Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 224 - 19. november 2007 Revsingin fyri at dálka við olju eigur at verða so stór, at tað svíður illa, heldur løgtingið dálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tann, sum dálkar havnir og firðir við olju, eigur at fáa eina revsing, sum merkist. Tað heldur í hvussu so er Føroya Løgting. Tað hendir javnan og savnan, at firðir og havnir verða dálkaðar við olju, men tað er ein afturvendandi atfinning, at revsingarnar eru so lágar, at tær gera als ongan mun. Ein trupulleiki kann vera, at viðurskiftini hava verið ov ógreið og at tað hevur verið ov torført at siga akk­ urát, hvør hevur ábyrgdina. Hesi viðurskifti verða púra greið, nú nýggj kunngerð er á veg, sum vit greiða frá aðrastaðni her á síðuni. Nógv harðari revsing Men hóast revsingarnar hava verið lágar, er ongin ivi um, at politisk viljin er, at revsingin skal vera rættiliga hørð. Tá ið havumhvørvislógin varð samtykt, hevði Løg­ tingið eisini nakrar metingar um, hvussu hart tað skuldi revsast at dálka við olju. Løgtingið heldur, at rev­ singin skal byggjast stigvíst upp, so at talan í fyrsta lagi verður um bót, men at revsingin kann herðast so líðandi til beinleiðis fong­ sulsrevsing upp til tvey ár, tá ið talan er um grovt ósketni ella, at olja er latin á sjógv við vilja. Støddin á bótini eigur at ásetast eftir, hvussu nógv olja verður latin út og hvussu tað ávirkar umhvørvið. Í hesum sambandi mælir Løgtingið til, at ein ólóglig burturbeining upp á 500 litrar eigur at geva eina bót upp á 25.000 krónur, ein ólóglig burturbeining upp á 1000 litrar eigur at geva eina bót upp á 50.000 krónur og fyri burturbeiningar upp á 10.000 litrar eigur bótin at vera 100.000 krónur. Bøturnar eiga sjálvandi at kunna hækka og lækka í førum, har tað eru antin herðandi ella linnandi umstøður. Samanlagt hava tær smáu ólógligu burturbeiningarnar undir 1000 litrar av olju tey størstu negativu árinini á umhvørvið, tí at tær burtur­ beiningarnar eru so nógvar í tali. Umhvørvismyndug­ leikar í Svøríki og Danmark hava tí mett, at tað eisini í slíkum førum skal bera til at áseta ásýniligar bøtur. ­ Sama eigur at gera seg gald­ andi í Føroyum, so at bótastøddin fyri brot á regl­ urnar um at burturbeina olju, verður á sama stigi sum hjá okkara granna­ londum, ið eisini hava tikið undir við altjóða sáttmálunum. Les eisini síðu 5. Skal svíða illa í pengapunginum Um nakrar fáa vikur verða nógv strangari reglar settar í verk fyri tey, sum fáast við olju í sambandi við skip dálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum fáast við olju í sambandi við bátar og skip, verða nú noydd at ansa munandi betri eftir, at olja ikki lekur á sjógv og dálkar firðir og vágir. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í innlendismál­ um, sigur, at ein kunngerð er á veg, sum ásetur mun­ andi strangari reglar fyri at at bunkra olju. Nýggja kunngerðin verð­ ur sett í verk um nakrar fáar vikur. Eftir hesi nýggju kunn­ gerðini skal tað nágreiniliga staðfestast, hvør einstak­ lingur hevur evstu ábyrgdina av hvørji einastu bunkring. ­ Kunngerðin setir neyvar reglar fyri, hvussu farast skal fram, tá ið bunkrað verður og, hvør hevur ábyrgdina, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at kunnerðing setir eisini neyvari reglar fyri, hvussu revsingin skal vera, tá ið olja der á sjógv. ­ Verður revsingin harðari, førir tað uttan iva við sær, at ansað verður betri eftir. Ein atfinning hevur verið, at revsingarnar hava verið ov linar og tað kann lands­ stýrismaðurin vera samdur í. ­ Hinvegin er ein trupul­ leiki kann vera at finna akkurát tann, sum hevur ábyrgdina, tí verður við­ komandi ábyrgdarhavari ikki funnin, ber heldur ikki til at revsa nakran. Men við nýggju kunn­ gerðini verður so skorið út í papp, hvør hevur ábyrgdina av hvørji einastu bunkring Hinvegin heldur Jacob Vestergaard, at havnirnar í Føroyum eru ikki innrætt­ aðar til at bunkra olju í og tí verður dálkingin meiri um­ fatandi, tá ið óhapp henda. Hann heldur, at Havnirnar áttu at verðið skipaðar so, at tað varð barað bunkrað á ávísum plássum og so skuldu trygdartiltøk verðið sett í verk rundan um hesi økini. Ábyrgdin greið Eyðbjørn Larsen í inn­ lendismálaráðnum sigur, at eftir nýggju kunngerðini verður ásett at skiparin á m óttakandi skipinum hevur ábyrgina av, at viðurskiftini umborð eru ílagi. Tað verð­ ur eisini staðfest, hvørja ábyrgd, førarin á tangabili­ num hevur, hvørja ábyrgd eitt veitaraskip hevur. ­ Áðrenn hvørja bunkring skal eitt skjal við fleiri punktum fyllast út, hvør ábyrgdarhavi er, hvørjiu hálp­ arfólk eru, hvussu nógv olja er bílagt, hvussu nógv olja skal í hvønn tanga, hvussu pumpuferðin er o.s.fr. ­ Eitt endamál við kunngerðini er ikki bara at hava skipað viðurskifti, tí endamálið er eisini at kunna vísa nágreiniliga, hvør hevur ábyrgdina og um allar mannagongdir eru fylgdar. Les eisini síðu 5. Nú skal óskilið við øllum oljudálkingunum steðgast. Ein nýggj kunngerð er á veg, har tað nágreiniliga verður ásett, hvør einstaklingur hevur ábyrgdina, tá ið olja verður bunkrað og politikararnir vilja eisini hava munandi harðari revsing tá ið olja sleppur á sjógv Strangari reglar á veg fyri oljudálking Nethandil við príðislutum Prýðislutamerkið Jewlscph hevur opnað eina nýggja heimasíðu við einum webhandli.Á heimasíðuni finnast góð ráð um, hvørjir prýðislutir hóska saman, hvussu prýðislutir kunnu haldast við líka og íblástur frá øðrum kundum viðvíkjandi prýðislutum. Bókin um Fossanes komin Í eini fullsettari skúlaaulu í Ósaskúlanum í Klaksvík hóskvøld­ ið legði Páll Kunoy, rithøvundur, fram bókina um Fossanes, sum gekk burtur við 17 monnum 3. mars 1938. Tað var Klaks­ víkar kommuna, sum skipaði fyri kvøldsetuni við Steinbirni Jacobsen, borgarstjóra, á odda. Sangkór sang, og skúlastjórin í Leirvík umældi bókina. Arni Vatnhamar var komin úr Leirvík at siga nøkur orð um tað at missa papa sín við Fossanesi. Nógv avvarðandi vóru hjástødd, og sagt verður frá eini grípandi løta í Ósaskúlanum, tí Arni Vatnhamar setti orð á tað, sum tey avvarðandi høvdu verið út fyri.