leygardagur 8. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
Jógvan Arge klárt fremstur
Topp 10 yvir mest
seldu bøkurnar í 99
1.
Jógvan Arge
Teir tóku land 4
2.
H. N. J.
Bókahandil
Álmanakkin
3.
E. & M. Olsen
Skipalistin 2000
4.
Durita Holm
Ferðin um bláu
gongustjørnina
5.
Gunnar Hoydal
Dalurin fagri
6.
Maria Vilhelm
Døgverabókin (reyð)
7.
Bergtóra
Hanusdóttir
Suðar dýpið reyða
8.
Jens Pauli
Heinesen
Ein ódeyðilig sál
9.
Jóanes Nielsen Underground 2
10.
Tóroddur
Poulsen
Spei spei
Afturat hesum bókum hevur eisini Mín Jól-
abók 1999 selt sera væl, men her er tað at
viðmerkja, at hon verður seld skúlabørn-
um um jóltíðir. Her verða nógvar bøkur
seldar, meðan fá eintøk verða seld í bóka-
handlunum kring landið.
Tað gongur strúkandi at selja føroyskar bøkur verður sagt úr bókahandlun-
um. Bókahandlarnir kring landið siga, at teir aftur í fjør seldu fleiri bøkur
enn árið frammanundan, og enn einaferð var Jógvan Arge tann høvundin,
sum var klárt fremstur. Honum í hølunum kom - ikki óvæntað - Álmanakkin
SVEINUR TRÓNDARSON
Jólasølan av føroyskum
bókum er tiltikin, og í so
máta vóru jólini í 1999 einki
undantak.
Eitt ótal av føroyskum
bókum kemur út hvørt ár,
og heldur ikki har var 1999
nakað undantak.
Felags fyri tær flestu
teirra er, at tær koma út stutt
undan jólum, og frágreið-
ingin til tað er sjálvsøgd.
Bókasølan í desember er
nógva ferðir størri enn hon
er í restini av árinum, og tá
tað snýr seg um pengar, so
er tað skilligt at útgávan er
løgd soleiðis til rættis.
Tá talið av bókum er
stórt, so er sjálvsagt størri
»vandi« fyri, at sølan verður
meira smábýtt, men tað er
uttan iva nakað, sum høv-
undarnir og útgevarar teirra
takað við.
Kortini eru bøkur, sum
søluliga skara framúr, og
heldur ikki í so máta var
árið 1999 nakað undantak.
Jógvan Arge og
álmanakkarnir
Tann, sum uttan iva hevur
gjørt størsta kvettið av jóla-
søluni, er Jógvan Arge.
Fjórða bókin í røðini
»Teir tóku land« kom út
stutt fyri jól, og sum vanligt
fór hon beina leið inn á
fyrsta plássið á topp tíggju
listanum yvir mest seldu
bøkur í 1999.
Sjálvur letur Jógvan Arge
væl at og tað hevur hann
allar orsøkir til. Tað skal tó
sigast, at tað munnu vera
fáir høvundar, sum gera so
nógv við marknaðarføring-
ina av bók síni, sum júst
Jógvan, tí hann er nógv úti
og signerar bøkur.
Harafturat kemur so tann
veruleiki, at evnini Jógvan
skrivar um eru evni, sum
upptaka fólk, og tað sæst
beinanvegin aftur á søluni.
Í hølunum á bókini hjá
Jógvani koma báðir álma-
nakkarnir.
Tann »vanligi« hjá Gamla
Bókahandli er tann, sum
hevur selt mest, men frá-
greiðingin til tað er uttan
iva, at Skipalistin 2000 kom
ikki út fyrr enn um miðjan
desember mánaða.
Hetta hevur ávirka jóla-
søluna skeivan veg, men
hóast tað megnaði Skipa-
listin at sníkja seg upp á
triðja plássi.
Uttan at taka nakað frá
hesum báðum bókum, so
hava vit tó skyldu at leggja
afturat, at júst álmanakkar
eru kravdir umborð á
skipum og størri bátum, og
tað hevur stóra ávirkan á
søluna.
Konubrotið Durita
Í fjør stevndi ein seglbátur
inn móti Sands bygd fyri
fyrstu ferð í fleiri ár.
Skiparin umborð var Dur-
ita og við sær í førninginum
heim hevði hon eina ferða-
frásøgn frá túrinum kring
bláu gongustjørnuna.
Einki er at ivast í, at hetta
konubrot hevur upplivað
ein hóp á vegnum runt
knøttin, og tey eru ikki so
fá, sum hava hildið tað
sama, tí bókin hjá Duritu
gjørdist nummar fýra.
Á fimtaplássi finna vit
fyrstu skalsøguna á topp
tíggju listanum. Tað er bók-
in hjá Gunnari Hoydal, sum
eitur Dalurin fagri, og hon
er tann seinasta av bókun-
um, sum hevur selt fleiri
enn 1000 eintøk.
Bókin um Tjaldri seldi,
sambært bókahandlunum
eisini sera væl, men hon er
ikki við í listanum, tí hon er
donsk!
Fólkalív og hetjur
Tað, sum sermerki »hitlist-
an« er, at tað tykist sera tor-
ført hjá yrkingarsøvnunum
at finna pláss á listanum.
Einasta
yrkingarsavn,
sum hevur fingið pláss á
topp 10 listanum er Spei
spei hjá Tóroddi Poulsen,
og tað sníkir seg inn á tíggj-
unda plássi.
Sama ger seg galdandi
við skaldsgøunum, sum hó-
ast tær eru fleiri á listanum,
ikki selja serliga nógv.
Kári Árting, sum rekur
Bókasøluna í SMS metir, at
tað er nokk tí, at vit enn leira
eftir hetjum og vísir á bøk-
urnar hjá Jógvani Arge og
Duritu Holm.
– Einki er galið við teirra
bókum, minni enn so, men
eg haldi tað vera løgið, at
ein høvundi, sum Jens Pauli
Heinesen seldir so lítið, tí
tað er eingin ivi um, at hann
dugir framúr væl at skrivað,
sigur Kári og leggur afturat,
at ein skaldsøga um sjólívið
kanska hevði selt væl.
Jøvn framgongd
Bókahandlar vit hava tosað
við kring landið siga annars,
sum við einum munni, at
tað framvegis er vøkstur í
bókasøluni ár undan ári.
Gamli Bókahandil, Bóka-
sølan í SMS og Alfa Bóka-
handil í Klaksvík siga allir,
at teir hava selt væl meir
enn teir gjørdu árið framm-
anundan.
Orsøkin til meirsøluna er,
sambært teir tríggjar bóka-
handlarnar betraðu fíggjar-
ligu umstøðurnar í landin-
um, við einum farra av
størri lestrarhugi millum
føroyingar.
Kári Árting sigur, at bók-
asølurnar hava merkt eina
øking í søluni tey seinastu
árini .
– Líka síðani vit vóru
heilt á botni í kreppuárunum
hava vit merkt ein støðugan
vøkstur, og tað er sjálvsagt
at frøast um, bæði hjá høv-
undum,
útgevarum
og
handlunum, sigur hann.
Sjálvt um eingin orðabók kom út í fjør, so var bókasølan
betri í 1999 enn hon var í 1998, siga bókahandlarnir. Í
fjør gjørdist bókin hjá Jógvani Arge »Teir tóku land 4«
tann, sum seldi mest
Mynd: Jens Kristian Vang
Topp 10 yvir mest
seldu fløgurnar í 99
1.
Ymiskt
Prix Føroyar ´99
2.
Kristian Blak
Klæmint
3.
Kularøtur
Kularøtur
4.
Ragnar í Vík
The Silence of a
falling star
4.
Aria
After these
messages
6.
Gummiskuggar
Grísaflísapætur
7.
Eyðun & Terji
Eyðun & Terji
8.
I Am
Cast
9.
Magni
Christiansen
Eg hoyrdi einglasong
10.
Komið øll við
Komið øll við
PRIX Føroyar ovast
Tað undrar ikki Høgna Zachariassen, at Prix Føroyar fløgan endaði ovast á
topp tíggju listanum yvir mest seldu fløgurnar í fjør, tí tað er tónleikur og tón-
leikarar, sum tey ungu kenna og tað hevur stóran týdning fyri søluna. Annars
er tað framhaldandi útlendski tónleikurin, sum selir væl, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Ikki heilt óvæntað varð tað
Prix ´99 fløgan, sum endaði
ovast á topp 10 listanum
yvir mest seldu føroysku
fløgurnar í fjør.
Henda fløgan kom út tíðl-
iga í fjør, og hon hevur sam-
bært Høgna Zachariassen
selt væl alla tíðina.
Tí undrar tað heldur ikki
hann, at hon endaði ovast á
listanum.
– Tað hevur nakað við tað
at gera, at tað serliga eru tey
ungu, sum keypa ta fløguna,
tí tey kenna tónleikararnar
og kenna eisini tónleikin,
sigur hann.
Hinvegin kann tað kanska
undra, at fløgan hjá Kristi-
ani Blak endaði á øðrum
plássi, tí tað er - uttan at taka
nakað frá Kristiani - ikki
tann tónleikur, sum vanliga
selir mest herheima.
Ein av orsøkunum til
høgu søluna hjá Kristiani er,
at fløgan er seld umborð á
Norðlýsinum, sum var ein
partur
av
verkætlanini
Klæmint, og sjálvur váttar
Kristian, at nógvir útlend-
ingar hava keypt fløguna
har umborð.
– Men eisini nógvir før-
oyingar hava keypt fløguna
har umborð, sigur Kristian,
sum er sera væ´l nøgdur við
sítt annaðpláss.
Kulrøtur og country
Á teimum næstu plássunum
finna vit barnafløguna Kul-
arøtur, sum Steintór Ras-
mussen gav út, og country-
fløguna hjá Ragnari í Vík.
Steintór er sum vera
mann sera fegin um undir-
tøkuna fløgan - og bandið -
fekk, og so skal havast í
huga, at hann eisini var
maður aftanfyri fløguna
Komið øll við, sum endaði
á tíggjunda plássi.
Stuttligt er at síggja at
fløgan hjá Ragnar í Vík
endaði á fjórða plássi, sam-
an við fløguni hjá Aria, tí
tað er fyrstu ferð, at ein
»rein« føroysk country
fløga er komin á marknaðin.
Høgni Zachariassen fegn-
ast eisini um at tað eydn-
aðist so væl hjá Ragnari.
– Ein sovorðin fløgan sel-
ir antin nógv ella næstan
einki, og tí var tað sera gott
at síggja, at hon seldi so
nógv, sum hon gjørdi, sigur
Høgni.
Mest útlendskt kortini
Hóast tað tí sær rættuliga
gott út við søluni av før-
oyskum fløgum, so er veru-
leikin, at tað framhaldandi
verður selt nógv mest av
útlendskum tónleiki. Høgni
Zachariassen sigur, at ors-
økin til tað er einføld, tí fólk
vil hava góðan tónleik, og
so kann tað vera líkamikið
hvør ið hevur gjørt hann.
– Soleiðis vil tað altíð
vera, sigur hann og leggur
afturat, at hann er nøgdur
við søluna í fjør.
– Ja, vit hava selt fleiri
fløgur í 1999 enn í 1998, so
vit eiga at vera nøgd við tað,
sigur Høgni Zachariassen at
enda.
DAGFINN OLSEN
Mikudagin hittust Føroya
Lærarafelag og Fíggjar-
málastýrið á fyrsta fund-
inum, nú samráðingar aftur
skulu takast upp um lønar-
og starvsviðurskifti hjá lær-
araum.
Til 1. mars
Á samráðingunum í fjør
fekst bert ein fyribils semja,
ið varir til 1. mars..
Tá kom so lang, at Lær-
arafelagið hótti við at nýta
verkfallsrættin, ið yngru
lærararnir hava, tí teir eru
ikki tænastumenn.
Føroya Lærarafelag vísir
til nýggju fólkaskúlalógina.
Felagið krevur, at lærarar
Hava havt fyrsta fundin
fáa løn, ið samsvarar við
eyka arbeiðsuppgávur í lóg-
ini. Eisini metir felagið
neyðugt, at lærarar og, ikki
minst skúlaleiðslur, fáa tíð
til umsiting og ráðlegging.
Felagið hevur roknað út,
at nýggja lógin kostar eini
18 millióniir krónur. Hesin
peningur er ikki avsettur á
fíggjarlógini fyri 2000.
Men
bæði
Tummas
Magnussen, Lønardeildin
hjá Fíggjarmálastýrinum og
Elsa Birgitta Petersen, Før-
oya Lærarafelag, eru sera
varin við at koma við við-
merkingum um samráðing-
arnar.
Kunnandi fundur
Tey siga, at fyrsti fundurin
bert var ein kunnandi og til-
rættisleggjandi fundur, har
part-arnir eisini løgdu fram
síni uppskot fyri hvør øð-
rum. Bæði vísa tey á tíð-
indaskriv frá Lønardeildini,
har tey m.a. siga seg samd
um, at samráðingarnar ikki
verða førdar í fjølmiðlu-
num.
Tíðindaskriv
Tíðindaskrivið sigur so:
Kl 10 í dag hittust Føroya
Lærarafelag og Fíggjar-
málastýrið til fyrstu sam-
ráðingarnar um nýggjan
sáttmála fyri tann, sum fer
úr gildi 1. mars 2000.
Fíggjarmálastýrið og Før-
oya Lærarafelag gjørdu
semju 31. oktober 1999 um
at leingja sáttmálan til 1.
mars 2000. Samráðingarnar
hesa ferð verða sambært
hesi semju serliga um ar-
beiðstíðina hjá lærarum.
Á fundinum vóru ikki re-
alitetssamráðingar,
men
nýttu partarnir høvi til í fel-
ag at leggja komandi sam-
ráðingar til rættis. Harum-
framt gjøgnumgekk Fíggj-
armálastýrið sítt útspæl til
ein nýggja avtalu um ar-
beiðstíð.
Partarnir hava avtalað, at
meðan samráðingar eru,
fara teir ikki út í fjølmiðlar-
nar við smálutum frá upp-
leggum ella samráðingar-
fundum.
Næsti fundur er ásettur at
verða mánadagin 10. januar
Einki er enn komið burturúr samráðingunum millum Føroya Lærarafelag og
lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum. Patranrnir hittast aftur mánadagin
Tummas Magnussen avmyndaður uttanfyri
Fíggjarmálastýrið undir verkfallinum í vár. Bæði
Tummas Magnussen og...
...forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta
Petersen, eru sera varin við at koma við viðmerkingum
um samráðingarnar millum lærarar og Lønardeildina
Vísa til heimasíðuna
Tøkniliga
gongdin ger, at
t.d. myndugleik-
arnir hava ein
nýggjan møgu-
leika at kunna um
ymiskt viðurskifti.
Eisini í Føroyum
verður hesin
møguleiki nýttur
DAGFINN OLSEN
Tá Sosialurin í gjár fregn-
aðist eftir tíðindum um sam-
ráðingarnar millum Fíggjar-
málastýrið og Føroya Lær-
arafelag, vístu báðir partar
til heimasíðuna hjá Lønar-
deildini hjá Fíggjarmála-
stýrinum. Har er eitt tíð-
indaskriv at finna, har øll,
ið hava áhuga, hava møgu-
leika at fylgja við gongdini
í málinum.
Internetið er nýggjur
miðil, ið verður alt meira
nýttur.
Undir stóra verkfallinum
í vár, tá loftmiðlarnir eisini
vóru raktir, var t.d. heima-
síðan hjá Starvsmannafel-
agnum týdningarmesta tíð-
indatænasta.
Føroysku myndugleikar-
nir eru væl við og bæði løg-
ting og landstýri hava
heimasíður. Heimasíðan
hjá Lønardeildini eitur
www.lnd.fo
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL AUT.
Skrás.:13-07-95
Km.: 76.000
Prísur: 158.600,-
Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 GL
Skrás.: 01-11-89
Km.: 154.000
Prísur: 49.600,-
FORD FIESTA
1,8 DIESEL
Skrás.: 30-01-96
Km.: 47.000
Prísur: 79.600,-
Garanti*
HONDA CIVIC
1,5 H/B
Skrás.: 01-08-98
Km.: 26.000
Prísur: 119.600,-
Garanti*
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 16-12-97
Km.: 19.000
Prísur: 79.600,-
Garanti*
NISSAN MAXIMA
3,0 AUT. GEAR
Skrás.: 15-12-87
Km.: 135.000
Prísur: 69.600,-
TOYOTA CARINA
2,0 T. DIESEL
Skrás.: 26-03-97
Km.: 98.000
Prísur: 149.600,-
Garanti**
TOYOTA CARINA II
2,0 GLi
Skrás.: 22-07-91
Km.: 168.000
Prísur: 65.600,-
TOYOTA COROLLA
1,3 SEDAN
Skrás.: 12-02-96
Km.: 16.000
Prísur: 97.600,-
Garanti*
TOYOTA CARINA
E 1,6 AUT. GEAR
Skrás.: 24-06-92
Km.: 72.000
Prísur: 89.600,-
Garanti*
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
SERTILBOÐ
KIA CLARUS 1,8 SEDAN
Skrás.: 16.04.98
Km.: 13.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr.
verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrstu skrás. dato
Sosialurin - 311820
Sýnaður
15-10-98
Sýnaður
14-10-98
Sýnaður
01-12.99
Sýnaður
27-03-98
-í besta
standi !!