leygardagur 8. januar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Piratkopiering
Mest vanliga piratkopieringin av tónleiki fer fram á teldu.
Náptakararnir kopiera tónleikin á fløgur við fløgubrennara,
sum fáast til keyps fyri fáar túsund krónur.
Upprunaligi tónleikurin verður tikin av fløgum ella funnin á
internetinum.
Tá tónleikur verður kopieraður millum fløgur, missir hann
ikki góðsku, og tí er talan um ein nýggjan orginal. Tað er
hetta, sum plátufeløgini ræðast, og sum ger, at digital kopi-
ering er ólóglig.
Eyðun Klakstein
Ungfólk vilja hava hendur á
nýggjasta tónleikinum, men tey
vilja helst sleppa undan at gjalda
tann prísin, sum ein fløga kostar
í fløgusølunum.
Tí er náptøka - piratkopiering
- púra vanlig í dag. Nýggj tøkni
ger tað lætt at kopiera tónleik,
uttan at tónarnir missa góðsku
undir kopieringini.
Og við hesum snildi ber til at
vaksa um fløgusavnið fyri ein
lítlan part av tí, sum tað kostar
at keypa somu fløgur í
fløgusølunum.
Men tað er ólógligt.
Øll vita, at tað fer fram, men
eingin vil viðurkenna, at tey
gera sær dælt av tí, og enn hevur
eingin rættliga avdúking verið
av ólógligari kopiering í
Føroyum.
Í Danmark hava plátufeløgini,
sum ræðast útbreiðsluna av
ólógligu kopieringini, júst
skipað fyri eini umfatandi
herferð, og fleiri fólk eru
avdúkað og revsað - onkur fekk
bót omanfyri hálva millión
krónur.
Føroyskir náptakarar gera lítið
um seg, men teir eru har. Nógv
ungfólk vita, hvar tey kunnu fáa
piratkopieraðan tónleik, og
trupulleikin er størri, enn mong
gera sær fær um.
Spara við at kopiera
22 ára gamli Petur er ein
vanligur ungur føroyingur. Hann
roykir, drekkur kaffi, hyggur
eftir fótbólti, lurtar eftir tónleiki,
zappar, chattar og gongur á
diskotek.
Men hann er eisini ein av
teimum, sum kopierar tónleik -
ólógliga.
Hann kopierar fløgur til sín
sjálvan og fyri fólk. Og antin
fær hann pengar afturfyri, ella
kopierar hann onkra fløgu hjá
sínum kundum til sítt egna
fløgusavn.
- Eg keypti mær ein
fløgubrennara tíðliga í 1998, og
síðani tá hevur hann verið nógv
brúktur. Eg havi kopiera fyri
fólk, og eg havi eisini kopiera til
mín sjálvan. Fløgusavnið hjá
mær er vaksið við meira enn
200 fløgum síðani tá, og ein
fittan part av teimum havi eg
kopierað mær, sigur Petur.
Um nú einar 160 av teimum
200 fløgunum eru pirat-
kopieraðar svarar tað til umleið
25.000 krónur, sum fløgusøl-
urnar hava mist.
- Eg keypti mær ein fløgu-
brennara, tí eg vildi hava tónleik
bíligari. Ein tóm fløga kostar
eini 20 krónur, so tað eru nógvir
pengar at spara við at kopiera
sær fløgur, sum tað kostar eini
150 krónur at keypa. Tað er
eingin meining í at keypa sær
eina fløgu, tá tú kanst kopiera
tær hana.
Tað var skjótt at fólk frættu
um, at Petur hevði fingið sær ein
fløgubrennara, og rættiliga skjótt
komu fyrstu fyrispurningarnir
um at kopiera tónleik fyri fólk.
- At byrja við var eg ikki
hugaður fyri tí, sjálvt um nógv
spurdu meg, um eg kundi
kopiera onkra fløgu fyri tey.
Men sum tíðin leið, fór eg at
siga ja, og síðani tá havi eg
kopiera nógvan tónleik fyri fólk,
sigur Petur.
- Fyrst vóru tað vinfólk og
kenningar, sum eg kopieraði
tónleik til, men eftir eina tíð
kopieraði eg eisini fyri fólk, sum
eg ikki kendi serliga væl, men
sum vistu um, at eg kopieraði
tónleik fyri fólk.
Gjalda fyri kopiering
Tað eru tveir hættir at gjalda fyri
piratkopiering hjá Peturi. Antin
gjalda fólk honum 100 krónur
fyri eina fløgu, ella lata tey
honum onkrar fløgur, sum hann
kann brenna til sítt egna
fløgusavn, og sum seinni kunnu
brúkast til at brenna fólki.
- Mær dámar betur at fáa
fløgur, sum eg kann kopiera til
mítt savn. Eg leggi ikki so
nógv í at fáa pengar
afturfyri, eg vil heldur hava
eitt stórt og gott
fløgusavn, sigur Petur.
- Summi gjalda fyri
kopieringina, men
tíbetur lata tey
flestu onkrar
fløgur afturfyri,
at eg kopieri
tónleik til tey.
Tað tekur
knappar 20
minuttir hjá
Peturi at
kopiera eina fløgu, og tað mesta
hann hevur kopierað ein dag eru
14 fløgur. Á eini fløgu kunnu
verða 650 megabyte, og tað
svarar til 74 minuttir við
tónleiki. Vanligt vil at tað siga,
at á eini fløgu kunnu í mesta
lagi 15-16 sangir verða.
- Í summar brendi eg nógvar
fløgur. Í heyst var eitt sindur
friðarligt, men undan jólum kom
rættilig ferð á aftur - tá var nógv
at gera, greiður Petur frá.
- Eg skilji væl tey, sum vilja
hava tónleik kopieraðan, tí tað
eru nógvir pengar at spara. Ein
fløga hevur sum so ein
rímuligan prís, men tað kostar
nógv, um tú skalt hava nógvar
fløgur, og tá er kopieringin ein
góð hjálp.
Útlendskur tónleikur
Tað eru serliga ungfólk, sum eru
áhugað í at fáa piratkopi av
fløgum, og tað hevur við sær, at
tann tónleikur, sum er mest
umbiðin hjá teimum, sum
kopiera tónleik, er
modernaður
útlendskur
popptónleikur.
- Nógv
biða um at
fáa eina
fløgu
ÓLÓGLIG KOPIERING. – Tað er eingin meining í at keypa sær eina fløgu, tá
tú kanst kopiera tær hana, sigur 22 ára gamli Petur, sum kopierar tónleik fyri
fólk - ólógliga
við øllum tí nýggja tónleikinum,
sum er frammi í tíðini. Og so
geri eg mínar egnu savnsfløgur.
Onnur hava eisini brúk fyri
einari heilari fløgu av einum ella
øðrum bólki, og tað er skjótari
at avgreiða, greiður Petur frá.
Hygg eftir hitlistunum í
Europa, og teir eru best boðið
upp á, hvør tónleikur er mest
umbiðin, men tað kemur eisini
meira enn so fyri, at eldri sangir,
hitt frá farnari tíð, verða
umbiðin hjá Peturi.
- Tá eg ikki sjálvur havi
sangirnar, sum eg skal brúka, so
ber tað altíð til at finna tónleikin
á internetinum. Eg taki sangirnar
inn á telduna hjá mær, og so er
tað eitt eygablikk at leggja teir á
eina fløgu.
- Allur tónleikur, sum er á
finna á hitlistunum, finnist eisini
sum MP3 á internetinum, og tað
er lætt at sleppa fram at hesum
sangum.
Sjálvur ger Petur sær eisini
dælt av kopieringini. Hann
Lætt og ólógligt
plagar at gera sær sínar egnu
savnsfløgur við tí tónleikinum,
hann hevur hug at lurta eftir, og
so er tað ómaksleyst at leggja
eina fløgu á og hoyra
fjølbroyttan tónleik uttan at
skifta fløgu.
- Eg havi hóming av, at tað fer
nógv piratkopiering fram millum
ungfólk. Tað eru nógv, sum hava
útgerð til at kopiera fløgur, og
tað er serliga tann útlendski
popptónleikurin, sum fólk
kopiera.
Fjala piratfløgurnar
Náptøka av tónleiki kann
sammetast við stuldur og kann
hava harða revsing við sær.
Danska felagið hjá
plátufeløgum, IFPI, hevði undan
jólum eina harðrenda herferð
móti teimum, sum piratkopiera
tónleik. Lýsingar vóru hvønn
dag at síggja á reklamurásunum,
og kring um í Danmark leitaðu
fólk hjá IFPI eftir teimum, sum
kopiera tónleik ólógliga. Og teir
funnu nógv slík.
Í Føroyum hevur eingin
líknandi herferð verið, hóast
tey sum geva út og selja
tónleik vita, at
piratkopiering er eins
vanlig í Føroyum,
sum hon er
aðrastaðni.
Teir útgevararnir, sum
Sosialurin hevur tosað við, hava
ongar ætlanir um at leggja til
brots fyri at fanga tey, sum
kopiera tónleik.
Men tað slepst ikki undan, at
piratkopiering er ólóglig.
- Eg havi ikki hugsað so nógv
um tað ólógliga í at kopiera
fløgur, tí eg veit, at tað er púra
vanligt, at fólk kopiera fløgur.
Men eftir at allar hasar
lýsingarnar vóru at síggja á
TV3, fór eg at hugsa eitt sindur
meira um tað.
- Eg ætli mær ikki at gevast
við at kopiera fløgur - als ikki.
Og eg skal nokk klára at snúgva
mær undan, um onkur kemur
’’
»Sjálvt um ein ella tveir piratar verða steðgaðir, so
ber tað als ikki til at koma kopieringini til lívs -
hon er ov útbreidd«
eftir mær, men eg havi hugsað
um at goymt piratkopieraðu
fløgurnar burtur, so tær ikki
liggja frammi, um nú onkur
skuldi komið á gátt fyri at
kanna, um eg kopieri tónleik,
sigur Petur.
- Eg vil helst ikki verða
fangaður, tí tað kann ivaleyst
hava stóra bót við sær. Men
sjálvt um ein ella tveir piratar
verða steðgaðir, so ber tað als
ikki til at koma kopieringini til
lívs - hon er ov útbreidd, sigur
Petur.
Og meðan somu feløgini, sum
framleiða fløgubrennararnar,
stríðast ímóti piratunum, gerast
fløgubrennararnir alsamt betri
og bíligari.
Og ólógliga kopieringin - hon
gerst meira vanlig.
Navnið á naptakaranum er
broytt, tí hann ynskti at verða
ónevndur í greinini
- Eg havi ikki hugsað so nógv
um tað ólógliga í at kopiera
fløgur, tí eg veit, at tað er
púra vanligt, at fólk
kopiera fløgur, sigur
Petur
Mynd: Álvur