Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 3. mai 2001 9 gult9 cyan9 magenta9 svart9 8 Nr. 84 - 3. mai 2001 gult8 cyan8 magenta8 svart8 KRANI TIL SØLU Slag: FASSI Tons: 4,7 Við spæli Áhugað kunnu ringja til Strandfaraskip Landsins á tlf 213046 ella 213061. STRANDFARASKIP LANDSINS www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Aðalfundur í Oljutinginum 16. mai 2001 í Norðurlandahúsinum Vit bjóða limum okkara til aðalfund 16. mai kl. 18.00 í Norðurlandahúsinum. Skrá Kl. 18.00 Hvørji felags áhugamál hava føroyskar fyritøkur í oljuvinnuni, og hvussu røkka vit teimum? Magni Arge/Malan Johannesen, Oljuvinnufelagið Kl. 18.20 Spurningar Kl. 18.30 Val av fundarstjóra. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi. Val av nevnd Val av grannskoðara Ymiskt Kl. 20.30 Ábit Vinarliga melda til í Vinnuhúsinum á telefon 311864 - ella um teldupost: industry@industry.fo í seinasta lagi mánadagin 14. mai. Vinarliga Oljutingið OLJUTINGIÐ Petroleum Association of the Faroe Islands Til ber at melda seg sum lim í Oljutinginum, á aðalfundinum ella í Vinnuhúsinum. TK Stovan er ein li›ur í menningini av føroyska vinnulívinum og samstundis ein partur av tí umfevnandi danska TIC- kunningarsamstarvinum. Kunningarfundur: Krøv til ein veitara á “World Class” stø›i Mánadagin 7. mai kl. 13.00 á Hotel Føroyum Krøv til veitarar, sum vilja gera seg galdandi uttanlands og her heima TK Stovan skipar fyri kunningarfundi um krøvini til ein ”World Class” veitara, og tekur sum dømi um krøv herheima, Atlantic Supply Base, sum fer at kunna um, hvørjar treytir og krøv, teir seta sínum veitarum. Tiltaki› er bæ›i fyri fyritøkur innan oljuvinnu og a›rar fyritøkur. Kristian Stokbro, a›alrá›gevi hjá Dansk Industri kemur vi› útgangsstø›i í donskum vi›urskiftum at rø›a um, hvørji krøv ver›a sett veitarum, nú og í framtí›ini. Hann kemur inn á nógv hugtøk, tí›arrák, dømir og hvussu tú kanst tryggja tær at ver›a í fremstu rø› sum veitari í framtí›ini. Lassi Bor›oy, n‡liga settur stjóri á veitingarstø›ini á Skálafjør›inum, Atlantic Supply Base (ASB), kemur at rø›a um, hvørji krøv útger›ahavnin kemur at seta sínum veitarum. Hann kunnar eisini meira alment um ASB. Fundurin er b‡ttur upp, solei›is, at Kristian Stokbro grei›ir frá sínum evnum í tríggjar tímar. Eftir hann grei›ir Lassi Bor›oy frá ASB í ein gó›an hálvan tíma. Møguleiki ver›ur at seta spurningar og fyri stuttum tjaki. Skrá fyri fundin: Kl. 13:00 TK Stovan bjó›ar vælkomin Hvussu ver›ur tú ein ”World Class” veitari? v/Kristian Stokbro, chefkonsulent, Dansk Industri: Kl. 13:10 Hvar er kappingarstyrkin hjá fyritøkuni? Kl. 13.25 Hugsa tær, at ein ”stór-kundi” kemur á vitjan? Kl. 13.40 Luttakararnir fáa vitjan! Prát í smábólkum. Kl. 13.50 Ste›gur Kl. 14:05 Bólkaprát og kjak Kl. 14.30 Krøv til veitararar á World Class stø›i Kl. 14.40 Outsourcing – at leggja virksemi uttanfyri fyritøkuna Kl. 14.55 Ste›gur Kl. 15.10 Vit byggja eitt ”World Class” hús - Lei›sla - Áhaldandi læring - Áhaldandi betranir og at arbei›a í toymi (teams) - Tær røttu og feilfríu vørurnar - Logistik – mannagongdir í samband vi› vørur og uppl‡singar - Útnyttan av framlei›sluorku - Hvussu kemur fyritøkan ví›ari Kl. 16.00 Ste›gur Krøv til veitarar v/ Lassa Bor›oy, stjóra á Atlantic Supply Base Kl. 16:10 Kunning um Atlantic Supply Base, og hvussu teir koma at arbei›a Kl. 16:45 Spurningar og møguligt tjak Kl. 17:00 Li›ugt Tilmelding: TK Stovan, fax nr. 31 93 63, tlf. nr. 31 73 66 ella teldupost tk@tk.fo Kostna›ur: kr. 700,00 u/mvg Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin tann 4. mai k. 12.00 Virkisnavn: Tal av luttakarum: Navn/Nøvn: Tlf: Fax: TK Stovan TK Stovan Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel +298 317366, Fax +298 319363 tk@tk.fo www.tk.fo Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Tað er einki at ivast í, at formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hevur rætt, tá hon segði við Sosialin ígjár, at semingsmenninir fáa eina trupla uppgávu, tá teir skulu royna at fáa semju millum fakfeløgini og arbeiðstakararnar, tí partarnir standa so langt frá hvørjum øðrum. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, sum samráðast saman, krevja 20 prosent meira í løn, men tað ljóðar, at arbeiðs- takararnir vilja ikki lata 10 prosent í einum tvey ára longum sáttmála. Grundarlagið fyri krav- inum er, at keypiorkan er fallin meiri enn 10 prosent tey seinastu tvey árini. Frammanundan hevur høvuðsfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, fingið 12,5 prosent í løn og eftirlønhækking til- samans. Sjálvur lønarvøksturin er roknaður til 7,5 prosent, og arbeiðarafeløgini fara neyvan at góðtaka nakað, sum er niðan fyri hesi prosent. Harafturat mugu arbeiðstakararnir fyrr ella seinri góðtaka kravið um løn eftir starvsaldri. Ingeborg Vinther, formaður í FA, hevur rætt í tí, at ein royndur arbeiðari eigur at fáa meira í løn, enn ein, sum kemur óroyndur í eitt starv. Men so er spurningurin, hvussu og hvørjar royndir skulu telja við ella ikki. Tað ljóðar kanska av so nógvum, at løntakarar hava fingið eini 7-8 prosent í lønarhækking í tvey ára sáttmála, men í grundini er ikki talan um stóran lønarvøkstur, tí keypiorkan er fallin so nógv. Harafturat er ein lønarhækking, um hon er hægri enn hjá kappingarneytum okkara, med- virkandi til at gera kappingarføri verri, og tað hevur so aftur avleiðingar fyri føroyska búskapin. Hann er sterkur íløtuni, men lítið skal til at ávirka búskapin, so leingi sum hann bara hvílir á fiskivinnu. Tí mugu vit aftur ásanna, at tað var spell, at politiski myndugleikin ikki kundi semjast um at lækka kostnaðarstigið í samfelagnum, so løntakarar av álvara merktu, at keypiorkan ikki minkaði, men tvørturímóti vaks, so tann vanligi løntakarin fekk tað eitt sindur rúmligari í tí dagliga! DAGSINS MEINING Sosialurin Trupul seming VIÐMERKINGAR Rættleiðing til grein í Oyggjatíðindum Jóannes Dalsgaard 2.mai 2001 Í Oyggjatíðindum tann 2. mai er grein undir yvir- skriftini “Løgmaður fingið klagu um mentamála- ráðharran”. Í greinini verð- ur m.a. skrivað: “Okkara upplýsingar ganga út uppá, at Jóannes Dalsgaard inkasserar slaka millión árliga fyri bæði størvini, men er bara ongantíð at síggja á landsskjalasavn- inum”. Sipað verður til, at mær tænastuliga er álagt at virka sum stjóri á Landsskjala- savninum, nú eingin stjóri er á stovninum, starvið blokerað og tí ikki kann verða lýst leyst. Hetta er ein fyribils skipan, sum vón- andi skjótt fær enda. Fyri góðan ordans skuld skal verða upplýst, at eg ikki fái løn fyri at røkja starvið sum leiðari av landsskjalasavninum. Tað skal eisini verða upp- lýst, at eg eri á Lands- skjalasavninum hvønn dag í vikuni. Skuldi tað borist mær frá, røkir annar em- bætismaður í Menta- málastýrinum uppgávu mína við atliti at savninum. Arnfinnur Thomassen Var burtur í haga leygar- dagin, tá ið jeg hoyrdi út- varpið. Hugfarsligt at hava okkara lógarfesta fjølmið- ilin við ein góðveðurdag á trøðni í hægstu lembingar- tíð… So komu ítróttartíð- indini… Høvuðsyvirskriftin var katastrofan hjá fuglfirðing- um í Havn. Jeg hugsaði sjálvsagt – og tað mundu føroyingar flestur eisini hugsa um – 7-0 til havnar- menn. Men dekan fari, tá ið úrslitið varð kunngjørt endaði dysturin 3-2! Jeg unni fuglfirðingum alt tað besta – eisini HB. Men hví skal Útvarpið vera so óluksáliga partískt? VB var »úrlatið« og »avsmurt« í Havn. Teir taptu 4-1. Eitt havnarlið tapti 4-1 í Gøtu…MEN har var eingin »avsmurningur« og eingi »nakin krov«!!! HB er sambært útvarpið Føroyameistari – uttan at hava leikt ein einasta dyst í landskappingini!!! Jeg veit altið, nær VB hevur vunnið ein dyst. Tá koma teir altíð seinast í ítróttatíðindunum! MEN hevur eitt havnarlið vunnið, so verður tað væl og virði- liga útbasunerað í ÚF! (»No news is good news«) Tað nyttar óluksáliga lítið at tosa um útjaðara og útoyggjar, tá ið okkara megamiðil, Útvarp Føroya, ikki hugsar út um Eystnes og Stong! Úrlatin og ílatin í útvarpinum Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Tórshavn 01.05.2001 í sambandi við at sam- ráðingarnar við Føroya Ar- beiðsgevarafelag og Havn- ar Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar. Undirritaðu feløg skulu við hesum boða frá, at hóast partarnir so at siga als ikki hava tosað um sjálv lønarkrøvini, so avjøgrdu arbeiðsgevararnir at slíta samráðingarfundin og boð- senda semingsstovninum. Fyri okkum er eingin ivi um, at hetta er tekin um, at arbeiðsgevararnir ikki hava áhuga í at royna at finna eina semingsloysn við sam- ráðingum millum partarnar, og vit meta ikki tað tænir nøkrum av pørtunum, at annar samráðingarparturin soleiðis kastar frá sær áðrenn verulig gongd er komin á lønarsamráðing- arnar. Vit skulu í hesum sam- bandi vísa á, at tað er sera umráðandi, at limirnir í feløgum okkara neyvt fylgja galdandi sáttmála, eisini tá talan er um arbeiðstíðir, tí í einari støðu sum hesari, tá vandi er fyri arbeiðssteðgi, tá vísa royndir okkara, at ikki allir arbeiðsgevarar fult út halda galdandi arbeiðstíðir, hetta fyri at arbeiða undan rávør- una, áðrenn møguligur arbeiðssteðgur verður settur í verk. Yvirlýsing