Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 • 16. november 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Pól gevst sum ungdóms­ trúboðari Klaksvík: Eftir at hava starvast sum ungdómsráðgevi hjá Heimamissi­ ónini í meiri enn eitt ár, hevur Pól Johannesen (myndin) tikið avgerð um at gevast sum slíkur. Hann fer nú aftur at starvast sum trúboðari í Norðoyggjum. – Sum ungdómsráðgevi hevur tú nógv at gera og at umsita. Sjálvur haldi eg meg vera meiri til at vitja fólk, sjúkrahús, smáplássini og at tala á møtum, sigur Pól, sambært heimasíðuni hjá KFUM&K í Klaksvík. Heimamissiónin fer nú at søkja eftir nýggjum ungdómstrúboðara at taka við starvinum 1. januar. Hyggja eftir talum á netinum Í Skálafirði: Tey, ið á einhvønn hátt, ikki fingu eitt ávíst møti við í Kelduni, kunnu nú bæði hyggja – og lurta! – eftir tí á netinum. Samkoman hevur nevniliga skipað soleiðis fyri, at ein á heimasíðu teirra kann síggja talur, sum hildnar eru í samkomuni. Arbeitt hevur verið við hesum eina tíð, og nú er fyrsta talan longu løgd út. Hetta er ein undirvísingartala hjá Pola Jacobsen, sum hann helt á einum AWAKE­møti herfyri. Sagt verður, at í byrjanini verður eitt óstøðugt við, hvørjar talur verða lagdur út. Ætlanin er kortini seinni, at hetta skal kunna gerast regluliga. Heimasíðan hjá samkomuni er keldan.fo og undir teiginum “Video talur” ber til at síggja hesa fyrstu taluna. 60 ár við Frelsunar­ herinum Vágur: Um viku­ skiftið verða ser­ støk møti hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum (búmerkið) í Vági. Hetta er í samband við at 60 ár eru liðin, síðani Frelsunarherurin byrjaði virksemi sítt í býnum. Í samband við møtini fær “herurin” vitjan av sjefsekretær Marianne og Clive Titus Adams. Roynið alt, hald fast á tí, sum gott er! 1. Tess. 5. 21 Vit skulu royna alt, sigur Guðs orð. Her er týdningarmikið at vera greiður yvir, hvat orð í tekstinum, dentur skal leggjast á. Er tað meiningin, at vit skulu royna ALT? Vil Guð at vit skulu sleingjast her og har, hyggja eftir øllum, sum býðst okkum, lurta eftir øllum prædikumonnum o.s.fr.? Í okkara tíð fært tú varhugan av, at mong hava fatað orðið soleiðis. Men hvat sigur Guðs orð um slíkt? Vit skulu halda okkum burtur frá falslæru. Vit skulu ikki taka ímóti teimum, sum boða ein annan gleðiboðskap. Vit skulu halda fast við ta heilnæmu læruna, tí vit vita, hvørjum vit hava lært hana av. Andaligt forvitni er ikki ein eginleiki, sum fær rós í Guðs ríki. Nei, meiningin er, at vit skulu royna alt, sum ger vart við seg. Tað, ið vit koma út fyri av munnligari og skrivligari boðan, tað, ið ljóðar kring okkum í lívinum og sum vit ikki koma uttanum at hoyra, tað skulu vit royna. Til allar tíðir vil tað vera eitt og annað, sum liggur ”í luftini”. Tey, ið ikki eru rótfest í Guðs sanna orði, verða lættliga rivin við. Men tað rætta er at royna alt. Forfedrar okkara vóru avgjørdir í slíkum søkum. Skriftirnar, sum Hans Nielsen Hauge hevur skrivað til vinir sínar, høvdu vit havt gott av at tikið fram og kanna. Hann skrivar m.a. at eingin skal viðmæla nýggjar og ókendar bøkur, fyrrenn teir elstu í kirkjuliðinum hava lisið tær. ”Kirkjuliðið” merkir samfelag teirra heilagu. Tá ið ræður um bøkur, ið ikki læra rætt, eiga øll at vera ávarað móti at lesa tær. Vit halda tað vera okkara skylda at ávara menniskju móti sviki, hvussu mikið meira má hetta vera galdandi, tá ið tað snýr seg um andalig viðurskifti, sigur Hauge. Vit skulu royna alt. Og royndin skal vera ein meting út frá Guðs orði. Samsvarar tað, ið skrivað og sagt verður, við Halgubók? Framgongd og succes er ikki eitt haldgott tekin um, at alt er rætt. Ofta savna falslærarar og deyð gudsdyrkan stórar fjøldir av menniskjum. Nei, tað er Guðs egna orð, ið er mátistokkurin. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Tá prinsarnir báðir, Nikolai og Felix fara til songar á kvøldi, biður greivinna Alexandra altíð Faðirvár við teimum. Samstundis verjir hon fleiri av kristnu grund­ virðunum í samfelagnum. – Við bønini Faðirvár verður dagurin rundaður væl av, og javnvág kemur í, sigur hon í sam­ røðu um evnið trúgv og kirkja við danska blaðið Kristelig Dagblad. Tað liggur eftir øllum at døma djúpt í Alexandru at børn hennara fáa góð og fortrólig viðurskifti til kirkju og kirkjulív. – Tað er týdningarmikið, at vit í kirkjuni verða ámint um, at vit hava tað gott, at vit skulu minnast til at njóta lívið, sigur hon og heldur kirkjuna vera eitt upplagt stað at skapa og viðlíkahalda okkara identitet og siðir. Sjálv hevur Alexandra tikið donsku fólkakirkjuna at sær sum sína egnu eftir umvending sína í 1995. Besti sálmur hennara er “Føgur er foldin”, og úr Bíbliuni dámar henni sera væl frásøgnina um, tá Jesus mettaði 5000 menniskju við fimm breyðum og tveimum fiskum. Henni dámar eisini sera væl prædikur, har ein fer beint til sakina: ­ Prædikan er ein upp­ lagdur møguleiki hjá prestinum at broyta tær føstu rutinurnar og kom út um rampuna og røkka kirkjuliðinum, eisini við dags­ aktuellum evnum, sigur hon. Margretha II drotning hevur áður greitt frá sínum persónligu viðurskiftum til kirkju og kristin­ dóm, men tað er sjáldan, at persónar so nær knýttir til kongs­ húsið sum Alexandra hava tosað um týdningin av trúnni í teirra lívi. Alexandra biður Faðirvár við prinsunum Alexandra greivinna Samkoman Oasan í Havn skipar í heyst fyri kvøldmøtum ávís sunnukvøld. Skráin fyri møtini er rætti­ liga fjølbroytt. – Møtini savna eisini meiri fólk, sigur Torbjørn Láadal, sum skipar fyri møtunum Fleiri av limunum í samkomuni hava saknað hesi serstøku kvøld­ møtini. Nú tey byrjaðu aftur í september mánaði, eru tey fegin um tað. Ein teirra er Turið Joensen, sum hevur saknað hesi møtini, tí tey eru øðrvísi. Við samkomublaðið í Oasuni sigur hon seg havt ein longsul eftir teimum. – Eg vil sjálvandi hava, at onnur møti og gudstænastur skulu vera. Men tað serliga við kvøldmøtunum er, at tað koma fólk frá øðrum samkomum, bæði til at syngja, vitna og tala, sigur Turið. Fyrsta kvøldmøtið varð hildið 16. september. Sum skilst, er ikki óhugsandi at tey so líðandi gerast uppaftur fleiri. Neistin skal loga Arbeiðið í samkomuni er skipað soleiðis, at gudstænasta er hvønn sunnudag klokkan 11. Men ávís sunnukvøld er eisini møguleiki at fara á møti klokkan 18. Her kann talan verða um sang­ møtir, vitnimøtir og møtir har ein talari kemur á vitjan. Tað er Torbjørn Láadal sum hevur fingið til uppgávu at skipa hesi møtini. – Tað sum eg gleði mest um er at hesi møtini savna fleiri fólk og at møtini haraftrat eru sera ymisk, sigur hann. Torbjørn sigur seg fegnast um, at teir talarar, sum eru bidnir at koma frá øðrum samkomum, hava játtað beinanvegin. – Eg vænti, at hetta verður eitt ríkt heyst, har heilagi andin fer at verða virkin millum fólkið, og at tann neistin, sum andin blæsur á, fer at loga, sigur hann við blaðið. Eftir skránni verður næsta sunnukvøldsmøtið 2. desember. Eg vænti eitt ríkt heyst Oasubrøðurnir hava sungið á nógvum møtum kring landið. Uttast høgrumegin sæst Torbjørn Láadal. Mynd: oasan.fo