fríggjadagur 16. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 223 - 16. november 2007
”
”
Í gjár vóru 60 ár liðin,
síðani handilin hjá
Doriusi Hvidbro í
Klaksvík lat upp.
– Eg veit ikki, tú.
Hann verður neyvan
opin leingi aftrat,
sigur Regin Hvidbro,
sum saman við
konuni Vilbjørg reka
handilin í dag
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Ætlanin var vist
ikki at gera nakað serligt
burtur úr hesum 60 ára deg
num. Men ein grein í
Oyggjatíðindum broytti alt.
Í
mikudagsblaðnum
greiddi blaðstjórin, Dan
Klein sum hevur búð í
grannalagnum frá um hand
ilin, og so mátti onnur stig
takast.
Fyrrapartin í gjár byrjaðu
tær fyrstu heilsanirnar at
koma. Fleiri bukettir komu
í vindeyguni og teir trúføstu
kundarnir komu á gátt fyri
at ynskja teimum báðum
tillukku.
Regin og Vilbjørg sjálvi
gjørdu ikki nógv burtur úr
60 ára degnum.
– Typiskt fyri tey bæði,
ikki at gera nakað serligt
burtur úr sær sjálvum, sigur
ein kundi sum kom inn fyri
at keypa ein pakka av
kakao.
Ein annar kundi keypti
sær eina sodavatn, men
visti ikki av serstaka deg
num:
– Noy, eg hevði ikki ánilsi
av, at tað júst var handilin
sum hevði føðingardag í
dag. Eg trúði satt at siga, at
tað Vilbjørg sum fylti, sigur
ein annar av trúføstu kund
unum.
Handilin hjá Doriusi er í
roynd og veru elsti núver
andi matvøruhandil í Klaks
vík.
Tvørtur um vegin
Ímyndin av handlinum hjá
Doriusi eru hjúnini bæði,
Regin og Vilbjørg – hon sit
andi við kassan og hann
standandi undir liðini á
henni.
Tey hava duga sera væl at
tikið sær av viðskiftafólkun
um, og hetta hevur helst
gjørt sítt til at viðskiftafólk
ini koma aftur og aftur, ár
eftir ár.
– Ja, tað hevur altíð verið
heilt ótrúliga doyligt og gott
at koma inn í handilin. Tey
eru so sosial, og vit eru øll
sum ein familja, sigur eitt
av viðskiftafólkunum, Ruth
Thomasen.
Ruth er dagliga til handils
her og keypir tað, sum
henni tørvar til dagliga hús
arhaldið.
Hon býr í einum av
grannahúsunum, og tí er
skjótt og einfalt hjá henni at
renna tvørtur um Víkavegin
og keypa sær tað, sum hon
manglar beint tá.
– Annars fari eg altíð
framvið handlinum aftaná
arbeiðstíð, sigur hon.
Serstakir eginleikar
Tá Ruth fer til handils er
tað ikki bert við tí í hyggju
at keypa tað, sum henni
tørvar.
Ein fyrimunur við at
búgva í lítlum býi og við
eina gøtu, har øll kenna
hvønn annan er, at ein altíð
kann fáa eitt gott og áhuga
vert prát í lag við hini.
Ein túrur til handils kann
tí taka sína tíð, men hvat
ger tað, tá ein altíð hittir fitt
og hugnalig fólk inni í
handlinum?!
Hinvegin, – eru eingi við
skiftafólk inni, so er Vil
bjørg altíð góð at práta við.
– Ja, Vilbjørg hevur ser
stakar eginleikar, eingin ivi
um tað. Hon er sjáldsama
blíð, og er faktiskt sum ein
mamma fyri okkum øll.
– Skal eg siga sum er, so
er hon eitt sosialt fyribrigdi
fyri okkum øll her í umráð
num, slær Ruth fast.
Fáa ikki upp í lag
Regin sjálvur er farin at
nærkast teimum 69 árunum,
men er hvønn dag í handli
num.
Tað vóru foreldur hansara
– Jóhanna og Dorius Hvid
bro, sum hin 15. november
í 1947 byrjaðu at handla á
sama staði, sum handilin
stendur í dag, 60 ár seinni.
Regin hevur altíð verið
meiri og minni í handlinum
frá barnaárunum, og tykist
trívast í hesum starvinum.
Hvat framtíðin fer at
geva, dugir hann ikki at
siga:
– Tað verður helst ikki
leingi aftrat, at vit fara at
hava opið.
Tja, eg veit ikki. Vit fáa
líkasum ikki upp í lag at
steingja, sigur hann við ein
um brosi.
Fái ikki upp í lag at steingja
Skal eg siga sum er,
so er Vilbjørg eitt
sosialt fyribrigdi
fyri okkum øll her í
umráðnum
(Ruth Thomassen,
viðskiftafólk)
Noy, eg hevði ikki
ánilsi av, at tað júst
var handilin sum
hevði føðingardag í
dag. Eg trúði satt at
siga, at tað Vilbjørg
sum fylti
(Viðskiftafólk í handlinum)
- Tað verður helst ikki so leingi, at vit hava opið aftrat, sigur Regin Hvidbro
Mynd: Høgni Thomsen
Tey bæði, Vilbjørg og Regin Hvidbro eru ímyndin av handlinum hjá Doriusi – elsta núverandi
handli í Klaksvík. Her fær ein altíð gott prát
Mynd: Høgni Thomsen
- Tað er altíð deiligt at koma inn í handilin, sigur Ruth Thomasen, sum her fær eitt prát við
Regin
Mynd: Høgni Thomsen