mánadagur 19. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 224 - 19. november 2007
Fremsti spælarin í Íløguspælinum hjá Kaupthing og Sosialinum
hevur rentað byrjunarupphæddina við 170 prosentum, meðan
fremsti spælarin í Børsen’s aktiespil í sama tíðarskeiði hevur rentað
byrjunarupphædd við 21 prosentum. Les um hvussu hetta ber til
og les eisini um norðmannin, sum gjørdist 1,63 milliardir krónur
fátækari eftir einum degi.
ÍLØGUSPÆLIÐ
Hilmar Simonsen
Hundrað og sjeyti prosent! So
nógv hevur fremsti spælarin í
Íløguspælinum
hjá
Kaupthing
og
Sosialinum
rentað
sína
byrjunarupphædd
við,
síðani
spælið byrjaði tann 24. september.
Tann eina milliónin er sostatt
blivin til slakar 2,7 milliónir, og tað
er ein øðilig hækking, sum er ring
at samanbera við nakað annað.
Eitt annað Íløguspæl, sum koyrir
í hesum døgum, er Børsen’s
aktiespil, sum eisini hevur eina
undirdeild í Føroyum promoverað
av Eik Banka og Dimmalætting, og
tað hevur kanska undrað onkran,
at fremsti spælarin í Børsen’s
aktiespil ”bert” hevur rentað sína
byrjunarupphædd við uml. 21
prosentum, síðani spælið byrjaði
um somu tíð sum Íløgupsælið hjá
Kaupthing og Sosialinum.
Øll eggini í somu kurv
Orsøkin til hetta er einføld hóast alt
og skal finnast í spælitreytunum.
Meðan tað í Íløguspælinum hjá
Kaupthing og Sosialinum er loyvt
at satsa alla íløguupphæddina
upp á eitt og sama partabræv er
hetta ikki loyvt í aktiuspælinum
hjá Børsen. Har kanst tú í mesta
lagi keypa partabrøv fyri 50.000
krónur í sama felagi og noyðist
sostatt at gera íløgu í 5 ymisk
feløg, um tú vilt keypa partabrøv
fyri alla byrjunarupphæddina upp
á 250.000 krónur.
- Lagt varð í okkara spælið upp
til, at luttakararnir skuldu sleppa
at satsa stórt. Tað síggja vit, at
fremstu spælararnir hava gjørt,
og vit síggja eisini, at aftastu
spælararnir hava gjørt tað sama,
men meðan fremstu spælararnir
hava havt eydnuna við sær, hava
aftastu spælararnir verið óhepnir,
greiðir Jákup Petur Bærentsen,
íløgurøktari hjá Kaupthing Banka
frá.
Aftasti spælarin í Íløguspælinum
hevur nevniliga mist 83 prosent
av síni byrjunarupphædd, tað vil
siga er vorðin næstan 830.000
krónur fátækari, og er komin niður
á 171.000 krónur. Hetta avspeglar
væl tann váðan, sum ein íleggjari
hevði havt í tí veruliga lívinum,
um hann ”legði øll eggini í somu
kurv”.
- Sum vit mæltu til, tá Íløguspælið
byrjaði, so skuldi ein satsa stórt
fyri at vinna spælið. Talan er um
eitt spæl og tí mæltu vit til at gera
íløgu í bert nøkur heilt fá pappír.
Tað er júst tað, sum bæði fremsti
spælarin og aftasti spælarin hava
gjørt, vísir Jákup Petur Bærentsen
á og leggur afturat, at í tí veruliga
íløgulívinum
verður
nevniliga
harðliga mælt frá til at leggja øll
eggini í somu kurv.
Skjótt upp og niður
At skjótt kann ganga upp og
niður í partabrøvum sannaði
norðmaðurin John Frederiksen,
tá hann í síðstu viku gjørdist 1,63
milliardir norskar krónur fátækari
eftir einum degi. Epn.dk skrivar,
at tað serliga vóru partabrøvini
hjá honum í alifyritøkuni Marine
Harvest Group á Oslo børsinum,
sum stóðu í fríum falli, tá tey
lækkaðu við 16,67 prosentum.
Men John Frederiksen fær helst
smør upp á breyðið komandi
dagarnar kortini. Hann er ein tann
ríkasti persónurin í Noreg og er
mettur at eiga uml. 50 milliardir
krónur.
Tað vóru tó ikki bara partabrøvini
í Marine Harvest Group sum
lækkaðu nógv í síðstu viku. Tað er
longu kent, at Atlantic Petroleum
stóð í fríum kursfalli í síðstu viku.
Hetta hevði við sær, at kursurin,
sum í byrjanini av vikuni hevði
verið uppi á omanfyri 2500
krónum, fall heilt niður á niðanfyri
1700 krónur fríggjadagin – tað vil
siga eitt fall upp á uml. 33 prosent
eftir einari viku.
Kvøld
fyri
tvey
á
Gourmet til vikuvinnaran í
Íløguspælinum
Sum kunngjørt fáa spælararnir,
sum
standa
seg
best
í
Íløguspælinum hvørja viku,
vinningar frá Kaupthing Bank.
Besti spælarin er tann, ið
hevur havt størsta vinning
í prosentum farnu vikuna.
Vinningurin hesaferð er eitt
gávukort fyri tvey til eitt kvøld
við serligari vín- og matskrá frá
Gourmet.
Besti spælarin í viku 46:
Raggyboy
Avkastið
hjá
vinnaranum
hesa vikuna: kr. 439.905,00
(+40,09 %)
Vinnarin fær beinleiðis boð.
Hjartaliga tillukku
Kaupthing Bank
2,800
2,600
2,400
2,200
2,000
1,800
1,600
13/11
14/11
17/11
18/11
19/11
15/11
16/11
Gongdin hjá topp 3 (vika 46)
navijoe
partabrov2
Unn
www.kaupthing.fo
Íløguspælið á ilogur.com - 8. vika
Vandi er í hvørjari vælferð
sansir.fo
Topp 10 (19. nov. 2007 kl. 11.38)
Leikari
Reiður peningur Partabrævaogn
Ogn
Avkast
navijoe
450,68 kr.
2.924.450,00 kr.
2.924.900,68 kr. +192,49 %
Unn
384,06 kr.
1.621.323,00 kr.
1.621.707,06 kr.
+62,17 %
Raggyboy
2.441,50 kr.
1.534.810,00 kr.
1.537.251,50 kr.
+53,73 %
Thora
92,63 kr.
1.530.252,44 kr.
1.530.345,08 kr.
+53,03 %
ek
3.670,00 kr.
1.524.600,00 kr.
1.528.270,00 kr.
+52,83 %
Eggaba
1.518.766,63 kr.
0,00 kr.
1.518.766,63 kr.
+51,88 %
TNT
4.323,20 kr.
1.502.872,00 kr.
1.507.195,20 kr.
+50,72 %
Mazda323
764.968,83 kr.
737.679,98 kr.
1.502.648,81 kr.
+50,26 %
Lamai
650,00 kr.
1.498.575,00 kr.
1.499.225,00 kr.
+49,92 %
igo84
941,94 kr.
1.497.859,00 kr.
1.498.800,94 kr.
+49,88 %