leygardagur 8. januar 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 5 - 8. januar 2000
JÁKUP MØRK
Endaspælið í hondbólti fer
av álvara í gongd hetta vik-
uskifti, og nú verður tað,
at stigini av álvara fara at
telja. Meðan ein sigur í
grundspælinum í roynd og
veru bert gav hálva úrtøku,
so gongur teljiskipanin nú
við fullari ferð komandi 3
mánaðirnar.
Grannauppgerðir á skránni
Størsti spenningurin hetta vikuskiftið verður helst um, hvussu leikur fer, tá bestu mans- og kvinnu-
liðini hjá Neistianum og Kyndli bresta saman
jakup
Lesið alt um
hondbóltsdystirnar í
ÍtróttarSosialinum
týsdagin
Kyndil skal vinna
Hjá kvinnunum verður sett
hol á endaspælið leygar-
dagin, tá VB skal eitt legg
norður til Vestmanna.
Sum er, liggur VÍF á trið-
ja plássi, meðan VB er á
fimta sessinum, og hetta er
helst ein søga, sum í hvussu
so er VB ikki ætlar at lata
sær lynda.
Seinastu dystirnar gekk
eisini framá hjá suðuroy-
argentunum, og tískil er
helst væntandi, at tær fara
at geva VÍF størri mótstøðu
enn í grundspælinum, tá
tær taptu við 5 málum, utt-
an at tær nakrantíð høvdu
verið í nær námind av sigri-
num.
Sunnudagin verður granna-
uppgerð í Havn, tá Neistin
og Kyndil skulu dystast um
rættin til at kalla seg besta
liðið í høvuðsstaðnum.
Higartil hevur tað gingist
Kyndil betri í landskapp-
ingini, men eftir at Neistin
fekk eina rættuliga laka
byrjan, fingu tær skava
nógv stig til sín seinna
helming av grundspæli-
num, m.a. við at vinna
seinna dystin móti júst
Kyndli.
Umframt at vera granna-
uppgerð, hevur dysturin
eisini rættuliga stóran týdn-
ing fyri støðurnar hjá
liðunum báðum. Sum er,
eru bert tvey stig á muni
millum liðini, og kann
Neistin við einum sigri
rættuliga blanda seg uppí
stríðið um heiðurskrónur-
nar. Hinevegin er Kyndil
liðið, sum av mongum
verður mett sum einasta
hóttan móti Stjørnuni, og
skulu tær gera álvara av
hesum, eru tær helst noydd-
ar at vinna dystin sunnu-
dagin.
Seinasti dysturin hjá
kvinnunum hetta vikuskifti
verður í Runavík, har botn-
liði, Tjaldur, skal hýsa heit-
asta boðnum upp á FM-
vinnara, Stjørnuni. Talan
verður her helst um ein av-
greiðsluspurning
fyri
klaksvíksgenturnar, hav-
andi munin millum liðini
bæði í huga, og ikki minst
tað spælið, sum tey hava
sýnt higartil í kappingini.
Skert StÍF lið
Í bestu mansdeildini verða
tríggir dystir leiktir sunnu-
dagin. Í høllini á Hálsi
skulu menninir, eins og
kvinnurnar, spæla lokal-
uppgerð, tá bláa høvuðs-
staðarliðið tekur ímóti
grønu grannunum.
Kyndil er í ár í teirri ó-
vandu støðu, at teir eru
undir Neistanum á stiga-
talvuni, nú helvtin av
landskappingini er farin
aftur um. Munurin millum
liðini bæði er einans tvey
stig, og henda munin hevur
Neistin vunnið sær júst í
grannadystunum báðum,
sum vórðu leiktir í grund-
spælinum.
Hesir báðir dystir hava tó
verið sera javnir, so uttan
iva kann tað gerast spenn-
andi, tá liðini bæði enn eina
ferð skulu stríðast móti
hvørjum øðrum.
Inni í Runavíkini verður
botnuppgerð, tá Tjaldur
tekur móti KÍF, og gongst
eftir vild hjá Tjaldrinum,
kunnu teir sleppa sær enn
longur frá niðasta plássi-
num. Kollfirðingar hava tó
ongar ætlanir um at geva
skarvin yvir, og uttan iva
fara teir at stríðast fyri at
fáa okkurt heim við sær aft-
ur.
Seinasti dysturin sunnu-
dagin verður leiktur á
Skála, har føroyameistarar-
nir úr StÍF skulu leika móti
H71. Á pappírinum kann
hetta helst tykjast at vera
ein lættur dystur fyri
strandingarnar, men fyri-
treytirnar undan dystinum
eru ikki av teimum bestu.
Tað er nevnliga soleiðis,
at bæði leikandi venjarin,
Jónleif Sólsker, og ársins
stjørnuskot seinasta kapp-
ingarár, Alexandur Johan-
sen, helst verða noyddir at
hyggja eftir liðfeløgunum,
ístaðin fyri sjálvir at taka
lut í spælinu. Jónleif hevur
í vikuni havt trupulleikarar
í høgra knæ, uttan at tað
kann staðfestast, hvat bilar,
og Alexandur hevur aftur
fingið trupulleikar við knæ-
num, sum varð skurðvið-
gjørt tíðliga í heyst.
StÍf má vera bæði Alexandur Johansen (á myndini) og leikandi venjaran, Jónleif Sól-
sker fyri uttan, tá teir sunnudagin taka móti H71
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
Fyrsta kappingin í vetur
varð somuleiðis hildin í
badmintonhøllini, meðan
triðja og seinast kappingin
av hesum slag verður hildin
í ítróttarhøllini í Trongis-
vági um nakrar vikur.
Alt avgreitt
leygardagin
Paula Eikhólm, næstfor-
maður í kappingarnevndini
á Borðtennissambandinum
sigur, at allar kappingarnar
verða avgreiddar leygar-
dagin, og tískil verður talan
um ein hampuliga langan
dag fyri íðkararnar.
Byrjað verður kl. hálv-
gum tíggju, tá piltar og pin-
kur fara at leika. Kl. 11.30
leika smágentur o g -
dreingir. Kl. 14.00 fara
dreingirnir í gongd og
15.00 standa genturnar fyri
tørni.
Seinastu kappingarnar
byrja kl. 16.30 og eru hetta
kappingarnar hjá ungling-
um, kvinnum og monnum.
Paula væntar, at kapping-
arnar verða lidnar á kvøldi,
nakað eftir kl. 19.00.
Øll kunnu luttaka
Borðtennissambandið
greiður eisini frá í tíðinda-
skrivi, at tey, sum ætla sær
at vera við í Grand-Prix
kappingini skulu boða frá
luttøku í seinasta lagi miku-
dagin 12. januar á
tlf. 422211.
Sagt verður víðari, at lut-
tøkugjaldið fyri hvønn leik-
aran er 20 kr., og eigur hetta
at vera goldið, áðrenn
kappingin byrjar.
Grand-Prix kappinginer
annars skipað soleiðis, at
allir luttakararnir fáa eitt á-
víst stigatal, alt eftir,
hvussu teir standa seg í
kappingini, og tá allar
kappingarnar so eru leiktar,
verður ársins Grand-Prix
vinnari kosin.
At enda verður sagt frá,
Grand-Prix kapping í borðtennis
Leygardagin 15. januar verður onnur Grand-Prix kappingin í borðtennis hildin í badmintonhøllini í Havn
at øll eru vælkomin at lut-
taka, og at eingin treyt er
um, at luttakarar skulu vera
aktivir í nøkrum felag.
Onnur Grand-Prix kapp-
ingin í vetur verður í
Badmintonhøllini í Havn
komandi vikuskifti
Fyrsti millumflokkur í Havn, august 1945:
Standandi frá vinstru: Gentan við pappírinum er Annelise Kaaber og gentan við einari hond á øksluni er Birna
Helmsdal, andlitið omanfyri er Hervør Joensen, síðan Símun Simonsen á Høgabóli, Bjørn Isholm og omanfyri
hann Kjartan Justinussen.
Sitandi frá vinstru: Anders Hansen - við hondunum fyri andlitið, Poul Sloan, Herluf Joensen, Fróði Mouritsen,
Harry Lava og Lítli (Andreas Johansen).
Av dreingjunum á myndini er bert Andreas Reinert á lívi.
Annars er at siga, at flestu dreingirnir eru í gummiskóm. Yvaleyst úr rekagummi - kanska gjørdir í Hesti? Hetta
er jú beint eftir kríggið og undir krígnum, og beint aftaná var annað tilfar ikki at fáa, brúkti tú ikki húðaskógvar.
Fróði er eisini í rotuskóm, hvítir tveingir er mannfólkalitur. Plousfour var eisini tá buksumóti.
Í september hittust vit hjá
Didduni í J.Dahlsgøtu
(Margreta Balle); tað
plagar so at vera, tá onk-
ur teirra, sum búgva utt-
anlands, eru heima, at vit
hittast til eitt prát. Í hes-
um føri eru „vit“ næm-
ingarnir, sum fóru í Real-
skúla, í 1. Millum, tá
heimsbardagin var av í
1945. Vit vóru tá 32 í tali
- børn á 11-12 ára aldri.
At „sleppa í Realskúlan“
var, um tú „kláraði upp-
takilsisprøvan“.
Kvøldið heima hjá
Margretu kom í lag, tí
Birna (Helmsdal), sum
býr í Onglandi, var
heima. Vit gjørdu tá av at
boða øllum til stevnu
komandi 21.juni. Í fyrsta
umfari at fáa boðini út,
og tað varð gjørt 15.
november. Í summar eru
50 ár síðan vit søgdu
Realskúlanum farvæl og
25 ár síðan vit høvdu
„klassastevnu“.
Millum tey 32 vóru
Poul Sloan og Herluf
Joensen. Og nú, góðan
mánað seinni, nú vit
skriva ár 2000, eru teir
báðir farnir av verðini.
Poul andaðist í heimi-
num í Strandby, Jútlandi
21. desember 1999. Hann
fór til gravar úr Ebenezer
27. desember. Herluf
andaðist í heiminum í
Oslo 2.jóladag og varð
jarðaður i Østre Gravlund
í Oslo nú 7.januar.
Í fjør summar var Poul
heima til ættararhaldið
hjá Geilafólkunum í
Havn.Ta ferðina hittust
nøkur okkara á Kráar-
vegi, heima hjá Katrini
(Samuelsen). Eitt hugn-
aligt kvøld, har Poul,
sum altíð fróður og freg-
in, segði frá mongum;
hóast sjónin var næstan
eingin, gav hann ongan-
tíð til kennar trupulleikar
sínar. Poul hevði vónað
at koma heimaftur til
„klassastevnuna“ í
summar.
Poul er føddur 6.januar
1934, foreldur hansara
vóru Ella og Andrew
Sloan, trúðboðari, tey
búðu í Ingutrøð, í Lucas
Debesargøtu 14. 4 vóru
systkinini, og nú eru
báðir brøðurnir William
og Poul farnir. Poul var
útbúgvin skipsførari.
Baldist alt sítt lív á sjón-
um, førdi fiskiskip og var
eisini á annan hátt uppi í
fiskivinnuni, til heilsan
fór at bila. Har Poul var,
var hann heilur, ikki hann
spardi seg. Katrin og
Poul fluttu til Jútlands og
búsettust í Strandby.
Herluf er føddur 21.
juni 1934. Foreldur hans-
ara eru Jona og Einar
Joensen, prentsmiðju-
meistari, sáli úr Lítlu
Tvørgøta 5, 5 vóru systk-
ini. Elstu synirnir Anfinn
og Herluf eru nú báðir
farnir. Herluf hevði ætl-
anir um at koma heim í
summar, mamman fyllir
90 15. juni.
Herluf gavst í skúla-
num og fór til sjós, í
1949 var hann við Vágs-
sluppini „Elini“ í Íslandi
og tað fortelist, at hann
fekk ein harðan dóp, tí
teir komu í rættuligt ill-
veður, í 1950 róði hann
út í Grønlandi og síðani
fer hann við Norðmonn-
um. Hann hevði síðani
ongantíð aftur fastan
bústað í Føroyum. Styttri
skifti í sekstiárunum var
familjan heima. 3 eru
døturnar í hjúnalagnum,
Cindy, Aina og Ivy. Her-
luf var útbúgvin hov-
meistari í Noregi. Hvønn
sunnumorgun ringdi
Herluf til mammuna.
Gløggur var hann og
dugdi væl at siga frá, var
hópin vitandi.
Um tey 32, sum fóru í
realskúla í 1945, og fingu
heft á seg heitið „hin
sorgleysi skarin“, øll nú
um pensjónsaldur, summi
rokkin onnur um snarið,
er at nevna, at 10 teirra,
triðingurin, búsettist utt-
anlands.
At so eisini triðingurin,
alt dreingir, er farin í
Harrans hendur er so
lívsins gongd.
Vit minnast Poul Sloan
úr Lucas Debesargøtu og
Herluf Joensen úr Lítlu
Tvørgøtu við stórari virð-
ing og vilja fegin siga
tykkum avvarandi okkara
samkenslu.
Kvirran eftir teir sann-
ar, at stutt er skeiðið vit
virka.
Jákup Lindenskov
Tveir Havnardreingir
Poul Sloan og Herluf Joensen til minnis
Barnaansing
í Klaksvíkar
kommunu ár
2000
Teir borgarar í Klaksvíkar
kommunu, ið hava børn á
bíðilista til barnaansingar,
fóru úr gomlu øldini við
lyfti frá formanninum í sosi-
alu nevnd, Jógvan Lützen,
um enn fleiri barna-ansing-
arpláss í ár 2000.
Hetta vóru vit eisini fleiri
onnur ið fegnaðust um.
Í Norðlýsinum fyrst í des-
ember 1999, stendur grein
við yvirskriftini »Enn fleiri
barnaansingarpláss« av Jóg-
van Lützen. Hann nevnir í
greinini, at frá 1. januar
2000 verður barnaansingin
løgt út til kommunurnar at
umsita. Fyri Klaksvíkina vil
hetta merkja, at tá ið pen-
ingur er nýtt at umsita økið,
so verður eitt avlop á um-
leið 1,3 milliónir at nýta til
nýggj barnaansingartilboð.
Víðari metir Jógvan Lützen,
at hetta vil geva frá 25 til
60 nýggj ansingarpláss, alt
eftir hvør loysn ið verður
vald. Men hann nevnir onki
um, at hevði samgongan tik-
ið undir við okkum, so
høvdu vit haft tað dupulta
krónutalið at rátt yvir til
nýggja barnaansing í ár
2000.
Andstøðan í býráðnum
legði nevniliga fram upp-
skot í sínari fíggjarætlan
fyri kommunua, fyri ár
2000, at vit skuldi seta 1,4
millión av til nýggja barna-
ansing aftrat teimum 1,3
milliónunum, ið fóru at
leypa av, tá ið vit fingu hetta
økið at umsita.
Hetta gjørdu vit av fleiri
orsøkum:
• Fyrst og fremst tí vit
høvdu sett okkum fyri at
minka bíðilistan mun-
andi, so barnaansing ikki
skal vera ein forðing fyir
at flyta til Klaksvíkar, tað
er veruleikin í dag.
• So øll tey, ið hava trupul-
leikar við at sleppa til ar-
beiðis í dag í Klaksvík
vegna vantandi barnaans-
ing, kunnu fara ekkaleyst
til arbeiðis, hetta er ikki
møguligt í dag.
• Vit ivaðust í um ansingin
fór at vera løgd út til
kommununar at umsita,
tíverri fingu vit rætt í
fyrsta umfari.
• Og síðst men ikki minst,
tí at vit eiga sum komm-
una at vísa at vit taka
henda spurning í ramasta
álvara og vilja leggja orku
í at loysa hann, tað vísa
vit ikki við einum stórum
nulli til nýggja ansing.
Okkara uppskot var sum
øllum kunnugt felt og
Landsstýrið hevur útsett at
leggja økið út til kommun-
urnar til 1. apríl 1999.
Hugsar man um onnur mál,
ið sami landsstýrismaður
umsitur, so kann ein eisini
ivast í um hetta verður veru-
leiki fyrsta apríl.
Úrslitið er, at í dag stend-
ur Klaksvíkar kommuna við
ongari krónu til nýggja ans-
ing. Um barnaansingar økið
verður lagt ú ttil okkum, so
skal kommunan fara at fyri-
reika loysnir. Tey ið kenna
arbeiðsgongdina í tílíkum
málum vita, at eitt tílíkt fyri-
reikingararbeiði ofta tekur
drúgva tíð. So eg vænti ikki
at foreldur búsitandi í
Klaksvík og tey ið hava ætl-
anir um at flyta til býin
kunnu vænta sær nakað inn-
an nýggja barnaansing í
hesum hálvárinum.
Men valár er í ár so
kanska vend kemur í…
Eyðgunn Samuelsen
býráðslimur
Viðmerking:
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo