Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 3. mai 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 84 - 3. mai 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Nýggi smiðjubygn- ingurin hjá P/F Petur Larsen í Fuglafirði verður reistur fyrsta dagin. Ætlanin er at flyta inn um tveir mánaðar ÍDNAÐUR Edvard Joensen Fuglafirði: Umstøðurnar til umvæling av flakamask- inum fara at batna heilt munandi við nýggju smiðjuhøllini hjá P/F Petur Larsen í Fuglafirði. Tá høllin er liðug, verður alt virksemið, sum í dag er á trimum støðum í býnum, savnað undir sama taki. Í 30 ár hevur Petur Larsen í Fuglafirði havt umboð fyri og umvælt tær kendu Baader flakamaskin- urnar, sum standa á hvørj- um virki í landinum, eins og tær eisini eru umborð á øllum flakatrolarunum utt- an einum. – Higartil hevur virksem- ið í stóran mun verið at far- ið út á virkini at gjørt um- vælingar, tá okkurt hevur verið áfatt, sigur Atli Lar- sen, sum í dag rekur virkið, sum pápin byrjaði fyri triðingsøld síðan. Men við nýggja smiðjubygninginum fer at bera til at taka umvælingina inn til okkum sjálvs, meðan framleiðlsan á vikinum kann halda fram, sigur hann. Tað hevur ikki borið til at skift eitt nú eina maskinu um, tá hon er fyrigingin. Gongdin hevur verið tann, at so hevur verið arbeitt og umvælt úti á virkinum. Var so talan um eitt lítið virki, kundi avleiðingin vera, at alt virkið varð lagt stilt, meðan arbeitt varð upp á maskinurnar. Nú nýggj høll verður bygd, verður møguligt hjá reparatørinum at taka alla maskinuna heim við sær og seta aðra til á virkinum ístaðin, meðan umvælt verður. Soleiðis fá báðir partar arbeitt samstundis, vísir Atli Larsen á. Men tað verða ikki einastu fyrimunirnir við at byggja nýtt. Sum er, heldur virkið hjá Peturi Larsen til í trimum ymsum bygningum í Fuglafirði. So tað er greitt, at har fer alt ov nógv tíð til flyting av hesum og hasum millum húsini, sigur Atli Larsen. Hann sigur, at sjálv smiðjuhøllin, sum nú verður bygd, fer helst at kosta einastaðni millum tvær og hálvatriðju millión krónur. Umframt tað leysa. Í dag arbeiða tríggir montørar, ein sum ger fyrifallandi arbeiði, og eitt skrivstovufók í fyritøkuni, sigur Atli Larsen. Men tá nýggja høllin er komin upp at standa, kemur ein lærlingur aftrat. Petur Larsen byrjaði í 1971 at arbeiða sum Baa- der-maður burturav í Før- oyum. Áðrenn tað hevði hann arbeitt í Føroyinga- havnini og var tann vegin komin at kenna hesar maskinurnar. 15 ár seinni kom Atli Larsen sjálvur í fyritøkuna. Hann hevur verið í Týsk- landi eitt ár og kunnað seg við maskinurnar, so hann hevur útbúgving sum Baa- der-maður. Umframt hevur hann verið seks ár við verk- smiðjutrolara júst sum Baa- der-maður. Men tað er ikki nokk, sigur Atli Larsen. Slíkt skal haldast viðlíka, so hann er javnan á skeiðum í Týsk- landi, sigur hann. Grundin til nýggju smiðjuna hjá P/F Petur Larsen stendur klár í miðbýnum í Fuglafirði og bíðar eftir, at høllin verður sett omaná Mynd: Edvard Joensen Nýggj smiðja í Fuglafirði Í komandi viku, frá 7 maj, verða bláu posarnir til VANDAMIKIÐ BURTURKAST innsavnaðir í Tórshavnar kommunu Kommunala Brennistøðin www. .fo Vandamikið burturkast OLJA: Øll sløg av olju, spillolja v.m. MÁLING O.A.: Allar leivdir av máling, træverju v.m. BATTARÍ: Øll sløg av battaríum og akkumolatorum OYÐINGAREVNI: Rottueitur, plantueitur, o.s.fr. LOYSINGAREVNI: Øll sløg av loysingar- evnum: Terpentin Bensin Tynnari o.s.fr. Ljósrør Kyksilvurlampur Lágorkuperur Halogenperur SÝRA OG LÚTUR: LJÓSKELDUR: Øll sløg av sýru og lúti Edikasýra Saltsýra Kaustisk soda o.s.fr. ANNAÐ: Blýggj frá eitt nú fiskireiðskapi PVC-plast t.d. frá el-kaðalum Kondensatorar frá ljósrørum Fotoveskur Heilivágur Termometur Seti posan saman við ruskposanum vanliga avheintingardagin – Hundraðtals foreldur sleppa ikki at velja á valinum 28. mei til skúlastýri VAL TIL SKÚLASTÝRI Áki Bertholdsen – Verður hetta manna- gongdin, verður ein hópur av foreldrum útihýst frá valinum, sum verður til skúlastýrini 28 mei. Atfinningarnar ímóti val- inum til skúlastýri tykjast ongan enda at fáa. Funnist hevur verið at mannagongdini frá fyrsta degi. Ein atfinning hevur verið, at tað kann verða trupult at finna fram til, hvør hevur foreldramynd- ugleikan yvir barninum, tí tað er bara tann, sum hevur foreldramyndugleikan, sum kann velja. Men nú eru tað eisini nógv foreldur, sum stúra fyri, at tey fara at vera úti- hýst frá valinum. Síðani Undirvísingar- og mentamálastýrið sendi litfagran faldara í hvørt hús at greiða frá, hvussu valið skuldi fyrireikast, hava fleiri foreldur gjørt vart við seg á Sosialinum, tí tey eru rættiliga ónøgd við tær tíðarætlanir, sum eru ásettar. Foreldrini vísa á, at eftir tíðarætlanini gongur tað bara ein vika frá tí at val- evnislistarnir skulu verða gjørdir, til sjálvt valið skal vera. Listarnir við valevnunum til skúlastýrini skulu vera lidnir 21. mei og sjálvt valið verður longu eina viku seinni, 28. mei. – Hetta er tað sama sum at útihýsa nógvum foreldr- um frá at velja, siga ónøgd foreldur við Sosialinum. Tey vísa á, at við so stutt- um skotbrái verður tað at kalla ómøguligt hjá øllum sjófólkunum at velja. Í øllum førum hava teir sjómenn, sum eru í lang- farasigling ongan møgu- leika at velja, tí tað er bara ein vika frá tí at teir vita, hvønn teir kunnu velja, til valið er. Foreldur vísa á, at til løgtings- og kommunuval, skulu valevnislistarnir verða klárir tríggjar vikur fyri valið og tað gevur øllum eitt rímiligt skotbrá at velja, eisini við bræv- atkvøðu. Tey halda ikki, at hendan mannagongdin hjá Undir- vísingar- og mentamála- ráðnum er serliga demo- kratisk. Og tað var júst endamálið við valinum at styrkja demokratiið á skúl- unum og at geva foreldrum veruliga ávirkan á undir- vísingina. – Ikki minst í bygdum við nógvum sjófólki er hetta ein rættiliga stórur trupulleiki. Tað kann ikki vera meiningin, at sjómenn skulu bróta túr av, ella leggja túr burturímillum fyri at sleppa á val, siga tey. Velja til fleiri skúlar Somu foreldur vísa eisini á, at foreldur skulu velja til skúlastýri í teimum skúl- um, har tey hava børn. – Sostatt vera tað mong foreldur, sum skulu velja skúlastýri í tveimum, kanska í trimum skúlum. Spurningurin er eisini, hvussu væl teir ymsu skúlarnir samstarva um teir fyrireikandi fundir, sum skulu vera. Foreldur, sum hava verið í samband við Sosialin, siga, at tey vita dømi um, at tað er bara ein hálvurt tími ímillum fundirnar í tveim- um skúlum, har tey hava børn, og at tey sostatt lítlan og ongan møguleika hava at vera við á báðum fund- unum. Foreldur sleppa ikki at velja Hetta er tíðarætlanin fyri, hvussu tey nógv umrøddu valini til skúlastýri skulu fyriskipast. Sum tað sæst er bara ein vika frá tí at listarnir við valevnum skulu latast inn, til sjálvt valið skal vera, og tí verða tað mong, sum verða útihýst frá valin um, eitt nú sjómenn Móttøka Í sambandi við at 30 ár eru liðin síðan vit byrjaðu virksemi okkara, verður skipað fyri móttøku á Hoyvíksvegi 63 fríggjadagin 04.05.01 millum kl. 15 og 17. Vælkomin inn á gólvið hjá