fríggjadagur 16. november 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 16. november 2007
31
Starvið
Av tí at skrivstovufólk okkara hevur valt at taka við
øðrum avbjóðingum í Yrkisdeplinum, er eitt
áhugavert og fjølbroytt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk
leyst at søkja í Yrkisdeplinum við møguleikum
fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi
uppgávum.
Arbeiðsøki
Í høvuðsheitum at arbeiða við øllum vanligum fyrisiting-
arligum uppgávum og at hava skrivligt og munnligt
samskifti við viðskiftafólk, t.e. lærupláss, lærlingar, yrkis-
skúlar, yrkisnevndir og onnur innan arbeiðsmarknaðar-
og yrkis útbúgvingarøkið.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari:
- Hevur handilsskúlaútbúgving og royndir í skriv stovu-
yrkinum ella aðra javnsetta útbúgving og royndir,
- hevur góðan teldukunnleika og kunnleika til mál,
serliga føroyskt, og
- hevur góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálv-
støðugt.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar -
málaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanarøkið fevnir um alt stjórnarráðið og tess stovnar.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Yrkisdepilin
Postrúm 3279
FO-110, Tórshavn
ella sum teldupostur til: eydung@yrkisdepilin.fo
Umsóknir skulu vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta
lagi 19. november 2007, kl. 16.00.
Starvið verður at seta skjótast til ber.
Upplýsingar um virksemið hjá Yrkis deplinum eru at
fi nna á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, ber til at ringja til
Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðara, tlf. 555066.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Yrkisdepilin er ein sjálvstøðug fyrisiting í Mentamálaráðnum, sum fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at
vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið,
herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l.
Skrivstovufólk
sansir.fo
lýsingar
Lærlingur til Ítróttur á Glyvrum
Søkt verður eftir lærlingi til Ítrótt á Glyvrum
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Glyvrum
hava vit eisini ein í Tórshavn og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntligur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond
í tá á stendur ert tú vælkomin at søkja hetta
lærupláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og 3
ár við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Ítróttur á Glyvrum
Glyvrarvegur
FO-625 Glyvrar
Lærlingur til Thomas Dam
Tórshavn
Søkt verður eftir lærlingi til Thomas
Dam ítrótt í Tórshavn.
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn
hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í,
tá á stendur, ert tú vælkomin at søkja hetta
lærupláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og
3 ár við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Thomas Dam Ítróttur
Niels Finsensgøta 5
Boks 268
FO-110 Tórshavn
Maskinmeistari
søkist til Elfelagið SEV
Eitt farloyvisstarv fyri maskinmeistara við elverkið
á Strond í Klaksvík er leyst at søkja til setan í
tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember 2008.
Starvsinnihald
Starvið umfatar rakstur og hald av elverkinum á
Strond, viðlíkahald av mobilagrigatum, eins og
viðlíkahald av teim fimm smáverkunum á Fugl
oynni, í Mykinesi, á Skúvoynni, Kolturi og Stóra
Dímun, ið tilsamans hava 14 framleiðslueindir.
Hartil eru 3 eykaverk, sum eisini hoyra til starvs
øki.
Talan er fyrst og fremst um dagarbeiði, men
talan kann blíva um nakað av vaktararbeiði
uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Arbeiðsstaður
Arbeiðsstaðið er á elverkinum á Strond, og
arbeitt verður á og út frá hesum arbeiðsstaði til
hini elverkini eftir tørvi.
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur um tú hevur fulla maskin
meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara
prógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv og/
ella royndir innan øki.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
SEV og Maskinmeistarafelagið. Er talan um fulla
maskinmeistaraútbúgving er starvið flokkað í
lønarflokki 6. Byrjunar og endalønin í 6. løn
arflokki er í løtuni netto ávikavíst kr. 25.624,38
og kr. 27.403,85 um mánaðin. Harafturat verður
goldið í eftirlønargjaldi tilsamans ávikavíst kr.
3.203,05 og kr. 3.425,48 um mánaðin.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri framman
undan, sum verður roknaður frá próvtøkudeg
num, men er treytaður av fakliga viðkomandi
arbeiði síðani tá.
Fólk í tíðaravmarkaðum størvum sum hesum
kunnu velja at fáa eftirlønargjaldið útgoldið sum
Ainntøka.
Umsóknir
Vinaliga send umsókn saman við prógvum og
møguligum ummælum til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er týsdagin 4. desember 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Hans Jákup Petersen, verkmeistara ella til Berg
Didriksen, deildarstjóra á maskindeildini, báðir á
telefon nr. 346800.
-har
tað hendir