Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 224 - 19. november 2007 atlantic.fo Starvsfólk til søludeildina/avgreiðsluna Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Søkt verður eftir fólki til søludeildina/ avgreiðsluna hjá Atlantic Airways á fl ogvøllinum. Arbeiðið fevnir m.a. um: • bílegging av ferðaseðlum og pakkatúrum • avgreiðsla av ferðafólki og flogførum • telefontænasta/vegleiðing • help-desk tænastur • upplýsing um ferðslu • leiðbeining í sambandi við netbókingar Førleikakrøv: Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur • útbúgving ella royndir innan skrivstovuyrkið • hevur kunnleika til bókingarskipanir og ferðaseðlasølu • dugir at arbeiða við teldu • hevur evni at samstarva og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • kann arbeiða undir trýsti • kann arbeiða skiftandi tíðir Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi. Hetta er eitt starv við skiftandi vaktum og arbeiðstíðum. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Heidi Askham (Søludeildin), tlf. 34 10 10, heidia@atlantic.fo ella Sólbjørg L. Magnussen (Avgreiðslan), tlf. 34 10 50, solbjorg@atlantic.fo. Umsókn skal sendast til: Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin (Human Resources), Att.: Georg Suðurgarð Vága fl oghavn, 380 Sørvágur, ella til georg@atlantic.fo. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo atlantic.fo Flogternur / fl ogtænarar til Atlantic Airways Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Talan er um eitt spennandi og krevjandi starv, har tú varðar av trygdini og tænastuni umborð. Starvið Felagið leggur stóran dent á, at ferðafólkini fáa góða og persónliga tænastu. Tað er tín uppgáva at fáa okkara kundar at kenna seg væl umborð, at hava ábyrgd av trygdini hjá ferðafólkunum og at meta um ynski og tørv teirra. Tú skalt vænta at koma at arbeiða skeivar tíðir, onkuntíð uttanlands, ofta undir tíðar- trýsti og við strongum arbeiðskrøvum, og tú megnar at handfara hættisligar støður. Umframt at tosa føroyskt skalt tú kunna samskifta á onkrum skandinaviskum máli og á enskum. Loftferðslumyndugleikarnir SLV krevja, at tú ert fylt/ur 20 ár, hevur góða hoyrn og góð eygu, umframt eina lýtaleysa revsiváttan. Harafturat krevst, at tú dugir at svimja og gjøgnumførir eitt skeið hjá Atlantic Airways. Heilsukanning fer fram hjá SLV-góðkendum fl oglækna, áðrenn loyvisbræv til fl úgving verður givið. Persónligir eginleikar Vit vænta, at tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri. Tú hevur ljóst sinnalag, ert ágrýtin og fer róliga fram í strongdari støðu. Vit leggja eisini stóran dent á samstarvseginleikar, trúskap og rættlyndi. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, kanst tú skjótast senda eina skrivliga umsókn við mynd til Atlantic Airways, 380 Sørvágur, att. Annika Jespersen. Fyrispurningar kunnu sendast Anniku Jespersen á tlf. 21 34 11 ella e-mail annika@atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrsliti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemi víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo