leygardagur 8. januar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 5 - 8. januar 2000
– Eg angri einki
Terji Rasmussen
hevur í 10 ár goldið
rentur og avdráttir
fyri útgávuna, sum
hann gjørdi saman
við Føstufressum, og
hann verður ikki
liðugur at gjalda fyrr
enn í 2003. Fløgan
var í Sosialinum
kosin at verða besta
føroyska fløgan
nakrantíð
Eyðun Klakstein
Terji hevði ein dreym.
Ein dreym um at gera eina
rimmar fløgu.
Við løgum hjá sær, yrkingum
hjá vinmanninum Anker Eli
Petersen og við tónleikarum,
sum veruliga kundu lyfta
sangirnar.
Dreymurin gjørdist veruleiki í
februar 1990, tá Terji og Føstu-
fressar góvu sína fløgu út.
Men dreymurin gjørdist hálva-
vegna til eina marru, tá mót-
tøkan av fløguni var hálv-
vánalig. Sølan var eitt vónbrot,
útgávan fekk vánalig skoðsmál,
og Terji, sum brúkti eina
fjórðingsmillión upp á útgávuna,
fekk ein undir vangan fíggj-
arliga.
Terji svíður framvegis fyri
útgávuna í 1990, og hann verður
ikki liðugur at gjalda fyri
fløguna fyrr enn í 2003 – 13 ár
eftir at sangir sum Ljóðmynd,
Morgunflog og Mamma vóru
fyrstu ferð at hoyra á fløgu.
Eftir eina spaka byrjan
gjørdist ljóti dunnuungin til tann
vakrasta svanan.
Sølan togaði seg upp um 4000
eintøk, og í síðstu viku segði ein
atkvøðugreiðsla í Sosialinum
greitt, at útgávan hjá Terja og
Føstufressum er tann besta í
føroyskum tónleiki til dags dato.
Harafturat var Terji
Rasmussen kosin at verða besti
sangarin, og sangurin Ljóðmynd
av fløguni hjá Terja og Føstu-
fressum varð, saman við
Breaking my Heart hjá Hjarnum,
kosin at verða besti sangurin
farnu øldina.
Til endans ein stórur sigur fyri
tónleikaran og sangskrivaran,
sum bæði áðrenn og aftaná fløg-
una hjá Føstufressum, hevur
gjørt vart við.
Flýggjaðu til tónleikin
Tað var í 1989, at Terji gjørdi
álvara av síni ætlan. Í apríl
mánaði fekk hann eitt lán, sum
gjørdi tað gjørligt at fara undir
at fyrireika upptøkurnar. Tvær
vikur av summarinum vóru
brúktar til miðvísar venjingar
saman við teimum tónleikar-
unum, sum áðrenn og eftir vóru
kendir undir navninum Plúmm.
– Eg vildi hava teir at spæla
saman við mær, tí teir vóru ein
so væl samanspæld eind og hvør
sær frálíkir tónleikarar, greiður
Terji frá.
– Daman og sonurin rýmdu úr
húsunum í tvær vikur, meðan vit
fluttu inn í stovuna at venja
sangirnar. Frammanundan hevði
eg greitt tónleikarunum frá, at
eg var opin fyri øllum hug-
skotum. Teir kundu koma við
øllum teimum hugskotum, teir
høvdu hug til. Og tað gjørdu teir
sanniliga.
Venjingin hevði við sær, at í
september mánaði var greitt at
fara undir upptøkurnar í LT-
studio í Havn.
– Tá vit fóru í studio, høvdu
vit vant og lagt til rættis allar
sangirnar uttan Mamma og
Apokalypsa. Vit kundu ikki
semjast um, hvussu Mamma
skuldi spælast, og onkuntíð var
kjakið um hendan sangin rætti-
liga lívligt. Vit samdust so um at
spæla sangin soleiðis, sum hann
ljóðar á útgávuni, men eg var
ongantíð nøgdur við hann.
Tað hevði eisini við sær, at
sangurin var endurinnspældur á
seinni fløguni hjá Moirae, og tá
ljóðaði hann meira, sum Terji
ætlaði, at hann skuldi ljóða.
Terji keypti tónleikarnar leysar
til upptøkurnar. Hann lønti teim-
um, meðan teir vóru í studio, og
tær tríggjar vikurnar, rokast var í
LT-studio, var einki annað á
skránni enn tónleikurin og upp-
tøkurnar.
– Tað var um tað mundið, tá
húsini hjá Dagblaðnum brendu,
men tað fingu vit ikki við fyrr
enn einar tvær vikur eftir, at tað
var hent. Tað sigur eitt sindur
um, hvussu nógv vit løgdu í
arbeiðið í studionum. Verðin
uttanfyri var als ikki til fyri
okkum.
Fløgan stóð ikki mát
Føstufressar vóru á gøtuni í
februar mánaði í 1990, og eina
viku eftir útgávuna hevði
bólkurin stórfingnar konsertir í
Norðurlandahúsinum, har nógv
var gjørt burtur –Tbæði til oyru
og eygu.
–THesar konsertir høvdu helst
við sær, at sølan gekk illa í
longri tíð. Fólk komu til
konsertina uttan at kenna
tónleikin, og tað upplivilsið var
ivaleyst so stórt, at tónleikurin á
sjálvari fløguni ikki stóð mát.
Nógv søgdu í hvussu er, at
konsertirnar vóru framúr góðar,
men at fløgan nyttaði einki,
greiður Terji frá.
Útgávan seldi beinanvegin
eini 600 eintøk, men eftir
konsertirnar gekk meira enn eitt
ár, áðrenn sølan togaði seg upp á
1000 eintøk. Og tað var eingin
toppseljari tá í tíðini.
– Tónleikurin á fløguni hevði
bæði við sær, at fløgan ikki
rættiliga sló til fyrstu tíðina, og
at hon hevur hildið so leingi.
Tað vóru melodiøsir poppsangir,
men tónleikurin er jazzmerktur,
og tað skuldu fólk helst venja
seg til, heldur Terji.
Hetta árið, tá sølan gekk so
illa, stardi Terji í eyguni á einari
veruligari fiasko.
– Eg tonkti, at hetta fór at
enda heilt galið. Eg helt, tað
vera best at fara undir at gjalda
lánið aftur. Og síðani tá havi eg
goldið 3000 krónur hvønn mán-
að, og um eini trý ár veri eg
liðugur at gjalda lánið.
– Fløgan hevur selt omanfyri
4000 eintøk, men fyrsta árið
fekk eg lítið gjørt við lánið, tí
sølan var so vánalig. Rentan var
høg, og tað hevði við sær, at
lánið vaks alt ov nógv. Eg veit
ikki, hvussu nógvar pengar eg
havi goldið fyri útgávuna til-
samans, men tað er nógv.
Umframt at teljast millum tær
bestu, er útgávan hjá Terja og
Føstufressum eisini millum tær
dýrastu føroysku útgávurnar.
Fløgan fullkomin við betri
sangara
Áðrenn Terji fór í holt við sína
egnu fløgu saman við
Føstufressum, hevði hann verið
við í Frændum.
Hann var við á Frændur 2 frá
1986, og í 1988 hevði hann
sentralan leiklut á útgávuni
80‘ini. Eftir at 80‘ini var komin
út fór Terji burtur úr Frændum,
og ein grund til tað var, at hann
vildi sleppa at spæla sítt egna
’’
– Eg angri einki. Ikki eina løtu. Eg grenji kanska eitt
sindur um pengar, men tað hevur verið mær ein tung
byrða.
Terji Rasmussen hevur í 10 ár
goldið rentur og avdrøg fyri
Føroya bestu tónleikaútgávu.
Um trý ár kemur hann á mál.
–GEg angri einki, sigur hann.
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 5 - 8. januar 2000
19
Tíðin farin
frá at eiga
heima
Sosialurin, 9. januar 1990
Seinastu árini hevur tað bara
verið hendinga kona, sum
hevur átt barn heima. Onkur tí
hon hevur valt tað sjálv. Aðrar
tí tær ikki hava nátt á
sjúkrahús.
Í útvarpssamrøðu í seinastu
viku segði Eliesar Arge, yvir-
lækni á Landssjúkrahúsinum,
at ein máti hjá sjúkrahúsunum
at spart kundi verið, um konur
aftur fóru at eiga heima
– Eg eri ikki fyri, at konur
aftur skulu eiga børn heima,
og tað munnu tær flestu
jarðarmøðurnar verða samdar
um, sigur Ingibjørg
Rasmussen, sum er leiðari fyri
jarðarmøðraskipanina í
Føroyum.
Broyttar umstøður
Eitt er at trygdin við at vera
nærindis læknahond. Annað
er, at umstøðurnar ikki eru hjá
teimum flestu til at eiga
heima, sum tær vóru fyrr, tá
fleiri fólk vóru í húsi, sigur
Ingibjørg, sum tó er samd við
Essa Arge í, at tað er
„normalt“ at eiga.
Og tað kundi verið gjørt
minni sjúkrahúskent at átt,
sjálvt um konur allar eiga á
sjúkrahúsi. Á sjúkrahúsinum í
Glostrup í Danmark hava tey
júst eina deild beint við síðuna
av deildini fyri kvinnusjúkur.
Jarðarmøðurnar eru har einsa-
mallar um at taka ímóti børn-
unum tá einki bagir. Men hendir
okkurt, so verða læknarnir
boðsendir. Ein slík skipan kundi
verið áhugaverd at fingið, heldur
Ingibjørg.
Má fyrireikast
Tað hevur verið talað um í
Føroyum at fara yvir til eina
skipan, soleiðis at konurnar
koma inn á sjúkrahús at eiga
ambulant. Ein tílík skipan byrj-
aði nú 1. januar í Ringkøbing
Amt. Tær konurnar, sum hava
átt, og alt gongur væl, verða
útskrivaðar tveir tímar eftir, at
tær hava átt. Tær kunnu tó verða
innlagdar, um tær eru
einsamallar heima, t.d. tí mað-
urin er til sjós.
–TMen skulu vit hava eina
tílíka skipan, má hon fyrireikast
væl, sum tey hava gjørt í
Ringkøbing Amt. Tað hevur við
sær, at jarðarmøðurnar mugu
oftari út, og meira verður at gera
hjá heilsu- og heima-
sjúkrasystrunum, sigur Ingi-
bjørg.
Tílík skipan er bíligari fyri
sjúkrahúsini, men kommunurnar
fáa fleiri útreiðslur.
Sosialurin spurdi 33 fólk um, hvat tey hildu verða tað besta
í føroyskum tónleiki higartil, og svarini góvu hetta úrslit:
Besti bólkur: Frændur
Besti sangur:
Hjarnar: Breaking my heart
(Orð og lag: Jørgin Dahl)
Terji og Førstufressar: Ljóðmynd
(Orð: Anker Eli Petersen, Lag: Terji Rasmussen)
Besta útgáva: Terji og Føstufressar (1989)
Besti sangari: Terji Rasmussen
Soleiðis atkvøddu tey
10 ár síðani
tilfar inn. Í Frændum vóru tað
teir tríggir høvuðslimirnir, sum
skrivaðu sangirnar.
– Ein orsøk til, at eg vildi gera
so nógv burtur úr mínari útgávu,
er kanska mín bakgrund í
Frændum. Eg vildi vísa teimum,
at eg eisini kundi verða við. Tað
var eitt slag av kapping, sigur
Terji.
Og júst hesar báðar útgávurn-
ar hjá Frændum og Terja, sum
komu í 1988 og 1990, verða av
mongum mettar at verða tær
bestu í Føroyum nakrantíð.
Hvør heldur tú er orsøkin til,
at tey flestu peikaðu á tína
útgávu sum tað bestu?
–THar má eg geva tónleikarun-
um æruna. Høvdu teir ikki verið
við og givið tónleikinum so
nógv, so hevði hon als ikki verið
so væl eydnað. Tað hevur
ongantíð verið nakað hitt á út-
gávuni, men hon hevur staðið
meira sum ein heild. Tað hevur
eisini havt við sær, at hon hevur
hildið.
– Eftir atkvøðugreiðsluna í
Sosialinum ringdi Kaj
Johannesen til mín og segði, at
grundin til at eg stóð meg so væl
var, at eg hevði verið so ómet-
aliga forkelaður við tónleik-
arum. Og tað passar eisini. Men
tað er kanska partvís mín æra, tí
eg havi bara viljað havt teir
bestu tónleikararnar afturat mær.
Hvat heldur tú um útgávuna
hjá Terja og Føstufressum nú 10
ár eftir, at hon kom út?
– Nú fløgan varð vald at verða
tann besta, setti eg meg at lurta
eftir henni. Tað ganga ofta ár
ímillum, at eg hoyri hana, men
nú helt eg, at eg mátti lurta eftir
henni aftur. Niðurstøðan hjá
mær er, at fløgan hevði verið
fullkomin, um ein betri sangari
enn eg hevði sungið. Mítt avrik
er ikki á hædd við tað hjá tón-
leikarunum, og tað sigi eg ikki
fyri at verða lítillátin. Eg meini
tað.
–TMen eg eri sera glaður fyri,
at hon stendur so sterk so langa
tíð eftir, at hon kom út.
Ongan hug at gera nýggja
fløgu
Síðani Terji og Føstufressar
góvu tiltiknu fløguna út, hevur
Terji verið við á fleiri útgávum.
Moirae hevur givið tvær fløgur
út við Terja sum sangara og
komponisti, og stutt fyri jól
góvu Eyðun Nolsøe og Terji
eina fløgu út.
Tankin um at gera eina fløgu
afturat við Føstufressum hevur
verið frammi, men hann tiltalar
ikki Terja Rasmussen.
– Nógv streingja á. Anker Eli
talar til dømis nógv fyri at gera
alt einaferð afturat. Hann sigur,
’’
–TFløgan hjá Føstufressum hevði verið fullkomin,
um ein betri sangari enn eg hevði sungið.
at hann kann skrivað allar
tekstirnar, men eg eri einki fyri
hugskotinum. Eg veit, at tað fer
at kosta nógvar pengar, og hvør
skal gjalda. Tónleikaútgávurnar
í dag selja ikki so nógv eintøk,
sum tær plagdu at gera fyrr.
–TEg haldi ikki, at eg hevði
torað at lagt so nógv fyri
fíggjarliga einaferð afturat, tí eg
havi ov nógv uppá spæl. Tá eg
var 23 ára gamal, tá hugsaði eg
ikki so nógv um tað. Tá gjørdi
eg bara álvara av ætlanini. Tað
var lættari tá.
–TUm Føstufressar skuldu
givið eina fløgu út afturat, so
skuldi alt verið gjørt í sama stíli.
Allir teir somu tónleikararnir
skuldu verið við, tónleikastílurin
skuldi verið tann sami og annars
skuldi konseptið sum heild verið
tað sama. Tann einasti
tónleikarin, sum ikki hevði
sloppið við aftur, er Holger
Laumann. Eg eri troyttur av
hansara saxofonspæli, tí hann
hevur verið við á so nógvum
føroyskum útgávu.
Tú ert framvegis ikki liðugur
at gjalda fyri Føstufressa-
útgávuna. Angrar tú, at tú gjørdi
fløguna?
–TNei, eg angri einki. Ikki eina
løtu. Eg grenji kanska eitt sindur
um pengar, men tað hevur verið
mær ein tung byrða. Tá lánið
rættiliga ríður mær sum ein
marra, so plagi eg at ugga meg
við sjálvari útgávuni. Tað var
úrslitið, og tað stendur eftir. Og
tað er stuttligt at fáa slíka
viðurkenning frá fólki.
23 ára gamli Terji Rasmussen
mundi brent inni við øllum
eintøkunum av útgávuni hjá
Terja og Føstufressum. Seinni
kom meira ferð á søluna, og í
síðstu viku var útgávan kosin
at verða tann besta føroyska
nakrantíð