leygardagur 8. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Viðmerking:
Hvør eigur svartkjaftin?
Í degi og viku í Sjónvarpi
Føroya
hóskvøldið
06.01.2000 hevði Bogi
Godtfred savnað tilfar um
svartkjaftakvotur og vísti á,
hvussu tunnbýttar hesar
kunnu fara at vera, um
endaligt TAC (mest loyvda
veiða) verður sett á svart-
kjaftin.
Bogi hevði eisini ttosað
við eitt umboð fyri trolarnar
í Barentshavinum, sum
skuldi hava sagt, at svart-
kjafturin hoyrir til henda
partin av flotanum, tí at
hann í løtuni er tað, sum vit
geva russarum í býti fyri
toskin har uppi.
Fyri tað fyrsta er at siga,
at sambært lógina um
vinnuligan fiskiskap er alt
okkara tilfeingi fólksins ogn
og vit, sum hava skip hava
bert ein rætt - eitt loyvi - til
at gagnnýta hetta tilfeingi.
Av tí sama kann ein kvota
heldur ikki veðsetast.
Undanfarnir landsstýris-
menn í fiskivinnumálum
hava lagt nógvan dent á at
fáa menn til at gera íløgur í
skip til at fiska svartkjaft
m.a. fyri at hava tað besta
søguliga grundarlagið, tá ið
býtast skuldi og lokkaðu við
at lata eitt sindur av øðrum
kvotum aftur við sum t.d.
sild, makrel, gulllaks og
hestamakrel.
Frá felagnum nótaskip
ávaraðu vit tá nakað ímóti
at leypa framav og mæltu
heldur til at lata hesar íløg-
urnar koma frá tí pelagiska
flotanum sjálvum tá ið hann
var førur fyri at gera tær, tí
annars komu vit at taka
støði undan hesum flotan-
um, áðrenn hann rættuliga
kom fyri seg og tað er júst
tað, sum er um at henda nú.
2-3 hampulig ár innan
hesi fiskasløg gjørdi tað
møguligt hjá nøkrum av fel-
øgunum at endurnýggja
veiðutólið soleiðis, at eisini
kundi farast undir svart-
kjaftavinnu.
Men
hvat
hendir nú? Hesi skip eru illa
nokk komin í gongd fyrrenn
tað fer at ljóða, at tá ið TAC
verður sett á svartkjaftin, ja,
so verður so gott sum einki
til henda flotan, sums íðst í
70´unum legði lunnar undir
svartkjaftafiskiskapin og
síðani hevur fiskað hann í
stórum nøgdum.
Sum eg skilji eru eigarnir
av einum av teimum nýggj-
astu svartkjaftaskipunum
farnir at ganga aðrar leiðir
ásannandi at við verandi út-
litum er teimum nýggjaru
skipunum ikki lív lagað.
Í einari grein í Dimma-
lætting herfyri vísti eg á, at
meðalinntøkan hjá kraft-
blokkabátunum frá 1998 til
1999 varð fallin frá uml. 34
mió. kr. til uml. 19. mió. kr.
og at nýggju skipini, sum
eru komin inn nú mugu
hava inntøkur fyri 35-40
mió. kr. við verandi olju-
prísum og hækkandi rentu.
Hóast eg í tí greinini ikki
nevndi eitt orð hvørki um
trolarnar í Barentshavinum
ella studning úr landskass-
anum, so kundi ein út-
varpsmaður sama kvøldið
fáa landsstýrismannin í
fiskivinnumálum,
Jørgin
Niclasen, til at siga, at hann
ikki fór at kappa høvdið av
barentshavsflotanum og at
kraftblokkabátarnir
ikki
skuldu turka nakað av upp
á landskassan.
Eg havi sum sagt biðið
um hvørki av hesum. Men
vit sum hava við skip og
fiskivinnu at gera, vit vita,
at tað gongur upp og tað
gongur niður. Tað mugu vit
liva við í pelagisku vinnuni
og tað mugu trolarnir í Bar-
entshavinum eisini liva við
eins og allir aðrar bólkar í
fiskivinnuni. Bert tí at eitt
ár er nakað vánaligari enn
tað undanfarna, ber ikki til
at leika í um at skula hava
kvotur frá øðrum.
Tað sum vit í pelagisku
vinnuni biða okkara fiski-
vinnumyndugleikar um er
sum sagt ikki studning úr
landskassanum, men vit
biða teir hugsa um verandi
flota áðrenn teir lata fleiri
koma afturat við tí úrsliti,
at eingin kann liva av hes-
um. Vit biða um at lata ver-
andi flota fáa fótin fyri seg
og so at hyggja upp á møgu-
leikarnar fyri at leggja aft-
urat. Væntandi fer pelagiski
flotin at missa av øðrum
fiskasløgum við minkandi
TAC sum t.d. sild.
Vit sum í seinastuni hava
flutt skip inn, kunnu undrast
eitt sindur á, hvussu lætt ið
tað hevur verið at fingið inn-
flutningsloyvi. Í okkara
tilsøgn um loyvi frá fiski-
málastýrinum stendur, at
»umsøkjarnir mugu prógva
eitt rakstrargrundarlag, sum
kann veita trygd fyri, um
lanin er burðardygg«.
Vit sum eru í vinnuni
hava meira og meira tungt
við at fáa eina ætlan til at
hanga saman og kunnu tí
undrast yvir, hvussu lætt tað
er at fáa loyvi til at flyta
gomul skip inn - eftir tí vit
vita - til nógv smærri kvotur
og ein sterkt minkandi
svartkjaftafiskiskap.
Sambært fiskifrøðingar
var 1998 eitt heilt serligt ár
til svartkjaft. Har var so
nógv til, at tað »fleyt yvir«
og tí var fiskur at fáa mest-
sum alt árið rundan um Før-
oyar og millum Føroyar og
Ísland. 1999 vart heilt øðr-
vísi. Lítið var at fáa aftaná
ta vanligu sesongina, sum
er frá februar til miðjan mai.
Norðmenn hava við fram-
komnum verksmiðjutrolar-
um roynt at fingið nakað til
matna (flak og fars) burtur
úr svartkjaftinum, men nið-
urstøðan er, at hann er ov
smáur til at hetta kann bera
til. Tí eru allir norskir svart-
kjaftabátar - eisini verk-
smiðjubátarnir - gingnir
yvir til at fiska alla svart-
kjaftakvotuna til ídna.
Á fundi síðst í farna ári
spurdi eg formannin í Fel-
agnum Íðnaðarskip, hví teir
ikki keyptu onnur skip og
fóru at fiska tað stóru kvot-
una, sum liggur fyri einki
m.a. í Norðsjónum. Svarið
var stutt og greitt, at tað bar
ikki til at fáa raksturin at
hanga saman og vit kundu
keypa kvoturnar hjá teimum
bíliga.
Vit vita eisini, at norki
íðnaðarflotin í fjør hevði eitt
katastrofuár og at har ongar
íløgur verða gjørdar í henda
fiskiskap. Og sama skilið í
Danmark. Hesar kvotur eru
nú vorðnar »pappírskvot-
ur«, sum vit bert gjalda fyri
og ikki fiska og áttu tær tí
at verið umsettar til veru-
ligar kvotur.
Fyri at koma aftur til
svartkjaftin og tað, at onkur
vil kanna flotanum í Bar-
entshavinum hann, so haldi
eg tað fyri tað fyrsta vera
órímiligt, at ein floti skal
hava tvinnanda kvotur at
dúva upp á. Fyri tað næsta
er mín hugsan um hetta, at
svartkjafturin undir Føroy-
um er brúktur til at handla í
Barentshavinum við, meðan
vit hava bygt okkum ein
meira nútímans flota til
sjálvir betri at kunna fiska
hann. Tá ið flotin nú er um
at vera her, so ber ikki til
bara at sópa henda partin av
tilverugrundarlagnum und-
an honum.
Søguliga er heldur einki
grundarlag fyri at knýta
svartkjaft við Føroyar og
tosk í Barentshavinum sam-
an. Upprunaliga høvdu hesi
bæði fiskasløg einki við
hvønn annan at gera.
Og tá ið tosað verður um,
hvør ið hevur skaffa okkum
nøkur søgulig rættindir, ja,
so er tað sjálvandi rætt at
russiski flotin undir Føroy-
um hevur verið við til hetta,
men man tykist at gloyma
tær mió. av tonsum, sum
føroyskir nóta- og svart-
kjaftabátar sjálvir hava ført
til lands í tí tíðarskeiðinum,
sum ætlað er at brúka sum
grundarlag - nevniliga frá
1977-1997. Tað fer helst at
vera meira enn russarnir
hava veitt í sama tíðarskeiði.
Gøtu á trettanda 2000
Atli Hansen, form. í
Felagnum Nótaskip
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5
Tingið nýtir ikki síni amboð
Høgni Hoydal metir trupulleikarnir í stýrisskipanini vera, at tingið er ov
veikt. Tað brúkar ikki tey amboð, tað hevur
JOHN JOHANNESSEN
– Løgtingið hevur í stýris-
skipanini ymisk amboð, tað
kann brúka fyri at fáa gjørt
sítt arbeiði til lítar. Eitt av
hesum amboðum er møgu-
leikin at leggja misálit á
landsstýrismann,
hevur
hesin ikki røkt sínar skyldur.
Men løgtingið brúkar ikki
síni amboð.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður, er í fleiri førum
samdur við sjónarmiðunum
hjá partamanni sínum, Tór-
birni Jacobsen, tingmanni,
í grein í Sosialinum í gjár. Í
greinini finnist Tórbjørn
Jacobsen á arbeiðsgongdina
í tinginum, og skýrir hann
løgtingið einans at vera eina
avgreiðslustovu hjá lands-
stýrinum. Tískil metir hanns
tingmenn sum atkvøðuneyt
hjá teimum átta landsstýris-
monnunum.
Kritikkur móti
tinginum
Hóast Høgni Hoydal partvís
er samdur við Tórbirni Jac-
obsen, metir hann ikki, at
tað er landsstýrinum, nakað
er galið við. Hetta heldur
hann eisini, at Tórbjørn Jac-
obsen sigur í viðtaluni við
Sosialin.
– Eg meti atfinningarnar
hjá Tórbirni at vera móti
tinginum, ið ikki er nóg
sterkt at megna sínar upp-
gávur. Løgtingið hevur í
nýggju stýriskipanarlógini
somu møguleikar sum onn-
ur parlament í heiminum.
Men stýrisskipanin krevur,
at tingið styrkir sín leiklut.
Tað má brúka síni amboð.
Hesi amboð, landsstýris-
maðurin vísir á, eru til døm-
is at leggja misálit á lands-
stýrisfólk, ið ikki røkja sínar
skyldur, at seta landsstýris-
fólkum fyrispurningar og so
framvegis.
Høgni Hoydal vísir á, at
tingið í seinastu í stóran
mun hevur nýtt møguleikan
at seta fyrispurningar til
landsstýrisfólk, men tá tað
kemur til at leggja misálit á
landsstýrisfólk, heldur ting-
ið sær aftur.
Hetta, ásannar Høgni
Hoydal, hongur saman við,
at tingið er bangið fyri sam-
gongusliti, og at tingið ikki
fær ætlaða politikk sín í-
gjøgnum. Men hann heldur
veruligu orsøkina vera, at
tingið er ov veikt í mun til
landsstýrið.
Útinnandi valdið
styrkt
Høgni Hoydal vísir á, at eft-
ir nýggju stýrisskipanini er
útinnandi valdið, landsstýr-
ið, styrkt við embætismonn-
um, meðan tað sama ikki
hevur verið galdandi fyri
løgtingið. Men hann er vís-
ur í, at tað fer at styrkja
floksskrivararnir, játtaðir
eru á fíggjarlógini, fara at
styrkja um politiska arbeið-
ið. Somuleiðis heldur hann,
at ein umboðsmaður fer at
betra um arbeiðið.
Landsstýrismaðurin ger
tó heilt greitt, at um tingfólk
veruliga eru ónøgd við pol-
itisku skipanina, má finnast
fram til, hvussu betrast kann
um hana.
– Tað ber ikki til bara at
finnast at og so ikki gera
nakað meira við málið. Eg
taki útsagnirnar hjá Tórbirni
Jacobsen sum eitt slag av
eftirmeting av stýrisskipan-
ini, og haldi eg, at vit eiga
at viðgera hetta víðari.
Misálit størsti
trupulleikin
Sambært Høgna Hoydal er
størsti politiski trupulleikin
í Føroyum misálit á polit-
isku skipanina. Fólk hava
ikki álit á politisku skipan-
ini.
Hetta, heldur Høgni Hoy-
dal, hongur saman við, at
Føroyar ikki eru sjálvstøð-
ugar.
– Eitt høvuðsemdamálið
við at fáa fullveldi er, at vit
fáa politisku skipanina at
virka sum hon skal. Og
hetta megna vit, fáa vit full-
veldi. Tí setir tú tær full-
veldi sum mál, mást tú fáa
hesi tingini í rættlag, annars
verður galið.
Spurningurin til Høgna
Hoydal í hesum sambandi
er, um tað yvirhøvur ber til
at fáa fullveldi, um hesi
tingini ikki verða fingin í
rættlag fyrst.
Høgni Hoydal er samdur,
men sigur, at tingini hanga
saman. Tingini verða, eftir
hansara tykki, fingin í rætt-
lag undir fullveldisgongd-
ini.
Men so er spurningurin,
um tingini ikki eisni skulu
betrast, um vit ikki fáa full-
veldi.
– Jú, sjálvsagt skal polit-
iska skipanin fáast í rættlag,
hóast vit ikki fáa fullveldi,
men skipanin hongur eisini
saman við, hvussu stóra á-
byrgd vit hava av landinum,
sigur Høgni Hoydal.
Gott við kunning
Sambært Høgna Hoydal er
ymiskt gjørt undir hesari
samgonguni, ið betrar mun-
andi um politiska arbeiðið.
Hann vísir á, at løgmaður
kunnar samgongutingfólk
um lógaruppskot frá lands-
stýrinum áðrenn tey fara í
tingið, so hesi tingfólk hava
møguleika at seta seg inn í
málini og koma við við-
merkingum og møguligum
broytingum áðrenn tingvið-
gerðina.
Men sambært politiska
partamanni hansara, Heina
O. Heinesen, formanni
Tjóðveldisfloksins, er hetta
ikki nakað, sum betrar um
politiska arbeiðið. Hann
vísti í samrøðu við Sosialin
hósdagin á, at hetta bein-
leiðis stríðir ímóti fólkaræð-
inum og leggur upp til eina-
veldi.
Grundgevingarnar
hjá
Heina O. Heinesen vóru, at
hetta hevur við sær, at mál
eru hálvgum samtykt mill-
um samgongutingfólk, áðr-
enn tey koma fyri tingið.
Tískil sleppur andstøðan als
ikki at hava nakra ávirkan á
avgerðirnar í samfelagnum,
og hetta er ikki rætt, heldur
hann.
Høgni Hoydal er samdur
við Heina O. Heinesen í, at
politska viðgerðin sjálvsagt
skal vera í tinginum, men
hann vísir samstundis á, at
tað ikki skaðar, at sam-
gongutingfólk eru kunnaði
um mál áðrenn tey koma
fyri í tinginum. Hetta heldur
hann ikki merkir, at tey eru
MR - skannarin tikin í nýtslu 1. februar
Tað hevur gingið eftir bókini at sett nýggja MR-skann-
aran upp á Landssjúkrahúsinum. Í løtuni læra læknar
seg at nýta skannaran
JOHN JOHANNESSEN
Í hesum døgum verður nýggi
MR-skannarin, Landssjúkr-
ahúsið hevur fingið til gávus
frá Tryggingarfelagnum Før-
oyar, royndarkoyrdur. Tað
hevur gingist eftir bókini at
sett skannaran upp, og er ætl-
anin, at hann alment skal tak-
ast í nýtslu fyrsta februar.
Anders Harboe Ree, yvir-
lækni á røntgendeildini á
Landssjúkrahúsinum, fegn-
ast um, at skannarin, ið
Landssjúkrahúsið fekk til
gávus 17. september í 1998,
umsíðir kann verða tikin í
nýtslu.
Skannarin var ein gáva í
sambandi við, at Trygging-
arsambandið hendan dagin
varð umskipað til partafelag
og fekk heitið Tryggingar-
felagið Føroyar.
Drúgv fyrireiking
Hóast
Landssjúkrahúsið
fekk skannaran sum gávu,
hevur tað kostað fitt av pen-
ingi at fáa hann inn á rønt-
gendeildina. Talan var nevn-
iliga um eina stóra maskinu,
ið skuldi setast upp í einari
lítlari
deild
í
einum
sjúrkrahúsið við plásstroti.
Tí var neyðugt at gera stórar
umbyggingar, ið hava tikið
drúgva tíð.
MR-skannarin er ein mag-
netskannari, ið ógvuliga lætt
verður
órógvaður
av
megnetfeltum, sum til døm-
is skipum, ið sigla framvið
Landssjúkrahúsinum
og
bilum, ið koyra omanfyri
sjúkrahúsið.
Fyri at sleppa undan ó-
rógvanum av slíkum mag-
netfeltum, hevur verið neyð-
ugt at isolera rúmið, har
skannarin stendur á serligan
hátt. Hetta hevur eisini tikið
tíð somuleiðis, sum tað
hevur kostað pening. Men
viðmerkjast skal tó, at hetta
er gjørt sum liður í ætlaðu
umbyggingunum á Lands-
sjúkrahúsinum.
Yvirlæknin var fyrstur
Læknar og onnur starvsfólk
á røntgendeildini á Lands-
sjúkrahúsinum hava seinastu
dagarnar lært seg at brúka
skannaran við at kanna
hvønn annan.
Yvirlæknin á deildini,
Anders Harboe Ree, sigur,
at hann var tann fyrsti í
skannaranum. Hann vísir á,
at tað ikki er heilt vanligt at
royndarkoyra nýggj tól við
starvsfólkum, men tá talan
er um ein MR-skannara kann
hetta gerast, tí tað er púra
vandaleyst.
– Tað eru jú einans radio-
strálur, ið koma frá einum
MR-skannara, og slíkar
verða vit bombarderaði við
úr himmalrúminum allan
dagin, so tað er als ikki sið-
semiliga skeivt av okkum at
læra okkum at brúka skann-
aran við at kanna okkum
sjálvi, sigur hann.
Anders Harboe Ree greið-
ir frá, at var talan um aðra
útgerð, sum til dømis
røntgen, hevði ikki verið bor-
ið til at roynt útgerðina á
starvsfólkini uttan loyvi frá
siðsemisnevndini.
Eftir fyrsta februar, tá MR-
skannarin alment verður
tikin í nýtslu, verða tað sjúk-
lingar, ið verða kannaðir í
skannaranum.
Gávan frá Tryggingarfelagnum Føroyar á sjey milliónir krónur – MR-skannarin –
er nú sett upp og verður tikin í nýtslu 1. februar
Mynd: Jens Kristian Vang
hálvgum samtykt áðrenn
tey eru komin í tingið.
– Fleiri lógaruppskot frá
mær eru væl og virðiliga
viðgjørd og broytt í tingi-
num áðrenn tey eru sam-
tykt, og tað eri eg glaður
fyri, sigur Høgni Hoydal.
Landsstýrismaðurin vísir
annars á, at tað ikki er nakað
nýtt, at løgtingslimir eru ó-
nøgdir við arbeiðsgongdina.
Hann vísir á, at hetta eisini
hevur verið galdandi undir
øðrum samgongum, ser-
stakliga tá Føroyar komu
undir umsiting í 1992.
Høgni Hoydal heldur størsta trupulleikan við politisku
skipanin vera, at tingið ikki er nóg sterkt og ikki nýtir
síni amboð