Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 84 - 3. mai 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Citroën Evasion verður gjørdur í Frankaríki, á somu verksmiðju sum Fiat Ulysse, Peugeot 806 og Lancia Zeta. Hesir fýra MPV bilarnir eru næstan eins, men smávegis munur á designinum, gevur teimum hvør sín identitet BILAR Magnus Gunnarsson Navnið Evasion er franskt og merkir nakað við frí- løtuarbeiði ella ítriv. Tað kann av sonnum sigast um hendan bilin, sum man næstan kann brúkast til hvat sum helst. Til ber at hava frá einum setri, og heilt upp í átta sitipláss, um man hevur brúk fyri tí. Eisini kunnu framsetrini snarast 180 stig. Tað at dúrkið er heilt slætt yvir allan bilin, ger at tað er sera lætt at koma runt í bilinum, onki við at smekka beinini í hondbremsuna ella gear- stongina. Gott útsýni Sum á flestu MPV bilum, er hesin lættur at koma inn og úr, man situr høgt og útsýnið er gott allan vegin runt, og fáir blindvinklar. Setrini eru stútt, samstundis sum tey eru góð at sita í. Hóast Evasion ikki hevur hydrauliska fjaðraskipan, sum teir størru Citroën bilarnir eru kendir fyri, er hann sum ein eyðkendur franskur bilur at koyra. Koyrieginleikarnir eru heilt í topp, og hann er óvanliga lættur at koyra við í býnum, eins og á longri túrum millum bygdir. Orkusparandi og ljóðleysur Fyrr var ein dieselmotorur samsvarandi við nógvan larm, svartan royk og lítið og onki upptrekk. Men nú er vent í holuni hesum viðvíkj- andi. Hesir nýggju HDI mo- torarnir seta heilt nýggjan standard fyri at vera orku- sparandi, kvikir og ljóðleys- ir. Satt at siga, merkist tað næstan ikki at bilurin er diesel. Bilurin vit hava fyri okkum her, er ein 2.0 HDI við 110 hk við common rail innspræning. Tað at dysur- nar við brennievninum verða stýrdar elektrohy- drauliskt, og eru teldustýrd- ar, ger at blandingin av luft og brennievni altíð er opti- mal, og luftdálkingin verður so lítil sum til ber. Standardútgerð Av standardútgerð kann til dømis nevnast servostýr- ing, ABS-bremsur, dupultar airbag, trygdarkabina, barnatryggar dragihurðar á síðunum, nakkastúttur á øllum setrunum, el-hita í framsetrunum, fjarstýrt sentrallás, heilautomatiskt klimaanlegg og flúgvara- borð á stólarygginum á framsetrunum. Citroën Evasion HDi – stórur og rúmligur MPV Citroën Evasion 2.0 HDi Motorurin 2.0 litur 4 syl. diesel 110 hk 0-100 km/t 14,8 sek Oljunýtsla 14,9 km/l Dekkstødd 205/65-15 Stødd og vekt Longd 445,4 cm Breidd 181,8 cm Hædd 171,4 cm Eginvekt 1625 kg Totalvekt 2400 kg Viðførisrúm 340 / 2100 litrar Prísur kr. 330.000,- Søluumboð: Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tlf. 313666 Citroën Evasion hevur fleiri møguleikar við at flyta setrini ella taka tey úr Citroën Evasion verður gjørdur í Frankaríki, á somu verksmiðju sum Fiat Ulysse, Peugeot 806 og Lancia Zeta Mynd: Jens K. Vang Nr. 84 • hósdagur • 3. mai 2001 • 75. árgangur Eitt orðatak sigur , at fáur lýgur meira enn helvtina, men hetta kann ein ikki siga um eigararnar á fiski- bátinum “Else Karine” úr Haugesund. eigararnir eru ákærdir fyri at hava veitt fýra ferðir so nógv sum teir hava loyvi til. Teir kunnu nú rokna við einum endur- gjaldskravi av heilt søgu- ligari stødd, einar 5,7 mill- iónir norskar krónur. Og tað er nógvur peningur, tí “Else Karine” er ikki nakað stórt skip, skrivar norska vevsíðan Intrafish. Síðan 1998 hevur “Elsa Karina” veitt av eini kvotu, sum krevur, at skipið er 29 metur langt. Skipið er so langt, men eigararnir hava ongantíð fingið loyvi at veiða við einum so stórum skipi. Teir hava bert havt kvotu til einn 15 metur langt skip, og tað gevur munandi minni kvotu. Mál- ið endar helst í rættinum. je Fiskaði fýra ferðir kvotuna Rækjutrolarin Fuglberg roynir í løtuni í Eystur- grønlandi. Reiðaríið frætti frá teimum í gjár, men tá var ongin fiskiskapur. Annars hevur verið brúkil- igt fiskarí hendan túrin. Teir hava 61 tons inni af góðum rækjum, av japan- rækjum og kókaðum rækj- um. je Næraberg hevur seinastu dagarnar ligið og landað á Klaksvík. Hann hevði fulla last hendan túrin, eini 1050 tons. Harav vóru 750 tons surimi og restin var mjøl. Næraberg var so óheppin tá teir komu inn, at hann botnaði. men tað gekkst væl at fáa skipið leyst aftur. Næraberg fer nýggjan túr í dag. Teir royna saman við hinum svartkjaftatrolarun- um í føroyskum sjóøki í løtuni. Svartkjaftabátarnir hava fingið væl seinastu tíðina, men minni var at fáa mánadagin og týsdagin. je Í gjár fóru rækjutrolarin hjá Kjølbro, Sjúrðarberg, út aftur á nýggjan túr eftir at hava verið inni í Bay Rob- erts í New Foundlandi og landa 350 tons av rækjum. Teir fóru inn seinasta leyg- ardag og hava eisini skift manning og tikið proviant og aðra útgerð. Sjúrðarberg hevur ikki verið heima síðan á jólum og seinasta túrin byrjaðu teir 26 februar, so fiski- skapurin hevur verið brúk- iligur. Tað eru brøðurnir Eyð- stein og Óli Sørensen av Viðareiði sum skiftast um at føra Sjúrðaberg. Eyð- stein er skipari, nú teir eru farnir út aftur. je Fuglberg í Eysturgrønlandi Sjúrðaberg í Bay Roberts Næraberg út í gjár FISKIVINNUTÍÐINDI gan• Inntech Va ax 449 499 Vøggan hevur hópin av nýggjum lum á goymslu Sjálvandi hevur Inntech VVS nó ónina.