mánadagur 19. november 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 19. november 2007
5
tíðindi
– Hetta er svínarí og
má steðgast, sigur
Elin Lindenskov,
forkvinna í heilsu-og
umhvørvisnevndini
í býráðnum í Havn.
Hon heldur, at ein-
asti máti at steðga
afturvendandi
oljudálkingini á
Havnarvág, er at
revsa syndararnar
nógv harðari, enn teir
verða nú
Oljudálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er svínarí.
Tað var fyrsta reaktiónin
hjá Elin Lindenskov, tá ið
hon fekk at vita, at nú er
Havnarvág enn einaferð
dálkað av olju.
Tvær ferðir seinastu vik-
una er olja farin á sjógv.
Fyrru ferðina var týsdagin,
tá ið nakrir hundrað litrar
av gassolju fóru á sjógv og
aðru ferðina var leygardagin,
tá ið Smyril læt olju fara á
sjógv.
Elin Lindenskov heldur,
at nú má hetta fáa ein enda
við øllum hesum tilburðun-
um, har olja fer eftir ferð
endar á sjónum inni á Havn-
arvág.
Hon vísir samstundis á, at
býráðið hevur fleiri ferðir
meldað fólk, sum hava elvt til
oljudálking á Havnarvág,
men hon harmast um, at tað
er ógvuliga sjáldan at nakar
verður revsaður og tá í hamar-
in fellur, eru revsingarnar so
linar, at tær gera ikki mun.
- Støðan er á ongan hátt
nøktandi, leggur hon afturat.
Tí heldur hon, at tað ein-
asta, sum hjálpir, er at herða
revsingarnar munandi og
tað hevur býráðið eisini
roynt at virkað fyri og hevur
verið í sambandi við lands-
stýrið í hesum sambandi.
- Tað, vit hava fingið at
vita frá Jacob Vestergaard,
landsstýrismanni í innlend-
ismálum, sum hevur ábyrgd-
ina av økinum, er, at ein
kunngerð um oljubunkring
er á veg.
- Vit hava eisini heitt á
landsstýrismannin um at
broyta lógina, so at tað verð-
ur eitt krav, at allir smærri
bátar hava kjølsvín, sum sýg-
ur olju í seg, fyri at avmarka
dálking, tá ið báturin verður
pumpaður o.s.fr.
Men Elin Lindenskov
heldur, at tað er alneyðugt
at
fáa
hesi
viðurskifti
rættlag beinanvegin, tí hetta
kann ikki halda fram.
Sleptu 10.000
litrum á sjógv
Nú bíðar Elin Lindenskov í
spenningi eftir, hvat hendir
við teirri seinastu, stóru
oljudálkingin.
Tað var seinast í august, tá
ið 10.000 litrar av olju vóru
sleptir á sjógv á Havnarvág.
Heilsufrøðiliga
Starvs-
stovan tók royndir av oljuni,
sum var farin á sjógv og
Elin Lindenskov sigur, at
royndin hevur staðfest, at
øll oljan stavaði frá sama
skipið og úrslitið hevur eis-
ini staðfest, hvørjum skipið,
oljan stavaði frá.
Hon sigur, at Nim er
meldaður fyri dálkingina
og nú bíðar hon eftir, hvat
úrslitið verður.
Les meiri á síðu 7.
Tað hendir javnan og savnan, at firðir og havnir verða dálkaðar við olju, men nú kunnu tey, sum
dálka, vænta sær munandi harðari revsing
Svínarí skal revsast
nógv harðari
Lívið blívur bara betri og betri
www.betri.fo · tel 345 700
Fá tær eina Betri pensjón nú
– tað er sera skjótt og lætt
Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú.
Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina
pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo
Vend tær til okkara
áðrenn 31/12 og
fá skattafyrimun