leygardagur 8. januar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 5 - 8. januar 2000
Edvard Joensen
Tann, sum við opnum sinni og
eygum ferðast á Cuba, sær
skjótt, at fólkið hevur tað ikki
gott, hóast roynt verður frá al-
mennari síðu at vísa eina aðra
mynd.
Hóast lítið annað enn tað,
stjórnin hevur viljað, hevur ver-
ið at frætt av Cuba seinastu 40
árini, hevur umheimurin havt
varhugan av, at ikki alt var so
ljósareytt, sum ávísar ferða-
frásagnir hava viljað verið við.
Húsini eru órøkt, fólk bidda
frá hond, og hentleikar, vit í
okkara parti av heiminum eru
von við, eru at kalla ikki at
finna. Eitt so sjálvsagt ting sum
sápa er rationerað, og fólk fáa
ikki vaskað sær virðiliga.
Kortini eru fólk lættsint og
stuttleika sær, hóast hesar, fyri
ferðamannin óskiljandi, trup-
uleikar. Fólk syngja og dansa,
sum vóru tey dagliga í Paradísi.
Tey eru blíð, vilja tosa og fegin
frætta, hvussu vorðið er har,
fremmandamaðurin býr.
Men samrøðan endar næstan
uttan udantak við spurninginum:
»Do you have a dollar, Sir?“
Ein støða, ið summi bara tykj-
ast hava vant seg við, meðan
onnur eru meira foy og umbera,
at tú hevur ferðast so langan veg
og hittir eina heila tjóð av bidd-
arum.
Og ymiskar eru grundgeving-
arnar fyri, hví tjóðin er komin
soleiðis fyri. Men tað ber ikki til
um allar ævir at geva amerikan-
arum og teirra handilsforðing
skuldina, hóast tað er ein stór
orsøk til verandi støðu. Skuldin
má eisini finnast innanhýsis í
cubansku leiðsluni.
Ymiskur lesnaður
Tað var ein løta at ferðast úr
Danmark til Cuba. Flogið varð
um London, har bíðað var í
heilar átta tímar, til farið varð
víðari. Og flogferðin úr London
til Havana tók níggju tímar, so
alt í alt varð ferðast í 22 tímar,
frá tí farið varð heiman í Århus.
Ymiskt er, hvussu tíðin verður
nýtt, tá ferðast verður so leingi.
Onkur svevur, onkur hyggur at
filmi, meðan onnur lesa.
Og ymiskt er eisini, hvør lesn-
aðurin er, sum fæst í teimum
ymsu flogførunum. Í Mærsk
flogfarinum millum Billund og
London var grein í tíðarritinum
Mellembys, har ábyrgdarblað-
stjóri Dimmalættingar í samrøðu
við slaktaran í Miklagarði
greiddi frá, hvussu væl teir new
zeelendsku búffarnir, sum
Miklagarður selur, smakka. Og
nógv varð gjørt burturúr, hvussu
væl flutningurin var avgreiddur
úr New Zeelandi til Føroya og
víðari av aftur landinum sum
matpakki til flogferðafók. Alt
við Mærsk sjálvandi.
Øðrvísi flog var yvir blaðnum
í Cubana flogfarinum úr London
til Havana. Har varð skrivað um
sjáldsamar hendingar og ókend
flogfør yvir Bermudatrýhyrning-
inum. Júst hesum øki, vit um
nakrar tímar skuldu flúgva
ígjøgnum.
Havi lisið ein hóp um hetta
fyribrigdið, Bermudatrýhyrn-
ingin. Veit satt at siga ikki, hvat
eg skal halda um hesar frásagn-
irnar. Sannar eru tær sjálvandi í
ávísan mun, tí skip, flogfør og
fólk eru horvin á gátuføran hátt.
Men einki er ávíst um, hvussu
hetta er hent.
So vísti skíggin á skottinum
fyri framman, at nú var flogfar
okkara yvir Bahama oyggjunum.
Mitt í hesum gátuføra økinum.
So nú var at forvitnast, hvussu
út sá fyri uttan, hóast myrkt var.
Tað var hugtakandi at sita har
við vindeygað í meira enn 10
kilometra hædd og síggja niður
yvir hesar smáu ljósoyggjarnar,
sum lógu stroyddar sum ein
lýsandi perluketa undir okkum.
Og har úti, nakrar fjórðingar
úti í Bermudatrýhyrninginum,
sást skyggjandi eldur, sum í
stoytum lýsti upp stór øki. Tað
var toran, sum gekk. Og hon sá
ørðvísi út enn vanligt, hiðani úr
erva. Hon líktist veruliga eldi.
Nógvar hjálpandi hendur
So stóð eg knappliga har. Púra
einsamallur í einum landi, eg
ikki hevði vitjað fyrr. Einum av
seinastu kommunistisku lond-
unum í heiminum. Við einum
grønum, føroyskum passi, sum
eg var ávarðaður í móti at fara
við, tí tey kendu tað helst ikki,
og so fekk eg bara trupulleikar.
Hevði satt at siga eisini ætlað
at fáa mær tað reyðrótalitaða ES
passið, sum eg, sum borgari í
danskari kommunu, havi rætt til.
Men avgjørdi kortini at fara við
mínum rætta passi.
Og har var ongin trupulleiki
yvirhøvur. Var eitt sindur spent-
ur, hvussu fór at verða við øllum
hesum grønklæddu, sum gingu
her. Eg hevði fulla fototasku av
filmum og kassettubondum.
Hvussu mundi tað fara at ganga?
Men alt gekk upp á stás. Varð
vegleiddur og vístur ávegis allan
vegin gjøgnum passeftirlit, fram
at flutningsbandinum, har
kuffertið kom og út gjøgnum
tollin.
Fyri uttan var nógv fólk, og
áðrenn meg vardi, var alt
viðførið bara tikið av mær. Ein
sera blíður maður beyð sær til at
hjálpa mær at fáa tað í bussin og
fór við øllum vogninum, sum
hann var, hóast eg væl hevði
klárað tað sjálvur.
Eg stóð fyrst sum Kánus, men
helt so aftaná. Hann skuldi so
ikki nakran veg, uttan at eg visti,
hvar hann endaði. Jú, alt kom
væl og virðiliga í bussin, og
maðurin varð standandi og gán-
aði at mær.
Eg gløddi bara afturímóti, væl
vitandi um, at hann vildi hava
pengar fyri flutningin. Men
illanstíð. Hann hevði púra óbið-
in tikið ferðagóðsi av mær og
meira at kalla skakkað meg. Eg
var gírigur og lat hann bara
standa.
Fór so inn í bussin, har tað var
rættiliga væl svalligari, enn
uttanfyri, har hitin lá um 25 stig,
hóast klokkan var tíggju á
kvøldi.
Og komin á hotellið sannaði
eg beinanvegin, at hugburðurin
har og hjá okkum, kann ikki
samanberast.
Eg kendi longu við innskriv-
ingina, at var nakað, ein skuldi
hava í ríkiligt mát av, so var tað
tol. Guð forbarmi seg. Starvs-
fólkið var so ikki lært at vera til
fyri gestirnar. Mær rann í huga
ávísan hotelstjóra, eg plagi at
práta við í Havn soleiðis av og
á. Hann hevði havt blakað alla
rulluna til hús eftir einum degi.
Andi av søgu og lorti
Havana er býur, sum kendur er
úr miðaldarsøguni. Her var stór
umskipingarhavn, tá spaniólar
rændu upp á tað mesta í Meðico
og Suðuramerika.
Cuba liggur soleiðis fyri, at
hon er eitt tað fyrsta staðið,
komið verður til, tá siglt verður
úr Spania til Nýggja Heimin. Og
tað var á hesi oynni, at Colum-
bus hin 28. oktober 1492 setti
fótin á land í teirri trúgv, at hann
var komin til Asia. Hann nevndi
oynna »Juana«, men var rætti-
liga vísur í, at talan var um
Chipango - Japan.
Men her fór hann eisini skeiv-
ur. Oyggin var av teimum
innføddu nevnd Cuba. Ivaleyst,
siga summir søgumenn, eftir
stóru, indiansku búsetingini
Cubanacán, sum var á oynni, tá
europerarar komu.
Men aðrir vilja vera við, at tað
ikki vóru teir innføddu, men
spaniólarnir, sum góvu oynni
hetta navnið. Teir siga, at tað
kemur av spanska orðinum fyri
heyggjar, »cubas«.
Men hvussu er og ikki, so er
tað søga, ið møtir ferðamanni-
num, sum fer eina fyrireikaða
rundferð í Havana. Farið verður,
sum vanligt er á slíkum ferðum,
til tey útvaldu støðini, har alt er
gjørt til reiðar at taka ímóti gest-
unum.
Og tað er eisini rættiliga
spennandi. Tú vitjar gitin støð
sum Malecón, Plaza de Armas,
Plaza de la Catedral, Plaza de la
Revolución og risastóra kirkju-
garðin Cementerio de Colón, har
eini 800.000 fólk liggja grivin.
Alt samalt hugtakandi og væl
hildið. Men tú saknar líkasum at
síggja, hvussu vanlig fólk hava
tað í býnum. Tí ikki slepst und-
an, tá koyrt verður runt at lagt
verður merki til at húsini hava
tað ikki ov gott. Illa farin av
órøkt, má ein beinleiðis halda.
Og so er, vísir tað seg eisini,
tá ein einsamallur fer á kanning-
arferð í Havana. Alt er merkt av,
at eingin røkt hevur verið síðan
kollveltingina at kalla.
Húsini eru illa farin. Pussið
dettur niður, og berir músteinar
standa og gálvað at tær. Vegirnir
eru illa hildnir, og ein skal ansa
sær ikki at detta í eitthvørt hol,
sum bara liggur opið. Ferða-
leiðarin ávarar í móti at ganga í
trongu gørunum við ongum
gøtuljósum, eftir at myrkt er
vorðið. Ikki tí at vandi er fyri
álopi, men meira fyri at hvørva í
eitthvørt hol í vegnum og fáa
skaða. Sagt verður, at umleið
300 hús detta niður í Havana
árliga. Bara soleiðis av sær
sjálvum.
Kloakkskipanin virkar ikki
allastaðni heldur, og ikki er
sjáldsamt, at alt bara rennur út á
gøtuna gjøgnum okkurt hol í
vegginum. Tað sær ikki væl út,
og luktar eisini hareftir.
Heldur ikki er líkt til, at rusk-
innsavningin virkar, sum hon er
ætlað. Stóru ruskbingjurnar
standa rokaðar á gøtuni. Summ-
ar liggja koppaðar og lorturin
flýtur so bara rundan um tær. Og
tað kann einhvør ímynda sær,
hvussu hetta luktar í 30 hita-
stigum.
Seinasta kommunisman
Cuba verður í dag í veruleik-
anum stýrt sum eitt einaveldi,
sum landið hevur verið tað líka
síðan Culumbusar dagar. Hóast
núverandi leiðararin og hansara
menn siga nakað annað.
Spaniólar ráddu yvir landinum
til amerikanarar í veruleikanum
tóku við í 1902. Teir settu bara
cubanskar skutilsveinar at stýra
fyri seg, og so æt tað alment, at
Cuba var sjálvstøðug tjóð. Tann
Tað verður gitið ið gjørt er
CUBA. Hóast roynt verður at lata aftur, so einki frættist inn og lítið út, ber ikki til at halda
øllum tíðindaflutningi niðri. Og heldur ikki á Cuba fer stjórnin at klára at goyma veruligu
støðuna fyri umheiminum. Og Cuba er eitt land við stórum mótsetningum. Um somu tíð eitt
tilafturskomið land og eitt satt paradís hjá ferðamanninum
Santeria kvinna á Plaza de la
Catedral í Havana
Nr. 5 - 8. januar 2000
23
seinasti av tí slagnum var
Fulgencio Batista, sum við eitt
hernaðarkvett í 1933 tiltuskaði
sær valdið. Hann varð alla tíðina
stuðlaður av USA.
Í 1953 byrjaði uppreisturin
móti honum. Tað var ein ungur
juristur, nevndur Fidel Castro,
sum stóð á odda. Hann royndi í
fleiri umførum at fáa Batista frá,
men tað eydnaðist ikki fyrr enn í
1959. Tá hevði Castro bæði
verið fongslaður og útlagin.
Og so helt hann bara stásið
viðlíka. Tann, sum hevur aðra
áskoðan enn hann, verður sagd-
ur at vera landinum fíggindaliga
sinnaður, og úrslitið av tí kennir
allur heimurin.
Men tað var í grundini USA,
sum gjørdi Castro til kommu-
nist. Fyrstu árini hevði hann
meira hug at halla seg at teimum
europeisku javnaðarflokkunum.
Men tað dámdi heldur ikki teim-
um superkonservativu ameri-
kanarunum, sum mist høvdu síni
rættindi á Cuba eftir kollvelt-
ingina. Serliga vóru tað tey stóru
hotellini og spælistøðini hjá
mafiuni, sum cubarnar fóru við.
Men eisini frítíðarstøðini og
bilarnir hjá teimum ríku ameri-
kanarunum, sum plagdu at
hugna sær á Cuba í frítíðini.
Alt hetta vildu amerikumenn
hava aftur, og fingu tí nakrar
útlagnar cubanar at royna eina
innrás á Cuba.
Royndin varð gjørd í Svína-
víkini í 1961, men miseydnaðist.
Eftir tað boðai Fidel Castro frá,
at nú var hann kommunistur.
Og Sovjetsamveldið tók við
opnum ørmum í móti einum
sameindum mitt í amerikanska
hjartanum.
Síðan hevur USA roynt at
noytt Fidel Castro frá valdinum.
Bæði við handilsforðingum og
beinleiðis morðroyndum.
Skjøl hjá amerikanska uttan-
ríkisráðnum, sum vórðu al-
mannakunngjørd í 1997, vísa, at
CIA í 60' unum beyð 150.000
dollarar til tann, sum kláraði at
drepa Fidel Castro. Mafian svar-
aði aftur, at teir vildu fegnir gera
tað ókeypis.
Men enn hevur tó eingin klár-
að tað, og Fidel Castro reypar
av, at hann higartil hevur yvir-
livað ikki færri 20 morðroyndir
og átta amerikanskar forsetar.
Clinton er tann níggjundi.
Summar av royndunum at
taka Castro av døgum verða
sagdar at hava verið í rættiligum
James Bond stíli. Ein sprongi-
løðing varð løgd i eina sigar,
sum Fidel fekk. Sigarin brast,
men maðurin sortnaði bara eitt
sindur frammí, og skeggið var
eitt nakað sviðið.
Tann hátturin verður ikki
brúktur aftur, tí seinni hevir
Fidel lagt av at roykja. Av
heilsuávum, verður sagt.
Chefurin
Fidel Castro er føddur í 1927.
Pápin var ein ríkur góðseigari,
sum var fluttur til Cuba úr
Spania. Fidel las jura við uni-
versitetið í Havana.
Fidel leiddi vápnaða upp-
reisturin móti Batista í 50-
unum. Ein teirra, sum alla tíðina
stóð honum við lið, var bróður
hansara Raul. Hesin verður í
dag av og á nevndur sum møgu-
ligur arvtakari, um Fidel doyr.
Teir vóru báðir teirra millum,
sum komu úr útlegd til Cuba at
byrja kollveltingina. Teir vóru
81 mans við gitna bátinum
Granma, sum í dag stendur á
Kollveltingarsavninum, Museo
de la Revolución, í Havana. Tað
hevur ikki verið skilagóð sigl-
ing, tí so nógv fólk er báturin
ikki ætlaður at flyta.
Politikkur á Cuba er í dag tað
sama sum Fidel Castro. Stutt og
greitt. Hann situr í øllum týð-
andi sessum í politiska system-
inum. Stjórnarleiðari, floksleið-
ari og ovasti fyri herinum.
Á mannamunni verður Fidel
Castro í dag nevndur »El
Comandante«, »El Jefe« ella
bara Fidel. Vanligt mannatos er,
at hann ivaleyst er størsti konu-
fólkarevurin á Cuba yvirhøvur.
Roknað verður við, hóast eingin
veit ella torir at siga tað, at
Fidel eigur nógv fleiri børn enn
tey bæði, hann eigur við konuni,
hann varð skildur frá í 1955.
Síðan hevur hann ikki verið
giftur aftur.
Castro er ein rættiliga
karismatisk persónligheit. Hann
dugir væl at venda einihvørjari
støðu til egnan fyrimun.
Í 1994 mótmæltu túsundtals
cubanar á Malecon í Havana og
róptu rakstrarróp móti stjórnini.
Castro møtti sjálvur upp og
tók orðið. Han kláraði at venda
støðuni so, at tá av torrnaði, var
tað fyri stjórnini, rakstrarrópini
vóru.
Eisini er hann kendur fyri
sínar maraton røður, sum cuban-
ar lurta væl eftir. Verður sagt.
Men tosar tú við vanliga
cubanar, so siga teir, at teir líka-
sum kenna seg noyddar at fara á
Plaza de la Revolución til dømis
1. mai, tá Fidel heldur røðu.
Røðurnar eru kendar fyri sína
longd. Metið varð sett í 1959, tá
hann talaði í heilar sjey tímar og
20 minuttir út í eitt.
Men tað halda fólk einki um.
Einki menniskja stendur alla
tíðina og lurtar eftir eini slíkari
røðu. Tey koma og fara og vita
ikki, tá liðugt er, hvat hann hev-
ur sagt.
Í dag eru røðurnar tó væl
styttri. Heilt niður í tveir tímar.
Og tað leggja fólk úr soleiðis, at
nú er aldurin farin at merkja
mannin. At tað samstundis er
longri og longri ímillum, at hann
sæst alment , verður tikið sum
tekin um, at hann kanska er sjúk-
ur.
Men hóast alt er Fidel Castro
rættiliga nógv umhildin av stór-
um parti av cubanska fólkinum.
Serliga teimum eldru, sum minn-
ast tíðina áðrenn kollveltingina.
Tó siga tey vanliga, at tey eri
ikki kommunistar. Tey eru
»Fidelistar«.
Og hóast fólk búleikast undir
rættiliga trongum korum á Cuba,
hava tey ikki gloymt at skemta
og hugna sær.
Dansur og spæl
Dansur og spæl eru gleðisbrøgd,
frá upphavi hava so staðið,
stendur í føroysku Brúðarvísuni.
Og soleiðis er sanniliga eisini á
Cuba.
Tónleikurin er tann berandi
megin í cubanskari mentan. Og
tónleikurin her er sum á flestu
caribisku oyggjunum ein bland-
ing av europeiskum og afrikan-
skum rútmum.
Av teimum flestu verður
cubanskur tónleikur ivaleyst
settur í samband við eggjandi
afro-cubanskar taktir sum
rumba, cha-cha-cha ella aðrar
salsarútmur. Og tað er eingin
trupuleiki at finna eitthvørt stað
í Havana, har tú dagliga sært
hesar dansiglaðu cubanararnar
vísa síni kystur.
Sjálvur var eg ongantíð á
gólvinum. Vildi líkasum ikki
gera meg sjálvan til láturs, sum
eg sá onkrar aðrar europearar
verða, fyrstu ferð eg vitjaði eitt
slíkt dansistað.
Tey hildu seg ivaleyst duga
væl at sveiggja við mjadnunum.
Men fyri cubanarunum hava tey
ivaleyst sæð út sum kálvur í
flóri. Tað varð flent hart at teim-
um, so eg avgjørdi í mínum
stilla sinni at klára meg við tí,
eyguni fingu, hóast mær dámar
væl at dansa. Og hugaligt var at
eygleiða øll hesi fólkini, sum
tóktust hava fingið inn við
móðurmjólkini hesar dampandi
salsarútmurnar, sum anda av
sveitta og lívsnjótan.
Salsa merkir í gundini sós, og
er ein felagsnevnari fyri nógvar
ymiskar, caribiskar rútmur. Cub-
anar vilja vera við, at teir eiga
salsatónleikin. Men bæði í New
York og Puerto Rico, eru fólk
líka vís í, at tað var har, salsa
varð til.
Ein caribisk perla
At vit eru stødd í Caribia, er
eingin ivi um, so skjótt ein kem-
ur út um Havana. Norðantil á
oynni eystan fyri høvuðsstaðin
liggja frítíðarparadísini lið um
lið. Og ferðamaðurin, sum bert
hevur verið á hesum støðunum,
man av sonnum siga, at hann
hevur ikki vitjað betri stað á
Jørðini. Av sonnum ein caribisk
perla.
Her hava cubanar sanniliga
dugað at alt fram støð, sum
kunnu geva teimum alsamt fleiri
ferðafólkunum eina fatan av
Cuba sum einum framkomnum
ferðamannalandi.
Veruleikin er júst tann, ein sær
á teimum flottu postkortunum
og í ferðabóklingunum. Tær
myndirnar lúgva ikki. Kilometra
langar, hvítar strendur. Útgrunt
er, so sjógvurin fær ein tølandi,
ljósagrønan lit. Tað kenda sand-
rivið býtur stutt úr landi.
Himmalin er myrkabláur, og
pálmar og annar tropuvøkstur
gevur seg linliga í svalandi
fleyrinum. Kokosnøtirnar hanga
í teggjum og hótta við at detta í
bollan á tær hvørja løtu.
Ein slík løta, undir svalandi
skuggataki við Caribiska Havi-
num sum sjóðandi undirspæli og
eggjandi kvinnumjadnum í takt
við salsarútmurnar frá orkestri-
num á strondini, ger, at tú fært
hug at vitja landið aftur.
Okkara maður í Havana,
Edvard Joensen
Tann, sum við opnum sinni og eygum ferðast á Cuba, sær skjótt, at fólkið hevur tað ikki gott, hóast roynt verður frá almennari síðu
at vísa eina aðra mynd