hósdagur 3. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 3. mai 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 84 - 3. mai 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Reidar Nónfjall, stjóri
á Strandferðsluni,
sigur, at hann um-
hugsar at bjóða Hest-
leiðina út til privat at
taka sær av, til Teistin
verður settur aftur í
sigling. Sam røkir
hesa siglingina nú,
men tað verður
kanska ikki leingi
afturat
STRANDFERÐSLAN
Stefan í Skorini
Sandoyingar og Hestfólk
hava sagt Tróndi farvæl og
boðið Teistanum vælkomn-
um. Tó er tað Sam, ið førir
fólk um Skopunar- og Hest-
fjørð. Orsøkin er, at sátt-
málaviðurskiftini
hjá
manningini umborð á Teist-
anum ikki eru fingin í rætt-
lag enn. Striltið gongst við
hesum, skilst á lagnum.
Inntil Teistin verður sett-
ur í sigling, røkir Sam hesa
farleiðina. Tað verður tó
ikki møguligt hjá Teistan-
um at leggja at í Hesti, fyrr
enn umbyggingin av havna-
lagnum á staðnum er liðug.
Hetta verður væntandi ikki
fyrr enn einaferð í heyst. Tí
skal ein avloysari finnast.
Bjóða Hestleiðina út
Fólk í Hesti hava víst sína
ónøgd við, at ein lítil bátur,
ið er 26 føtur varð settur at
røkja siglingina út í Hest.
Tey vístu á, at báturin ikki
hevði megnað at røkt
farleiðina á ein nøktandi
hátt. Henda ætlanin er nú
løgd til viks.
Nú siglir Sam so út í
Hest, men tá sáttmáli verð-
ur undirskrivaður millum
lønardeildina á fíggjar-
málastýrinum øðrumegin
og Skipara- og Navigatør-
felagið og Maskinmeistara-
felagið hinumegin skal
Teistin sigla ímillum Skop-
un og Gomlurætt. Tá skal
Reidar Nónfjall finna ein
bát at sigla út í Hest, og tað
verður ikki Sam, tí er ein ov
dýr loysn.
– Vit arbeiða við øðrum
loysnum nú, og ætlanin er
at lýsa í bløðunum eftir
fólki, ið hava áhuga í at
røkja siglingina út í Hest
hesar fýra næstu mánaðirn-
ar. Trupulleikin hjá okkum
er at finna eitt hóskandi
skip, sigur Reidar Nónfjall.
Tað verður so onkur
privatur, ið verður settur at
røkja farleiðina, tí strand-
ferðslan hevur einki skip til
taks. Reidar sigur seg hava
onkrar møguleikar at loysa
trupulleikan, men tað eru
oftast loysnir, hann ikki er
nøgdir við.
– Tað er ikki altíð so lætt
at finna nøktandi loysnir til
hesar farleiðirnar. Skipini
kunnu ikki bara setast inn
her og har, tí tey skulu
passa. Eitt er krøvini frá
skipaeftirlitinum, og so
skulu tey eisini passa til
havnalagið á staðnum, sig-
ur Reidar.
Reidar lýsir støðuna sum
ein línudans, har strand-
ferðslan skal javnviga á lín-
uni. Hann vísir á, at lappa-
loysnirnar eru sera kostnað-
armiklar. Harafturat kunnu
vinnulívið og fólkið á
staðnum ikki liva við lappa-
loysnum.
Ein meting hjá
Havbúnaðarfelagnum
sigur, at útflutnings-
virðið av laksi og síli
liggur ímillum 800 og
900 milliónir krónur,
og ikki 667 milliónir,
sum skrivað varð
týsdagin
ÚTFLUTNINGUR
Stefan í Skorini
Í blaðgrein týsdagin stóð
skrivað, at útflutningurin av
laksi og síli var 667 milli-
ónir krónur. Regin Jacob-
sen á Bakkafrost hevur
gjørt vart við, at hetta talið
er nakað væl hægri.
Orsøkin til mistakið er, at
talvurnar í Hagtíðindum,
haðani tølini eru fingin, eru
misvísandi í hesum førin-
um. Undir útflutninginum
av laksi og síli eru lidnar
vørur frá hesum báðum
fiskasløgum ikki tikin við.
Hetta hevur við sær, at
útflutningsvirðið av laksi
og síli er ov lágt, sum tað
stendur í Hagtíðindum.
Fýra virkir eru í Føroy-
um, ið framleiða lidnar vør-
ur úr laksi, so tað hevur
stóran ávirkan, at útflutn-
ingurin frá hesum virkjum
ikki verður taldur uppí
útflutningin av laksi og síli.
Regin Jacobsen sigur seg
hava víst á hesar misvísandi
upplýsingarnar fleiri ferðir
fyrr, men eingin broyting er
hend, og tí verður útflutn-
ingsvirðið í Hagtíðindum
nakað lægri enn í veruleik-
anum.
Tølini fyri útflutning,
sum
Havbúnaðarfelagið
savnar saman vísa, at
útflutningurin av sílum var
1.060 tons og 28.250 tons
av laksi. Í Hagtíðindum
stendur 24.105 tons, sum
eisini er heldur misvísandi,
vísir Regin Jacobsen á.
Fýra teir fyrstu mán-
aðirnar í ár útfluttu
alarar í Føroyum
nærum tvífalt so nógv
sum fyrstu fýra mán-
aðirnar í fjør
ÚTFLUTNINGUR
Stefan í Skorini
Fyrstu sekstan vikurnar í
hesum árinum hava alarar
selt 13.379 tons av landin-
um, og tað er eitt útflutn-
ingsvirðið uppá 347 milli-
ónir krónur.
Somu tíð í fjør høvdu
alarar bara selt 7.747 tons
av landinum, og tað er eitt
útflutningsvirðið uppá 209
milliónir krónur.
Meðalprísurin í ár er 26
krónur fyri kg, meðan með-
alprísurin í fjør var 27
krónur fyri kg.
Hetta vísa tøl frá Hav-
búnaðarfelagnum. Hvørja
viku senda øll kryvjivirkini
í landinum eina uppgerð til
felagið, sum telur saman.
Staðfestast kann, at út-
flutningurin er øktur mun-
andi í mun til í fjør. Regin
Jacobsen roknar við, at hes-
in vøkstur fer at halda sær í
hesum árinum.
Árin frá ILA-sjúkuni
merkjast ikki enn, men fara
kanska at síggjast aftur í út-
flutningstølunum næsta ár
ella seinni.
Mynd: Útflutningurin fýra
teir fyrstu mánaðirnar í ár
er nærum tvífaldaður í
tonsatali samanborið við
fýra teir fyrstu mánaðirnar í
fjør
Óvissa um farleiðina út í Hest
Tá sáttmálaviðurskiftini hjá manningini umborð á Teistanum eru fingin í rættlag, skal Strand-
ferðslan finna eitt skip at røkja farleiðina út í Hest
Reidar Nónfjall umhugsar at
lata onkran privatan røkja
siglingina út í Hest í eina tíð
Útflutningurin meiri enn skrivað
Leygardagin tann
5. mai hevur felagið
Sinnisbati aðalfund
á Hotel Hafnia.
Tvær sjúkrasystrar
fara tá eisini at
nýta høvi til at
halda nakrir Fund-
urin er almennur,
og øll eru væl-
komin á fund,
eisini tey ið ikki
eru limir
Annika Bech
Tað eru sjúkrasystrarnar
Johanna Andreassen og
Oddbjørg
Johannesen
sum fara at hava fyri-
lestrar um ein nógv um-
røddan og gagnligan
viðgerðarhátt, nevndur
»kognitiv terapi«.
Felagið økt
munandi
Felagið Sinnisbati er økt
munandi síðani síðsta ár.
Sjálvi halda tey, at
tann størsta orsøkin óiv-
að er, at fjølmiðlar teirra
hava víst teimum psyk-
isk sjúku stóran ans. Í
november í fjør, varð ein
pallborðsfundur útvarp-
aður
beinleiðis
yvir
Rás2, og tað hevur heilt
víst eisini gjørt sín part
í, at fólk eru byrjaði at
lata eyguni upp fyri fel-
agnum og givið teimum
gætur.
Sinnisbati hevði eina
fyrilestrar viku í lærara-
skúlanum. Tað savnaði
nógv fólk, og er klárt
eisini ein stór orsøk til at
áhugin fyri felagnum er
øktur so nógv.
Felagið er sera takk-
samt fyri fyrilestrarnir ið
vóru hildnir tá, tí teir
vóru sera áhugaverdir og
komu nógvum menn-
iskjum til góðar.
Sinnisbati á Hafnia
Útflutningsvirðið av síli og laksi liggur ímillum 800 og 900 milliónir krónur
Útflutningurin tvífaldaður
Roknskapurin vísir
eitt úrslit upp á 10
milliónir krónur áðr-
enn skatt. Eginpen-
ingurin er øktur frá
knøppum 65 millión-
um til góðar 87 milli-
ónir
FLOGFERÐSLA
Jákup Mørk
Edvard Joensen
Roknskapurin hjá Atlants-
flogi vísir eitt avlop upp á
9,4 milliónir eftir skatt.
Hetta er heldur betri úrslit
enn í fjør, tá tað var 8,1
mill.
Eginognin hjá felagnum
vaks úr knøppum 65 milli-
ónum til góðar 87 milliónir,
og tað er nevndin nøgd við.
Í hesi øking er íroknaður
ein vøkstur upp á 13 milli-
ónir, sum er íkomin av
broyttum roknskaparhátti
viðvíkjandi avsetingum til
viðlíkahald. Í viðmerking-
unum til roknskapin sigur
nevndin, at hendan broyt-
ing er í samsvar við altjóða
og nýggjar danska rokn-
skaparhættir.
Nevndarformaðurin,
Eyðfinnur Jacobsen, hevur
lagt frá sær, og Christian
Andreasen, advokatur er
nývaldur
í
nevndini.
Nevndin skipar seg sjálv.
Í stuttari viðmerking sig-
ur Magni Arge, stjóri, at
hann er hampiliga væl
nøgdur við úrslitið.
– Eg vil siga, at tekur tú
atlit til at útreiðslurnar eru
øktar einar 10 milliónir
krónur orsakað av høgu
olju og dollaraprísunum,
samstundis sum kappingin
á
Danmarkarrutuni
er
harðnað, haldi eg okkum
vera komin rímiliga væl
burtur úr árinum.
Víðari sigur Magni Arge,
at eitt nú Air Iceland og
Grønlandsfly hava havt
munandi hall í ár 2000.
Hetta eru feløg, sum Atl-
antsflog ofta verður saman-
borið við.
– Eg vil tó leggja aftrat,
at ambitiónirnar so avgjørt
eru til eitt enn betri úrslit.
Tað eru tó ymsir faktorar,
sum vit ikki sjálvi kunnu
ávirka. Viðhvørt spæla hes-
ir við og viðhvørt ímóti, og
í fjør vóru hesir so avgjørt
ímóti. At úrslitið hóast
hetta er positivt, sýnir, at
grundraksturin í felagnum
er í lagi, og tað hava vit so
avgjørt orsøk til at fegnast
um.
Atlantsflog havt aðalfund
Nevndin í felagnum
er nú farin undir fyri-
reikingar at skráseta
føroyska flogfelagið á
einum møguligum
føroyskum parta-
brævamarknaði
VIRÐISBRØV
Jákup Mørk
Í frágreiðingini til ársrokn-
skapin hjá Atlantsflog fyri
2000 stendur, at nevnd fel-
agsins hevur gjørt av at fara
undir fyrireikingar til skrá-
seting á einum komandi
føroyskum
virðisbræva-
marknaði.
Magni Arge, stjóri, sigur
í viðmerking til hetta, at
enn er langt eftir á mál í
hesum fyrireikingum.
- Vit hava als ikki sett
okkum nakað mál fyri, nær
hetta arbeiði skal verða lið-
ugt. Hetta er eitt arbeiði,
sum skal gerast ordiliga, og
tí er umráðandi, at vit lata
hetta taka ta tíð, sum tað
krevur. Tað ringasta, sum
vit kunnu gera, er at skunda
málið ígjøgnum, tí tá kann
tað gera størri skaða enn
gagn.
Magni Arge sigur annars,
at eitt av endamálunum við
eini skráseting á einum
partabrævamarknaði, er at
felagið tá hevur møguleika
at styrkja um kapitalgrund-
arlagið. Eitt nú í samband
við eini endurnýggjan. Tá
er tað av alstórum týdningi,
at samsvar er ímillum fíggj-
arligu orku felagsins, láni-
byrðu og eginfígging av
møguligum nýíløgum.
Positivan eginpening
Roknskapur felagsins fyri
2000 er annars hin fyrsti,
har samlaði eginpeningurin
er størri enn nominelli
partapeningurin. Mett hev-
ur verið, at hetta er ein av-
gerandi fortreyt fyri eini
møguligari skráseting á
partabrævamarknaði, men
enn tykist als ikki at vera
nakað tos um at útlutað
vinningsbýti kortini.
- Eg vil ikki siga, at egin-
peningur felagsins er ov lít-
il. Tað veldst um m.a.
hvussu stóran solvenstørv
vit hava. Hinvegin meta vit
tað í løtuni vera skilagott at
flyta yvirskotið óskert til
eginognina, soleiðis at fel-
agið kann konsoliderast
enn meira, sigur stjóri fel-
agins.
Hann leggur afturat, at
enn hevur felagið einki mál
sett sær fyri, hvussu stór
eginognin skal verða, áðr-
enn ein møgulig útlutan
kemur upp á tal, men
ásannar
samstundis,
at
hetta sjálvandi er nakað,
sum møguligir innskjótarar
taka atlit til, tá og um ein
skráseting á einum parta-
brævamarknaði gerst veru-
leiki.
Atlantsflog á parta-
brævamarknað
Herda prískapping-
in førdi við sær, at
fleiri fólk valdu at
ferðast loftvegis í
fjør enn undanfarin
ár. Tað gav Atlants-
flogi umleið 8.000
ferðafólk fleiri í fjør
enn í fyraárið
FLOFGFERÐSLA
Edvard Joensen
Í viðmerkingunum til
roknskapin hjá Atlants-
flogi sigur nevndin, at fel-
agið hevði ein vøkstur
upp á 7% í ferðafólkatal-
inum í fjør í mun til 1999.
Størsti vøksturin var á
Danmarkarrutuni, meðan
eisini fleiri ferðafólk vóru
á Skotlands- og Noregs-
rutuni.
Hinvegin var slakari á
rutuni millum Aberdeen
og København og á Ís-
landsrutuni.
Avtalan, sum Atlants-
flog hevur havt við Air
Iceland um flúgving mill-
um Ísland og Grønland, er
søgd upp, tí rutan er fyri-
bils niðurløgd. So tann
inntøkan verður ikki í ár,
verður sagt í viðmerking-
unum.
Men eisini tyrluflúgv-
ingin var væl lívligari enn
árið fyri. Her var ferða-
fólkavøksturin upp á heili
10%. Men tað nyttaði tó
so lítið, tí hendan flúgv-
ingin gav eitt rakstrarhall.
Atlantsflog økti flotan
við 100% í fjør, tá nýtt
flogfar av sama slagi sum
tað, felagið hevði framm-
anundan,
varð
keypt.
Flogfarið var í rutuflúgv-
ing hjá Atlantsflogi sein-
asta summar, og hevur
síðan verið leigað út, men
kemur aftur í summar.
Fleiri til
Danmarkar
Magni Arge, stjóri, handaði Eyðfinni Jacobsen, fráfarandi
nevndarformanni, ein málning eftir aðalfundin í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Ti tøk
Sos alur n
Lýsingar
Bilar
Veðr ð