Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 223 - 16. november 2007 ] Tom Jones sekkjaður Nei, talan er ikki um walisiska sangaran, men um bretan, sum fram til í gjár var venjari hjá armenska fótbóltslands­ liðnum. Armenia skal í morgin, leygardagin, spæla undankappingardyst móti Portugal, men hóast tíðin at finna nýggjan venjara ikki er serliga long, valdi leiðslan í fótbóltssambandinum at geva venjaranum sekkin. Umframt dystin leygardagin skal Armenia mikudagin komandi spæla móti Kasakhstan. Frem nærri bjargingini Tað tykist, sum megnar felagið hjá Atla Danielsen, Frem, at bjarga sær undan húsagangi. Ognararnir hjá felagnum hava játtað, at avtøkufundurin verður útsettur í 14 dagar, og hetta metir leiðslan í felagnum vera nóg mikið til at fáa eina gjaldsskipan í lag. – Tað er í øllum alt, sum bendir á, at vit hava ein loysn, áðrenn tvær vikur eru lidnar, sigur stjórin í felagnum, Hans Hermansen. Schweits at vera við. Í tí seinasta ætlaða FF­ blað, sum tó ikki kom út vegna formansskiftið í felagnum, var skrivað ein grein um hesar royndir, har tað millum annað varð sagt: »Uttan mun til um hesar royndir eydnast kunnu vit í Føroyum vera fegin um, at tað finnast útlendingar, sum hava eitt slíkt hjarta fyri Føroyum, at teir vilja sleppa at hýsa” einum landsdysti. Hetta gevur altíð eina góða umrøðu av Føroyum, sum bert kann verða okkum til gagns.« Vitjan í Føroyum Í samband við fyrra lands­ dystin millum Føroyar og Italia í Havn í juni í ár varð gjørt eitt serligt átak fyri at styrkja ynskið at hava dyst­ in spæld á heimabeiti hjá Gianfranco í Italia. Hetta høvið varð nýtt at vísa, at Italia er annað enn fótbóltur. Tað er nevniliga eisini ment­ an. Tískil kom Giafranco til Føroyar við einum bólki, sum var umleið 20 fólk. Her vóru sangarar, dansarar og spælimenn frá hansara bygd, sum sýndu fram ment­ an frá teirra øki. Eitt sum tey sýndu fram var “Maggio delle Ragazze “. Hetta merkir Gentu­maimánaður­ in. Tey 12, sum luttóku í hesi “maggiolanti” høvdu framførslu ymsa staðni í Havnar á mentunarnáttini. Tey høvdu eisini framførslu í Nólsoyar skúla. Borgar­ stjórin frá teirra bygd Rio­ lunato var eisini við á ferða­ lagnum. Tey vóru til mót­ tøku á ráðhúsinum, har tey vóru væl móttikin av borg­ arstjóranum Heðin Morten­ sen. Á Fróðskaparsetrinum hittu tey vararektaran Elin Súsonna Jacobsen. Tey vitj­ aðu eisini Ítróttarsamband Føroya, har tey hittu Ísak Mikladal. Alla staðni var vælkoman góð. Henda vitjan hevur eisini verið umrødd í italienskum bløðum, sum tað sæst í mynd til hesa grein. Giafranco vann á mál Væl hevur verið arbeitt hjá Gianfranco. Síðst í sep­ tember samtyktu italsku fót­ bóltsmyndugleikarnir at ganga ynskinum hjá Gia­ franco á møti, og dysturin verður spældur á hansara heimavølli. Síðan hava myndugleik­ arnir á staðnum gjørt tað, teir kunnu, fyri at føroyingar skulu fáa eina góða móttøku og skulu kenna seg væl, tá ið teir koma. Teir hava bjóð­ að FSF eitt sera gott hotell í Riolunato, 70 km úr Modena. Teir hava eisini bjóðað eitt umboð hjá FSF og landslið at vitja tey i Riolunato, har tað eisini verður móttøka á ráðhúsin­ um. Tískil verður roynt at leggja lunnar undir møgu­ ligt samband millum lond­ ini í framtíðini. Hetta kann saktans vera á øðrum økjum enn fótbóltur! Hetta má sigast at vera eitt rættiligt bragd av Gia­ franco, sum hann eigur at fáa tøkk og viðurkenning fyri. Mátti skriva sína egnu orðabók Søgan um Giafranco er eitt gott dømi um, hvat ið kann koma burtur úr, tá ið vit geva fremmandafólki eina góða móttøku. Hann kom sum ungur ferðamaður til Føroyar í 1982. Hann ætlaði bert at vera nakrar fáar dagar. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara inn í ein bókahandil at spyrja, um tey høvdu eina føroyskt­italska orða­ bók. Nei, ein slík fanst ikki. Hann fekk boð um, at skuldi hann fáa eina slíka orðabók, mátti hann skriva hana sjálvur! Samstundis gjørdist hann so hugtikin av Føroyum, at í fyrsta umfari steðgaði hann í tvey ár. Í 1999 kom hann at starvast á Fróðskap­ arsetrinum, og úrslitið av hesum gjørdist orðabókin við 15.000 orðum, og sum taldi 636 síður. Endamálið við orðabókini var at fáa italienarar at fáa áhuga fyri føroyska málinum og fyri Føroyum sum heild. Hetta hevur eisini eydnast sum tað sæst. Tað skuldi verið upplagt, at okkara heimligu myndug­ leikar gjørdu meira nyttu burtur úr einum slíkum manni. Tað skuldi í minsta lagi verið givið honum frítt at koma til Føroyar og at virka her, sum hann vil, utt­ an tær trongu reglurnar í útlendingarlógini. Nú verður tað spennandi hvønn Gianfranco heldur við tann 21. Tað er eingin ivi um, at hann ynskir í hvussu er Føroyum eitt heið­ urligt úrslit. Tað má eisini vera hugaligt hjá spælarun­ um, at tað er í hvussu er ein italienari, sum heldur við teimum! Modena dupult so stórt sum Føroyar Um landslutin Modena kann sigast, at hann er dupult so stórur sum Føroyar, og er tískil lítil eftir italienskum mátistokki. Har búgva um 660.000 fólk. Í landslutinum eru 47 kommunur, og tann størsta er Modena við um 180.000 fólkum. Sjálvur býr Gianfranco í bygdini Riolunato, har tað bert búgva 738 fólk. Hiðani eru 50 km til Modena, og tað er einki at tosa um í Italia. Riolunato hevur sæð betri dagar. Gongdin er tann sama sum í Føroyum. Fólkið rýmir úr smáu bygdunum. Heilt fram til 1936 búðu úti við 2.000 fólk í bygdini, og nú er minni enn helvtin eftir. Gianfranco væntar at fáa gestir úr Føroyum til landsdystin. Hann vil fegin hitta enn fleiri. Hann hevur tlf. + 39 0536 75246. Bústaður: Via Castello 3, I­41020 Riolunato (MO). Gianfranco saman við mammuni og bróðursoni, tá ið hansara orðabók varð løgd fram á Fróðskaparsetrinum í 2004 Italiadystinum Ferðin hjá Gianfranco við fylgi til Føroya í summar hevur fingið umrøðu í italskum miðlum. 23