
máttu ansa serliga væl eftir; seta
nøvn á ríkisumboðsmenninar,
kostskúlan og lærararnar har,
professararnar á universitetum
burturi og heima, bygdafólkini
heima á Sandi osfr. Rikard Long
gjørdi sovorðnar viðmerkingar
til Fuglakvæðið hjá Nólsoyar-
Pálli, soleiðis at fuglarnir vórðu
"umsettir" til teir søguligu persón-
arnar, sum teir ímyndaðu. Men
Havsins hjarta er ikki lykilsøga á
sama hvassa stigi sum kvæðið.
Stovnsfæ
Meðan eg havi lisið bøkurnar
hjá Gunnari Hoydal, eri eg
meira og meira farin at halda,
at hann gongur sera nær tí,
sum danski høvundurin Per
Højholt kallaði stovnsfæið,
endurminningarkjarnan, og sum
hann meinti, rithøvundar skulu
halda seg frá at skriva um.
Gunnar Hoydal hevur so at siga
ikki gjørt annað. Er tað tráanin
eftir at skriva tað stóra verkið,
fáa tað serliga fram, sum ikki vil
eydnast? Hvussu við eini meira
íspunnari søgu?
Stovnsfæið
Ummæli
Malan Marnersdóttir
Gunnar Hoydal í Vágsbotni.
– Álvarsamasta vónbrot mítt er,
at Havsins hjarta er meira ein
frágreiðing enn skaldsøga. Í støðum
er tað sum at lesa frágreiðingarnar
um 1980'árini, bankamálið og
skipamálini. Bókin er snøgt sagt eftir
mínum tykki ov lítið fiktiv, persónarnir
liva ikki, skrivar Malan Marnersdóttir
í ummælinum
Mynd: Jens Kristian Vang