leygardagur 8. januar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 5 - 8. januar 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Fri. 7. januar 2000
To: post@sosialurin.fo
From: justinus@t-online.de
Reply to: justinus@t-online.de
Fremmandahatrið í okkum øllum
TV2-sangur bara
á internetinum
Danski poppbólkurin TV2 brúkar ger sær nú dælt av
nýggjari tøknifrøði. Bólkurin hevur útgivið eina nýggja
upptøku av sanginum “Sænk mine skibe” á internetinum.
Sangurin, sum er upptikin av Danmarks Radio í Århus,
kann bara fáast við at leita sær inn á heimasíðuna hjá TV2
og taka sangin haðani. Hetta hevur verið gjørligt síðani
týsdagin í hesi vikuni.
Kappast um
útvarpsrás
Í Føroyum var um reppið,
at skrivaðandi fjølmiðil fór
í luftina sum Rás 2. Teirri
ætlanini spurdist einki burt-
ur úr, men í Danmark eru
fleiri av bløðunum sinnað,
at standa fyri eini lands-
dekkandi útvarpsrás.
Tað er pláss fyri einari
landsdekkandi útvarprás í
Danmark afturat, og bæði
Berlingska
húsið
og
Politiken hava givið boð
um, at tey eru áhugað í fáa
rásina. Eisini TV2 og TV3
eru við í spælindum, og DR
heldur seg hava rættin til
rásina.
Kappingin harðnast í
hvørjum, og tað verður
danski mentamálaráðharrin,
sum skal taka avgerðina
um, hvør skal hava fjórðu
rásina.
Hon hevur áður ført fram,
at hon vil bróta einkarættin
hjá DR til at senda lands-
dekkandi útvarp.
Astrid Lindgren kosin
til aldarinnar svia
Rithøvundin Astrid Lind-
gren varð um ársskiftið
kosin at verða aldrinnar
svii.
Tað vóru lesarar hjá
blaðnum Aftonposten,
sum peikaðu á vælumtókta
rithøvundin.
92 ára gamla Astrid
Lindgren er framvegis væl
fyri, men hon sær illa og
hevur seinastu árini hildið
seg nógv fyri seg sjálva.
Mesta av samskiftinum
við fjølmiðlar fer fram
gjøgnum skrivaran hjá
henni.
Millum bestu kendu
bøkurnar hjá henni kunnu
nevnast Pippi Smokku-
leggur og Emil úr Lønni-
berg.
William Heinesen verður 100 ár
Leygardagin um eina viku
eru tað liðin 100 ár, síðani
William Heinesen varð
borin í heim.
Rithøvundurin, sum hev-
ur selt nógvar bøkur í út-
landinum, var virkin lista-
maður.
Í sambandi við stóra
dagin
eru
avdúkingar,
útgávur og tiltøk á skránni.
Millum annað fer Annika
Hoydal at geva út eina
fløgu, har hon hevur skrivað
tónleik til yrkingar hjá
Williami.
Astrid Lindgren er
sera væl umtókt
millum sviar
Orðaskiftið
um
tey
mongu fremmandu, sum
seinstu árini eru flutt til
vesturheimin, er hart í
løtuni. Í Danmørk gongur
serliga bonksliga á og
flokkar, sum hava sett
sær fyri at sáa hatur mill-
um fremmand og donsk,
hava góðar dagar. Í ein-
um komandi fólkatings-
vali stendur Dansk Fol-
keparti, við Piu Kjærs-
gaard á odda, til ein stór-
sigur. Úti undir vaðing-
ini byrjar haturssáarin
mikli, Mogens Glistrup,
at remba sær. Hann ætlar
sær eisini upp í part og
Gud náði tey, sum hava
annan húðalit enn donsk,
koma hesir mannahatsku
politikarar til valdið.
Orðið integrerast finst
ikki í tí føroyska málin-
um. Í nýggjastu Donsk/
Føroysku orðabókini er
hetta orð umskrivað so-
leiðis: “Gestaarbeiðarar
mugu takast við upp í
samfelagið.” Hetta orð
verður nógv nýtt í dag,
eitt nú í Danmark og nógvar
miseydnaðar royndir eru
gjørdar fyri at fáa gestaar-
beiðarar at fella til sum dan-
ir í Danmørk.
Føroyingar hava verið
toluliga tolsamir, tá tað snýr
seg um at taka væl ímóti
fremmandum
fólkum.
Hyggja vit í telefonbókina,
so síggja vit nógv fremm-
and eftirnøvn, men tey, sum
bera hesi eftirnøvn, eru líka
føroysk sum øll onnur í Før-
oyum. Útlendskir tilflytarar
eru eftir fáum árum vorðnir
broyttir til føroyingar av
hørðu vesturættini, før-
oyska slatrinum, okkara
egnu útgávu av jantelógini
og eisini av reint praktisk-
um ørsøkum. Vanliga er tú
tað sum loysir seg best at
vera og í Føroyum hevur tú
tað best, hugsar tú sum ein
føroyingur.
Hyggur tú í føroysku tele-
fonbókina, so dettir tú skjótt
yvir fremmand eftirnøvn
sum Svabo, Winther, Mat-
ras, Debes, Krabenhøft,
Klein, Restorff, Mohr, Kys-
ter, Kruse, Hentze, Isholm,
Sloan, Guðjónsson, Ellef-
sen, Breckmann, Dam,
Claussen, Balle, Birch,
Bischoff, Bisp, Lützen,
Müller, Pøhlsgaard, Klar-
gård, Manai, Sigurðsson,
Slyne, Skoubo, Splidt, Terp,
Tetler, Wardum, Ziska o.s.v.
Øll hesi nøvnini stava frá
monnum, sum eru fluttir til
Føroyar, summir fyri mong-
um árum síðan, summir ný-
liga, men felags fyri øll hesi
eftirnøvn er, at tey fólk, sum
bera hesi, og sum beinleiðis
eru í ætt við tilflytararnar,
tey eru so føroysk, sum ein
kann hugsa sær. Tey eru in-
tegreraði í føroyska sam-
felagið, tey eru tikin við upp
í samfelagið. Og nógv av
teimum, sum bera hesi eftir-
nøvn hava verið úrmælingar
á so mongum økjum.
Fremmand eftirnøvn hava
mannað garð um okkara
móðurmál og gjørt risaavrik
málinum at frama.
Okkurt av hesum eftir-
nøvnum hevur lyft føroy-
ingin av drýlinum og heilt
yvir at wienarbreyðinum,
onkur kveikti lív í føroyska
andslívið, purraði kirkjuna
út, aðrir lærdu føroyingar
keypmannslistina og upp-
aftur aðrir lærdu føroyingar
at eta við knívi og gaffli.
Kanska føroyska tolsemi
hvat fremmandum viðvíkur
kundi lært danir og onnur
við nakað, nú fleiri útlend-
ingar búgva í Ishøj enn dan-
ir. Trupulleikin er bert tann,
útlendingar í Føroyum hig-
artil hava havt rætta húða-
litin. Tað hava verið hvítir
menn, sum eru fluttir higar,
teir allarflestu. Eg veit ikki
hvussu hevði verið statt, um
føroyingar upplivdu lut-
fallsliga somu innflyting av
ørvísi littum, sum dønum
hevur verið fyri seinastu
árini.
Tí rasisman rasar eins væl
í føroyska samfelagnum og
hon ger í tí danska. Eg
hoyrdi jødi í negativari
merking øll míni barnaár og
eg var trøllvaksin maður,
áðrenn eg fyrstu ferð sá eina
jøda. Grønlendingar fáa
hendur ikki altíð so mjúk
orð frá okkum føroyingum.
Søgan sigur okkum, at
danski óttin fyri útlending-
um er ógrundaður, gevur
samfelagið teimum møgu-
leikar koma upp í samfel-
agið. Fyrr hava eisini nógvir
gestaarbeiðarar verið í Dan-
mørk og at teir koma úr
fremmandum
londum,
kanst tú bara síggja á teirra
eftirnøvnum. Tá jútska
heiðin varð velt í farnu øld,
fluttu hópin av týskum og
hálendskum bøndrum til
Danmarkar at dyrka jørðina,
íð danir ikki skoyttu um.
Teir vóru upptiknir í danska
samfelagið. Sama hendi við
polskum bønarmonnum og
kvinnum, sum arbeiddi á
donsku bóndagørðunum.
At útlendingar flyta til eitt
samfelag kann gerast ein
styrkur fyri samfelagið, um
teir fáa røttu karmarnir at
arbeiða undir. Men kravið
til fremandu fólkini eigur at
vera, at tey læra málið og
síðan at tey halda tær lógir,
sum eru við at bera vælferð-
arsamfelagið frameftir.
Nøkur
av
teimum
londum, sum eru fyri-
myndir hjá okkum i
Norðurlondum, eru júst
lond har fleiri eitt eitt
fólkaslag búgva lið um
lið. Eitt nú USA, Ísrael,
Bretland og Týskland.
Hevði nýggja 21. øld lært
okkum, at tolsemi mót-
vegis øðrum fólkum
skapar frið og fram-
gongd, so kundu vit av
røttum kallað okkum
eina kristna tjóð. Teir
tríggir vísu menninir úr
Eysturlondum,
vóru
fremmandir menn, tann
miskunsami
samáriu-
búgvin var fremmandur
maður og soleiðis kundu
vit blivið við at ferðast í
søguni hjá føðingardags-
barninum, sum setir aldur
á 21. øld.
vinarliga
Jústinus Eidesgaard
Hamborg
17. desember fingu Synn-
øva Hansen og Rógvi Juste-
sen, Klaksvík, eina gentu.
Hon var 52 cm long og vig-
aði 3500 gr.
20. desember fingu Høgn-
ina Vestergaard og Birgir
Beck, Vágur, ein son. Hann
var 54 cm langur og vigaði
3890 gr.
22. desember fingu Tórfríð
Olsen og Joen Pauli Joen-
sen, Froðba, eina dóttir.
Hon var 51 cm long og vig-
aði 3670 gr.
28. desember fingu Súsanna
Vang og Jan Møller, Greve,
eina dóttir. Hon var 52 cm
long og vigaði 3200 gr.
29. desember fingu Rakul
Lamhauge og Bárður á
Steig Nielsen, Vestmanna,
eina dóttir. Hon var 52 cm
long og vigaði 3300 gr.
30. desember fingu Eyðna
Hammer, Hósvík og Jann
Thomsen, Streymnes, ein
son. Hann var 51 cm. langur
og vigaði 2950 gr.
30. desember fingu Kára á
Dunga og Jógvan Højgaard,
Tórshavn, eina dóttir. Hon
var 55 cm long og vigaði
3950 gr.
31. desember fingu Jastrid
Mc Gavin og Háldan Hald-
ansen, Vestmanna, ein son.
Hann var 52 cm langur og
vigaði 4050 gr.
31. desember Malan N.
Samuelsen og Uni Arge,
Tórshavn, eina dóttir.
31. desember fingu Pia
Marx Larsen og Høgni
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
Hentze, Odense, eina dóttir.
Hon var 56 cm. long og vig-
aði 4354 gr.
1. januar fingu Linda og
Dánjal Debes, Oyri, ein son.
Hann var 54 cm langur og
vigaði 3700 gr.
1. januar fingu Guðrun De-
bes og Thomar Hermansen,
Tvøroyri, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði
3700 gr.
1. januar fingu Gunnleyg og
Petur Páll Juul, Eiði, ein
son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 4050 gr.
1. januar fingu Maria og
Jens Bech, Skála, eina dótt-
ir. Hon var 53 cm long og
vigaði 3600 gr.
3. januar fingu Heidi Kjær-
bo og Bergur Petersen,
Klaksvík, eina dóttir. Hon
var 53 cm long og vigaði
3800 gr.
3. januar fingu Tordis V.
Jacobsen, Froða og Eyð-
stein L. Poulsen, Sandvík,
eina dóttir. Hon var 53 cm
long og vigaði 3970 gr.
4. januar fingu Anna Drang-
berg og Jógvan Pauli Chri-
stiansen, Skála, ein son.
Hann var 54 cm langur og
vigaði 3900 gr.
4. januar fingu Ásvør
Skaalum og Ólavur Greg-
ersen, Tórshavn, eina dóttir.
Hon var 56 cm long og vig-
aði 3600 gr.
6. januar fingu Randi og
Birgir Jakobsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 3750 gr.
ANDLÁT
31. desember:
Einar Hansen, Einar á Brúnni, 83 ár
29. desember:
Hjalgrím Klein, Keypmanna, 67 ár
29. desember:
Áshild Midjord, Tórshavn, 68 ár
31. desember:
Einar Hansen, Einar á Brúnni, 83 ár
31. desember:
Anna Høgnesen, Norðoyri, Klaksvík, 76 ár
31. desember:
Torbjørn Benjardøgg, Vági, 73 ár
31. desember:
Elsa Andreasen, Rituvík, 85 ár
2. januar:
Richard Poulsen, Skála, 49 ár
2. januar:
Poul Engberg Poulsen, Tórshavn, 78 ár
3. januar:
Elisabeth Joensen, Lisa, Miðvági, 88 ár
4. januar:
Anna D. Petersen, í Sandavági, 83 ár
5. januar:
Jóan Karl Absalonsen, Viðareiði, búsitandi í Moss í
Noregi, 96 ár
5. januar:
Jacobina Berthelsen, Strendur, 74 ár
Gudstænastur 1. sunnudag eftir trettanda
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen
Argja kirkja: kl. 11, Heri Joensen
Norðskála: Kl. 11.40, skriftamál, kl. 12 messa, Emil
Olsen
Sandavágur: kl. 12, Uni Næs
Funningsfjørður: kl. 12, altargangur, Peter O.K. Olof-
son. (Innsavnan til Ytri missión verður í øllum Fugla-
fjarðar prestagjaldi)
Hósvík: kl. 12, Martin R. Jacobsen
Vágur: kl. 11, Elsa Funding
Skálafirði: kl. 11, Jógvan Fríðriksson
Húsar: kl. 12, altargangur, Niels Pauli Danielsen
Havnar kirkja: kl. 11, Sverri Steinhólm
Nólsoy: kl. 12, altargangur, Bjarni Bæk
Kaldbak: kl. 12, altargangur, Sonja Klein
Skúlin í Lamba: kl. 11, Jónsvein Bech
Famjin: kl. 12, altargangur, Petur M. Rasmussen
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 12.00 sunnudagsskúli, kl. 18.00 evangeliskt
møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadag kl. 20.00 bønarmøti.
Tórshavnar Hvítusunnusamkomu
Sunnudag morgunmøti kl. 11. Kl. 12.15. Sunnudagsskúl.
Kl. 18 Evangeliskt møti.
Samkoman Immanuel
Í kvøld Kongsins Herlið kl. 20.00 8 ár og eldri eru væl-
komin.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin. Sunnudagsskúli kl. 13.00. Sunnukvøldið møti
kl. 19.00.
Losjan í Havn Tinghúsvegur 18
Januar: 6. 13. 20. 27.
Februar: 3. 10. 17. 24. Mars: 2. 9. 16. 23. 30.
Apríl: 6. 13. 27. Mai: 4.
Filadelfia, Landavegur 22
Í kl. 06.00 morgunbøn, kl. 17.00 landsbøn, í morgin kl.
06.00 morgunbøn, kl. 11.00 morgunmøti, kl. 18.00 møti.
Mánadagin kl. 06.00 morgunbøn, kl. 20.00 bønarmøti.
Týsdagin kl. 06.00 morgunbøn.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar skúla, sunnudagsskúlin kl. 14.00,
kl. 17.30 er bøn og kl. 18.00 møti har Elly Durhuus o.a.
kvinnur verða við. Verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru
við í tiltakinum frá Minus til Pluss.
Frelsunarherurin í Tórshavn
Sunnudagin kl. 11.00. Halgunarmøti. Kl. 13.30. Sunnu-
dagsskúli. Kl. 17.30 Bøn. Kl. 18.00. Møti. Majorene Turid
og Knut Gamst.
Betel Vágur
Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11.00. Sunnudagsskúli kl.
13.30. Evangeliskur fundur kl. 18.00. Mánadagin: Bønar-
fundur kl. 20.00.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Missiónshúsið í Porkeri
Møti í kvøld kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00. Talarar
eru: Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Meinigheitshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14.00. Sunnukvøldið
kl. 18.00 verður møti við Kaj Eyvindson. Innsavnan verður
til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónsvikan í Kvívík
Missiónsvikan verður í Glæmuni í Kvívík 6.-9. jan. Leyg-
arkvøldið kl. 20.00 talar Niels Jacob Nielsen, Gittit syngur,
og Elsi Christiansen endar. Sunnudagin kl. 12.00. Guds-
tænasta kl. 14.30. Sunnudagsskúli. Og kl. 18.00, talar Regin
Høgnesen, Gullakk og Jónhilda syngja, og Reimund Lang-
gard endar. Innsavnan til Heimamissiónina sunnukvøldið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 ungdómsmøti og kl. 19 møti.
Keldan, Skálafirði
Í kvøld kl. 21, opið hús. Sunnudagin kl. 17 møti við Paula
Høj, barnamøti kl. 17.
Elim, Søldarfjørður
Í kvøld kl. 20.00. Møti fyri ung og eldri. Á skránni er
nógvur sangur og kvinnur úr samkomuni luttaka. Kl. 22.00.
Ungdómsmøti, øll eru hjartaliga vælkomin. Drekka verður
ímillum møtini.
Nebo, Toftir
Á fundinum sunnudagin luttaka Erla og Ingvard Petersen
og Susan og Øssur Berghamar.
Evangeliskt møti í Runavík
Evangeliskt møti verður sunnudagin kl. 17.00 og iki
leygardagin, sum áður lýst. Húsmøti verður týsdagin kl.
20.00 hjá Jonnu & Palla Højgaard, Saltangará. Telefonan-
dakt er á nr. 449914. Palli Højgård & Charles Johansen.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11.
Sunnudagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.
Føroyskt barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles
Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Føroysk møti
Føroyskt møti eru triðja leygardag í hvørjum mánaði kl.
19 í hølunum hjá Bethania kirkjuni á Dag Hammerskjølds
Gade 2. Drekkamuður er aftaná, øll eru hjartaliga væl-
komin.
Sunnudagsskúli í Keypmannahavn
Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasunds-
kollegiinum, Dalslandsgade, og í Eliaskirkjuni, Vester-
brogade 49. Øll eru hjartaliga vælkomin. Meira fæst at
vita frá Jan Johannessen,
tlf. (0)43623737-1502.
Brúdleyp
Í dag 8. januar kl. 15.00 giftast í Ebenezer, Valbjørg
Steintún, Sørvágur og Hanus Gaard, Tórshavn.
Veitslan verður í Pálsstovu kl. 19.00.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardag 8. jan.: Andreas Petersen, tlf. 441086
Sunnudagin 9. jan.: Magnus á Stongum, tlf. 423006
Norðoyggjar:
Jaspur Petersen, tlf. 456400
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
Prógv
Á Tekniska Skúla í Thisted, hevur Jóan Petur
Bjarkhamar úr Vági, búsitandi í Hanstholm,
lokið prógv sum maskinsmiður.
85 ár
Mánadagin 10. januar verður Jógvan Jacobsen,
Vestmanna, 85 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.