Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • 16. november 2007 Vikuskifti 21 Øðrumegin útsýnið Skamt oman fyri Argja bygd, stutt norðan fyri Hamaran, verður gjørdur ein spildurnýggjur býlingur. Her uppi − úti í náttúruni og tó so nær býnum − fer fólk at búgva og liva. Kringumstøðurnar verða framúr. Fyri eystan hitt makaleysa útsýnið yvir Havnina og Nólsoyarfjørð, fyri vestan eitt lítið fótafet út í náttúruna og hagan. Og fert tú eftir gøtuni, ið gongur niðan millum húsini og til Kirkjubøar, er bert lítil løta niðan á teir varðar, sum hava givið nýggja býlinginum navn, Kongavarðar. Hinumegin náttúran Býlingurin verður ein nýggjur og heilskaptur býarpartur við skipaðum arkitekturi, ið gevur fólki frið og tryggleika, samstundis sum hann verður góður karmur um felagslív í grannalagnum. Suðureftir og vestureftir hava øll terassu ella altan, og tey stóru vindeyguni geva ljósinum frítt spæl og leggja Nólsoyarfjørð og Havnina opin fyri eygað. Bústaðirnir Íbúðirnar í íbúðarhúsunum verða úr 46 m² í 131 m². Suðureftir og vestureftir er altan ella terassa, og íbúðirnar eru sera ljósar og rúmligar við stórum vindeygum. Í køki og stovu eigur útsýnið ikki sín líka − á degi hin livandi vágin við skipum og bátum, á kvøldi luftin og hin bleiktrandi høvuðsstaðurin. Enn eru nakrar íbúðir á 102 m² og 131 m² eftir. Raðhúsini liggja móti hamrinum við stórum vindeygum móti Havnini og fjørðinum og við terassu og altan móti Glyvursnesi og sólini. Raðhúsini verða í tveimum støddum, 149 m² og 133 m² + 74 m² kjallara. Enn eru nøkur raðhús á 133 m² eftir. Persónligur stílur Bústaðirnir verða sera fjølbroyttir, har familjan kann innrætta seg eftir huga og ynski − alt eftir stødd og tali á rúmum. Møguleiki verður at velja millum trý ymisk sløg av gólvum fimm ymiskar frontar til køkin. Her ber til at skapa sær tað heilt rætta heimið á einum frálíkum staði. Uttanfyri Millum húsini verður felagsøki, har grannalagið hevur høvi at skipa fyri felags tiltøkum. Her eru gróðursettir runnar, ið geva lívd og nærleika til hugna og spæl, og her eru hyljareygu, spælipláss og annað, girt við snøggum laðingum og gøtum ímillum. Sunnanfyri er gøtan niðan á Reyn. Meira fæst at vita hjá Inni – tel. 354200 og á heimasíðuni www.inni.fo UNDIR KONGAVARÐA – lívsstílur fyri lívið – raðhús, íbúðir og vinnuhølir við besta útsýni í býnum