fríggjadagur 16. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti
16
Búa’sa tónlist
Eg gleði meg altíð til at fara á
konsert hjá Búa Dam. At hoyra
hansara søgur, sum ongantíð eru
akkurát tær somu, men broyta
gongd alt eftir, hvussu huglagið
er. Munurin hetta kvøldið var,
at stóra orkesturið hjá Búa var
minkað niður í einans tvær
kórsangarindur; Ása Wraae
Olsen (kór og munnharmoniku),
ið hevur verið við honum alla
tíðina, og nýggja Konni Kass (kór
og saksofon), ið skiftist við Búa
um at sita við klaverið. Genturnar
tvær løgdu út við at framføra
eitt vakurt sjálvskrivað lag hjá
Konni, og síðani spákaði Búi út
á pallin og segði sínar søgur um
lív og deyða, kærleika, mánan
og einsemi í bæði gomlum og
nýggjum løgum hjá sær.
Serliga samansjóðingin av
røddunum hjá teimum trimum
var hugtakandi. Búa’sa grova
rødd við tveimum sveimandi
einglum omanyvir sær, sum í
støðum mintu mest um forførandi
nymfurnar í filminum “O brother
where art thou”, settu set fast.
Búi sang fyri fyrstu ferð tekstir
á føroyskum. Um klovnar og
línudansarindur; tekstir, ið vóru
meira tragikomiskir enn teir á
enskum, sum vanligt antin eru
syrgnir, vakrir ella frekir. “Eg elski
tína nøs”, segði línudansarindan
við klovnin, tá hon hitti hann,
og “Vit eru øll klovnar”, segði
klovnurin, tá hann hugleiddi um
lívið.
Hóast Búi segði seg hava ein
ringan hárdag, og tískil gekk í
ljótari húgvu, fekk framførslan
meg bæði at smílast, droyma
og at hugsa um tilveruna. Hon
hevði alt: sjónleik, tónleik, prát,
søgur og deiliga avslappaðar
viðmerkingar frá Búa, sum “Halt
kjaft ikki!”, tá ein tóni var skeivur
onkrastaðni og “Tit eru forbannað
fitt!”, tá hann fekk eykað nógv
klapp fyri ein sang. Lekkurt.
Høgna’sa myndlist
Høgni Egholm Magnussen er
grafiskur sniðgevi, DJ og fæst
harafturat eisini við mynd- og
málningalist. Her er eitt sindur
av hvørjum, og tað merkir ein
eisini, tá ein er til hansara
framsýning. Hann vísti fram
fotomyndir, sum taka støði í
føroyskum tónleikalívi. Myndir
av live-framførslum hjá bólkum
sum Serena Maneesh, Teitur,
Sic, Gestir og Animal Alpha,
harímillum eina bólkamynd av
The Story Ends í teirra ungu
døgum (!)
Við Høgna á framsýningini var
svenska Lisa Golbe, sum flutti
til Føroyar fyri nøkrum mánaðum
síðani. Lisa er somuleiðis
grafiskur sniðgevi, sum sást
aftur í summum av motivunum
hjá henni, har hon hevði brúkt
silkiprent og ymiska grafiska list,
sum varð gjørd við blandaðari
tøkni.
“Discount, Tilboð, On Offer”
stóð á skeltinum á vegginum
uttanfyri hesa ógvuliga
jarðbundnu framsýningina. Hon
var stillað upp sum eitt slag av
lagur útsølu, har tilboðs-skeltið er
hondskrivað, og lutirnir, sum eru
á tilboð, hanga/liggja tilvildarligt
á staðnum. Stílurin hálaði í
smílibondini og gjørdi, at ein
kundi hyggja at myndunum uttan
at hava hasa kensluna av hálovan
til listina frammanfyri tær, sum
er alt ov dýr at keypa. Rættiliga
deiligt til ein avveksling.
Jónu’sa dansur
Tað er sjáldan, eg fari til
dansisýningar. Eg haldi í
grundini ongantíð, eg havi verið
til eina staka dansisýning.
Hóast tað havi eg ofta sæð
dans til ymisk tiltøk, sum hava
verið í Norðurlandahúsinum,
til sjónleikir, í fimleikahøllum
osfr. Eg havi ofta kett meg.
Sikkurt tí, at tá ein ikki kennir til
listagreinina, virkar alt til at vera
líka. Uml tað sama sum hjá einum
poppara at lurta eftir heavy metal
ella hjá einum rokkara at lurta
eftir techno; tað ljóðar alt líka,
sjálvt um ein væl veit, at tað
ikki er so – ein dugir bara ikki at
relatera til tað.
Men dansurin hetta kvøldið
var heilt øðrvísi. Tað tóktist sum
um, at Jóna Thomsen ordiliga
hevði skilt, hvat nýmótans dansur
er, og hvussu mann fær hann at
tala til øll fólk, eisini eina sum
meg. Tað var feitur stílur allan
vegin ígjøgnum. Flottir violettir,
grønir og ljósareyðir búnar, sum
mintu eitt sindur um okkurt a la
eitt modernað gartnara-look; ein
rúgva av rósum; og so brúktu
tær 4 dansigenturnar (Jóna,
Elin Maria, Jeannie og Lindis)
innkeypsvognar at dansa við
og í. Harafturat var tónleikurin
fantastiskur. Rólant av Reyni
stóð handan ljóð-pultin og var
DJ og mixaði ymiskt saman hjá
Boards of Canada og Air, ið gav
eitt fullkomið huglag omanyvir
tað heila.
“Rættar Linjur”
Eg fekk skiftandi assosiatiónir
ígjøgnum dansin, sum Jóna
hevur kallað “Rættar linjur”.
Rørðslurnar vóru ofta ógvuliga
stívar og robotsligar, ið
mintu meg á, hvussu ein í
gerandisdegnum roynir at
fylgja sínum egnu leiðum, men
letur seg ríva við restini av
verðini og automatiskt gerst ein
partur av dagligu rutinuni hjá
umhvørvinum.
Tá Jóna dansaði einsamøll
við einum innkeypsvogni, har
hon byrjaði niðri í honum og
spakuliga dansaði seg upp úr,
fór eg at hugsa um, hvussu ein
sum menniskja hvønn dag stríðist
við at arbeiða seg úr teimum
“kassunum”, ið samfelagið koyrir
ein í. Tá tær fýra genturnar á
hvør sínum vogni fóru súsandi
framvíð pallin í ymsum stillingum,
leiddu tankarnir meg til, hvussu
skjótt tíðin gongur, og heimurin
útviklast, og at vit mugu halda
fast og fylgja við, fyri ikki at detta
av og standa einsamøll eftir
– uttan nakað at halda í.
Dansurin byrjaði við, at ein
genta heintaði rósur upp av
gólvinum. Í endanum detta
rósurnar niður úr loftinum, men
hon tekur bara eina upp og
vendir bakið til restina, sum ein
mynd uppá at velja dreymin, sína
lívsleið. At finna stevið. Eg haldi
eisini, at tað er tað, sum Jóna
hevur funnið. Tað var í øllum
førum tað, sum “Rættar linjur”
úttrykti allan vegin ígjøgnum;
ein tjekkaðan stíl, sum veit, hvat
hann vil.
Nymfur, innkeypsvog
Eg fór niðan í Norðurlandahúsið
mikukvøldið til tiltakið “Jóna,
Búi og Høgni”, sum Jóna
Thomsen hevði lagt til rættis.
Alt var eitt sindur øðrvísi, enn
tað er, tá eg vanligt fari til
tiltøk, tí hesafer fór eg sum
ummælari og skuldi tískil
eygleiða uppá ein heilt annan
máta, enn eg hevði gjørt fyrr;
við einum kritiskum eyga. Men
tað var slett ikki so torført
alíkavæl. Tað, sum tey trý vístu
fram hvør í sínum lag og við
hvør sínari listagrein, var bæði
vakurt og áhugavert og eisini
nakað annað enn tað, ið vit
annars kenna tey fyri
Ummæli
Sunneva H.
Eysturstein
seysturstein@gmail.com
Tiltakið »Jóna, Búi og Høgni« var í Norðurlandahúsinum – og tað var Jóna Thomsen, sum legði tað til rættis
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen