Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 DÁNJAL HØJGAARD Ein fagnar summardag í fjør fór ein familja - maður, kona og trý børn - út í natt- úruna, at njóta tað góða veðrið. Men útferðin endaði sum ein vát marra. Tey valdu sær ein blett, beint niðanfyri tann norð- asta vatnbrunnin hjá SEV í Vestmanna, Vatnið, tey rópa. Tey vaksnu løgdu seg at sóla sær meðan børnini spældu í nánd. Knappliga - og uttan nakra sum helst ávaring - verður ein ventilur í byrg- ingini latin upp og eftir stuttari løtu fossar vatnið í stríðum streymi ímóti teim- um. Har var einki annað at gera enn at renna sum fyri lívinum, og til alla lukku sluppu tey við skrekkinum. Tey fingu bjargað sær úr neyðstøðuni, men sum skilst fór nakað av viðføri- num til stroks við flóðini - eittnú soviposar og leikur. Ongin ávaring SEV sleppur við jøvnum millumbili vatninum úr Vatninum, sum er ein goymslubrunnur, at taka til, t.d. tá turkur er. Hetta hevur verið gjørt øll árinini. Hvørki ávaringarskelti ella ávaringarskipan eru við byrgingina. Vatnið verður latið út gjøgnum ein ventil, sum er meiri enn ein metur í tvør- mát. Og tá froyðurin stend- ur út gjøgnum rørið er vandamikið hjá fólki at standa fyri, tí trýstið kann vera stórt. Fær avleiðingar SEV-stjórin Klæmint Weihe, sigur, at vatn hevur verið tappað úr ovasta brunninum øll árini uttan trupulleikar, og at vest- menningar hava vitað av hesum. Um allir vita tað er tó iva- samt. Pápin, sum var við í ferðalagnum, er vestmenn- ingur, var undir øllum um- Flýddu undan vatnflóð støðum tikin á bóli. -Er tað ikki óðamanna- verk, at sleppa vatninum úr brunninum uttan nakra sum helst ávaring? -Tað hevur fungera í 40 ár uttan trupulleikar. Men tá onkur nú ger vart við trup- ulleikan, so eiga vit at gera nakað við hann, sigur SEV- stjórin. Ávaringar settar upp Og sambært SEV-stjóranum verða stig tikin, til tess at forða fyri, at óhappið í fjør summar endurtekur seg. Klæmint Weihe, sigur, at hann hevur givið boð um at seta upp ávaringarskelti við byrgingina og okkurt slag av ávaringarskipan - helst eitt blinkljós - sum boðar frá, tá SEV opnar ven- tilarnar. Hinvegin verður ikki tal- an um at avbyrgja vegin fyri almennari ferðslu, sigur SEV-stjórin. Eitt hálvt ár eftir dramat- isku hendingina við Vatnið í fjør summar eru framvegis eingi ávaringarskelti ella ávaringarskipan sett upp við SEV-brunnin. -Kunnu vit rokna við at Ein familja kom illa fyri á eini útferð niðanfyri eina av vatnbrunnunum hjá SEV norðanfyri Vestmanna í summar. Uttan nakra ávaring slepti SEV vatninum úr brunninum Familjan, sum var fyri óhappinum við Vatnið kærdi hendingina fyri SEV í september í fjør og tey fingu svar aftur í oktober. Familjan vil ikki gera við- merkingar til málið. Tey meta málið sum liðugt frá teirra síðu. hetta verður gjørt áðrenn ferðafólkini koma í summ- ar? -Tað haldi eg. Tað rokni eg við, sigur Klæmint Weihe. Fossaverkið í Vestmanna hagani ventilurin ið vatn- brunninum hjá SEV verð- ur stýrdur Nýggj snið - serlig dygd Nýggj snið - serlig dygd Nýggj røð H75 B 430 Hvalvík - Tlf. 422394 O. K. HEILSØLA & MASKINUR Fígging heilt niður í 3,75% rentu fæst Ring og fá eitt maskinprát tlf. 422394 - 284792 - fax 422395 Til lagri hjá Klaksvíkar Timburhandli søkja vit eftir sølufólki - lagurformanni til deildina at byrja sum skjótast. Arbeiðsuppgávurnar eru kundaavgreiðsla har stórur dentur verður lagdur á handverkararnar, innkeyp av vørum, sam- skipan av arbeiði og avgreiðslu og annað fyrifallandi. Vit vænta: * at tú ert 25-45 ár * at tú hevur útbúgving innan fakið ella drúgvar royndir innan økið * at tú ert álítandi og arbeiðssamur/som * at tú hevur lætt við at samstarva við onnur Vit bjóða: * fasta løn eftir nærri avtalu * tryggar arbeiðsumstøður * møguleiki fyri menning á økinum Hevur hetta tín áhuga, send okkum so skrivliga umsókn saman við møguligum prógvum/viðmælum til: Klaksvíkar Timburhandil att.: Símun á Høvdanum Stangavegur 5 Postboks 48 700 Klaksvík Sosialurin - 311820 Sølufólk Lagurformaður P/F KLAKSVÍKAR TIMBURHANDIL Stangavegur 5 • FO-700 Klaksvík • Tel. 45 51 49 • Fax 45 73 49 LÆRARI Til Føroya Handilsskúla á Kambsdali Føroya Handilsskúli á Kambsdali søkir eftir lærara/um í Enskum A - 10 t/v og/ella sálarfrøði C – 4 t/v at byrja tann 1. februar 2000 og fram til 1. juli 2000. Førleikakrøv Prógv frá handilsháskúla, lærdum háskúla ella onnur við øðrum fortreytum. Umsøkjarar við vinnuroyndum hava fyrimun. Setanarkor Eftir avtalu við Føroya Handilsskúla og Undirvísingar- og mentamálastýrið. Góðir møguleikar eru fyri at halda fram í fullum starvið aftaná summarfrítíðina. Løn Í lønarrensli 13/21/24, 18/26/29 16/21/29/31 hjá HL ella eftir avtalu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elsu Mariu Olsen, deildarstjóra. Umsókn Umsókn við ljósprentum av próvskjølum o.ø., skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 24. januar 2000 og sendast til: Føroya Handilsskúli Kambsdalur FO-530 Fuglafjørður Á Føroya Handilsskúla verður stór áherðsla løgd á at nýta nútímams undir- vísingarhættir. Umstøðurnar á skúlanum eru góðar og serligur dentur verður lagdur á kunningartøkni.Tess vegna søkja vit eftir undirvísarum, sum hava stóran áhuga í at menna tøkniliga ástøðið og altjóðageringina enn meira og at menna samstarvið við vinnulívið. Sosialurin - 311820 Kambsdalur - 530 Fuglafjørður - Telefon 444900 - Telefax 444901 Teldupostur: elol@kambsdal.olivant.fo KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300  212380