leygardagur 8. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
Leygardagur 8. januar 2000
Teir trívast best í tí
dulda. Teir kopiera
tónleik ólógliga,
vaksa um sítt savn
uttan at gjalda fullan
prís fyri fløgurnar, og
so vinna teir sær
pengar við at selja
ólógliga tónleikin.
Náptakarar finnast
eisini í Føroyum – á
kømurum og
kjallarum kring
landið. 2´arin hevur
gjørt interview við
ein teirra.
Les um, hvussu tað
fer fram, hvørjar
tankar náptakarin
hevur gjørt sær um
ólógliga virksemi og
um óttan fyri at verða
avdúkaður.
Petur hevur í fleiri ár
kopiera tónleik ólógliga
–bæði til sín sjálvs og
fyri fólk. Mynd: Álvur
Tað ljómar ólógliga
Terji svíður
enn fyri
útgávuna hjá
Føstufressum
Síða ?????
Viðmerking:
Við postinum týsmorgunin
fingu allir løgtingsmenn
sendandi lýstu fíggjarlógina
fyri ár 2000. Anfinn Kalls-
berg, løgmaður hevur stað-
fest fíggjarlógina tann 29.
des. 1999, og á síðu 324
stendur, at játtanin til Suð-
uroyar Sjúkrahús í ár er
29.020.000 kr.
Men í tíðindunum sama
kvøld, sum postboðið bar út
fíggjarlógina, sigur Helena
Dam á Neystabø, landsstýr-
iskona í sjúkrahúsmálum, at
hon nú fer at royna at finna
nakrar krónur aftrat til Suð-
uroyar Sjúkrahús, tí at ann-
ars verða fylgjurnar av tí
samtyktu fíggjarlógini ov
ógvusligar.
Fyrst er at siga, at tað er
heilt ótrúligt, at ein lands-
stýriskona fyrst mælir til
eina játtan til Suðuroyar
Sjúkrahús, sum hon seinni
fær alla samgonguna at at-
kvøða fyri, fyri síðan at fara
at kanna eftir, hvørjar av-
leiðingarnar verða av játt-
anini. Tað átti at verið hvørj-
um mansbarni greitt, at
hetta kann ikki vera rætta
raðfylgjan. Man átti at
kunna kravt av einari lands-
stýriskonu við so nógvum
embætisfólkum, sum Hel-
ena hevur, at hon kannaði
avleiðingarnar, áðrenn hon
mælti til upphæddina.
Her kann eg bert skoyta
uppí, at eg má takka Tor-
bjørn Jacobsen fyri ber-
søgnu avdúkingarnar um
støðuna í samgonguni í
samband
við
atkvøðu-
greiðslurnar.
Harnæst er at siga, at fyri
meg er púra greitt, at Føroya
Løgting ikki hevur fingið
neyðugu upplýsingarnar um
avleiðingarnar fyri raksturin
av Suðuroyar Sjúkrahúsi frá
landsstýriskonuni. Eg gangi
út frá, at samgongan hevur
tikið hennara uppskot fyri
ár 2000 fyri at vera nøkt-
andi, og annað gav hon so
heldur ikki til kennar í løg-
tinginum undir viðgerðini
av fíggjarlógini. Og ikki at
hava fingið neyðugar upp-
lýsingar, átti løgtingið sjálv-
sagt ikki at góðtikið. Men í
dag gongur alt. „Nú mugu
vit í minsta lagi látast sum
um, at vit eru samd, tí vit
hava sett okkum fullveldið
sum mál,“ er niðurlagið vit
hoyra
frá
samgonguni.
„Fullveldið fyrst, og so má
alt annað eisini Suðuroyar
Sjúkrahús koma í aðru ella
triðju røð“.
Men hóast so var, so vóru
tó fleiri tingmenn, løgið
nokk bert úr andstøðuni
greiðir yvir, at játtanin til
Suðuroyar Sjúkrahús var
uml. tvær milliónur ov lág.
Tískil vórðu gjørdar ikki
færri enn tvær royndir at fáa
hesar pengar játtaðar, men
uttan úrslit. Samgongan tók
undir við Helenu Dam á
Neystabø.
Men nú fjúrtan dagar aft-
aná, so sleppur hon uttan ein
einasta kritiskan spurning
frá fjølmiðlunum at folda
seg út og siga, hvussu for-
harma hon er um, at játtanin
til Suðuroyar Sjúkrahús er
so lág. Hetta eru rein og
skær „krokodillutár“. Sig
mær, hvat er broytt í dag í
mun til dagarnar fyri jól, tá
onnur og triðja viðgerð av
fíggjarlógini var fyri? Og
hvat søgdu umboðini fyri
Suðuroyar Sjúkrahús í fjøl-
miðlunum og í brævaskifti
við Almanna- og heilsustýr-
ið um avleiðingarnar av ver-
andi játtan?
„Ja, men hetta eru teir
karmar, eg havi fingið til-
lutað“. Hetta er eisini vorðið
eitt standardsvar til allar
spurningar.
Landsstýris-
fólkini tváa hendurnar koll-
ektivt, tí tað eru karmarnir,
sum avgera politikkin og
játtanirnar. Men hvør setur
karmarnar? Er tað ikki m.a.
Helena Dam á Neystabø og
hini landsstýrisfólkini, sum
áseta karmarnar? Og er tað
ikki serliga landsstýrismað-
urin hjá Tjóðveldisflokki-
num í fíggjarmálum, sum
leggur karmarnar?
Sjálvsagt eru viðurskiftu,
sum kunnu gera, at karm-
arnir eru trongir. Eitt nú um
fíggjarviðurskifti okkara
eru vánalig. Men alt hetta
hendir samstundis um løg-
maður í nýggjarsrøðu síni
sigur, at fortreytirnar fyri
fullveldinum Føroyar ong-
antíð hava verið so góðar,
sum júst nú, tí methøgt av-
lop er á landshúsarhaldinum
Tí kann næsti spurningur
ikki annað enn verða, um
hetta er ein av prísunum fyri
fullveldið, sum suðuroying-
ar nú skulu gjalda við Suð-
uroyar Sjúkrahúsi? Stórt
avlop sigur løgmaður, ov
trongir karmar, sigur lands-
stýriskonan. V.ø.o skulu
pengarnir brúkast til annað
enn rakstur av einum útjað-
arasjúkrahúsi. Og vit eru øll
greið yvir, at fullveldið ikki
bert fer at hava henda prís-
in.
Tað var tann tíð, tá neyð-
ugt var at tátta næstan órím-
iliga nógv í, men henda tíð-
in er tíbetur ikki nú.
Samanumtikið má sigast,
at Helena Dam á Neystabø
aftur í hesum máli hevur
givið okkum ta fatan, at
høgra hond ikki veit, hvat
vinstra ger.
Og tað seinasta, sum nú
frættist er, at tíðindini frá
fyrr í vikuni, um at hon nú
fór at royna at finna fleiri
pengar til Suðuroyar Sjúkr-
ahús ikki longur halda, tí
hennara nýggi boðskapur er
nú, at fleiri pengar verða
ikki játtaðir. Henni so líkt,
so sigur hon eitt í dag og
annað í morgin.
Fylgjan verður so, at
leiðslan má ta tungu gongd
at siga fólk úr starvi, og at
funktiónir verða niðurlagd-
ar.
Politiska maktaloysið
hjá Hergeiri
Men megnaði Helena ikki
at fáa játtanina til Suðuroyar
Sjúkrahús upp, so kundi
kanska onkur samgongu-
maður roynt tað. Tá tað
frættist,
at
Klaksvíkar
Sjúkrahús ikki fór at klára
seg fyri ta játtan, landsstýrið
hevði skotið upp, so eydn-
aðist tað samgongutingfólk-
unum úr Norðoyggjum at
fáa forstáilsi fyri, at tað ikki
kundi ganga. Úrslitð var, at
meirilutin í fíggjarnevndini
mælti til eina hækking, sum
eisini varð samtykt.
Ein tingmaður úr Suður-
oyar valdømi er í samgong-
uni. Hevði hann farið fram
sum klaksvíkingarnir, so var
hesin trupulleiki á Suður-
oyar Sjúkrahjúsi ikki til.
Hevði Hergeir Nielsen fyri
einaferð skyld tora at sett
gerð aftan fyri síni orð, so
var støðan ikki íkomin. Um
landsstýrið og fíggjarnevnd
fingu at vita frá Hergeiri
Nielsen, at hansara treyt fyri
at atkvøða fyri fíggjarlógini
var, at játtanin til Suðuroyar
Sjúkrahús varð hækkað, ja
so var játtanin hækkað. Tað
er politikkur - at brúka sítt
vald.
Tað gevur í hvørfall onga
meining at sita og gráta
krokodillutár saman við
andstøðuni, tá okkara upp-
skot fella. Samgongan og
Hergeir Nielsen sita við
mandatinum til avgerðirnar,
men tíverri brúkti Hergeir
Nielsen ikki hetta mandat,
soleiðis sum m.a. Jógvan
við Keldu gjørdi tað, tá tað
snúði seg um Klaksvíkar
Sjúkrahús. Hevði hann so
enntá megnað at fingið tveir
tjóðveldismenn aftrat sær, tá
minnilutauppskotini vóru til
atkvøðugreiðslu, so var
sloppið. Men tað megnaði
han heldur ikki. Andstøðan
kom við 14 atkvøðum, sam-
gongan bert við einari.
Omaná alt royndi hann so
við ósannindum at billa
fólki inn, at hann hevði eitt
uppskot, men trupulleikin
var, at eg ikki tók undir við
tí. Í mínum faxi fríggja-
morgunin 17. des. lá eitt
uppskot til eina meirjáttan
til Suðuroyar Sjúkrahús
uppá 1,8 mill. kr. Uppskots-
stillararnir skuldu umframt
Hergeir Nielsen, Jógvan við
Keldu og Kári P. Højgaard
úr samgonguni vera m.a. eg
og aðrir úr andstøðuni.
Var tað so, at Hergeir
hevði fingið Jógvan við
Keldu og Kára P. Højgaard
at tikið undir við uppskoti-
num, so hevði tað komið í-
gjøgnum. Men bæði Jógvan
við Keldu og Kári P. Høj-
gaard ringdu til mín sama
dag og boðaðu frá, at teir
einki kendi til uppskotið frá
Hergeiri, og hvørgin teirra
fór at atkvøða fyri tí og enn
minni at standa sum upp-
skotsstillarar. Eg hugsi, at
Jógvan við Keldu enntá
ringdi tvær ferðir um júst
hetta mál. V.ø.o. var ætlanin
hjá Hergeiri Nielsen við
hesum uppskotinum at tváa
egnu politisku ómegd. Tað
var eitt bluffnummar frá
byrjan til enda, tí hann hevði
ongan samgongutingmann
við sær - ikki so frægt sum
ein tann einasta tjóðveldis-
mann.
Nú fáa vit so at síggja,
hvørjar
avleiðingarnar
verða av tí ov lítlu játtanini
til Suðuroyar Sjúkrahús.
Men eitt afturstig verður tað
so í øllum førum, har tann
tryggleiki, hetta sjúkrahús
gjøgnum tíðirnar hevur giv-
ið okkum suðuroyingum,
neyvan fer at verða tann
sami.
So Helena Dam á Neyst-
abø, Hergeir Nielsen, lands-
stýrið og samgongan hava
gjørt sítt til, at trivnaðurin í
Suðuroynni hevur fingið eitt
meint afturstig. So kunnu tit
annars erpa tykkum av,
hvussu greið leiðin gongur
ímóti fullveldinum, men
fyri slíkan prís fáa tit ikki
stóra undirtøku í Suður-
oynni. Og tað er fyrst og
fremst Tjóðveldisflokkurin,
sum ásetur prísin - fullveld-
isprísin.
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmaður
Helena og Hergeir gráta
um kapp „krokodillutár“
um Suðuroyar Sjúkrahús
Sjónleikurin hjá tí støðuleysu Helenu
Nú ein tíð er fráliðin síð-
ani fjølmiðlar úr miðstað-
arøkinum gjørdu royndir
at seta kíla inn í prátið
millum útjaðarapolitikar-
ar, haldi eg vera hóskandi
at koma við nøkrum við-
merkingum, nú adventin,
jólatíðin og nýggjárið er
farin aftur um bak, og vit
eru inni í nýggjum ári,
eini nýggjari øld við fram-
haldandi avbjóðingum og
spennandi átøkum.
Fyrst er at siga, at hev-
ur prátið útjaðarapolitik-
arar eitt so veikt grund-
arlag, sum Dimmalætting
ger tað til, at tað verður
jarðlagt av fyrsta nosinum
og teirra álopi, hevur hetta
onga framtíð. - So verður
útjaðarin - og við honum
Føroyar - einki minni enn
ein vanlagna.
Tað er eingin ivi í, at
Jóannes Ejdesgaard við
síni framferð ger royndir
at vinna Javnaðarflokki-
num eitt sterkari fótafesti.
- Eingin kann siga hann
ringan fyri tað.
Hinvegin eigur Jóannes
at ansa eitt sindur eftir,
hvussu hann fer við sín-
um egna valdømi Suður-
oynni, sum hevur verið og
er serstakliga illa fyri.
Hann eigur at seta sær
spurningin, um javnaðar-
politikkurin- og flokkurin
er meira verdur enn fram-
tíðin hjá Suðuroynni.
Tá hetta er sagt, fari eg
at koma við nøkrum hug-
leiðingum um viðurskifti
úti um landið og kanska
onkrum rættleiðingum.
Brot úr frambrotum
Eingin ivi er um, at skal
núverandi gongd vendast
- og tað skal hon - skulu
ódnartøk takast, og eg
fegnist um, at skjøtil er
settur á við umrøðuni av
føroyska samfelagnum
sum heild, og at Føroya
Løgting sum fyrsta íkast
til
hetta
hevur
sett
500.000 kr. av til eitt
kanningararbeiði.
Fyrst fari eg at koma
við nøkrum dømum um,
hvussu torført tað hevur
verið, og hvussu hørð
krøvini framvegis eru, fyri
at fáa stovnar settar úti um
landið, og hvussu trupult
tað er at fáa miðstaðarfólk
at skilja støðuna. - Lat
meg taka dømini úr egn-
um umhvørvi, tað fellur
lættast.
Tá
landsstovnurin
Trygdarmiðstøðin varð
settur á stovn í Klaksvík,
var Klaksvíkar Kommuna
noydd at seta 600.000 kr.
í stovnin fyri yvirhøvur at
fáa hann stovnsettan, hó-
ast einki rættari stað var
at leggja hann, enn í
Klaksvík, tí tað er her
trygdarskeiðini fyri før-
oyskar sjómenn hava ver-
ið hildin líka frá byrjan - í
eini 10 ár - og her er nøkt-
andi umhvørvi við bæði
sjómansskúla og teknisk-
um skúla.
Her komu álop bæði úr
miðstaðarøkinum og so
sanniliga eisini av Tvør-
oyri, uttan hetta fekk nak-
að serligt aftursvar hiðani.
- Men serliga borðbar vóru
álopini ikki, men Trygd-
armiðstøðin virkar nú eftir
ætlan.
Fyri at fáa landsstovnin
Fjálgulon - heimið fyri au-
tistar - til veruleika, hóast
peningur á landsfíggjar-
løgtingslógini hevur verið
avsettur í tvey ár til stovn-
in, var Klaksvíkar Komm-
una noydd at fara inn fyr-
ibils við einki minni enn
1.1 mill. krónum, sum tó
seinni verður endurgoldið.
- Legg til merkis, at hetta
er eitt landsmál.
Seinast var bardagin um
Granskingardepilin, og
tað ódnarveður, ið stóðst
av honum. Her var Klaks-
víkar Kommuna noydd at
fara inn við umleið 1,8
mill. krónum yvir trý ár.
Tað eru landsstýrisfólk
ið skilja framburð
Vit kunnu fegnast um, at
vit hava landsstýrisfólk, ið
skiltu málið, at føroyska
samfelagið er lítið, eigur
at vera livandi og kapp-
ingarført, og ikki, sum vit
hava sæð, at dynamikk-
urin verður sentraliseraður
úr samfelagnum, har fólk
ofast stendur krevjandi við
eini útrættari hond til at
taka ímóti, heldur enn at
vera gevandi.
Nei, her eigur so sanni-
liga vend at koma í, og
ikki minst nú vit hugsa um
størri sjálvbjargni. - Tí eru
ikki stundir til stríð okkara
millum Jóannes, men eitt
dygt arbeiði og samar-
beiði.
Eg fari fyrsta dagin í
aðrari serstakari grein at
venda aftur til sjúkrahús-
málið sum heild o.o. mál,
har Jóannes Ejdesgaard
royndi at gera sær dælt av
eini viðgerð, hann innast
inni - sum búgvin og
royndur politikari - visti,
ikki bar uppi.
Jógvan við Keldu,
borgarstjóri og
løgtingsmaður
Veruleikar, fram-
brot, vansar
… og hugleiðingar annars um útjaðaran.
Tolir útjaðarin ikki eitt lítið nos frá
Dimmalætting, hevur hann kortini onga
framtíð