Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 223 - 16. november 2007 w w w . h a v s b r u n . f o Er tín stórsta styrki “Vanligt vit og skil…” – so er tað kanska tær vit hava brúk fyri… Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og einum umsetningi uppá smáar 600 mill. kr árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Vit koma í nærmastu framtíð at hava brúk fyri framleiðslufólki, og vilja hervið eggja áhugaum at søkja. Arbeiðsuppgávur • Tá ið framleiðsla er at verða partur av dagliga arbeiðinum sum er í vaktum við skiftandi tíðum. • Røkt, viðlíkahald og umvælingar av framleiðslustólum og virkinum annars. Vit rokna við at tú hevur • ein ávísan kunnleika til maskinur og teldur • eldhuga, ert álítandi og ágrýtin Lønina tosa vit um… Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum tekniskt dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Hevur hettar tín áhuga, so send eina umsókn so skjótt sum gjørligt. Tó seinast 30. novembur 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vilt tú vita meiri, ert tú vælkomin at ringja til Hartvig Joensen, deildarleiðara ella senda ein teldupost. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf 41 44 00 Fax 41 44 01 E-mail: haj@havsbrun.fo atlantic.fo Starvsfólk til søludeildina/avgreiðsluna Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Søkt verður eftir fólki til søludeildina/ avgreiðsluna hjá Atlantic Airways á fl ogvøllinum. Arbeiðið fevnir m.a. um: • bílegging av ferðaseðlum og pakkatúrum • avgreiðsla av ferðafólki og flogførum • telefontænasta/vegleiðing • help-desk tænastur • upplýsing um ferðslu • leiðbeining í sambandi við netbókingar Førleikakrøv: Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur • útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið • hevur kunnleika til bókingarskipanir og ferðaseðlasølu • dugir at arbeiða við teldu • hevur evni at samstarva og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • kann arbeiða undir trýsti • kann arbeiða skiftandi tíðir Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi. Hetta er eitt starv við skiftandi vaktum og arbeiðstíðum. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Heidi Askham (Søludeildin), tlf. 34 10 10, heidia@atlantic.fo ella Sólbjørg L. Magnussen (Avgreiðslan), tlf. 34 10 50, solbjorg@atlantic.fo. Umsókn skal sendast til: Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin (Human Resources), Att.: Georg Suðurgarð Vága fl oghavn, 380 Sørvágur, ella til georg@atlantic.fo. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo