Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • 16. november 2007 Vikuskifti 22 2. partur Raffi Khatchadourian, The New Yorker 5. nov. Týtt hevur Johan Jacobsen Frá 1. parti: Tvey skip hjá felagsskapinum Sea Shepherd hava í nógvum ísi lagt stilt út fyri Antarktis í Ross Sea- økinum... Í hesum partinum greiðir greinaskrivarin hjá The New Yorker (frá 5. nov.) frá virkseminum á skipunum hjá Sea Shepherd, m.a. hvussu leitað verður eftir japanskum hvala- bátum, og um hvussu hættisligt virksemið hjá Sea Shepherd, úti á opnum havi, kann blíva. Ímeðan bæði skipini í flota Neptuns lógu still í Ross Sea- økinum, stóð Watson á dekkinum umborð á Farley og hugdi at, meðan manningin bar útgerð frá hinum skipinum, Hunter. Hetta skipið, bygt í 1975, hevur verið skotskt vaktarskip. Oftast er Watson í einum speiskum hýri, og sum hann eygleiddi arbeiðið hjá teimum sjálvbodnu, sum flestu eru helvtina yngri enn hansara 57 ár, allir sterkir í hugsjón, loyalir og sannførdir vegetarar, rópti hann á teir: »Meyrur! Tit eru ikki annað enn nakrar meyrur!« Sea Shepherd, ið hevur eina árliga fíggjarætlan á tvær milliónir dollarar, hevur 14 fólk í starvi. Watson vil halda felagsskapin lítlan og hann heldur einki um at brúka pening uppá innsavningar og starvsetingar. Hann savnar pening inn við at halda fyrilestrar og lýsa við virkseminum hjá Sea Shepherd á alnetinum, og eisini við at heita á møguligar stuðular, ofta beinleiðis, og vanliga er hetta kend fólk. Hann hevur ongar trupulleikar við at fáa sjálvbodna manning á síni skip. Á brúnni á skipinum Farley var 41 ára gamli verkfrøðingurin Pedro Monteiro úr Florida í ferð við at taka navigatiónsútgerð, sum teir ikki høvdu brúk fyri, sundur. Á dekkinum vóru nøkur tons av stálsteyrum og øðrum tilfari yvir á hitt skipið. Stálið skuldi brúkast til at gera ein lendingarpall á Hunter, og sjálv- bodnir í sveisaramaskum og handskum vóru longu farnir í holt við arbeiðið. Á einum líknandi palli har afturi á Farley stóð ein tyrla av slagnum Hughes 300c, klárur til at fara upp í luftina á kanningarferð. Watson hevur áður verið í hesum sama øki og leitað eftir japanska hvalaveiðuflotanum: Í 2002 leitaði hann í vikur, men fann einki; í 2005 kom hann tætt at tveimum japonskum skipum. Hesa ferð stóð hann fyri eini nýggjari avbjóðing: fáar tímar eftir at Farley fór úr avstralskari havn, misti skipið flagg sítt. Skipið er skrásett í Belize, og japanarar høvdu greitt myndugleikunum har, og aðrastaðni, frá virkseminum hjá Sea Shepherd. Uttan flagg er eitt skip statsleyst, hetta hevur við sær, at um tað verður álopið úti á opnum havi, so vil eingin myndugleiki verja tað. Farley varð sostatt eitt friðleyst skip – hetta var til stóran fagnað hjá manningini. Tey sjálvbodnu í Sea Shepherd hava oftast eins og Watson, í vreiði uppgivið nútíðar siðmenning. Ikki einans av tí ótálmandi hertøkuni av náttúruni, men eisini fyri tey mongu kompromissini, sum lívið á landi hevur við sær. Watson skrivaði einaferð: »Orð kunnu ikki lýsa persónliga frælsið, ið lívið á havinum gevur mær. Í hesum akvatiska umhvørvinum er eingin, hvørki maður ella kvinna, undirgivin smáum paragraffum, Herfloti Neptuns – herferð Paul Watsons til frama fyri heimsins høv Báturin hjá Paul Watson, Farley Mowat