fríggjadagur 16. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 223 - 16. november 2007
Mánadagin 19. november
verður Anfinn Kallsberg á
Viðareiði 60 ár. Hann hevur
seinastu stóru fjórðingsøld
ina verið ein av teimum,
sum hevur verið í fremstu
røð á politiska pallinum –
sum floksformaður í Fólka
flokkinum, landsstýrismað
ur, løgtingsformaður, løg
maður,
fólkatingsmaður,
formaður í fíggjarnevndini
og limur í Norðurlanda
ráðnum.
Anfinn vaks upp í Klaks
vík. Foreldrini vóru Gunnar
Kallsberg, sum var ættaður
úr Leirvík og í mong ár var
arbeiðsformaður hjá Kjøl
bro, og Kathrina fødd Joen
sen og ættað úr Funnings
firði.
Gunnar búði á Stongun
um, og tað vóru sjey børn í
tveimum
giftum:
Poul,
Einar og Ella vóru í fyrru
giftu, sum var við Ellu fødd
Poulsen og ættað úr Kolla
firði. Hon doyði í 1933, og
í 1936 giftist Gunnar upp
aftur. Í seinnu giftuni vóru
børnini Gutti, Hanna, Kaj
og Anfinn.
Poul og Einar eru ikki á
lívið longur. Ella Mørkøre
býr í Klaksvík, Gutti og
Anfinn búgva á Viðareiði,
og Hanna Mortensen og
Kaj búgva í høvuðsstað
num.
Anfinn lærdi á skrivstov
uni hjá J. F. Kjølbro á Gørð
um, har hann arbeiddi frá
1964 og fram til 1974. Tá
fór hann undir bókhaldsvirki
á Viðareiði.
Anfinn hevur verið uppi í
nógvum vinnuligum virk
semi í lokaløkinum sum
ánari, nevndarformaður, út
gerðarmaður og stjóri. Eitt
nú í Frostvirkinum í Norð
depli og í bátum og skipum.
19781996 var Anfinn í
nevndini fyri Norðoya Spari
kassa, har hann røkti for
manssessin í fimm ár.
Fyrstu politisku stigini
tók Anfinn, tá ið hann í
1974 varð valdur í bygdar
ráðið á Viðareiði, har hann
var formaður fram til 1980.
Tað var stórur spenningur
um, hvør skuldi loysa Hák
un Djurhuus av, tá ið for
maðurin í Fólkaflokkinum
ikki stillaði uppaftur til
løgtingsvalið í 1980. Anfinn
vann sera tøttu kappingina
við Jógvan við Keldu, og
síðani hevur hann verið ting
maður fyri Fólkaflokkin í
Norðoyum.
Anfinn er gløggur, og
hann ber orð fyri at hava
gott politiskt tev. Hann leyp
ir ikki fram av, og tað hevur
ofta víst seg at vera ein
dygd, tá ið politiskar fløkjur
hava verið og leitað hevur
verið eftir semjum og loys
num. Tað er synd at siga, at
hann hevur luttikið nógv í
skrivliga partinum av polit
iska orðaskiftinum, men í
tinginum hevur hann dugað
sera væl at borið síni sjón
armið fram og at grundgivið
fyri teimum, og tað er tøgn
í salinum, tá ið Anfinn
hevur orðið.
Tað var skjótt eftir, at
Anfinn var komin í Løgting
ið, at Fólkaflokkurin valdi
hann til landsstýrismann.
Tá ið Olaf Olsen í februar
1983 vildi sleppa úr sessi
num sum fiskimálaráðharri
í samgonguni hjá Paula
Ellefsen, fór Anfinn í henda
sessin, sum hann røkti fram
til í januar 1985.
Í fyrra landsstýrinum hjá
Jógvani Sundstein, sum sat
í fimm mánaðir í 1989, og
sum hevði manning úr
Fólkaflokkinum, Tjóðveld
inum, Sjálvstýrisflokkinum
og Kristiliga Fólkaflokkin
um, var Anfinn landsstýris
maður í fiskivinnumálum
og kommunumálum. Í sam
gonguni millum Javnaðar
flokkin og Fólkaflokkin
(19911993) var Anfinn
tingformaður.
Í juni 1996 kom Anfinn
aftur í landsstýrið, sum
Edmund Joensen var løg
maður í, og sum umframt
úr Sambandsflokkinum og
Fólkaflokkinum
eisini
hevði manning úr Sjálv
stýrisflokkinum og Verka
mannafylkingini.
Hesa ferð var Anfinn
landsstýrismaður í fíggjar
málum. Um hetta tíðarskeið
ið hevur Anfinn sagt, at tað
var eitt tað mest spennandi
hjá honum í politikki. Skatt
urin varð umlagdur til
bruttoskipan, og hildið varð
fram við at veita skattalættar,
eftir at kreppan síðst í áttati
og fyrst í níti árunum hevði
borið ovurhonds stórt skatta
trýst við sær.
Á politiska tignarstigan
um rakk Anfinn upp á tind
in, tá ið hann 15. mai í 1998
gjørdist løgmaður í fullveld
issamgonguni. Henda sess
in røkti hann inntil í februar
2004. Talan mundi vera um
mest turbolenta politiska
skeiðið hjá Anfinni, ið
hevði Høgna Hoydal sum
næsta politiska makkara.
Hjá báðum snurraði tað væl
og skjótt. Men arbeiðslagið
og ivaleyst eisini fatanin av,
hvussu politikkur skal dyrk
ast og fremjast tykist vera
rættuliga ymisk hjá teimum
báðum.
Anfinn var í stórum polit
iskum brotasjógvi, tá ið full
veldissamstarvið var av, og
tá ið hann legði frá sær sum
løgmaður fyri knappliga
fýra árum síðani, tóktust
parlamentarisku
vánirnar
ikki at benda á serligan
politiskan leiklut.
Veljarin syrgdi tó fyri, at
Anfinn fekk nógv størri og
sentralari politiskan leiklut
og tyngd, enn tað tóktust
vera vánir fyri, tá ið full
veldislandsstýrið var farið
fyri bakka. Á løgtings
valinum 20. januar 2004
setti hann greitt met í per
sónligum atkvøðum í Norð
oyggjum. Anfinn gjørdist
formaður í fíggjarnevndini,
og á fólkatingsvalinum 8.
februar í 2005 fekk hann
sovorðna álitisváttan í per
sónligum atkvøðutali, sum
tað næstan ikki er komið
fyri áður.
Fyrr í ár legði Anfinn frá
sær sum floksformaður.
Um tað bara hevði havt stað
ið upp til Anfinn sjálvan, so
hevði hann ivaleyst havt
lagt frá sær fyri tveimum
árum síðani. Formansstarvið
í
Fólkaflokkinum
røkti
hann í fjúrtan ár. Anfinn
var ikki á listanum til fólka
tingsvalið týsdagin. Tað
ljóðaði eitt skifti, at hann
ikki ætlaði at vera á listan
um til løgtingsvalið í januar,
men nú er tað nakað síðani,
at tað varð greitt, at hann
verður á listanum.
Í 1968 giftist Anfinn
Berghild Matras, sum er
ættað av Brekkumørk á Við
areiði. Tey búgva á Brúgva
skiftinum á Viðareiði, og
tey eiga tríggjar dreingir:
Hans Jákup (1969), Kári
(1973) og Signar (1978).
Teir búgva allir á Viðareiði,
og Anfinn eigur níggju
abbabørn tríggjar gentur
og seks dreingir.
Á
Viðareiði
hevur
Anfinni dámt so sera væl,
og í orðsins besta týdningi
er tað ikki frítt, at hann er
bygdaligur.
Í
politiska
umhvørvinum hevur tað so
mangan verið tikið til, at
um tað bara hevði verið upp
til 60 ára føðingardagsbarnið
at gera av, so hevði honum
dámað betri at fingist við
seyð og fugl og fisk og
bygdarlívið
sum
heild,
heldur enn at verið partur
av politiska og umsitingar
liga umhvørvinum í høvuðs
staðnum.
60 ára føðingardagurin
verður hildin á hotellinum á
Viðareiði, har tað verður
opið hús mánakvøldið frá
klokkan 18 til 22.
J
Juanna Joensen
verjur Ph.D ritgerð
Fríggjadagin 16. november 2007 verjur Juanna S. Joen
sen Ph.D ritgerð sína ”Determinants and Consequences
of Human Capital Investments” á Århus Universiteti.
Juanna er 28 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur
fingið fleiri virðislønir fyri sína gransking og hevur
fingið starv á einum av bestu búskaparskúlum í Evropa,
Stokholm Universiteti.
Juanna fer at halda almennan fyrilestur í Miðlahúsinum
28. november við heitinum ”Íløgumentan velja konu
fólk og búskapafrøðingar øðrvísi?”.
Anfinn Kallsberg 60 ár
nøvn