fríggjadagur 16. november 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 223 - 16. november 2007 ]
Høllin letur upp
Leygardagin letur nýggja Badmintonhøllin í
Klaksvík upp fyri almenninginum. Við hesum
fær næst størsti býurin í landinum eina nýggja
høll, sum stórur tørvur hevur verið á í fleiri ár.
Og røddir vilja vera við, at eftirspurningurin eftir
hallartímun als ikki verður nøktaður við hesi
høllini. Men leygardagin verður so eitt stórt fet
tikið í so máta, og tað verður markerað við fleiri
tiltøkum. Dyarnar lata upp klokkan 14, og síðani
verður tónleikur, skemt og ítróttur á skránni.
Balling til ballið
Leygardagin verður stórfingin ítróttaveitsla í
Runavík, tá føroyameistarnir í Formula-deildini
saman við øðrum NSÍ-spælarum og –fjepparum
halda ársveitslu. Nú talan er um bæði fundan
føðingardag og feiran av FM-heiti er einki at ivast í,
at tiltøkini til veitsluna verða nógv. Eitt av teimum
meira forkunnugu er tó, at Ulrik Balling verður
gestur á veitsluni. Balling spældi við NSÍ í 2002, og
av fleiri verður hann mettur sum besti spælarin, ið
hevur spælt í føroyskum fótbólti.
Gianfranco Contri,
ið tey flestu kenna
sum italskan
orðabókasmið, er
beinleiðis orsøk til,
at landsdysturin
komandi mikukvøld
verður spældur í
Modena
Fótbóltur
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Í komandi viku skulu Før-
oyar spæla undandyst í EM
móti Italia. Hetta er sum
rímiligt er ein spennandi
uppliving. Eisini hjá teim-
um sum ikki hava tann stóra
áhugan fyri fótbólti.
Tað eru nógvir fótbólts-
vøllir í Italia, sum kunnu
nýtast til ein slíkan dyst.
Men spælt verður í Modena,
sum er nakað miðskeiðis í
Italia. At dysturin er júst
her hevur eina spennandi
forsøgu, sum vit kunnu
greiða frá í hesi grein.
Her er tað hent, at ”okkara
maður” í Italia hevur verið
við til at ávirka valið av
vølli, soleiðis at vit hálva-
vegna hava heimavøll í
Italia. Talan er um italiu-
mannin Gianfranco Contri,
sum í 2004 legði úr hondum
eina føroyskt/italska orða-
bók. Hetta var í sær sjálvum
eitt bragd, sum hann fekk
nógv rós fyri. Hann fekk
eisini M. A. Jacobsens heið-
ursløn fyri hetta avrik.
Stríðst í eitt ár
Nú arbeiðir hann sum lærari
uppi í fjøllunum í Modena-
landslutinum nakað norðar-
laga í Italia.
Framvegis er Gianfranco
sera góður við Føroyar og
hevur stóran áhuga fyri tí,
sum hendir her. Hann var í
síni tíð haldari av FF-blað-
num, og var sera fegin um
at fáa tíðindi úr Føroyum á
hendan hátt. Eisini harmast
hann um, at tað gekk sum
tað gekk við blaðnum, har
hann eisini hevði áhugaverd-
ar greinir.
Í samband við landsdystin,
sum skal vera 21. november
í ár í Italia, fór Gianfranco
longu í fjør undir at royna
at fáa dystin spældan á
Braglia vøllinum í Modena,
sum er landspartahøvuðs-
staður
í
landslutinum
Modena, har Gianfranco
sjálvur býr.
Fótbóltsmyndugleikarnir
í Modena tóku væl undir
við hesi ætlan og hava stuðl-
að henni væl og virðiliga.
Eitt fyrsta úrslit av hesi
roynd var at skipa fyri ein-
um øðrum landsdysti í
Modena fyri at vita, hvussu
vøllurin riggar, og tá var
úrslitið javnleikur.
Hetta var ikki heilt galið
og gav Gianfranco treystið
til at halda á við hesum
royndum, hóast hann tá
metti, at tað fór at gerast
rættiliga torført.
Eisini stuðul
úr Schweits
Fyri umleið einum síðani
hevði Giofranco vitjan av
vinum úr Schweits. Hesar
hevði hann hitt í Føroyum.
Teir vóru limir í sveisiska-
føroyska
vinafelagnum.
Teir vildu eisini stuðla
royndunum at fáa landsdyst-
in spældan í Modena. Tá
fór dysturin heldur ikki at
vera so langt frá Sveits
heldur, og tá vildi verið lætt-
ari
hjá
áskoðarum
úr
Giofranco er vertur fyri
22