hósdagur 3. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 3. mai 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 84 - 3. mai 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Stórslidnar útferðir,
deiligt hotel, rimmar
borðhald og dansur
út á tann ljósa
morgun fyri bíligan
pening
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Nú er longu tíð at fara at
hugsa um barnagentuna, er
gerandisdagurin við at ger-
ast alt ov tristur av súrum
pliktum og bíleggja sær
pláss til eitt svalandi viku-
skifti á Hotel Vágum.
Langt burtur frá irriterandi
mobiltelefonum og rúgvuni
av óloystum uppgávum,
sum helst verða óloystar
drúgva tíð enn, men sum
geva ringa samvitsku og
tyngja dagliga.
Starvsfólkið á Sosialin-
um var ein túr á Hotel Vág-
um seinasta vikuskifti. Vit
høvdu keypt eina pakka-
ferð, sum fevndi um flutn-
ing til og úr meginøkinum,
mat og uppihald, dans um
kvøldið og útferðir.
Og vit vóru ikki einsa-
møll. Fleiri onnur høvdu
fingið sama hugskot og ein
fullsettur bilur stevndi úr
Havnini beint fyri middag
leygarmorgunin, ávegis til
Vestmanna. Vit koyrdu
fram við eystara munna á
nýggja undirsjóvartunnlin-
um, sum gjørdi hendan túr-
in í bussinum eitt sindur
sorgblídnan. Um stutta tíð,
so verður tað so skjótt at
fara vestur í Vágar, at ein
merkir tað ikki. Føroyar
gerast minni og minni fyri
hvørt framstig, sum verður
samtykt á samferðsluøkin-
um og eg kann ikki lata
vera við at hugsa. Fer betr-
aða sambandið við Vágar at
avtofta oynna, soleiðis sum
tað hevur víst so so nógva
aðrastaðir í landinum. Sam-
ferðslunetið í Føroyum
hevur ongantíð verið betri
enn tað sama, men hóast
tað, so vísa seinastu tølini
frá Hagstovuni, at Havnir
bara bólgnar, nú eru yvir
17.000 íbúgvar í Havn og
fólkatalið bara fellir í útjað-
araøkinum.
Útferðir
Vit standa í túninum á
Hotel Vágum. Frískligt
veður, turt, men onkur
dropi er inn í millum.
Kanska hevði tað verið enn
betri um Sosialurin hevur
tikið okkara privata veður-
mann við. Men honum
barst frá.
Vit gera skjótt av, tí dag-
urin styttist og áðrenn
sjálvan stuttleikan á hotell-
inum um kvøldið, skulu vit
síggja vøkru Vágoynna.
Tríggjar eru útferðirnar,
ein út á Trælanýpuna, hetta
perversa stað, har útslitnir
trælir í gomlum døgum
vóru stoyttir oman. Men
náttúran og vágamenn í dag
eiga ongan part í hesi
døkku søgu. Trælanýpan og
náttúran har í nánd og sera
vøkur og hugnalig.
Onnur ætla at taka seg
niðan á Eggina fyri vestan í
Sørvági, at skoða út yvir
hesi prúðu fuglabjørg og
skorar, sum hava vart Sør-
vág í túsund oman á túsund
av øldum og væl meira enn
tað.
Ferðalagið á Sosialinum
ætlar sær til sjós, út at
hyggja eftir prúða Tind-
hólmi, sum vit annars van-
liga bara síggja hjartkipt, tá
vit flúgva inn yvir óunni-
liga Sørvágsfjørð, tá hann
er lágur í ættini og vit
kenna at okkara seinastu
tími er komin.
Hóast hann er eystan í
ættini og tað skuldi verið
besta ætt í Vágunum, so
stendur brim upp í lunda-
landið vestantil á Tind-
hólmi. Á Gud sum her er
vakurt. Tað rekur upp í ætt-
ina í Mykinesfjørði og har
brýtur allastaðni.
Fuglur er at síggja og
havhesturin og ritan eru
longu í berginum, tey síggj-
ast betur enn svartfuglurin í
øllum hesum svarta og
dimmgrøna.
Vit fara gjøgnum Draga-
sund vesturum og tað er
kønir menn í sigla. Holu-
siglararnir úr Vestmanna
við Silju og Barbaru vita
hvat gera og ein staðkendur
sørvingur, sum eg kenni
sum stýrimann umborð á
Maerskskipum, er við sum
staðkendur. Siglingin er
ógvuslig, men tað eru skila-
menn sum stíla fyri og vit
koma trygt fram, hóast tað
rullar ikka onkra løtu, og
onkur nýstur av berum ótta.
Her eru fullveldismenn
við, sum fegnast um Hav-
borgina fríðu, føðilandi,
sum er brimbart og veður-
bitið og sum hevði verið
uppaftur
lekrari
uttan
donsk bond. Og so eru eis-
ini sambandsmenn við,
sum halda, at tað vit nú
síggja, er eitt deiligt og
nydeligt petti av danska
kongaríkinum, sum henn-
ara majestæt kann vera stolt
av. Og so eru onnur, helst
fjøldin, sum halda, at tað
vit nú síggja bara er deiligt
og einki annað og sum ikki
seta tað tey síggja í sam-
band við nakað annað, sum
liggur langt uttanfyri føði-
landið.
Vit sigla kring Tindhólm
koma inn í Pollin innanfyri
Eiriksboga, har Vágamenn
fyrr stungu grind niður. Her
gongur ein fittur partur av
góðu skaldsøguni hjá Heð-
in Brú fyri seg og vit síggja
teir fyri okkum og tann
vælsignaða grind.
Vit sigla eina løtu á Sør-
vágsfirði, eru úti undir
lendingini í Gásadali og
stevna síðan heim aftur.
30 rættir
Aftan á ein góðan lúr á
hugnaliga hotelrúminum,
er boðið til borðhald klokk-
an sjey um kvøldið. Undir-
ritaði hevði eina løtu áðr-
enn roynd nýggja billiard-
borðið í kjallaranum og
gleddi seg til onkran dyst
seinni.
Sjálvtøkuborðið,
sum
stóð miðskeiðis í rúmun-
um, bognaði av mati. Har
var alt sum tú kundi hugsa
tær. Eg eri av tí áskoðan, at
tá ein syndar í mati, so skal
ein synda stórt og fólk
syndaðu, so tað brakaði
eftir í. Tey svangastu høvdu
fingið sær tvær reisur upp á
tallerkin, áðrenn tey sein-
astu sluppu fram at fyrstu
ferð. Og tey stóðu nú og
bíðaðu at sleppa framat
triðju ferð.
Men har var nakað at
taka av, og hóast dúgliga
var gingið upp til alt góð-
gætið teir næstu tveir tím-
arnar, so fjaraði ikki av. Tá
so tíggju sløg av køkum
skuldu leggja lok omaná, tá
var hendan løtan fullkomin.
Borðhaldið endaði við, at
tú hoyrdi okkurt køvt rop
og geisp og so mannaðu vit
okkum upp til náttina.
Um kvøldið var dansur
við orkestrinum »All That
Rain« og teir vóru deiligir.
Náttin fór til dans, reyp,
billiard og góðan vertskap,
har fleiri vágafólk eisini
høvdu leitað sær niðan á
hotellið og prátið var
hugnaligt.
Ferðin endaði sunnu-
morgunin við einum deilig-
um morgunmati. Øll herlig-
heitin kostaði 700 krónur
fyri fólkið og eg ætli mær
aftur einaferð seinni í ár at
slappa av á Hotel Vágum
og at ganga ein túr í hesi
deiligu náttúru. Vit skylda
okkum sjálvum at forkela
okkum eitt sindur, ikki
sannheit.
Flott vikuskifti á Hotel Vágum
“Barbara” hjá
Skúvadalsmonnunum í
Vestmanna í tungari aldu út
fyri Dragasundi.
Mynd: Jens Kr. Vang.
Her stendur hann, Tindhólmur, lítið broyttur síðan Føroyar vóru bygdar í fyri góðum 1200 árum síðan. Hann hevur staðið her
seinastu 50-60 milliónir av árum.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Í Býin
Mat-
seðilin
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Við Sosialinum
Í BÝIN