leygardagur 8. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
Semjan millum Fíggjar-
málastýrið og Starvs-
mannafelagið
Mánadagin 4. januar varð semja
gjørd um trætuna á innkrevjingar-
deildini hjá Tolli og Skatti. Semjan
er soljóðandi:
a)
Starvsmannafelagið viðurkennir at hava gjørt eitt
mistak:
- Innanhýsistrupulleikar skulu viðgerast og loys-
ast á staðnum millum leiðslu og starvsfólk.
- Álitisfólk hevur ikki rætt til at voða til fundar í
arbeiðstíðini móti boðum frá leiðsluni.
b)
Burturvísingarnar av álitisfólkunum verða tiknar
aftur, og álitisfólkið vil ikki aftur innkalla til fundar
í arbeiðstíðini uttan loyvi frá leiðsluni.
c)
Partarnir viðurkenna at møguligar ákærur og hótt-
anir eru burtur.
d)
Sett verður ein samstarvsnevnd umboðandi starvs-
fólk og leiðslu.
e)
Tryggjast skal samstarvsnevndini, at broytingarnar
verða gjørdar við atliti til § 2 í sáttmálanum millum
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Notat til punkt d.
Samstarvsnevndin skal hava innlit í øll mál stovninum
viðvíkjandi. Samstarvsnevndin tekur ikki avgerðir,
men hevur tilmælisrætt til stovnsleiðsluna í teimum
málum, har avgerðir verða tiknar, sum hava beinleiðis
og óbeinleiðis tilknýti til arbeiðsumstøðurnar hjá
starvsfólkunum:
Millum annað verða hesi mál viðgjørd í samstarvs-
nevndini:
*
Ajourføringar av hondbókini í seinasta lagi innan
10. januar 1000. sí skjal A.
*
Kriteriu fyri flytingar av starvsfólki.
*
Útgreina uppgávubýti á økir og stýrið.
*
Tryggjað at allar broytingar eru í mest møguligan
mun í samráð við ynski hjá starvsfólkunum.
*
Tryggjað at mismunur ikki verður gjørdur á starvs-
fólki.
*
Tryggjað verður at øll hava somu møguleikar fyri
menning í starvinum, framflutningi og í arbeiðs-
viðurskiftunum sum heild.
*
Tryggjaður verður ein opin dialogur millum leiðslu
og starvsfólk um øll viðurskifti, sum hava týdning
fyri stovnin.
Annars verður víst til skriv frá Toll- og Skattstovu
Føroya, Stýrið, dagf. 16. desember 1999 um útlegg-
ingina av innkrevjingarøkinum.
Undirskrivað av Starvsmannafelagnum
og Fíggjarmálastýrinum
-----o-----
Í notatinum um útleggingina stendur m.a. at útgreinast
skal hvørjar uppgávur skulu leggjast út á økisskriv-
stovurnar og hvørjar skulu vera liggjandi á høvuðs-
deildini. Eisini skal ásetast hvussu nógv fólk skulu
taka sær av innkrevjingini í hvørjum øki.
Starvsfólkini fáa, sambært skrivinum, møguleika
at seta fram ynski hvar tey ynskja at arbeiða.
Í sambandi við arbeiði skal ansast eftir, at útleggingin
verður til minst møguligan báða fyri starvsfólkini á
innkrevjingardeildini, og at fakligi førleikin í mest
møguligan mun verður varveittur.
Birgit Vitalis Ottosen, økisstjóri, hevur høvuðsábyrgd-
ina av útleggingini, og ímeðan tað arbeiðið fer fram,
hevur Regin Thomsen, deildarstjóri í stýrinum, dagligu
leiðsluna av innheintingini. Hetta starv kemur hann at
hava til útleggingin til økini er liðug tann 1. apríl
2000
Skrivið frá Toll- og Skattstovuni er undirskrivað av
Óla Heinesen, stjóra.
Rætting til grein um SvF
SVEINUR TRÓNDARSON
Í greinini í blaðnum miku-
dagin, um at marknaðar-
leiðarin í SvF, Gunnhild
á Rógvu Olsen, hevur sagt
seg úr starvi, varð sagt, at
hon í eina tíð hevur havt
ábyrgdina av fíggjarliga
virkseminum.
Hetta er skeivt. Í stuttari
rættleiðing upplýsir Trónd-
ur Djurhuus, sjónvarps-
stjóri, at hann, frá 1. januar
2000 hevur konstituerað
marknaðarleiðaran,
sum
fíggjarstjóra.
Vit
biða
Gunnhild og SvF um um-
bering fyri mistakið
Gunnhild á Rógvu Olsen
Ikki talan um nakra
starvslækking
– Eg eri fegin um at tað eydnaðist at finna eina semju, men tað tók ov langa
tíð, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, nú semja varð gjørd við
Starvsmannafelagið um trætuna á innkrevjingardeildini. Og hann leggur stór-
an dent á, at tað ikki er talan um at økisstjórin er lækkaður í tign
SVEINUR TRÓNDARSON
Sum nevnt í blaðnum í gjár,
so eydnaðist loksins at finna
fram til eina semju millum
Starvsmannafelagið
og
Fíggjarmálastýrið um træt-
una á innkrevjingardeildini
á Toll- og Skattstovuni.
Í gjár segði formaðurin í
Starvsmannafelagnum, at
hann fegnaðist um, at fólkið
var sloppið aftur til arbeiðis
aftur, og mótpartur hansara
í trætuni, Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri, tekur
undir við honum.
– Sjálvandi eri eg fegin
um, at tað er eydnast at gera
semju um trætuna, men eg
eri eitt sindur vónbrotin av,
at tað tók, so langa tíð, sigur
fíggjarmálaráðharrin.
Ósemjan byrjaði av álv-
ara 9. november og ikki fyrr
enn næstan tveir mánaðir
seinni eydnaðist at leggja
lok á ósemjuna - ella ein part
av henni í hvussu er.
Varðveitir starvið
Undir trætuni er komið
fram, at tað vóru samstarvs-
trupulleikar millum deild-
arstjóran á innkrevjingar-
deildini og starvsfólkini,
sum var upprunaliga orsøk-
in til ósemjuna.
Tí kundi ein hugsandi
loysn verið, at deildarstjórin
á innkrevjingardeildini varð
fluttur í annað starv, men so
er ikki, og tað leggur fíggj-
armálaráðharrin stóran dent
á.
– Vit hava verið stak væl
nøgd við hennara arbeiði, og
hon kemur at halda fram í tí
starvinum, sigur Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráð-
harri.
Tað verður kortini ikki
beinanvegin, at tað verður,
tí ein partur av semjuni inn-
iber, at deildarstjórin á inn-
krevjingardeildini í eina tíð,
burturav fer at taka sær av
útleggingini av innkrevjing-
ini til økisskrivstovurnar, og
tað arbeiðið tekur so nógva
tíð, at hon verður frítikin
fyri dagligu leiðsluni á inn-
krevjingardeildini. Henni
fer Regin Thomsen at taka
sær av so leingi.
Nærri brúkarunum
- og bíligari
Sum sagt, so ber nú til av
álvara at fara undir arbeiði
at leggja út innkrevjingar-
uppgávurnar til økisskriv-
stovurnar.
Sambært fíggjarmálaráð-
harranum er hetta eitt gam-
alt ynski, tí sambært hann
hevur tað stóran týdning at
uppgávurnar liggja so nær
brúkarunum, sum yvirhøvur
gjørligt.
Samstundis er eisini møg-
uleiki at spara pening í sam-
bandi við útleggingina og
tað hevur, sambært fíggj-
armálaráðharranum, eisini
sera stóran týdning.
Eingin verður
uppsagdur
Í útvarpinum segði Karsten
Hansen herfyri, at hann
metti, at tað kundu sparast
eini fimm størv í innkrevj-
ingini, og tað fekk í gjár øði
í Gunnleiv Dalsgarð.
Hann helt tað vera ófatu-
ligt, at fíggjarmálaráðharr-
in, beint eftir drúgva orrustu
fór út at tosa um sparingar.
Hesum skilir Karsten
Hansen púrt einki av.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tað má vera okkara fremsta
uppgáva, at reka hetta land-
ið so bíliga sum tilber, sigur
hann og vísir á, at tað ber
ikki til, bara at halda stand
við útreiðslunum, um tað í
veruleikanum ber til at
spara, tí tørvurin á peningi
er stórur aðrastaðni í sam-
felagnum.
– Men er Gunnleivur
bangin fyri at fólkini vera
uppsøgd, so er eingin orsøk
til tess, leggur Karsten ugg-
andi afturat. – Vit hava uttan
iva pláss og brúk fyri teim-
um aðrastaðni í okkara syst-
emi, so tað skal nokk fella
upp á pláss, sigur hann.
Sum sagt í gjár so inniber
semjan, at ein samstarvs-
bólkur verður settur á Toll-
og Skattstovuni, og tað
fegnast fíggjarmálaráðharr-
in um.
Hann sigur, at tey hava
arbeitt við at fáa reglur um
hesar bólkar upp á pláss í
eina tíð, men ósemjan á
innrkevjingardeildini hevur
bara tað við sær, at sam-
starvsbólkurin verður settur
beinanvegin.
– Eg haldi, at tað er í fín-
asta lagi, tí tað skuldi verið
ein trygd fyri, at slíkar ó-
semjur vera loystar á staðn-
um beinanvegin, sigur hann.
– Tað er sjálvandi at fegn-
ast um, at semja er fingin
í lag og starvsfólkið er
komið aftur til arbeiðis,
sigur Karsten Hansen,
sum leggur dent á, at
deildarstjórin á innkrevj-
ingardeildini ikki er lækk-
aður í tign. – Hon fer
burturav at taka sær av
útleggingini til hon er
komin upp á pláss, og tá
tað arbeiðið er liðugt, fer
hon aftur í deildarstjóra-
starvið, sigur hann
savnsmynd
Almennir stjórar
blíva privatir
Nógv bendir á, at almennir stjórar rýma yvir í privata
vinnulívið, tí teir sleppa ikki at nýta síni evni hjá tí al-
menna, heldur búskaparfrøðingur.
DÁNJAL HØJGAARD
Almennir stjórar eru skerdir
fuglar.
Politikararnir leggja seg
út í teirra arbeiði, og teir fáa
ikki lagt langtíðarætlanir, tí
teir eru bundnir av árligum
játtanum úr løgtinginum.
Tað er ørkymlandi fyri stjór-
ar við hugskotum og ætlan-
um, og tískil velja fleiri av
teimum at royna eydnuna í
privata vinnulívinum.
Hetta heldur í hvussu so
er Mathea Hilduberg, bú-
skaparfrøðingur.
Hon heldur, at tað er vert
at leggja til merkis, at fleiri
almennir stjórar eru endaðir
í privata vinnulívinum. Og
hetta er meira enn tilvild,
sigur hon, og vísir á tvinn-
anda umstøður, sum kunnu
vera orsøk til at teir al-
mennu stjórarnir velja priv-
ata vinnulívið.
- Politikararnir leggja seg
ov nógv út í arbeiði hjá
stjóranum, so at hann ikki
sleppur at arbeiða sjálvstøð-
ugt. Harafturat eru avmark-
ingar av økonomiskum
slagi. Stjórin veit ongantíð
hvussu verður við framtíð-
ini, tí peningur verður ikki
játtaður á løgtingsins fíggj-
arlóg fyri meiri enn eitt ár í
senn. Ein stjóri má hyggja
longri fram, kanska eini trý
ár, sigur hon.
Renna seg føst
Mathea Hilduberg - sum
sjálv er marknaðarleiðari í
Føroya Sparikassa - heldur
okkurt benda á, at fólk við
góðari útbúgving og góðum
hugskotum renna seg føst í
almennu stjórastørvunum.
-Nógv byrja innan tað al-
menna. Tey hava góða út-
búgving og førleika og
nógv góð hugskot. Men
sleppa tey ikki at virka so
gerast tey vónsvikin. Tí fara
tey yvir í privata vinnulívið,
har tey betri fáa brúkt sín
fakliga førleika, sigur hon.
Mathea Hilduberg heldur,
at vandi er fyri, at teir al-
mennu stovnarnir missa tað
dugnaliga fólkið -kompe-
tansuna. Til tess at forða fyri
hesum mugu stjórarnir fáa
frið at arbeiða fyri politik-
arunum. Samstundis mugu
teir sleppa at leggja ætlanir,
sum røkka longri í tíðina,
sigur hon.
Privatir stjórar
eisini skerdir
Allan Skaalum, fyrrverandi
stjóri á ALS - sum nú er
stjóri í eini privatari fyritøku
- er lutvíst samdur við bú-
skaparfrøðingin.
Hann heldur, at okkurt
bendir á, at almennir stjórar
verða ørkymlaðir av, at tað
kann verða trupult at vinna
fram við broytingum, og at
teir somuleiðis ikki vita
hvussu
nógvar
pengar
stovnurin hevur at virka fyri
meiri enn eitt ár í senn. Í
hesum sambandi hugsar
hann ikki um sítt gamla ar-
beiðspláss, sum er í eini
serligari støðu.
Allan Skaalum vísir hin-
vegin á, at ein privatur stjóri
sleppur heldur ikki undan
uppílegging, tí hann noyðist
at standa til svars fyri
nevndini. Munurin er bert,
at stinga trupulleikar seg
upp, so koma teir nógv
meira fram alment, um tað
er ein almennur stjóri, ið
stendur fyri skotum, sigur
Allan Skaalum.
Í blaðnum í gjár var grein um
títtu stjóraskiftini í 90‘unum
Dánjal Højgaard
Um dagarnar frættist at
Annika Wardum Joensen
hevur sagt upp sum stjóri á
Fer›ará›num, eftir smá tr‡
ár í stjórasessinum. Herfyri
seg›i Allan Skaalum stjóra-
sessin frá sær á ALS. Hann
sat í tvey ár. Og fyri ikki so
langari tí› sí›ani fór Jóhan
Hendrik Svabo Samuelsen
eftir 11 mána›um frá sum
settur stjóri á Almanna-
stovuni.
Fer›ará›i›,
ALS
og
Almannastovan er nøkur av
teimum mongu arbei›s-
plássum, sum hava havt
skiftandi stjórar tey seinastu
árini. Eisini á Fiskasøluni,
Fiskavirking,
Sjónvarpi-
num, Strandsfer›sluni og
Sjúkrahússtjóraembætinum
eru stjórarnir komnir og
farnir.
Ikki lívstí›arstarv
At vera stjóri - antin ta› er í
eini privatari fyritøku ella á
einum almennum stovni -
tykist ikki longur at vera eitt
lívstí›arstarv.
-Fyrr sótu stjórarnir til teir
ikki klára›u at tyggja smør
longur. Ta› gera teir ikki
longur. Nú sita teir ikki
longri, enn at ta› kann for-
svarast, sigur Bergur Godt-
fred, lærari í lei›slu og sam-
starvi á Føroya Handils-
skúla.
Kaldari á tindinum
Títtu stjóraskiftini tykist at
hava samband vi›, at ta› er
vor›i› meira ábært at vera
stjóri. Tí›irnar hava veri ›
umskiftiligar og krøvini til
stjórarnar eru herd.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, heldur, at
partafelagslógin, sum kom í
90-unum, hevur sett størri
krøv til professionella lei›-
slu.
-Hetta hevur sett størri
krøv til nevndirnar og til
stjórarnar, sigur
Jan Mortensen.
Stjórin
á
Fiskasøluni,
Hans Johannes á Brúgv,
heldur, at ta› valdar ein
n‡ggjur
hugbur›ur
í
vinnulívinum. N‡ggir eigar-
ar vi› n‡ggjum tonkum eru
komnir framat. Krøv og
úrslit viga kanska tyngri enn
nakrantí›.
-Eg veit ikki hvussu ta›
hevur veri› fyrr, men í dag
ræ›ur ta› um úrtslit og úr-
slit, alla tí›ina, sigur Fiska-
sølustjórin.
Eingin fri›a›ur
Handilsskúlalærarin, Berg-
ur Godtfred, heldur ta› hava
t‡dning, at stjórarnir í dag í
størri mun mugu standa til
svars fyri síni avrik.
-Teir skulu kunna vísa á
úrslit. Og ta› sum ver›ur
gjørt í dag, er at ábyrgd
ver›ur plassera›. Ta› hava
vit ikki sæ› fyrr. Fyrr vóru
stjórarnir kanska fri›a›ir í
flokki A.
-Mongu stjóraskiftini í
Føroyum eru ikki eindømi í
teimum mentanum, i› vit
vanliga sammeta okkum
vi›. Vit eiga at síggja tey
sum eina tilla›ing til menta-
ninar, i› eru uttan um okk-
um. Har eru stjórar ikki fri ›-
a›ir - tvørturímóti, sigur
hann.
Søkja avbjó›ingina
Ein onnur orsøk til tey títtu
stjóraskiftini tykist vera, at
stjórasessurin ikki longur
ver›ur mettur sum eitt lívs-
tí›arstarv.
Jan Mortensen vísir, á, at
arbei›smegin sum heild er
vor›in meira mobil, og at
hugbur›urin til stjórasessin
er broyttur.
-Her er ein broyting hend.
Fólk eru ikki bangin fyri
broytingum
longur
og
stjórastarvi› er eitt stig á
yrkislei›ini - eitt slag av
løgarsteini, sigur stjórin í
Vinnuhúsinum
Stabilitetur í vanda
Hóast ta› kann vera gott fyri
persónligu menningina hjá
stjórunum sjálvum, so er ta›
kortini eitt vandamál fyri
arbei›splássi›, um ta› ver›-
ur alt ov títt millum stjórar-
nar, heldur Bergur Godt-
fred.
-Ta› kann ver›a óheppi›
um fólk bert eru í stjóra-
sessinum t.d. í eini tvey ár.
Tá fært tú ikki tryggja› tann
ney›uga
kontinuitetin
á
arbei›splássinum og eina
stabila virkismentan, sigur
hann.
Jan Mortensen ávarar hin-
vegin ímóti, at stjórar ver›a
sitandi ov leingi í flógva
stjórasessinum.
-Ta› eigur at vera ein
endurn‡gging
í
einum
stjóra. Og mark er fyri
hvussu leingi ein stjóri kann
skapa endurn‡gging, sigur
Jan Mortensen, sum sjálvur
var stjóri á Fer›ará›num eitt
skifti í 90-unum.
Stjórarnir
koma
og fara
Føroyski
arbei›smarkna›ur
in hevur neyvan
havt og mist so
nógvar stjórar
sum í 90-unum.
Krøvini til
stjórarnar eru
herd og
hugbur›urin til
stjórastarvi› er
broyttur.
Nakrir stjórar
sum komu
og fóru
Allan Skaalum,
fyrrverandi stjóri á ALS.
Annika Wardum Joensen ,
skjótt fyrrverandi stjóri á
Fer›ará›num
Tommy Petersen,
fyrrverandi stjóri á
Almannastovuni.
Bjarti Mohr,
fyrrverandi stjóri í
Fiskavirking
Bjartur Dalsgar›,
fyrrverandi stjóri í
Tryggingarfelagnum
Føroyar
Jan Mortensen,
fyrrverandi stjóri í
Fer›ará›num
Jákup Mørkøre,
fyrrverandi stjóri í
Fiskavirking
Jóan Hendrik Svabo
Samuelsen, fyrrverandi
settur stjóri á
Almannastovuni
Jógvan Mørkøre,
fyrrverandi stjóri á ALS.
Niels Sørensen,
fyrrverandi stjóri á
Fiskasøluni
Poul Michelsen,
fyrrverandi stjóri á
Fiskasøluni
Sjur›ur Horsdal,
fyrrverandi stjóri á ALS
Torger› Nielsen,
fyrrverandi stjóri á ALS
Bjarti Mohr, fyrrverandi
stjóri á Fiskasøluni
Thomas Arabo,
fyrrverandi stjóri á
Strandfer›sluni
J. Broncksgøta 15 - Tlf. 310 600
Rover 620 TI
Kr. 284.800,-
200 HK Turbo v/intercooler. 0 - 100 km/t 7 sek.
Rover 620 SI
Kr. 236.800,-
Kr. 251.800,-
131 HK, 0-100 km/t 9,5 sek.
2.0 Turbo Diesel v/Intercooler 105 HK
Fleiri og fleiri velja teir sera
vælumtóktu Rover bilarnar!
Rover 214 SI - 5 hurðar 103 HK,
0-100 km/t 10,3 sek.Kr. 149.800,-
Rover 420 SI
Kr. 199.800,-
136 HK,
0-100 km/t 9 sek.
Rover 623 SI "Automatic"
Kr. 298.800,-
158 HK, 0 - 100 km/t 9,5 sek.
Rover 416 SI 5 hurðar 111 HK, 0-100 km/t 10,7 sek.
Kr. 177.800,-
2.0 Turbo Diesel v/Intercooler
105 HK Kr. 214.800,-