Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÁKUP MØRK Seinastu árini hevur Føroya Tele við jøvnum millum- bilum lækkað nýtslugjøldini á teleøkinum, og fríggja- dagin varð so á tíðindafundi boðað frá, at frá 1. Februar lækka minuttakstirnir fyri telefonsamrøður munandi. Júst hvørjar lækkingar talan er um, sæst á talvuni aðrastaðni a hesi síðu, men sum tað eisini framgongur av talvuni, so er ikki bara talan um lækkingar, við tað at uppringingar- og mánað- argjaldið hækka, tá nýggi prísirnir verða settir í gildi. Í ávísum førum hevur verið funnist at, at Føroya Tele hevur havt somikið stór yvirskot seinastu tíðina, og røddir hava verið frammi um, at hetta er tekin um ov høg nýtslugjøld. Andrass Róin greiddi á fundinum frá, at tað er sera týdningarmikið hjá felag- num at hava góð úrslit og gott gjaldføri. Bæði tí felag- ið í framtíðini helst má gera umfatandi íløgur, men eisin tí felagið framvegis hevur eina hampuliga stóra skuld, sum tó er minkað í stórum seinasta tíggjuáraskeiðið. Hann greiddi tó eisini frá, at Føroya Tele sær tað sum eina samfelagsskyldu at lækka nýtsluprísirnar, tá hetta verður mett at vera fíggjarliga forsvarligt, so- leiðis at brúkararnir fingu tænastuni til best møguligan prís. Lækka prísin og økja um søluna Nýggja prísásetingin er úr- slit av teimum samráðing- um, sum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitiði hava ført seinastu mánaðirnar, og fyri tey, sum skulu gjalda fyri nýtslu av telefonini má sigast, at hetta eru góð boð at fáa. Andrass Róin greiddi eis- ini á tíðindafundinum frá, at verður talan um eina ó- broytta nýtslu í 2000, sæð í mun til undanfarna ár, fara príslækkingarnar at merkja, at inntøkurnar hjá Føroya Tele fara at lækka við einum 15 mió.kr. At hetta verður so, tykist tó alt annað enn sannlíkt, tí av øðrum tølum, sum vórðu framløgd fríggjadagin fram- gekk, at Føroya Tele vænt- andi fer at hava eina netto- sølu í 2000 upp á 245 mió. kr., sum er uml. 30 mió. kr. hægri enn í undanfarna ári. Orsøkin til hesa hækking er helst, at Føroya Tele væntar eina framhaldandi øking í felagum, serliga inn- an alnetið og fartelefonir. Talið av felagum á hesum økjum hevur verið støðugt hækkandi seinastu árini, og við verandi gongd er iva- leyst eisini hald í hesum metingum. Tá farið var undir sam- ráðingarnar var gjørt av, at grundarlagið undir nýggju prísunum skuldi vera teir prísir, sum eru galdandi í grannalondum okkara, t.v.s. fyrst og fremst norðanlond- um. Stjórin á Føroya Tele greiddi frá, at tá útgangs- støðið er tikið í grannalond- um okkara, so hevur hetta viðført, at telefongjøldini í Føroyum nú vera millum tey lægstu í Europa. Sam- bært egnum útrokningum hjá Føroya Tele, sum síðani eru samanhildnar við út- rokningar hjá »Tarifica Telecoms Pricing Bulletin», eru Føroyar nú á einum sjeynda plássi, tá tað ræður um at tosa bíliga í telefon. Viðmerkjast kann, at Tarif- ica Telecoms Pricing Bulle- tin hvønn mánað finnur fram til 10 tey bíligastu »telefonlondini« í Europa Hægst loyvdu prísir Vert er tó at leggja til merk- is, at teir prísir, sum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið eru komin ásamt um, eru hægst loyvdu prísir fyri telesamskifti í Føroyum, og tískil er einki til hindurs fyri, at lækkingarnar í prísu- num vórðu enn størri, enn tær, sum framganga á hjá- løgdu talvu. Føroya Tele lækkar prísirnar Á tíðindafundi í gjár, kunnaði Andrass Róin, stjóri á Føroya Tela, fjølmiðlarnar um, hvørjar príslækkingar talan verður um, nú samráðingarnar við fjarskiftiseftirlitið eru lidnar JÁKUP MØRK Í stuttari viðmerking til So- sialin sigur Jónsvein Joen- sen, at teir eru sera fegnir um, at Vinnumálastýrið, Fjarskiftiseftirlitið og Finn- bogi Arge, landsstýrismað- ur, hava verið so avgjørdir í hesum máli. Tað at hesir partar hava skorið ígjøgnum í málinum, hevur nú havt við sær, at vit í Føroyum eru komin niður á príslegu, sum er eitt úrslit av marknaðarkreftu- num, og at prísirnir sostatt ikki eru úrslit av eini mono- polstøðu, sum eitt einstakt virki hevur. Spurningur kann tí setast við, um tað er Føroya Tele ella Fjarskiftiseftirlitð, sum eiga heiðurin fyri lækkaðu prísirnir, sum framyvir fara at galda. Andrass Róin viðgekk eisini, at teir undir samráð- ingunum fegnir vildu havt prísirnar á summum økjum, eitt nú alnetinum, at verið eitt sindur hægri, eins og teir royndu at fáa tað kostn- aðarmiklu tíðin, t.v.s dag- takstirnir, at fevna um fleiri tímar. Samanumtikið metti hann tó, at talan var um eina semju millum partarnar báðar, eins og hann metti, at hetta er ein loysn, sum báðir partar kunnu liva við. Kappingarførir prísir Jónsvein Joensen, leiðari á P/F Alnót, sigur at teir eru sera fegnir um nýggju prísásetingina, sum ger tað møgu- ligt hjá teimum at taka kappingina við Føroya Tele upp Byrja í næstum Í løtuni fara samráðingar fram millum Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið um, hvørjar treytir skulu vera galdandi, tá aðrir útbjóðarar á marknaðinum skulu nýta føroyska fjarskiftisnetið, sum Føroya Tele er loyvis- havari at. Jónsvein Joensen sigur, at hesar samráðingar væntandi vera lidnar í hesum mánaði, og at P/F Alnót tá fer undir at bjóða viðskiftafólkum teletænastur innan øll øki, og ivast hann onga løtu í, at teir tá verða kappingarførir á øllum økjum. Prísbroytingar galdandi Verandi 1/2-00 Munur frá 1. februar 2000 Minuttgjald - fastnet dag 0,70 0,38 ÷45,7% - nátt 0,35 0,24 ÷31,4% Minuttgjald - GSM dag 2,80 2,40 ÷14,3% - nátt 1,40 1,40 0,0% Minuttgjald - NMT dag 1,90 1,70 ÷10,5% - nátt 0,95 0,90 ÷5,3% Minuttgjald internet - dag 0,30 0,30 0,0% - nátt 0,15 0,15 0,0% Uppringingargjald 0,30 0,40 33,3% Mánaðargjald fastnet 89,00 115,00 29,2% Mánaðargjald ISDN 135,00 175,00 29,6% Mánaðargjald fartelefon 89,00 115,00 29,2% Andrass Róin: – Telefon- gjøldini í Føroyum verða nú millum tey lægstu í Europa Mynd: Jens Kr. Vang Mynd: Jens Kr. Vang 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Ósvaraðir spurningar SEINASTU tíðina hava samgongutingmenn úr Tjóðveldisflokkinum havt harðar atfinningar móti sínum egna landsstýri. Áhugavert hevur verið at fylgt hesum kjaki, men enn standa nógvir spurningar ósvaraðir. Seinast í røðini av atfinningum eru viðmerkingarnar frá tjóð- veldistingmanni úr Eysturoynni, ið júst er farin í farloyvi. At løgtingið fær ov lítla tíð til at viðgera uppskot er ein vælkendur trupulleiki, og sum tað ljóðar á løgmanni, so verður hugt at hesum. Meira álvarsligar eru atfinningar frá sama tingmanni um, at landsstýrismaðurin í Vinnumálum segði alt annað enn sannleikan fyri løgtinginum í málinum um landsverk- frøðingin. Vit hava á hesum stað mangan havt hetta mál á lofti, og tí undra ákærurnar ikki okkum stórvegis. Tað, ið ein má undrast á, er, at samgongulimir siga seg vita, at lands- stýrismaður hevur givið tinginum skeivar upp- lýsingar, og einki gera við tað. Í eitt nú Grøn- landi fór ein landsstýrismaður frá í fjør, tí hann hevði givið tinginum skeivar upplýsingar. Tam- ilmálið í Danmark handlaði um, at Fólkatingið fekk skeivar upplýsingar. Eru tingmenn vitandi um skeivar upplýsingar, so er tað ein plikt at reisa misálit. At tað ikki hevur verið gjørt í hesum máli, var og er vónandi enn tekin um, at Løgtingið er nøgt við frágreiðing landsstýris- mansins. Tá ein tinglimur nú sigur seg vita, at sannleikin ikki kom fram, so er hettar ein á- kæra, ið ikki kann standa ósvarað. Hvat sigur løgmaður? Siga landsstýrismenn ikki sann- leikan fyri tinginum? EIN grundgeving hjá løgtingsliminum í farloyvi fyri, at ikki so nógv verður gjørt frá tingsins síðu viðvíkjandi ivasomum málum í lands- stýrinum er, at misálit altíð merkir samgongu- slit í Føroyum. Skipanin við ábyrgd lands- stýrismanna riggar ikki sum hon skal. Tá so er, so hendir tað óhepna, at trupulleikar altíð verða settir upp ímóti eitt nú fullveldismálinum, sum eysturoyartingmaðurin í farloyvi so greitt sigur tað í sínum viðmerkingum. Vit hava fyrr nevnt, at tað kundi sæð út sum næstan øll onnur mál hjá Tjóðveldisflokkinum mugu víkja fyri fullveldismálinum. Fáa vit fullveldi kemur alt uppá pláss av sær sjálvum! Nú sigur ein av tingmonnunum, ið hava myndað núverandi samgongu, at mál, ið eru „minni týdningar- mikil“, verða set upp ímóti málsetninginum hjá samgonguni. Hetta kundi verið áhugavert at spurt formann Tjóðveldisfloksins og kan- ska eisini varaløgmann um, eisini sæð í ljósi av orðadráttinum um pensiónirnar. Er tað so, at lógin um ábyrgd landstýrismann ikki riggar og tí viðførir, at øll gerandisdagsmál verða vigaði ímóti eitt nú fullveldismálinum, vegna vandanum fyri samgongusliti, so er hettar ein trupulleiki, ið allir flokkar á tingi mugu tosa um. Tað er óheppið um allar tær góðu enda- málsorðingarnar í stýriskipanarlógini bert eru tóm orð, og vit hava eitt Løgting, ið bert er ein avgreiðslustova hjá landstýrismanninum. Sum er hanga nógvir spurningar í leysari luft, ikki minst eftir seinastu atfinningarnar móti skipan okkara. Viðmerking: Jólaskipagrunnurin takkar øllum teimun, sum hjálptu við tiltakinum hesaferð. Tað er sera torført hjá okk- um at nevna nøvn, tí vilja vit takka øllum tykkum, sum aftur hesaferð gjørdi tiltakið til eitt stórt upp- livilsi. Túsund takk til øll tey sum fyrireikaðu. Eina stóra takk til jóla- menninar og manningina á Jólaskipinum og øllum teimum, sum gjørdu skrúðgonguna til nakað serligt. Túsund takk til øll tey, sum hjálptu við at seta dám á tiltakið við Atlantic. Í ár gjørdu vit av at stovna ein grunn, sum skal verða knýttur at Jólaskipi- num. Hesin grunnur skal stuðla vælgerandi enda- málum í Norðoyggjum. Í ár var avgjørt, at pening- urin sum inn kom, skuldi latast til tey avvarðandi hjá Pól Eyðfinni, sála. Tey, sum hava ætlað at stuðlað júst hesum enda- máli, men ikki hava havt tíð - ella hava gloymt tað, kunnu enn stuðla við at flyta pening í Norðoya Sparikassa ella Føroya Banka. Freistin er sett til fríggjadagin 14. januar. At enda vilja vit senda eina hjartans takk til øll tey, sum við peningi stuðl- aðu Jólaskipagrunninum. Túsund takk fyri - og gott nýggjár — øll somul. Jólaskipagrunnurin Jólaskipið takkar Hetta eru orðini tá ið ein opnar eina avís ella loft- miðlarnir, og eru tey øll vend ímóti okkara almanna og heilsumálaráðharra Hel- enu Dam á Neystabø. Tá ið ein so hoyrir, hvussu illa okkara pension- istar verða viðfarnir av Hel- enu Dam á Neystabø, skilir ein væl, at teir royna at gera vart við seg av øllum alvi. Kundi gott tonkt mær at vitað, hvussu Helena Dam á Neystabø hevði reagerað, um hon beint áðrenn jól hevði fingið at vita, at hon onga løn fekk fyrr enn mill- um jól og nýttár, og um hon var líka við at doyggja av svongd, so kundi hon fara á almannastovuna dagin eftir og fáa eitt oyra, væl vitandi, at almannastovan var stongd tann dagin. Men hvat ger tað, um okkara pensionistar ganga svangir eini jól — tað hevur Helena Dam á Neystabø ongantíð roynt. Og hvat roynir Helena Dam á Neystabø so at for- svara seg við — jú eitt mis- tak — ein kundi spurt seg sjálvan, nær Helena Dam á Neystabø fer at gera okkurt annað enn mistøk? Hevur hetta lítla landið ráð at hava fólk at ráða yvir okkum, sum bert gera mistøk. Hvat er so hetta mistakið? — jú eitt ár 2000 problem, sum als ikki er til — so lætt er tað, at billa okkum okkurt inn. Hví lat Helena Dam á Neystabø ikki pensiónirnar útgjalda eftir teimum gomlu reglunum inntil tær nýggju vóru klárar og gjaldast kundi út eftir teimum uttan alt hatta humbukkið. Í fimmarinum onsdagin, - sum eg haldi var undir lágmál, tí eingin slap fram at at spyrja, tí tvey, sum starvast innan almanna- verkið tóku alla tíðina — var hetta bestilt - tosaði Helena Dam á Neystabø um, at pensionistarnir skuldi fáa regulera skattin, so teir ikki skuldi gjalda so nógv í skatt, og um løg- tingið helt, at tað var í lagi, so var alt gott, men tað er tað bar slett ikki!! Eg sá tvær uppgerðir hjá einum avlamispensionisti - eitt eftir gomlu skipani og eitt eftir níggju skipani — um ein leggur grundupp- hæddina og avlamisviðbót- ina saman og samanber, so er pensiónin farin niður við ca. 300 kr eftir nýggju skip- ani, og tað hevur als einki við skatt at gera, hvar er so logikkurin — Helena Dam á Neystabø hevur jú jukað um, at pensionistarnir skulu fáa meira, og tá ið so sam- anumkemur fáa tey nógv minni. Tað var einaferð ein danskur sangari sum sang” der er noget galt i Dan- mark__” hetta kann ein vist róliga umseta til Føroyar. Eisini hoyrdi eg í fimm- aranum Helenu Dam á Neystabø brúka orðið mis- tak fleiri ferðir og ”eg veit ikki, eg skal kanna málið”, ”hetta er so innviklað”, trupult hjá mær at finna út av osv. Sjálvandi spyrja okkara pensionistar seg sjálvan, hvussu í allari víðu verð skulu vit finna út av skipanini, tá ið Helena Dam á Neystabø ikki klárar tað sjalv. Í fjørð legði anstøðan fram uppskot í Løgtinginum um at hækka alla pensión við ca. 1300 kr/mánað. Hetta stemmaði Helena Dam á Neystabø og hennara samstarvsfelagar niður, tí sagt varð tá, at teir høvdu eitt nógv betur uppskot — ja gomorun, tað síggja vit nú!!! Helena Dam á Neystabø dámar so væl at greiða fólki frá, at vit hava ikki ráð til at gjalda pensiónir, jú tað hava vit ráð til, tað er bert ein spurningur um prioritering, hví skulu pensionistarnir al- tíð koma upp í part niðast á breddanum á fíggjarlógini í staðin fyri ovast. Hví skulu teir altíð bíða eftir at hoyra frá tykkum, um tað nú var nakað oyra eftir til teirra, og um tað ikki varð, so skarva tit av pensiónunum, men aldrin av tykkara egnu løn. Tað undrar meg, at man einki hoyrir frá løgmanni, nú Helena Dam á Neystabø í bløðunum verður skuldsett fyri at blaka um seg við lygnum og faktisk sjálv í útvarpinum dagin eftir sigur, at tað kann gott vera, at hon hevur logið. Kann løgmaður bara lata sum einki, tá ið ein av hans- ara monnum verður skuld- settur fyri at lúgva? Heri Mortensen Býráðslimur Tvøroyri Pensionistar! — lygn! — mistak!