Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 223 - 16. november 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Stóri spurningurin um vikuskiftið er, hvørt StÍF megn­ ar at hevna seg inn á Neistan, og á tann hátt økja um spenningin í odd­ inum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn er Neistin ósigrað odda­ lið í Atlantic Airways­kapp­ ingini. Og tá teir fyri tveim­ um vikum síðani vunnu heimadystin móti StÍF, skræddu teir bláu seg veru­ liga leysar. Spurningurin hesa ferð er tí, um Neistin kann endur­ taka hetta, ella um StÍF hin­ vegin klárar at økja um spenningin aftur. Hjá Neistanum verður vónað, at Áki Mørk aftur er tøkur. Hann hevur verið úti í nakrar vikur við einum menisk­skaða. Hinvegin má liðið vera Karl Oddmar Ras­ mussen fyriuttan, og ser­ stakliga í verjupartinum er hetta ein dyggur smeitur. VÍF ígongd Hinir dystirnir hetta um­ farið eru eisini áhugaverdir. Vestmenningar tykjast veruliga hava fingið ferð á seinastu tvey umførini, og tað er hetta, sum teir skulu byggja víðari á, nú teir vitja hjá hoyvíkingum. H71 hevur hinvegin heldur ikki ráð at missa, um teir skulu fylgja við ovaru liðunum ,og tí vilja báðir partar helst leggja nógv fyri. Spurningurin er so, hvar Kyndil flýtur hesaferð. Higar til hava avrikini hjá liðnum sveiggjað heilt nógv, og fleiri munnu halda, at botnurin varð raktur sein­ asta vikuskiftið, tá teir grønu vórðu at kalla úrlætn­ ir móti StÍF. Hesa ferð er mótstøðan stigaleysa KÍF, og á pappírinum er tað ein dystur, sum skal geva stig, um Kyndil ætlar sær við í fína selskapið. Hinvegin er tað so púrasta vist, at koll­ firðingar vilja stríðast, so­ leiðis at teir sleppa á talv­ una, áðrenn kappingarárið verður heilt miseydnað. Triðja og fjórða umfar av FM kappingini fyri bridgelið verður nú leygardagin 17. November bridge Tíðindaskriv Bridgeliðini, sum kappast um Føroyameistaraheitið hittast aftur nú leygardagin kl. 10, tá triðja umfar byrj­ ar. Kl. 14. byrjar 4. umfar. Hvørt umfarið er 28 spøl. Liðið hjá Boga Simon­ sen og liðið hjá Símun Lassaberg, sum eru tey bæði sterkastu liðini í fyrstu deild, hittast kl. 14. Sunnudagin kl. 14 er ókeypis opin parakapping í bridgehúsinum. Síðan verður jólastegð­ ur, og næsta kapping er Føroya Bjór Simultan kappingin, sum verður leygardagin 12. januar 2008. Kappast verður í Eysturoynni, í Klaksvík, í Vági og í Tórshavn sam­ stundis við somu kortum og øll úrslitini verða sam­ mett, at finna bestu pørini. Toppurin kann skrædna Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 18.11 14.30 StÍF-Neistin 18.11 15.00 Stjørnan-VÍF 18.11 15.00 VB-Kyndil Atlantic Airways-kappingin 18.11 16.00 StÍF-Neistin 18.11 16.00 KÍF-Kyndil 18.11 16.00 H71-VÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 17.11 14.00 KÍF-ÍF 17.11 14.00 Mjølnir-Fleyr 18.11 14.00 SÍ-TB Meistaradeild menn 18.11 19.00 Mjølnir-Fleyr Dystir um vikuskiftið FM fyri bridge-lið verður leygardagin Til tíðir var talan um sera undirhaldandi dyst, tá Neistin fyri tveimum vikum síðani basti StÍF 21