Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • 16. november 2007 Vikuskifti 18 Triðja bind av søguni hjá Hoydalsættini Gunnar Hoydal: Í havsins hjarta. Skaldsøga. Sprotin 2007. 517 bls. kr. 370 Fyrsta skaldsøgan hjá Gunnari Hoydal, ”Undir suðurstjørnum” (1991), snúði seg í høvuðsheitum um børnini, sum blivu drigin við til Suðuramerika, tá ið pápin fekk arbeiði har. Onnur skaldsøgan, ”Dalurin fagri” (1999), var um uppvøksturin hjá pápanum á tuberklasanatoriinum í Hoydølum. Nú er triðja bind um familjuna komið, og tað tekur partvís støði í ættini hjá mammuni, har abbin var prestur á Sandi frá 1889 og nøkur ár fram. Fyrsta kapittul minnir ikki sørt um inngangin til ”Undir suðurstjørnum”, men har er pápin á lívi, og nú er bara mamman eftir. Kapitlið er hegnisliga sett saman og ger eina góða og livandi mynd av eini eldri kvinnu, sum býr einsamøll. Við fáum strikum lukkast at draga fram eina farna tíð í bæði Danmark og Føroyum, og hvussu samanrenningin av føroyskum og donskum fáa avleiðingar fyri fólk í báðum londum. Prestatankar Annað kapittul er bræv frá danska prestinum Jørgen til konuna Marie, sum er eftir í Havn, meðan hann er farin til Sands at taka við prestaembætinum. Á trettan síðum sigur hann henni frá øllum, sum er viðurfarist honum, og lesarin fær somuleiðis at vita, at konan og tann lítli sonurin eru eftir í Havn, tí heilsuni hjá henni bilar eitt sindur. Líka so livandi og fangandi fyrsta kapitlið var, líka so langligt er hetta kapitlið. Heima hjá mammuni sigur frásøgumaðurin um bókina hjá langabbanum, at ”hann orkaði ikki fyri tí lærandi og smikursøta tónanum um øll tey góðu og hjartareinu fólkini” (s.9). Tað kann vera, at høvundurin hevur lagt seg eftir hesum tónanum, ella at hann beinleiðis hevur umsett eitt bræv frá presti, men fyri lesaran er tað dráp at koma ígjøgnum kapitlið. Tá ið eg hevði lisið fyrstu síðurnar av skaldsøguni, helt eg, at nú var Gunnar Hoydal aftur á beinari leið, eftir tað ikki heilt væleydnaðu ”Dalurin fagri”. Men prestabrævið fekk meg næstan at leggja bókina frá mær. Lukkutíð bara næstan, tí tað er nógv gott í hesi drúgvu skaldsøgu, hóast lesarin sum einki kundi verið summar partar fyriuttan. Samleiki Í eini samrøðu í Mentartíðindum í sjónvarpinum segði Gunnar Hoydal, at hann av fyrstan tíð hevði ætlað at skriva trý verk: søguna hjá presti, søguna hjá pápanum í samfelag­ num og politikki og so ta nýggjastu søguna, sum er hansara egna sum vaksin. Men tann kronologiska gongdin gjørdist ov keðilig, tí breyt hann tær tríggjar søgurnar upp og flættaði tær inn í hvørja aðra. Men samanrenningin riggar ikki reiðiliga. Kapitlarnir um prestin Jørgen og konuna Marie fáa ongantíð rættiligt lív, og mangt av tí sum fer fram kennist postulerað. Skrivingin hjá Gunnari Hoydal tekur sum heild støði í egnum royndum, og tað er eisini her, at hon er sterkast og mest áhugaverd. Tá ið hann so fer hundrað ár aftur í tíðina og vil l‡sa eini donsk prestahjún í Føroyum, roynir at fara inn í hugan á hesum fólkum, so viknar frásøgnin. Hon gerst meiri vatndeyv, fer í støðum at líkjast eini fólkalívsl‡sing, og tað er als ikki sama plúmm í henni sum annars. Í tí nevndu samrøðuni í sjón­ varpinum segði høvundurin eisini, at á ein hátt snúgva allir partarnir í skaldsøguni seg um samleika, tá ið tíðini og nú á døgum. Hvussu er tað at vera danskari millum føroyingar? Føroyingur millum danskarar? Fremmandur millum suðuramerikanarar? Hálvur danskari og hálvur føroyingur í Føroyum? Tað er lítil ivi um, at her er ein høvuðslind í frásøgnini. Ongantíð at hoyra fullkomiliga til, altíð at vera eitt sindur uttanfyri og ofta happaður. Svenskarar brúka orðið ”utanförskap” um hesa støðu, og persónarnir í skaldsøguni føla seg uttanfyri, hvar ið teir so eru í tíð og stað. Landið vil vera land Í einum av teimum fyrstu kapitlunum verður sagt frá heimferðini við skipið aftan á kríggið, og hvussu spent tey vaksnu eru at koma aftur. Endin á tí fyrstu rumblutu tíðini heima er fólkatkvøðan 14. septembur 1946, har pápin kemur brestandi til hús: ”­ Landið er frítt, rópti hann. Landið vil vera land!” (s.65). Men soleiðis vilja teir veruligu myndugleikarnir, sum sita í Keypmannahavn, ikki at tað skal vera. Teir smíða eina n‡ggja lóg, sum síðani verður samtykt av tí stóra tinginum, og so mugu fólk norðafyri lata sær lynda. Tey fáa heimastýrið, av høvundinum kallað heimabeitið, og landsstýri, í søguni nevnt undirstýrið. Tað er ongantíð nakar ivi um, hvar høvundurin flýtur politiskt. Higartil hevur annarhvør kapittul verið um familjuna hjá frásøgumanninum og annarhvør um prestahjúnini, men í kapitlinum ”Summar” glíða frásagnirnar fyri fyrstu ferð inn yvir hvørja aðra. Soleiðis at ferðin hjá prestakonuni Marie til Sandoynna verður vovin saman við eini ferð hjá teimum trimum brøðrunum ímillum oyggja. Aftrat hesum koma brot úr Suðuramerika, úr støðum har einki hav sæst. Og omaná alt hetta frásagnir frá Conquistador­tíðini og sagnir um amazonur. Stutt seinni verður samanburður gjørdur ímillum uppreistur í Suðuramerika og fólkaatkvøðuna í Føroyum, og hóast uppreisturin sunnanfyri verður bardur niður við harðari hond, ímeðan danir bara senda fleiri pengar til Føroya, so verður danska ríkið guilty by association. Tað verður (næstan) sagt, at danskarar eru akkurát líka ringir, sum yvirgangskropparnir í fremmandum londum. Sum The Spanish Inquisition hjá Monty Python brúka teir bara bleytar koddar í staðin fyri oyðandi vápn. Annars er eingin munur! Uttanlanda Tey fyrstu árini heima, har pápin roynir at finna sær arbeiði, sum passar til útbúgvingina, eru einki serlig. Hvat bústaði viðvíkur rekast tey her og har, og eitt skiftið búgva tey í Klaksvík, meðan pápin roynir at gera fiskakøku fyri tann stóra reiðaran. Tann danska mamman trívist ikki stórvegis, hon hevði droymt um dyggar uttanlandaferðir og at havt miðstøð í Rom. Pápin er um somu tíð vónsvikin um landið, sum kortini ikki vildi vera land, og endin er, at hann tekur av tilboði at fara til Suðuramerika. Ávegis steðga tey í Rom, har bæði pápin og mamman skifta ham. Pápin má úr sínum vanligu gerandisklæðum og í klædning, og mamman fær aftur hita í sálina. Soleiðis heldur tað eisini fram í Suðuramerika, har hetta tølandi paradoksið hjá pápanum verður endurgivið: ”mangt er til, sum ikki er til” (s.239). Men skjótt seta Betty Manriquez og stóribeiggin fót fyri uppihaldinum hjá teimum trimum brøðrunum, og teir verða sendir á kostskúla í landinum hjá mammuni. Og enn einaferð eru teir uttan fyri felagsskapin. At síggja til er tað teirra lagna, at teir ongantíð skulu hoyra til. Uppímillum hesa frásøgnina hoyrir lesarin meira um Marie og Jørgen, sum minni enn so altíð eru samd. Marie, sum í Keypmannahavn hevur gingið til fyrilestrar hjá tí stóra professaranum (Georg Brandes), vil hjálpa fátækrafólki, ímeðan Jørgen sum embætismaður heldur seg at tí frægara slagnum. Aftrat hesum verður sagt frá teimum fyrstu árunum, tá ið frásøgumaðurin er liðugur at lesa, og húskið flytir heim at búgva, tí hann skal starvast sum arkitektur hjá kommununi. Uppímillum fáa vit eisini ta lívligu donsku ommuna avmyndaða, og hana kenna vit aftur úr savninum ”Av longum leiðum” (1982). Ófjálgar avgerðir Sum tað kanska er vorðið greitt, er ”Í havsins hjarta” ein samantvinnað skaldsøga, har tú viðhvørt flytir teg úr Føroyum um Danmark til Suðuramerika og aftur í fáum setningum. Í hesum minnir bókin um ”Undir suðurstjørnum”, og frásøgnin er sterkast, tá ið hon sum henda bók, tekur støðið í egnum upplivingum og gjøgnum hesar roynir at lýsa, hvussu leikur er farin fram í Føroyum og aðrastaðni við. ”Dalurin fagri” var merkt av, at frásøgnin mangan fór sendandi út eftir tangentum, har høvundurin ímyndaði sær hetta og hatta, men uttan at tað veruliga bar við lesaran. Tað er ikki nógv av tílíkum tangentum í hesi skaldsøgu, hóast teir koma fyri, men í staðin tyngist bókin av kapitlunum um Marie og Jørgen. Donsku prestahjúnini er partur av tí stóru skaldsøguætlanini, men tey fáa ongantíð veruligt lív, og eftir mínum tykki, hevði skaldsøgan staðið sterkari fyriuttan hendan part. Frásagnir frá starvinum sum býararkitektur eru framúr. Hvussu hann má taka lítið dámdar avgerðir, og hvussu hann viðhvørt fær tær aftur í gráum (speiskum) kálvsskinni. Ein ung kvinna arbeiðir á eini teknistovu og fortelur frásøgumann­ inum, at foreldrini einaferð vóru rík, men mistu alt. Mamman og hon kláraðu seg so við at selja pylsur á Vaglinum. Men býararkitekurin kravdi pylsuvognarnar burtur. Á eini veitslu á teknistovuni rópar kvinnan á mammuna: ”Tú mást heilsa upp á henda mannin, mamma. Tað er eingin annar enn hann, sum tók vognin frá okkum” (s.393). Í tílikum smáum myndum, har frásøgumaðurin verður lýstur í ikki fullkomiliga fjálgum samanhangi, er bókin meistaralig. Fjallaprædikan Seinasta kapitlið sigur frá gonguni hjá tjóðveldisfólki niðan á Slættaratind, har tað skal haldast fólkafundur. Fólk tora nógv meira nú á døgum, áður hava tey gingið í mjørka, men nú fara tey niðan á hægstu tindar at síggja ljósið. Lýsingin er ikki sørt patetisk, og lesarin kennir tað næstan, sum hann er ávegis á ein vekingarfund, har eitthvørt umboð fyri frelsaran skal tala. Seinastu reglurnar í bókini eru: ”Vit eru saman. So leingi hevur okkum longst, so leingi hava vit vónað og bíðað. Nú er løtan komin. Vit taka við. Umsíðir koma vit heim. Hesaferð verður tað” (s.517). Eftir mínum tykki pyntar tann religiøsi tónin ikki, men fyri høvundin er sjálvstýrismálið greidliga tann avgerandi tilveruspurningurin, sum alt annað melur uttan um. Fyri hendan lesaran eru tað lýsingarnar av øllum hinum, sum bera bókina. Ummæli Jógvan Isaksen Mangt er til, sum ikki er til Gunnar Hoydal lesur úr bókini, tá hon varð løgd fram í Skansapakkhúsinum í Tinganesi Mynd: Dorit Hansen