hósdagur 3. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 3. mai 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 84 - 3. mai 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Liberalistiska bylgjan
skolar inn yvir Føroy-
ar og rákin av kapit-
alistiska hungurinum
svíður okkum í nas-
arnar. Hetta heldur
formaður Javnaðar-
floksins, sum helst
eina hvassa politiska
røðu á Vaglinum
altjóða arbeiðara-
dagin
1. MAI
John Johannessen
Vit síggja eina borgarliga
atsókn í dagsins Føroyum.
Hetta heldur Jóannes
Eidesgaard, formaður fyri
Javnaðarflokkin. Jóannes
var ein teirra, ið fekk heið-
urin at halda røðu í oysandi
regni á Vaglinum í høvuðs-
staðnum altjóða arbeiðara-
dagin.
Røða Jóannesar var ógv-
uliga vinstrahallin, sum
væntað var hendan merkis-
dag fyri vinstrasinnað um
allan heim. Formaðurin fyri
stóra føroyska verkaflokk-
inum gjørdi nógv burtur úr
at vísa á vandarnar við lib-
eralistisku bylgjuni, sum
eftir hansara tykki skolar
inn yvir Føroyar.
– Rákin av kapitalistiska
hungurinum eftir øllum tí,
sum kann gera tann ríka
ríkari, svíður okkum í nas-
arnar. Caragata-álitið er
meira siterað enn sjálv
Hvítabók. Og við hvørt
høvið, sum býðst, verður
privatiseringin og egoisman
hálovað. Vit síggja eina
ótroyttiliga borgarliga at-
sókn, segði Jóannes Eides-
gaard.
Pensjón fyri rík
Sum eitt dømi um borgar-
liga atsókn nevndi Jóannes
Eidesgaard nýggju pen-
sjónsskipanina, sum ætlan-
in er at seta í verk.
– Fáa teir sín vilja, so fer
hendan pensjónsskipanin at
gera, at tey, sum hava ein
høga fasta inntøku gjøgn-
um alt sítt lív og hava heils-
una, gerast væl fyri á gam-
alsaldri, meðan restin verð-
ur meira ella minni slept
upp á fjall, staðfesti hann.
Í hesum sambandi setti
Jóannes Eidesgaard eisini
fram spurningin, um tað er
rætt, at tað almenna gjøgn-
umtvingar
eina
privata
skipan, ið ger, at tey, ið lítið
hava eftir at húsast fyri í ar-
beiðslívinum, eisini koma
at hava lítið at húsast fyri á
gamalsaldri.
– Hvussu við teimum, ið
ikki hava eina inntøku ein
stóran part av lívinum, til
dømis av heilsuávum? Tey
gerast olmussudýr í nýggju
pensjónsskipanini, gjørdi
formaður Javnaðarfloksins
greitt.
Loysnina til eina góða
pensjónsskipan helt Jóann-
es Eidesgaard vera eina
hækkaða
kollektiva
og
samhaldsfasta pensjón.
– Kalla okkum gamal-
dags, men vit á vinstra-
veinginum í politikki halda,
at sømulig kor á gamals-
aldri er ein rættur hjá øllum
borgarum, uttan mun til,
um inntøkan hevur verið
høg ella lág, staðfesti
Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir eisini í sama
sambandi á, at borgarligu
flokkarnir ofta pástanda, at
teir standa fyri einum sosi-
alum trygdarneti, eins og
vinstraflokkarnar.
Hetta
helt hann væl kundi vera,
men at munur er á meska-
vídd.
– Tað verða nógv, sum
detta ígjøgnunm tað sosiala
trygdarnetið, sum verður
lagt upp til av liberalistun-
um, ið sita við róðrið í dag.
Barnsburðar-
grunnurin er glotti
Sitandi samgonga fekk
kortini ikki bara rís frá for-
manninum í Javnaðarflokk-
inum. Hann fegnaðist eisini
um barnsburðargrunnin, og
at karensdagarnar eru burt-
ur.
Formaður Javnaðarfloksins verkadagin:
Borgarliga atsóknin er ótroyttilig
Formaðurin fyri stóra
føroyska verkaflokkin,
Jóannes Eidesgaard, helt
eina ógvuliga harða politiska
røðu á Vaglinum í Havn
altjóða arbeiðaradagin
Mynd: Jens Kristian Vang
»Nú meira enn tíggju ár eftir, at føroyski
bankaheimurin nærum fór fyri bakka
undir privatari leiðslu, so pástanda tær
kreftir, ið nú vilja sleppa fram at aftur fat-
inum, at eitt nú Føroya Banki hevði verið
betri rikin við einum privatum eigara-
skara.«
»Tað er við Føroya Banka væl og virðiliga
prógvað, at ein fyritøka kann vera væl rik-
in, um landið eigur hana.«
Finnir Helmsdal úr hinum føroyska flokkinum á vinstraveinginum, helt eisini røðu á Vaglinum
1. mai. Her prátar hann við »the grand old man« í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen
Mynd: Jens Kristian Vang
POLITIKKUR & SAMFELAG
– Fyri fáum døgum síð-
ani hendi eitt risa framstig.
Ein
barnsburðargrunnur
fyri allan arbeiðsmarknaðin
sá dagsins ljós og sjúkra-
dagpeningur
frá
fyrsta
sjúkradegi gjørdist veru-
leiki fyri tey tímaløntu. Ein
stórur sigur fyri verkafjøld-
ina og ein stolt løta fyri
hetta høga ting, sum her tók
málið um karensdagarnar í
egnar hendur í uttan iva
virðiligastu samtyktini í
hesum valskeiði, fegnaðist
Jóannes Eidesgaard.
Men kortini helt hann, at
lopið enn er langt frá teim-
um tímaløntu til tey fast-
løntu. Hann vísti á, at fast-
lønt og tímalønt hava lagt
frá somu sømdir, tá tað
snýr seg um at vera heima
hjá sjúkum børnum.
– Her skal tann tímalønti
við læknaváttan prógva, at
talan er um hættisliga
sjúku, meðan tann fastlønti
ger tað við einari fráboðan.
Og hjá tí tímalønta fær
annað foreldrið bert 80
prosent av einari dagløn
fyri hesa fráveru. Her skal
nakað
gerast,
staðfesti
Jóannes Eidesgaard.
Eisini innan KT-vinnuna
helt Jóannes Eidesgaard, at
hugburðurin má broytast.
Hann vísti á, at í staðin fyri
at halda eina heila stætt
uttan fyri hesa vinnu,
kundu vit verið undan-
gonguland við at latið alt
fólkið verið partur av vinn-
uni.
Privata initiativið
spældi fallit
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum fanst harðliga í
røðu sínari at tosinum um
at privatisera almennar
ognir, harímillum Føroya
Banka. Hann vísti á, at
skattgjaldarin í dag eigur
Føroya Banka, Fiskasøl-
una, Fiskavirking, JFK-
Trol, Føroya Tele, Atlants-
flog og aðrar føroyskar
stórfyritøkur.
Og hví eiga vit hesar
fyritøkur, spurdi hann.
– Ikki tí, at vit hava valt
tað so, men heldur tí, at
privata initiativið so dyggi-
liga spældi fallit, staðfesti
hann síðani.
Í hesum sambandi vísti
Jóannes Eidesgaard á, at
tað í sekstiárunum var Før-
oya-grunnurin, sum tók eft-
ir einum av størstu fallit-
búgvunum í Føroya søgu.
Og í nítiárunum var tað
landskassin, sum tók um
endan á Føroya Banka og
Sjóvinnubankanum.
– Nú minni enn tíggju ár
eftir, at føroyski banka-
heimurin nærum fór fyri
bakka
undir
privatari
leiðslu, so pástanda tær
kreftir, ið nú vilja sleppa
framat aftur fatinum, at eitt
nú Føroya Banki hevði
verið betri rikin við einum
privatum eigaraskara.
– Álvaratos, bankin hev-
ur eitt tað besta úrslitið í
danska ríkinum og gevur
metyvirskot til skattgjald-
aran ár eftir ár. Hvussu
nógv betri kann úrslitið hjá
bankanum gerast?
Skal skattgjaldarin nú
avhenda hetta fyri lítið og
lætt eftir at hava tikið tøkini
og ruddað upp eftir rentu-
spekulatión
og
annað,
spurdi Jóannes Eidesgaard
og staðfesti, at Føroya
Banki er eitt prógv um, at
ein fyritøka kann verða væl
rikin, um landið eigur hana.
Jóannes Eidesgaard nam
annars eitt sindur við full-
veldismálið. Hann segi
millum annað, at onnur
týdningarmikil mál eru
skúgvað til viks fyri tíð.
Hann tók eisini eitt sindur í
arbeiðarasøguna og polit-
iskar hendingar í Føroyum
av týdningi fyri arbeiðaran.
»Fastlønt og tímalønt hava langt frá somu sømdir, tá tað snýr seg
um at vera heima hjá sjúkum børnum. Her skal tann tímalønti
prógva, at talan er um hættisliga sjúku, meðan tann fastlønti ger tað
við eini fráboðan. Og hjá tí tímalønta fær annað foreldrið bert 80
prosent av einari dagløn fyri hesa fráveru.«
Oysandi regnið gjørdi, at altjóða arbeiðaradagurin svann burtur í føroyska høvuðsstaðnum.
Mannfjøldin á Vaglinum var so lítl, at tú hevði hug at hugsað, at meginparturin av føroyingum
eru borgarligir. Men nei, onkur veruligur verkamaður var at síggja
Mynd: Jens Kristian Vang
»Liberalistiska bylgjan skolar inn yvir
okkara samfelag. Rákin av kapitalistiska
hungurinum eftir øllum tí, sum kann gera
tann ríka ríkari, svíður okkum í nas-
arnar.«
Í dag er fundur í
donsku Føroya-
nevndini um sjálv-
stýrissamtyktina.
Men nógv bendir á,
at verða noydd at
bíða til orðaskiftið á
Fólkatingi 9. mai
eftir donskum svari
SJÁLVSTÝRIS-
SAMTYKTIN
John Johannessen
Tað verður helst ein frið-
arligur fundur hjá donsku
Føroya-nevndini
hjá
Fólkatinginum í dag um
føroysku sjálvstýrissam-
tyktina.
Sum skilst av Christi-
ansborg, er tað ikki hesin
fundurin, men spurnar-
orðaskiftið um Føroyar í
Fólkatinginum,
sum
verður áhugavert fyri
sjálvstýrissamtyktina.
Danskir
politikarar
vænta ikki, at Poul Nyrup
Rasmussen í dag fer at
koma við einari útsøgn
um, hvat hann heldur um
sjálvstýrissamtyktina hjá
løgtinginum. Uppskotið
um
sjálvstýri
Føroya
fólks varð samtykt 20.
apríl í ár, og eingin við-
merking er komin frá
danska stjórnarleiðarnum
um tað síðani.
Men spurnarorðaskift-
ið um Føroyar í Fólka-
tinginum 9. mai skal enda
við eini samtykt, har
Fólkatingið sigur sína
meining um ætlanina hjá
landsstýrinum og fram-
tíðarviðurskiftini millum
Føroyar
og
Danmark
yvirhøvur.
Endamálið við orða-
skiftinum er nevniliga at
gera støðuna hjá Fólka-
tinginum og stjórnini
greiða, so landsstýrið
kennir støðuna. Tí verður
tað hesin fundurin, ið
verður
grundarlagið
undir víðari samskiftin-
um millum Føroyar og
Danmark, hvat sjálvstýri
viðvíkur.
Vantandi verður tað ein
breiður meiriluti, ið 9.
mai samtykkir linjuna hjá
donsku stjórnini mót-
vegis Føroyum í framtíð-
ini.
Sjálvstýrissamtyktin:
Danir bíða við
útmeldingunum
Tað verður helst einki stórvegis at frætta úr Danmark um føroysku sjálvstýrissamtyktina,
fyrr enn eftir spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum 9. mai
POLITIKKUR & SAMFELAG