leygardagur 8. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
Fiskaði fyri heilar
38,6 milliónir í fjør
Fimm føroysk fiskiskip fiskaðu fyri yvir 30 milliónir í fjør. Talan var um tveir rækjubátar, tveir flaka-
og saltfiskatrolarar og ein nótabát
Skip
Dagar
Túrar
Menn
Fiskað
Avreiðingarvirði
Miðalprísur
í tonsum
(í 1.000 kr.)
Arctic Viking
276
5
18,57
1.825
38.596
21,14
Vesturvón
248
2
36,00
1.010
36.932
36,56
Høgifossur
243
4
21,00
1.954
31.309
16,02
Chr. í Grótinum
269
37
11,34 55.794
31.114
0,55
Akraberg
232
6
27,55
1,902
30.596
16,08
Sólborg
242
5
18,17
1.912
30.325
15,86
Ocean Castle
267
5
18,90
1.785
29.573
16,56
Tróndur í Gøtu
228
28
12,10
45.530
27.213
0,59
Hvilvtenni
228
4
20,25
1.700
21.028
12,36
Enniberg
164
2
33,86
1.002
17.810
17,42
Steintór
289
25
12
1.601
17.062
10,65
South Island
309
7
13,54
1.359
16.735
12,31
Ljósafelli
231
4
25,89
900
16.680
18,53
Nim
313
44
10,25
516
16.668
32,30
Skálaberg
107
1
31,50
438
16.406
37,45
Norðborg
236
29
11,27
12.164
16.056
1,35
Phoenix
298
24
11,37
1.568
15.147
9,66
Hendan talvan vísir tey fiskiskipini í føroyska flotanum, sum avreidu fyri yvir 15 milliónir í fjør. Uppgjørt er frá 1. januar til 23. desember. Talvan
vísir, at 17 av teimum 107 skrásettu skipunum hava avreitt fyri meiri enn 15 milliónir í fjør. Sum tað sæst er onki av teimum vanligu ísfiskaskipunum
ímillum tey bestu fiskiskipini í Føroyum í fjør. Talan er um um seks rækuskip, fimm flaka- saltfiskatrolarar, trý nótaskip, tveir djúpvatnstrolarar og eitt
garnaskip, nevnliga Nim, sum gjørdi tað so avbera gott í fiskiskapinum eftir havtasku, at mansparturin kom heilt uppá gott 640.000, og tað er størsti
manspartur á nøkrum skipi í fjør
Skip
Fiskað
Avreiðingarvirði
Miðalpr.
í tonsum
(í 1.000 kr.)
Eysturbúgvin
2.375
13.717
5,75
Vesturbúgvin
2.390
13.645
5,70
Stjørnan
2.425
11.107
4,58
Sardis
1.399
11.096
7,93
Topas
1.399
11.096
7,93
Polarhav
2.427
11.088
4.56
Grønanes
1.567
10.301
6.57
Vestmenningur
1.577
10.242
6,49
Átta av teimum 32 partrolarunum hava fiskað fyri meiri enn 10 milliónir í fjør. Tilsamans
fiskaðu partrolararnir 38.194,7 tons
Skip
Fiskað
Avreiðingarvirði
Miðalpr.
í tonsum
(í 1.000 kr.)
Sigmund
1.072
14.509
13,53
Strandingur
1.023
13.665
13,35
Th. Nygaard
1.040
13.339
12,82
Morgunstjørnan 1.228
12.466
10.15
Grani
801
12.225
15,26
Venus
865
12.162
14,06
Fugltúgvan
933
11.930
12,78
Pison
923
11.812
12,79
Mascot
864
10.908
12,62
Polarstjørnan
843
10.558
12,52
Eysturoyingur
749
10.402
13,88
Hetta eru tey ísfiskalínuskipini, sum hava fiskað fyri yvir 10 milliónir í fjør. Talan er um
11 av teimum 21 línuskipunum. Rættiliga fittur munur á miðalprísinum, sum línuskipini
fingu. Hægsta miðalprís hevði Grani, sum fekk 15,26 fyri kilo í miðal. Lægsta miðalprísin
hevði Morgunstjørnan, sum fekk 10,15 í miðal
ÁKI BERTHOLDSEN
Rækjutrolarin, Arctic Vik-
ing, gjørdust besta, føroyska
fiskiskipi í fjør.
Ein uppgerð, sum varð
gjørd tollaksmessudag yvir
gongdina hjá teimum 107
fiskiskipunum í Føroy-
um,vísir, at rækjutrolarin úr
Kollafirði bleiv tað føroyska
fiskiskipið,
sum
hevði
størsta avreiðingarvirðið í
fjør.
Arctic Viking fiskaði í
fjør fyri 38,6 milliónir.
Arctic Viking var fimm
túrar í fjør og teir vardu til-
samans 276 dagar. Tilsam-
ans fiskaði hann 1.825 tons.
Miðalprísurin var 21,14
fyri kilo.
Taka vit ein lista yvir tey
føroysku
skipini,
sum
høvdu tær dýrastu lastirnar
í fjør, sæst, at 17 skip fisk-
aðu fyri meiri enn 15 milli-
ónir.
Ikki óvæntað eru fleiri
rækjuskip ímillum tey. Av
teimum átta rækjuskip-
unum, vóru tað bara Atl-
antic og Borgin, sum komu
niðurum 15 milliónir í av-
reiðingarvirði.
Men Borgin fiskaði bara
í 115 dagar. Teir tríggjar túr-
arnar, hon gjørdi hesar dag-
arnar, fekk hon 678 tons,
sum hon avreiddi fyri 8,9
milliónir.
Atlantic var tríggjar túr-
ar, ið vardu tilsamans 245
dagar. Tilsamans fekk hann
814 tons, sum vórðu av-
reidd fyri 14,9 milliónir.
Men á listanum yvir tey
fiskiskipini, sum løgdu dýr-
astu lastirnar upp, eru eisini
fimm flakatrolarar. Tann
einasti av teimum seks
flakatrolarunum, sum ikki
kom á listan var Sundaberg,
men hann var bara tann eina
túrin, sum vardi 100 dagar.
Henda túrin fekk hann
hann 350 tons, sum hann
seldi fyri 12.938.000 krón-
ur. Tað gevur honum ein
miðal prís uppá ikki minni
enn 36,96 fyri kilo.
Annars var Vesturvón
næstbesta skipið í flotanum.
Hann var tveir túrar uppá
tilsamans 248 dagar. hesar
báðar túrarnar fekk hann
1.010 tons, og tey avreiddi
hann fyri ikki minni enn
36.932.000 krónur í fjør.
Tað gevur Vesturvón ein
miðalprís uppá 36,56 fyri
kilo.
Men annars var tað ein
annars flakatrolari, Skála-
berg, sum hevði tann hægsta
miðalprísin av øllum.
Skálaberg var bara ein túr
í fjør og hann vardi í 107
dagar. Tann túrin fekk hann
438 tons í lastina og tey
vóru seld fyri heili 16,4
milliónir. Og tað gevur
Skálaberg ein miðalprís upp
á 37,45 krónur fyri kilo og
tað er dýrasti fiskurin hjá
nøkrum skipi æi fjør.
Trý nótaskip kláraði eis-
ini uppá listan fyri tey bestu
skipini.
Tey eru Christian í Grót-
inum, sum fiskaði 55.794
tons í fjør og tey fekk hann
31,1 millión fyri. Miðalprís-
urin var 55 oyru fyri kilo.
Annars fiskaði Tróndur í
Gøtu fyri 27,2 milliónir og
Norðbog fyri 16 milliónir.
Annars var tað misjavt,
hvussu tað gekk hjá hinum
nótaskipunum.
Saksaberg fiskaði fyri
11,1 millión, hann var úti í
198 dagar. Krúnborg var úti
í 174 dagar og fiskaði fyri
slakar 13 milliónir, Jón Sig-
urdsson fiskaði fyri 14,5
milliónir í 260 dagar og
Finnur Fríði fiskaði fyri
slakar 14 milliónir í 197
dagar.
Tveir djúpvatnstolarar
Bara tveir djúpvatnstrolarar
komu uppum 15 milliónir í
avreiðingarvirði í fjør.
Besti Djúpvatnstrolari var
Steintór í Hvalba, sum fekk
1.601 tons, sum hann av-
reiddi fyri góðar 17 milli-
ónir.
Næstbestur var Phoenix,
sum fiskaði 1.568 tons, ið
hann avreiddi fyri gott 15,1
milliónir.
Annars var tað misjavnt,
hvussu tað hevur gingist hjá
teimum stóru trolarunum.
Beinta fekk 865 tons, sum
hon avreiddi fyri knappar
7,9 milliónir. Boðasteinur
fekk 873 tons, sum vóru av-
reidd fyri 10,8 milliónir.
Brestir fekk 1.459 tons, sum
hann fekk knappar 15 milli-
ónir í kassan fyri og Niels
Pauli fekk 1.461 tons, sum
vórðu seld fyri knappar 14
milliónir. Suðringur fekk
knappar 14,3 fyri síni 1.467
tons og Vesturvarði fekk
10,1 fyri síni 1.205 tons.
Ringast royndust árið hjá
Mýlingi og Vesturskini,
sum avreiddi fyri slakar átta
milliónir í part. Sancy kom
uppá 9,3 og Rankin uppá
9,9 milliónir.
Eisini hjá partrolarunum
og línuskipunum hevur
verið ógvuliga misjavt.
Umframt teir, sum eru á
listanum gekk tað hampiligt
hjá Ametyst og Jaspis, sum
fiskaði 1.255 tons í part og
avreiddi tey fyri knappar 10
milliónir í part. Gorpur og
Skrápur avreiddu knapt
1.500 í part fyri 9,6 milli-
ónir í part og Skarvur og
Trastur avreiddu knapt
1.340 tons í part fyri 9,6
milliónir í part.
Men aðrir fingu minni,
eitt nú fingu Akraborg og
Varðborg 817 tons í part,
sum tær avreiddi fyri 5,9
milliónir í part og Nýborg
og Nesborg fingu 500 tons
í part, sum tær avreiddu fyri
4,2 milliónir í part og at
enda fingu Research og
Skansatangi 593 tons í part
og tað fingu teir 5,5 milli-
ónir fyri í part.
Hjá garnaskipunum gekk
eisini ógvuliga misjavnt.
Umframt Nim, sum var eitt
eindømi, tí hon avreiddi fyri
knappar 16,7 milliónir, er
tað bara Anita, sum kemur
upp um 10 milliónir - og
hon er beint omanfyri.
Annars seldi Aagot síni
258 tons fyri 5,9 milliónir,
Oknin fiskaði 655 tons fyri
7,8 milliónir, Vesturland
494 tons fyri 9,3 milliónir
og Ólavur Hvíti 350 tons,
sum hann avreiddi fyri
góðar 5,9 milliónir.
Ymiskt fyri 4,5 millión
Afturat øllum hesum eru tað
nøkur skip, sum ikki eru
bólkað undir bólkunum,
sum vit hava nevnt framm-
anfyri.
Tey eru níggju skip og tað
besta av hesum skipunum
var Fram úr Vestmanna,
sum fiskaði 1.676 tons í fjør
og tey vórðu avreidd fyri
8,4 millión.
Frystitrolarin Pelagos í
Funningi fekk 2.806 tons í
fjør og tey seldi hann fyri
8,2 milliónir. Sjúrðarberg
fekk 6,1 millión fyri síni
484 tons og Fuglfirðingur
fekk 5,3 milliónir fyri tey
614 tonsini, hann fekk.
Hoyvíkingur var bara úti
í 129 dagar í fjør og hesa
tíðina fekk hann 245 tons,
sum hann avreiddi fyri 1,9
millión.
Og at enda kann nevnast,
at mest umrødda fiskiskip í
flotanum í fjør, West Freez-
er í Miðvági fekk 450 tons
í fjør.
Og tey avreiddi hann fyri
7,4 millión. Tað gevur ein
miðalprís
uppá
16,08
krónur fyri kilo.
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags, Fannir og
Føroya
Skúlabóka-
grunnur geva út bøkur
eftir William Heinesen
á 100 ára degi hansara. Í
hesum sambandi verður
skipað fyri kvøldsetu í
Kommunuskúlahøllini 14.
januar kl. 20.00.
Í fimmtiárunum mynd-
prýddi William kommun-
uskúlahøllina við mynd-
evnum úr Sjúrðarkvæðu-
num, hesar myndir eru
stórfingnar og spennandi
og skuldu verið góður
karmur um eina kvøld-
setu Williami til heiðurs.
Á skránni verður dansur,
sangur, tónleikur, upplest-
ur og hugleiðingar. Børn
í
Kommunuskúlanum
fara upp á gólv, Havna-
kórið fer at syngja tekstir hjá
Williami og Edvard N. De-
bess og Teitur Lassen hava
gjørt hvør sítt lag til yrkingar
hjá Williami, sum teir fara at
framføra. Myndir hjá Ed-
wardi Fuglø til Veingjaða
myrkrið verða sýndar fram.
William ummælir
fagrar listir
- Forlagið Fannir
William Heinesen skrivaði
bøkur sínar á donskum. Tað
vita øll. Men fæstu munnu
vita, at hann eitt langt lív
skrivaði greinir og hugleið-
ingar á føroyskum í tíðarrit-
um og bløðum.
Mentamaðurin Jóhannes
Enni, sáli, savnaði alt hetta
tilfarið, og burtur úr tí hava
Marianna Debes Dahl og
Árni Dahl gjørt eitt úrval,
sum forlagið Fannir gevur út
undir heitinum William um-
mælir fagrar listir. Hetta eru
umrøður og ummæli, ið Will-
iam Heinesen skrivaði í áru-
num frá 1924 til 1984. Talan
er um tilsamans 46 greinir,
tólv kunnu vit nevna bók-
mentagreinir, fimtan bóka-
ummæli, ein er um leiklist,
fimm um tónlist, níggju um
myndlist, og fýra kunnu vit
rópa orðadrátt.
Aftast í bókini eru evnis-
yvirlit og navnaskrá.
Ingi Joensen hevur evnað
kápuna til. Har nýtir hann
málningin
Fjallaoyggjar,
sum Jacob Olsen, vinmaður
Williams, málaði.
Á kvøldsetuni kunnar Mar-
ianna Debes Dahl um bókina
og lesur brotið: Hitt mikla
stríðið um keisarans skegg.
Veingjaða myrkrið
Bókadeild Føroya Lærara-
felags
Edward
Fuglø
hevur
myndprýtt
stuttsøguna
Veingjaða myrkrið. Gunnar
Hoydal hevur skrivað for-
mælið og týtt søguna úr
donskum.
Tað eru nøkur ár síðan, at
Edward setti sær fyri at
myndprýða eina stuttsøgu hjá
Williami. Søgan Veingjaða
myrkrið er avgjørt ikki lætt-
asta søgan at fara í holt við,
tí mest sum øll søgugongdin
er í myrkri. Edward valdi tó
júst hesa søguna, tí hon snýr
seg um børn, og hann hevur
alla tíðina havt barnið í hug-
anum, tá ið hann teknaði
myndirnar. Edward fer á
kvøldsetuni at hugleiða um
arbeiðið at myndprýða eina
søgu hjá Williami.
Tað hevur hepnast Edwardi
so væl at myndprýða søguna
við 18 stórum myndum, at
forløgini Gyldendal í Dan-
mark og Mál og menning í
Íslandi gjørdu av at geva bók-
ina út saman við Bókadeild-
ini. Veingjaða myrkrið kemur
sostatt samstundis út í Før-
oyum, Danmark og Íslandi.
Stjørnuskaldið
undir Varða
- Føroya Skúlabókagrunnur
Stjørnuskaldið undir Varða
er savn við myndum, tónum
og tekstum eftir William
Heinesen. Úrvalið er skipað
eftir høvuðsevnum í skald-
skapi hansara. Savnið er býtt
í tríggjar høvuðspartar, ið eita
Fólk og samfelag, Lívgevandi
máttur
og
Tilverufatan.
Tekstirnir eru allir týddir til
hesa útgávuna og høvuðs-
denturin er lagdur á at flyta
William varliga og neyvt yvir
í føroyskt og varðveita stevið
og tónan í máli hansara.
Flestu tekstirnir hava ikki áð-
ur verið útgivnir á føroysk-
um og eru í fullari longd.
Ann Ellefsen og Kristin-
bjørg Høgnesen, studenta-
skúlalærarar, hava staðið fyri
úrvalinum, hava skrivað um
rithøvundin og skrivað inn-
gangirnar til einstøku evnis-
tættirnar í savninum. Axel
Tórgarð hevur týtt stuttsøg-
urnar, Gunnar Hoydal yrk-
ingarnar og Zakaris Svabo
Hansen greinirnar. Knút Ol-
sen skrivaði nótarnar til Tív-
ilsdøtur eftir lagi hjá Willi-
ami.
Hóast savnið er ætlað mið-
námsskúlunum, er útgávan
eitt frágerða gott høvi hjá al-
menninginum at ogna sær
William í leikandi løttum ný-
týðingum.
Á kvøldsetuni fara sjón-
leikarar at lesa tekstir úr savn-
inum, og høvundarnir fara at
siga nakað um William Hein-
esen og skaldskap hansara.
William
heiðraður
Trý tey virknastu forløgini heiðra William
Heinesen við bókaútgávum á 100 ára degnum.
William hevur prýtt aulu-
na í Kommunuskúlanum í
Havn við evni úr Sjúrða-
kvæðnum
SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS