fríggjadagur 16. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 223 • 16. november 2007
Vikuskifti
ið skrivstovuveldið situr yvir.« Og
har frammi á skipinum veitraði
Sea Shepherd flaggið, ein eitt
sindur annarleiðis útgáva av The
Jolly Roger, sjórænaraflagginum.
Eftir at myndugleikarnir høvdu
tikið vanliga flaggið kunngjørdi
Watson fyri síni manning: »Tit
eru nú umborð á einum sjó
rænaraskipi!«
Úti á opnum havi er størsti
vandin, ið hóttir Farley, skipið
sjálvt. Síðan 2002 hevur tað
tríggjar ferðir verið nær við at
søkka. Tvær ferðir máttu kav
menn niður at tetta skrokkin
fyri at halda skipinum flótandi.
(»Lukkutíð, so vóru vit ikki í
stormi« minnist ein av mann
ingini. »Tú kann jú ikki senda
kavmenn niður, tá ið aldurnar
eru fimm metrar.«) Watson
metti, at frægasti mátin hjá
Farley at enda sínar dagar, var
sum ásiglari í tænastu fyri lívið
í havinum. Men ein forðing, fyri
at hetta skuldi gerast veruleiki,
var skjótleiki. Hægsta ferðin var
tíggju knobb, sum er langt frá
japonsku førunum. The Hunter
er hinvegin eitt nógv skjótari
skip, sum tí mátti bíða og seinka
hvalabátarnar, inntil Farley kom
– hetta er altso um hvalabátarnir
kundu verða funnir. Japanski
granskingarstovnurin, Institute for
Cetacean Research, veiðir hval
innanfyri The Southern Ocean
Sanctuary, hetta er eitt øki á
50 milliónir ferkilometrar, og av
I.W.C. útnevnt vart øki. Herfloti
Neptuns, við tveimum skipum og
einari tyrlu, hevur ongan fyrimun
her.
Eftir at skipini løgdu stilt,
fylgdu vikur við leiting. Fyrst í
februar, 2007, segði Watson
mær, at hann ætlaði at kalla
flotan í havn. Skipini máttu skjótt
taka meiri brennievni og hýrurin
á manningini var ringur. Men
so, 9. februar, kl. 04:00, sóu teir
á Hunter ein bólk av skipum á
radaranum: ein óvanlig røð av
blunkum fóru eftir skíggjanum,
við 14,7 knobb skjótari enn
ísfjøll. Himmalin var svartur og
tað var kalt í luftini. Kapteynurin
á Hunter, Alex Cornelissen, sá
ikki meiri enn nakrar metrar
framm. Áðrenn hann gav Watson,
umborð á Farley 30 kilometrar
har frá, boðini, vildi hann hava
meiri at vita. Hann stevndi ímóti
nærmasta blunkinum og gav
tyrluni boð um at kanna nærri.
Í lýsingini, meðan himmalin
fekk ein myrkan bláa lit, sá
tyrluskiparin lanternurnar. Hesin
kallaði á Cornelissen og segði, at
hann hevði funnið ein hvalabát.
Ein av manningini á brúnni á
Hunter rópti: »Vit hava funnið
flotan!«
Hetta skipið var Nisshin Maru.
Ein risi til sjós, við meiri enn
fýra hundrað fótum í longd er
hetta tað, ið kallað verður eitt
virkisskip – tað einasta í japanska
flotanum. Onnur før avreiða teirra
fong til Nisshin Maru til slakt,
innpakking, frysting og gransking.
Fyri djóraverndarfólk er hetta
boðið uppá alt, sum er skeivt við
nútíðar hvalaveiðu: mekaniserað
slakt í stórum máti.
Umleið 06:00 legði Hunter seg
uppat síðuni á Nisshin Maru.
Hvalabáturin setti á kraftmiklu
vatnkanónirnar. Bæði skipini lógu
nóg tætt til at renna saman, men
Watson hevði givið Cornelissen
ordrar um at seinka skipinum
og ikki renna á tað. Á dekkinum
á Hunter kastaðu nakrir av
manningini dósur við butyriskari
sýru – eitt heldur harmleyst
innihald, ið luktar eins og beiskt
smør – og roykbumbur yvir á
dekkið á Nisshin Maru. Og kring
hvalabátin súsaðu skjóttgangandi
smábátar, sokallaðir Zodiacs.
Hesir komu frá Farley, sum enn
var ein fittan tein her frá. Umborð
á skjóttgangandi bátunum høvdu
tey myndatól og »propfoulers«
– fløkjur av langum endum úr
plasttilfari – hesir vóru til at
tveita nærhendis skrúvunum
á Nisshin Maru. Umborð á
øðrum zodiacbátum høvdu tey
naglapistólir. Við hesum skutu
tey lítil hol ovaliga á síðuni, so
at hvalablóð rann í havið. Sum
slagið helt á, bleiv tað kaldari.
Aldurnar hægri, kavarok av
ymsum ættum og vaksandi
vindur.
Ein av skjóttgangandi zodiac
bátunum, av Farley, hvarv í
storminum. Teir báðir umborð,
Karl Neilsen og John Gravois,
svaraðu heldur ikki yvir radio.
Nærhendis einum gomlum
róðri úr bronsu, afturímóti
bakvegginum á brúnni, stóð
Watson og beit seg í vørrina.
»Hvat hendir?« segði hann
og hugdi ivasamur yvir á verk
frøðingin Monteiro. Um Neilsen,
stýrimannin umborð á zodiac
smábátinum, spurdi hann: »Hevur
hann ikki neyðbluss? Eg veit ikki
hví, hann ikki hevur neyðbluss
umborð!«
Sambært greinaskrivaranum
Khatchadourian hevur Watson
ikki neyðugu pappírini til heitið
»kapteyn«.
Heimasíða Sea Shepherds
Yvir heimasíðuna hjá Sea
Shepherd kunnu vitjandi
geva bilar, smábátar, skip og
líkn. um tey ynskja at stuðla
felagsskapinum. Og sjálvandi
kann ein eisini melda seg til
sum sjálvboðin arbeiðskraft.
Í logbókini hjá Watson – nevnd
»Master & Commander« – eru
hansara vitjanir í Føroyum
dagførdar: August 1985 og juli
1986.
Paul Watson á brúnni
á Farley Mowat