leygardagur 8. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 5 – 8. januar 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Rigmor Dam,
lærari
Óndir jóla-
menn í Havn
Eg havi sæð ein óndan jólamann.. ikki bara var hann
óndur, hann var eisini danskur..!
Hetta var í Havn, til eina av teim mongu jólaveitslu-
num hjá einum felag, har sonurin er so heppin at vera
limur. Næstan øll børnini fingu ein stóran leskiligan
jólaposa, men tey seinastu børnini í rúgvuni,
harímillum sonurin, fingu einans ein heingiboppuposa
við tveimum mandarinum í!
Sjálvsagt forvitnast krakilska mamman eftir orsøkini
til fadesuna, samstundis sum flóvi sonurin hálar í
bundnasjalið, „kom nú mamma, tað ger einki, vit
eiga so nógv gott har heima..!“. „Øhh..“ letur í jóla-
manninum „...vi har ikke lavet pakker nok“. „Nei,
tað síggi eg. Og tað, hóast vit hava teknað okkum og
goldið 40,- kr. fyri at luttaka!! - Ná, men gott er, nú
fara vit oman í kioskina at keypa bomm, kom góði“.
Aja, enn einaferð setti jólamaðurin meg í ‚forleygin-
heit‘. Tað hendir næstan hvørt ár og nú eri eg við at
vera rættiliga troytt av honum. Tí hvat skal eg siga
við børnini, tá hann ferð eftir ferð upptraðkar djúpt
órættvíst og ólogiskt og í dýrastu andsøgn við hug-
myndina av gávumilda gamla abbanum, sum vitjar
heimini hjá øllum børnum hvørt ár, óansæð hvussu
tey hava skikkað sær.
Trupulleikin tykist at vera, at eingin kennur søguna
um jólamannin, eiheldur eg sjálv. Spurningar frá
børnum, eg havi svarað, logið um ella káva útyvir,
hava verið: Hvar býr hann? Kemur hann eisini til
mín jólaaftan? Hvørt ár? Gevur hann mær tað, sum
eg ynski mær? Kann eg skriva honum bræv? Hví
vitjar hann hjá grannunum hvørt ár og her hevur hann
bara verið einaferð? Hava vit nakran skorstein og
hvussu sleppur hann niður í? Kunnu reinsdjór flúgva?
Hví eru fleiri jólamenn? Brúka tey strikukodur á
verkstaðnum hjá jólamanninum? Hví er alt góðgæti í
hosuni sama slag sum tað í spískamarinum hjá okk-
um?
Tað sum børnini uppliva nú, er ein ørgrynna av
jólamonnum, í fleiri vikur fyri jól. Teir búgva fyrst
og fremst í handilsumhvørvum, annars eisini í Grønn-
landi, Finnlandi, Sámalandi, Noreg og uppi í fjøll-
unum. Verða fluttir við skipi, tyrlu, sjúkrabili, brand-
bili ella sleðu. Summir geva gávur, aðrir góðgæti og
teir ordiliga keðiligu geva bara frukt ella piparnøtir.
Summir eru ordiliga fittir, áhugaðir og prátingarsamir,
aðrir siga einki. Onkur prátar sandsmál, annar dankst.
Viðhvørt eru teir í loftmiðlunum, men ikki allir eru
so fínir. Men felags fyri teir allar er, at sera nógv
smábørn hava eina fullkomiliga nattúrliga frykt fyri
hesum lodnu og grovmæltu ókunnumonnum, inntil
tey finna útav at tey kunnu FÁA.
Eg fari tí við hesum, at skjóta upp, at vit lata jóla-
mannin vera eftir í 20. øld, sum eina forna leivd, og í
staðin finna okkurt annað at lúgva fyri børnunum
um. Mytir og traditiónir hava allar sína tíð, og tá ið
tær ikki eru hóskiligar longur, verða aðrar settar í
staðin.
Columbine-bondini
Eyðun Klakstein
13 fólk lótu lív, og fleiri
enn 100 vórðu særd, tá
tveir ungir mans skutu frá
hond á Columbine-skúla-
num í amerikanska bý-
num Littleton fyri 9 mán-
aðum síðani.
Tað var fyrrapartin tann
20. apríl, at Eric Harris og
Dylan Klebold gingu
berserkagongd á sínum
egna skúla. Teir skutu
floksfelagar, kenningar og
lærarar, áðrenn teir góvu
sær sjálvum eina kúlu fyri
pannuna.
Friðarligi býurin nær-
indis Denver í Colorado
var alt í einum vorðin
pallurin fyri eini blóð-
ugari niðurskjóting av
tilvildarligum ungfólki.
Tann dag í dag ekkóa
skotini í Littleton. Avvar-
andi eru ikki komin fyri
seg enn, og amerikanska
samveldisløgreglan ger
framvegis kanningar í
býnum.
Og beint undan jólum
kom virda tíðarritið Time
við eini skelkandi avdúk-
ing.
Í vikunum undan dráp-
unum høvdu teir báðir
drápsmenninir upptikið
fimm sjónbond av sær
sjálvum. Sjónbond, sum
teir vónaðu skuldu vísast
kring alla klótuna og sum
skuldi gera teir heims-
kendar. Kendir
leikstjórar fóru at
stríðast um rættind-
ini til søguna,
spáddu teir.
Á hesum
bondunum, sum
verða rópt
Columbine-
bondini, greiða
Eric Harris og
Dylan
Klebold frá
sínum
ætlanum,
og hví teir
stutta tíð
seinni
vóru frá sær
sjálvum í einum
blóðrúsi á skúlanum, har
teir høvdu traðkað mangt
fótasporið.
Tað kostaði 13 fólkum
lívið, fleiri enn 100 vóru
særd, og enn fleiri vóru
rakt so ella so sum av-
varðandi.
Vápn og Whiskey
Tað var ein blanding av
hatri, øvund, undirluta-
NATRUAL BORN KILLERS. Í apríl mánaði í fjør drupu tveir 17 ára gaml-
ir skúlanæmingar 13 fólk og særdu fleiri enn 100 á einum miðnámsskúla í
USA. Frammanundan høvdu teir greitt einum upptøkutóli frá, hvat teir hugs-
aðu um áðrenn blóðbaðið
kenslu og eini sjúkligari
trongd eftir at gerast kend-
ir, sum var orsøk til hóp-
drapið í Littleton.
Hetta vísa sjónbondini,
sum fyrstu ferð komu í
ljósmála, tá journalistar á
Time tíðarritinum, eftir
kanningararbeiðið í fleiri
vikur, fingu fatur á bond-
unum. Løgreglan hevði
annars hildið bondini
loynilig fyri øllum, tí vildu
ikki geva drápsmonnunum
óneyðuga nógva umtalu.
Á einum av upptøk-
unum, sum samanlagt eru
tríggjar tímar til longdar,
situr Eric Harris við eini
avsagaðari fuglabyrsu í
fanginum og eini Whiskey-
fløsku í hondini. Undir
liðini á honum situr Dylan
Klebold við tannsteytara í
munninum, og saman sita
teir og breggja sær av sín-
um ætlanum um eitt hóp-
dráp á Columbine-skúla-
num.
Byrsuna rópar Eric fyri
Arlene, og tað navnið hev-
ur hann fingið úr spælinum
Doom. Og eftir at hann
hevur fingið sær upp í
munnin av Whiskey vissar
hann øll, sum í
framtíðini fara
at síggja
sjónbandið, um, at teirra
ætlan er orginal, og at teir
als ikki fara at eftirapa
skottilburðum, sum stutt
frammanundan høvdu
verið í Oregon og
Kentucky.
- Hesum tilvildarligum
skottilburðunum stóðu
børn, sum so gjarna vildi
verða góðtikin, fyri, siga
Eric.
Sítt álop á skúlan hava
Harris og Klebold lagt til
rættis í eitt heilt ár, og teir
ætla at raka teir vælbjarg-
aðu næmingarnar og
ítróttarstjørnurnar meinast.
Einum næmingi ætla teir
at “skjóta kjaftin av”, og
ein annar skal “skalp-
erast”, sum teir taka til.
Á einum bandi reksa teir
báðir nøvnini upp á teim-
um gentunum, sum hava
sagt nei til at fara í býin
við teimum. Eric Harris
gremur seg um, at hann
verður argaður orsaka av
síni útsjónd, sínum hári og
klæðunum, hann gongur í.
Hataðu øll
Hatrið er næstan ótøm-
andi, og øll standa fyri
skotum.
- Vit hata øll. Hvít,
myrk, meksikanarar, gýð-
ingar, kvinnur, trúgvandi
og geykara. Vónandi
drepa vit 250 av tykkum,
froysir Dylan Klebold á
einum av bondunum.
Einastu fólkini, sum
sleppa undan ágangi á
sjónbondunum, eru for-
eldrini hjá teimum báðum,
og tað er sjón fyri søgn, at
teir kenna Shakespeare, tá
teir sitera hann fyri fylgj-
andi: Good vombs hath
borne bad sons. Hetta
verður gjørt í eini hjálpar-
leysari roynd at lætta um
sorgina og ábyrgdarkensl-
una hjá foreldrunum, eftir
at teir hava gjørt álvara av
síni blóðugu ætlan.
Amerikanska samveldis-
løgreglan er ikki í iva um,
hví teir báðir ungu menn-
inir skutu frá hond á skúl-
anum. Teir vildu gerast
kendir, og teir vildu vísa
øllum, hví teir gjørdu sum
teir gjørdu.
Á seinasta pettinum av
upptøkunum hjá Klebold
og Harris siga teir farvæl
til foreldrini hjá sær, áðr-
enn teir fara avstað til
skúlan fyri at gera álvara
av teirra ætlan.
- Mær hevur ongantíð
dámt lívið, og tit skulu
bara vita, at eg eri á veg til
eitt betri stað enn hetta,
sigur Dylan Klebold.
- Hatta var tað. Vit
mugu avstað. Farvæl, eru
seinastu orðini hjá Eric
Harris.
Stutta tíð eftir tað rung-
aðu fyrstu skotini á
Columbine-
skúlanum.
Í vikunum undan drápunum
høvdu teir báðir drápsmenninir
upptikið fimm sjónbond av sær
sjálvum. Sjónbond, sum teir vónaðu
skuldu vísast kring alla klótuna og
sum skuldi gera teir heimskendar.
Kendir leikstjórar fóru at stríðast um
rættindini til søguna, spáddu teir.
Nr. 5 - 8. januar 2000
17
Dagfinn Olsen
Blaðkvinnan Helle Møller
Christensen hevur skrivað bók
um lívsleiðina hjá gyklaranum
Jacob Haugaard. Bókin nevnist
„En gøgler på strandvejen“. Her
verður greitt frá lívsleiðini hjá
Jacob, ið hevur mammu av
Tvøroyri, og bókin er avgjørt
ikki keðiligur lesnaður.
Vit fylgja Jacob frá fyrstu
árunum, tá hann saman við
vinmanninum Kurt Thorsen
bindur eitt havahús fast í
Cadillacbilin hjá pápa Kurt.
Orsøkin er, at ríki
handilsmaðurin Thorsen hevur
vitjan av japanarum, ið ikki heilt
trúgva, at reipið, ið hann ætlar at
selja teimum, er nóg sterkt. Fyri
at hjálpa, gera vinmenninir fast
millum hús og Cadillac, sum
Kurt hevur í gongd við at trýsta
fast á speedaran. Teir eru glaðir,
tá tað heldur og húsið flýgur
fram í bilin.
Til Føroya á traktori
Mangar eru søgurnar frá barna-
og skúlaárunum.
Vit hoyra eisini um ferð til
Føroya. Eftir seinna
veraldarbardaga, í 1948, hittast
foreldrini hjá Jacob. Pápin, Åge,
fær arbeiði sum timburmaður í
Føroyum. Hann hittir Kathrinu,
sum er undir útbúgving til
sjúkrasystir. Jacob kemur í
verðina 12. maj 1952. 4
mánaðar seinni flyta tey til
Danmarkar.
Men tey vitja ofta aftur, men
einaferð er við at enda galið hjá
lítla Jacob, ið er sera forvitin og
marksøkjandi. Tey ferðast við
skipi til Føroya. Ljóðið frá
einum motori leypur fjáltur á
Trinu og Åge. Tey taka minnu
systkini, Jan og Agnes, og halda
avstað.
Ljóðið kemur frá einum
traktori, ið stendur fremst á
dekkinum. Á honum situr 5 ára
gamli Jacob, ið hevur sett
motorin í gongd og hevur kós
útav stokkinum. Ein dekkari
bjargar í síðstu løtu dreingi og
traktori frá druknideyðanum.
Eftir hetta verður Jacob bundin
saman við systkjunum á
ferðunum til Føroya.
Omma Jacob, Frida, setur dám
á dagarnar hjá Jacob í Føroyum.
Hon er full í pátrúgv og nógv
má Jacob sjálvsagt kanna
sjálvur.
Eina nátt á Hvítanesi á
Tvøroyri minnist hann sera væl.
Hann hevði hoyrt søguna um, at
húsini á Hvítanesi vóru gandaði.
Tey vóru bumbað undir krígnum
og høvdu ikki staðið still síðani.
Eina náttina gekk toran. Jacob
hoyrir róp: Jesus, Jesus:
Uppi í songini stendur
omman, ið annars altíð er vøkur
og fín, í slitnum náttkjóla og við
langa, gráa hárinum hangandi
leysum og við ongum tonnum.
Samstundis kastar eitt snarljós
ljós inn í rúmið.
Løtt og ærlig
Bókin er full av søgum frá ung-
dómsárunum og skúlatíðini, har
hann finnur fyrstu unnustu sína
og langt um leingi fær HFprógv
við 5,7 í miðal. Hesum letur hann
sær tó ikki steðga av, men fer til
Tunesia saman við vinfólkum. Tey
sláa tjald upp og vakna næsta
morgun við trompetblástri. Síðani
fara skotsalvurnar ígjøgnum luft-
ina. Tey hava sett tjøld upp á
einum hernaðarvenjingarstað.
Soleiðis ganga árini. Teir
fyrstu tónleikabólkarnir síggja
dagsins ljós. Við hesum kemur
Jacob inn á pallin og lívið á
hallandi fjalunum byrjar. Og
lívið tykist ganga sama veg, sum
fjalarnar.
Jacob er fastur gestur til
Hálvur
føroyingur
- reinur
gyklari
GYKLARI. Jacob Haugaard er maðurin, ið
trýr uppá einglar, hatar autoritet og sum
koyrdi Cadillac, áðrenn hann dugdi at lesa.
Hann er fólkavalda skemtisøgan í Danmark.
Hann er gyklarin, ið hevur búð í skúrvogni
millum drykkjumenn og gleðisgentur. Hálvi
føroyingurin hevur fingið lívssøgu sína út í
bók
veitslur, men hini møðast av
honum, tí hann drekkur meira
og skjótari enn tey.
Heldur ikki á pallinum fáa
fólk frið at leika, uttan at Jacob
skal ímillum. Samstundis er
hann maðurin aftanfyri mangar
løgnar hendingar ella
„happenings“. Eisini hevur hann
hug at bjóða av í ríkiligt mát, tí
oftast eru mótstøðumenninir væl
størri og sterkari, enn hann er
sjálvur.
Hann gerst kendur í umhvørv-
inum í Århus, sum maðurin, ið
býr í einum skúrvogni. Ein vin-
maður gerst illa við, tá hann
eftir nøkur ár hittir Jacob á gøt-
uni. Hann er ávirkaður og stríð-
ist við at seta danabrókfløgg í
hundalortar.
Bókin er bersøgin. Vit hoyra
um søguna, tá hann skrivar
sangin „Haveje“, sum Kim
Larsen gjørdi kendan.
Seinni hoyra vit um tað, ið vit
kenna meira til í lívinum hjá
Jacab. Samstarvið við Finn
Nørbygaard, uppstillingar til
fólkatingsval og so framvegis.
Avvenjing
Í 1992 verður Jacob innlagdur
og fer til avvenjingar fyri
rúsdrekkamisnýtslu.
Bókin er løtt, ærlig og alt
annað enn keðilig at lesa.
„Eg havi upplivað tað villast
hugsandi í lívinum og havt
stórar niðurtúrar. Men eg eri eitt
korkpropp menniskja, ið altíð
kemur uppaftur“, sigur
Haugaard.
Forlagið Høgsted & Høgsted
gevur út.
Standmyndin Jacobka´pis, ið Jacob lat gera fyri floksstuðul sín,
stendur í Tuborg Havn