Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 223 - 16. november 2007 Skúlatiltak Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Birgir Waag Høgnesen Sum so nógva aðrastaðni hava eisini vestmenningar havt kendu søgurnar hjá svenska barnabókarithøvundanum, Astrid Lindgren, sum evni hesa vikuna. Hetta er í sambandi viða, at Lindgren hevði fylt 100 í gjár, um hon var á lívi. Næmingarnir í Vestmanna Skúla hava arbeitt við ymiskum sum: At baka pippibollar við spunk drússi, emilkøkur, nangijalaskuffukøgu við nangilima sjokolátu org Lindgrenlagkøku. Ymiskur lestur hevur verið á skránni við øllum teimum kendu: Pippi, Emil, Dikka, Lotta, Børnini í Dundurdali, Brøðurnir Leyvuhjarta, Ronja Ránsmannsdóttir og Mio mín Mio. Eisini hava næmingarnir telgt Emil- figurar, gjørt dukkur og dukkufilmar, meðan onnur hava roynt seg við Lesiteaturi. Sjónleikur verður eisini við øllum teimum kendastu Lindgren- figurunum. Her eru myndir úr Vestmanna í sambandi 100 ára haldið av Astrid Lindgren. Millum annað av køkuni, sum var 14,3 metrar long. Børnini og Lindgren