Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 223 - 16. november 2007 Bygg saman við okkum Í Eik er nógv virksemi, og nýbygging og ábøtur eru ein støðugur partur av virkseminum. Vit sóknast eftir einum persóni at standa fyri hesum arbeiði og at hava samband við viðkomandi myndugleikar. Arbeiðið er spennandi og fjølbroytt. Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið hevur hug og evni at samstarva og samskifta við bæði eksternar veitarar, leiðslu og starvsfólk. Talan er um eitt sera sjálvstøðugt starv. Starvið fevnir m.a. um: - Leiðslu og samskipan av ný- og umbygging av ognum hjá Eik - Viðlíkahald av deildum - Í samráð við Vinnulívsdeildina at hava eftirlit við bygging og at gera kostnaðarmetingar - Tilrættisleggjan og samskipan av húsavarðararbeiði Vit ímynda okkum, at tú ert byggifrøðingur, byggiteknikari ella hevur samsvarandi royndir. Mest umráðandi er tó, at tú hevur royndir innan byggileiðslu. Áhugað kunnu venda sær til Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara, á tel. 348510 ella á e-mail marjun.eystberg@eik.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønin verður ásett eftir avtalu. Skrivlig umsókn skal vera Eik í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. november 2007. Send umsóknina til: Eik Banki P/F Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn Hevur tú førleika at leiða byggivirksemið í eini støðugt vaksandi fyritøku? So hava vit eitt áhugavert starv til tín www.eik.fo atlantic.fo Atlantic Airways til sølu mánadagin Mánadagin 19. november kanst tú keypa partabrøv í Atlantic Airways. Sølan fer fram í tíðarskeiðinum 19. til 27. november, men tíðarskeiðið kann styttast, um øll partabrøvini verða seld fyrr. Lesið meira um søluna á www.atlantic.fo og www.kaupthing.fo, har søluskjalið er tøkt. Ert tú áhugað/ur í at keypa partabrøv, kanst tú at venda tær til allar peningastovnar kring landið. Atlantic Airways